Saturday, December 31, 2011

Brátt farna listaár 3

2011 var eitt ríkt listaár við framúr framsýningum, frálíkum konsertum, leikum og bókaútgávum. Tað eru fyrst og fremst hesar listaupplivingarnar, sum standa klárar í minninum, men eitt sindur av mentanarpolitiskum forargilsi bleiv tað sjálvandi eisini til. Vit líta aftur á brátt farna ár.

Juli





Við tí fyri eyga at gera listina til ein náttúrligan part av gerandisdegnum, hevur Eysturkommuna í vár avgjørt, at eitt prosent av byggikostnaðinum av kommunalum byggiætlanum, skal brúkast uppá list. Nýggi tilbygningurin til Gøtu skúla er tann fyrsta prýðingaruppgávan, sum kommunan við fakligari vegleiðing hevur biðið listamannin, Tummas Jákup Thomsen um at gera. Prýðingin var til reiðar í juli.

http://listinblog.blogspot.com/2011/07/tummas-jakup-thomsen-pryir-gtu-skula.html



6. juli fyllti Listin eitt ár. Hetta árið, Listin hevur verið til, hava vit merkt sera stóran áhuga millum fólk og frá fjølmiðlunum, ikki minst. Vit hava upplivað, at heilir tekstir av Listablogginum eru lisnir upp í Útvarpinum, at partar eru siteraðir í sjónvarpinum og av bløðunum er Listabloggurin javnan brúktur og vit eru sjálvandi fegnar um uppmerksemið. Vit eru somuleiðis sera glaðar, tá vit fáa eitthvørt sendandi, myndareportasjur, ummæli, yrkingar, umrøður osfr., sum kann brúkast á blogginum og nýta høvið her til at heita á tykkum øll um at senda okkum tilfar. Vit ætla, at Listin skal halda áfram so leingi sum tað ber til. Eitt ár er jú lítið av miklum, men vit halda sjálvar, at Listin hetta árið hevur verið við til at sett mentanarligu dagsordanina hesa tíðina og vit gleða okkum til komandi avbjóðingar. Fyrst og fremst er Listin til fyri teg, sum lesur hetta og vit vilja takka okkara lesarum so hjartaliga fyri áhugan og fyri herðaklappini. Tit eru øll vælkomin at senda okkum tykkara hugsanir um listabloggin, rís og rós til listinblog@gmail.com



Í juli andaðist ein av okkara virknastu rithøvundumhttp://listinblog.blogspot.com/2011/07/jens-pauli-heinesen-farin.html




I juli mánaði vóru tvær óvanliga góðar framsýningar í Havn. Ein í Steinprenti við verkum hjá Mariusi Olsen og ein í Listahøllini við verkum hjá Anker Mortensen. Um ta seinastu skrivaði Kinna: ”Ein vøkur, poetisk og meditativ framsýning við 79 elasmáum og stórum verkum, ið øll krevja av áskoðaranum, at hann tekur sær tíð til at hyggja. Hetta er slow art við verkum, sum bert spakuliga og seint lata seg upp fyri áskoðaranum. Letur tú hana, gerst framsýningin av sonnum ein rík uppliving. Bæði stórar og smáar myndir rúma fleiri løg av samanflættaðum, abstraktum og figurativt lýstum smásøgum, kenslum og hugløgum, sum stundum tykjast rørandi einfaldar, meðan aðrar sýnast meira kompleksar og afturlatnar”.

http://listinblog.blogspot.com/2011/07/marius-olsen.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/07/anker-mortensen-i-listahllini.html




Tvær almennar prýðisuppgávur vórðu avdúkaðar í juli. Tann eina eftir Hans Paula Olsen og hin eftir Guðrið Poulsen.

http://listinblog.blogspot.com/2011/07/hans-pauli-gjrt-standmynd.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/07/himmalspegilin-myndabloggur.html



Og so var tað sjálvandi eisini ólavsøkuframsýningin. UHA.

http://listinblog.blogspot.com/2011/08/olavskuframsyningin-2011.html

August





Í august setti Galerie Focus sjóneykuna á ungu listafólkini Silja Strøm, Bárður Oskarsson og Bárður Dal Christiansen. Kinna skrivaði millum annað soleiðis um framsýningarnar: ”Áhugin fyri list er stórur millum føroyingar, ikki minst millum ungar føroyingar. Framsýningin "Innrás" í Müllers Pakkhúsi í fjør gav ein varhuga av, at vit eiga eitt ungt ættarlið, sum telir fleiri góð listafólk og tær tríggjar framsýningarnar í Galerie Focus við ungari list staðfesti enn einaferð henda varhuga. Tey trý listafólkini eru sera ymisk og teirra listarliga bakgrund og støði er eisini ymiskt. Silja Strøm er helst tann, sum er búnast listarliga sæð, sjálvt um hon bara er 24 ára gomul og hon er eisini tann best útbúna av teimum trimum. Men listavegurin kann vera fjølbroyttur. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson um m.a. ein hund, eina kettu og eina mús eru einki minni enn genialar.”

http://listinblog.blogspot.com/2011/08/sisti-kjansur-at-siggja-framsyningina.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/08/kenslan-hja-bari-oskarsson-fyri-graum.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/08/tey-ungu-i-focus.html



Og so kom bókin um Hansinu Iversen endiliga. Undurfullur ræðuleiki varð presenterað saman við eini framsýning av verkunum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Steinbjørn B. Jacobsen skrivaði m.a. soleiðis um bókina: ”Jú eg haldi, at bókin er meir enn ein marknasteinur, hóast nógvar listbøkur eru komnar tey seinastu árini. Hansina hevur tikið eitt stórt stig burtur frá tí, sum vit hava sæð fyrr her í Føroym, tí vit onkursvegna kendu aftur og kundu samanbera við okkurt annað listafólk. Hóast tað hevur hon fingið fótin fastan her heima, og fleiri og fleiri hava vant seg við ikki bara at góðtaka hennara list, men eisini njóta hana. Í mun til undankomnu listbøkur er hon lítil í vavi, men hon fyllir ikki minni í huganum aftaná, at tú hevur havt hana liggjandi beint við hondina, síðan hon útkom. Sjálvandi eru tað myndirnar sum eru tað berandi í bókini, og tær lata seg eisini síggja meir enn ta einu ferðina, tú troyttast ikki av at hyggja at teimum, og tá ið tú sær tær aftur, minnist tú at hava sæð tær, men tú kennir møtið við tær sum nýtt. Sum sagt smæðist henda lítla, fitta bókin ikki burtur millum tær størru, og hon er ein uppløgd gáva til øll livandi ungfólk og eisini tey gomlu, hóast tey eru vorðin nakað reyvatung”.

http://listinblog.blogspot.com/2011/08/hansina-iversen-undurfullur-ruleiki.html


Barnasjónleikur var á Tjóðpalli Føroya. Inger skrivaði m.a. hetta um leikin Snati: ”Leikurin inniheldur eitt hóskandi bland av tí poetiska og tí klikkaða, tí ævintýrliga og satiriska. Har er bæði okkurt fyri børn og vaksin at hyggja at og sjálvt um leikurin sjálvandi hevur einfaldan bygnað, ber til at fata leikin á fleiri støðum. Undirritaða vaksna ætlar ikki at brúka orku uppá at greina hesi ymsu støði og tað er eingin orsøk til at gera leikin djúpari enn hann er, tí Snati er júst so djúpur sum tílíkt eigur at vera. Harafturímóti vil eg fegin brúka orku uppá at vísa mítt takksemi bæði sum heild fyri, at onkur er, sum tímir at veita okkara børnum mentanarliga góðsk, men eisini fyri, at leikararnir smábannaðu á pallinum”.

http://listinblog.blogspot.com/2011/08/supersnati.html

September


I september mundi okkara forargilsi yvir Kringvarp Føroya, sum valdi at sleppa mentanini uppá fjall, ongan enda taka. Vit gramdu okkum um, at public service sáttmálin ikki verður yvirhildin, men eisini hetta kjakið fjaraði burtur uttan stórvegis úrslit. Kringvarp Føroya heldur framvegis fast í avgerð síni um eitt list- og mentanarfrítt sjónvarp.

http://listinblog.blogspot.com/2011/09/uha-kvf.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/kringvarp-froya-sleppur-mentanini-upp.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/ein-litil-tnasta.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/damubl-og-public-service-sattmalar.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/because-youre-worth-it.html



Tíbetur var góð list uttan fyri sjónvarpið. Norðurlandahúsið og Steinprent høvdu eina risa framsýning við verkum hjá Claus Carstensen. Framsýningin varð kuraterað av Kinnu Poulsen og hevði heitið Klaksvíkaffærer.

http://listinblog.blogspot.com/2011/09/klaksvikaffrer-fra-ferniseringini.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/klaksvikaffrer-claus-carstensen-synir.html


Klaksvíkar Sjónleikarafelag prógvaði, at veiggj enn er í sjónleikarafeløgunum við satiriska leikinum Pør, sum varð framførdur í Spaniastovu til stóra gleði fyri tey mongu, sum sóu hann. http://aktuelt.fo/page/grein/gravgangur_eftir_at_siggja_por



Móti endanum av mánaðinum varð val skrivað út og vit settu okkum tað mál, at fáa mentanina á valskránna. Um hetta eydnaðist er ilt at siga, tað eydnaðist í øllum førum ikki at fáa mentanin til at fylla í tí eftirfylgjandi samgonguskjalinum, men vit fingu nakrar politikarar til at skriva eitt sindur um list og mentan undir valstríðnum.

http://listinblog.blogspot.com/search/label/Mentanarval%202011

IS og KP

Friday, December 30, 2011

Brátt farna listaár 2


2011 var eitt ríkt listaár við framúr framsýningum, frálíkum konsertum, leikum og bókaútgávum. Tað eru fyrst og fremst hesar listaupplivingarnar, sum standa klárar í minninum, men eitt sindur av mentanarpolitiskum forargilsi bleiv tað sjálvandi eisini til. Vit líta aftur á brátt farna ár.
Apríl




Í 2011 broyttist mentanarkjakið, meðan etableraðu miðlarnir í vaksandi mun sleptu lisini gjørdust mentanarbloggarnir fleiri í tali og kjakast var nógva ymsastaðni. Í byrjanini av apríl var fundur um list í Filadelfia.

http://listinblog.blogspot.com/2011/04/eitt-kvld-i-filadelfia.html


Kjakið um SALT helt á í apríl. Mikkjal Helmsdal skrivaði:

”Uppleggið hjá Saltsiloverkætlanarbólkinum inniheldur ikki nakra veruliga og haldbara virksemisætlan, sum kann sigast at vera eitt sakligt og fakliga haldgott grundarlag at byggja eina avgerð um stuðul á. Virksemisætlanin er meira ein hugleiðing ella fantasi enn ein ítøkilig ætlan. Hon er leyst orðað, har er nógv heit luft og nógvir fuglar á takinum, men einki, sum ítøkiliga undirbyggir, at karmarnir fara at verða fyltir út, og ongin ábending um, at ítøkiligar førleikar eru knýttir at verkætlanini, sum kunnu skapa tað virksemið, ið hugleitt verður um.”

http://listinblog.blogspot.com/2011/04/hvar-er-mentarpolitiska-rafestingin.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/04/salt-samstarv-um-avbjoingar.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/04/norskt-snus-og-froyskt-salt.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/04/stuff-that-dreams-are-made-of.html



Edward Fuglø hevði framsýningina Merry go round í Listasavni Føroya og bók varð givin út um hann, sum Eva Furseth skrivaði. Jóin Sigurðsson ummældi framsýningina. http://listinblog.blogspot.com/2011/04/havi-i-dag-veri-i-listaskalanum-og.html



Sissal Kampmann gav út sítt fyrsta yrkingarsavn, sum varð stórliga fagnað, m.a. her á blogginum:

http://listinblog.blogspot.com/2011/04/ein-sterk-nyggj-yrkjarardd.html


Mai



Stóra hendingin innan myndlistina var leiðaraskiftið í Listasavni Føroya, Nils Ohrt tók yvir plássið hjá Helga Fossadal og samstundis varð bókin Sekel givin út. Ein stór og flott bók um hundrað ár av føroyskari list, sum skelkaði fleiri, tá tey nærlósu hana. Longu tá bókin varð framløgd, vóru vit fleiri, sum næstan mistu høkuna av berum bilsni.

http://listinblog.blogspot.com/2011/05/tak-ta-roligt-wivel.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/05/ikke-meget-at-grine-af.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/05/skipa-um.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/05/sekel-er-bilagt-partsinnlegg-i.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/05/sekel-fer-ongan-veg.html



Norðurlandahúsið satsaði uppá dansin várið 2011. Dansiskráin innihelt m.a. eina fantastiska framførslu hjá svenska koreografinum Lotta Melin. Inger skrivaði m.a. ”framførslan er ikki bara stór list, tí hon er rørandi, ógvuslig, skemtilig, margháttlig, vøkur, poetisk, absurd, filosofisk og alt tað heila í senn. Hon er ikki stór list, bara tí framførslan er so forbannað væl dansað, spæld, fortald, koreograferað og scenograferað ella tí kroppar, myndir, ljóð og ljós ganga upp í eina hægri eind, samstundis sum hesir ymisku liðirnir bjóða hvørjum øðrum av og skapa óvæntaðar sambindingar og mótsetningar. Hon er ikki bara stór list, tí hon hugtekur og tekur yvir okkara kropp og sál ella tí hon flytir okkum aðrastaðni, til nýggjar ásannanir og nýtt innlit. Hon er eisini stór list, tí hon gevur okkun lívið aftur. Ja, á ein ella annan løgnan hátt upplivdi eg tað sum um, at lívið var uppsteðgað og brádliga fór í gongd aftur. Brádliga vóru nýggir møguleikar fyri at uppliva tónleik og hyggja at myndlist, fyri at fata kroppin og heimin. Framførslan hevur eina næstan mytika megi og eg fari ongantíð at gloyma sterku kensluna av endurføðing. Kensluna av at vera undir vatni fyri síðani at koma upp um vatnskorpuna og anda fyri fyrstu ferð. Eingin ivi, hetta er stór list”.

http://listinblog.blogspot.com/2011/05/endurfdd-vi-safe-place-to-die.html



Tjóðpallur Føroya fekk eisini norðurlendska vitjan:

http://listinblog.blogspot.com/2011/05/desperate-housewifes-utsettar-fyri.html



Okkara stóri málari, Zacharias Heinesen fyllti 75, hatta varð feirað við eini framsýning í Steinprenti:

http://listinblog.blogspot.com/2011/05/goi-zacharias.html

Og meðan kjakið um Sekel hitnaði hæsaði kjakið um SALT av. Tað gjørdist greitt, at verkætlanin varð til veruleika og tað endaðist verkætlanarleiðaranum, Ólavi Rasmussen at fáa til vega 58 000 000 krónur til hesa risastóru mentanarverkætlanina.

http://listinblog.blogspot.com/2011/05/saltsiloin-samtykt.html

Juni

Kjakið um Sekel helt á í juni. Fleri mentanarpersónar mótmæltu partar av bókini og sum úrslit av hesum innkallaði stýrið fyri Listasavn Føroya ónøgdu listafólkini til fundar. Fyri fleiri av hesum fólkunum var tað fyrstu ferð í seks ár, tey vitjaðu savnið.

http://listinblog.blogspot.com/2011/06/opi-brv.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/06/nu-er-dialogurin-opin.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/06/nevndin-ma-taka-frastu-fra-sekel.html



Summi vóru bilsin av, at stóra summarframsýningin í Norðurlandahúsinum ikki hevði føroyska list á skránni. Tað vóru teir báðir, sviin Jan Håfström og danin Knud Odde, sum høvdu framsýningina.

http://listinblog.blogspot.com/2011/06/kosmisk-somngangare-summarframsyningin.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/06/summarframsyningin-2011-fernisering-vi.html



Tróndur Patursson tók í summar lut í Biennale kijkduin í Hollandi. Vit á listablogginum vóru tíanverri ikki við og tað var tað heldur ikki onnur frá føroysku pressuni, sum var, MMR, politikarar, uttanríkisráðið og fleiri onnur vóru somuleiðis fráverandi og tað var synd og skomm, tí henda hendingin var umráðandi fyri føroyska list.

http://listinblog.blogspot.com/2011/06/vision-2013.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/06/myndafrasgn-fra-biennale-kijkduin.html

Thursday, December 29, 2011

Brátt farna listaár 1

2011 var eitt ríkt listaár við framúr framsýningum, frálíkum konsertum, leikum og bókaútgávum. Tað eru fyrst og fremst hesar listaupplivingarnar, sum standa klárar í minninum, men eitt sindur av mentanarpolitiskum forargilsi bleiv tað sjálvandi eisini til. Vit líta aftur á brátt farna ár.


Januar




Stóra Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri varð hildin 8.januar við kóri, solistum og ramasjang og send beinleiðis í sjónvarpinum og tað er gott, tí Nýggjárskonsertin er útseld hvørt ár. Tveir íslendskir sangsolistar vóru við, sopranin Tóra Einarsdóttir og tenorurin Gissur Páll Gissurarson. Eisini spældi Dávur Juul Magnussen tromboneleikari saman við symfoniorkestrinum. Eitt festligt kvøld, tá vit feira nýggjá árið og okkara symfoniorkestur.

Á Tjóðpalli Føroya byrjaði árið við leikinum ”Indberetninger fra en Rejse i Færø” hjá nýggja leiklistabólkinum DetFeröscheCompagnie. Hans Tórgarð ummældi framsýningina og skrivaði millum annað:

””Sjónleikur” kann mann kanska kalla tað, um mann øgiliga gjarna vil seta sjangru-navn á, onkur vil kanska heldur rópa tað “Performance” og onkur annar “Installatión” – men tað er alt líkamikið. “DetFærøscheCompagnie” hevur skapt eitt verk sum dugir at standa á egnum beinum, uttan at noyðast at hava eina sjangru at styðja seg til. Hetta er eitt vilt eksperiment, har øll elementir eiga líka stóran rætt. Innihaldið eru søgur og sagnir, men tað eru ikki bara orðini sum sleppa at ráða. Tónleikurin, pallmyndin, ljóðið og ljósið, eins og rørslur og dansur, eru forteljandi elementir eins nógv og orðini. Og tað er júst í hesum tey eydnast so ótrúliga væl: at geva øllum elementum líka stórt pláss, og lata øll vera forteljandi.”

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/innberttningar-fra-eini-reisu.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/detferoschecompagnie-frasgn-fra-einum.html



Myndlistaárið byrjaði við eini stórari framsýning við verkum há Bárði Jákupsson, sum hann hevði í Listahøllini á skipasmiðjuni. Kinna ummældi framsýningina og skrivaði m.a: ”Monumentalu myndirnar krevja sítt bæði av rúminum og av áskoðaranum, ið má skoða verkið eina góða løtu til tess at fáa alt við, tí myndirnar eru sum áður nevnt kompleksar og bygnaðurin tykist umbroytast meðan tú hyggur. Fyrst sært tú kanska bara ein óskipaðan meldur av hesum m´unum, -temum kvikligu m-formaðu strokunum, sum onkur skemtari hevur samanborið við Mcdonalds logoið, men rættiliga skjótt er tað eins og myndaflatin í eyganum savnast til avlangar lindir, ið skjóta seg á skák niðureftir í rútmiskum rørslum, meðan ymsir formar stinga seg fram í myndarúminum, t.d. ein dagar ein ljósagulur rundingur undan vinstrumegin ovarlaga í myndini. Bygnaðurin líkist hinari myndini, men litirnir eru bjartari og heitari. Bládýpið tónar djúpblátt saman við ísnandi havgrønum og upp í móti gløða heitir gulir og reyðir litir. Samstundis sum myndevnið kann fatast sum ein klettastrond, er lýsingin rættiliga abstrakt. Okkurt ævintýrkent er yvir hesi myndini, ið er átøk eini dreymasjón, ella einum dreymaslotti”.

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/hugans-landslg.html



Í januar er tað, vit kjakast um starvslønir og 2011 var ikki øðrvísi

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/deja-vu.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/og-stuulin-for-til.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/starvslnir-2011.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/listarstuul-hvr-skal-hava-og-hvr-skal.html

Februar



Gávugóðsið hjá Thorvald Poulsen á Steinum verður á hvørjum ári latið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Gávugóðsið fyri 2011 varð latið Dáva Juul Magnussen, tónlistamanni við hesi grundgeving:

Dávur Juul Magnussen (f. 7. nov. 1985) byrjaði at spæla trombone 12 ára gamal í 1998 sum næmingur á Føroya Musikkskúla. Hugurin stóð til saksofon, men hann valdi trombone, og tað var gott. Hann var virkin tónleikari, áðrenn hann í 2006 flutti til Skotlands at lesa tónleik á The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Sum næmingur vann hann longu í 2008 fast starv sum Principal Trombone hjá The Royal Scottish National Orchestra – tjóðarorkestrið hjá skotum, kent fyri sínar upptøkur av kendum klassiskum verkum og av filmstónleiki. Hann er virkin sum tónleikari í øðrum høpum í Bretlandi, og ein solo fløguverkætlan frá hansara trombone verður fyrireikað. Hann er við í toymi í skotska tjóðarorkestrinum, ið gevur fronsku ljóðførisverksmiðjuni Courtois ráð í sambandi við sniðgeving og menning av framleiðslu av nýggjum trombonum. Hóast longu í føstum starvi ætlar hann sær kortini at gera lesturin lidnan. Dávur Juul Magnussen er ein sjáldsom blanding av einum lítillátaðum, musiskum, dugnaligum og vitugum menniskja við einari sterkari náttúruligari útstráling á palli, sum tað eisini sást av framførslu hansara á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri 2011.



Februar var eisini mánaðin, tá Dimmalætting setti mentanarstuðulin á breddan. Tað eydnaðist í stóran mun fyri blaðið at fáa gongd á kjak, men kjakast var eisini um hvørt hetta var rætti mátin at kjakast

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/ikki-av-breyi-eina.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/dimmaltting-menta-og-kul.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/dimma-blakar-akrur-eftir-listafolkum.html



Og ikki var hetta einasta mentanarkjakið hendan mánaðin. Listin fekk innlit í verkætlanina um saltsiloina á Drelnesi og hetta setti ferð á lívligt kjak um harraborgir í huganum mótvegis at hugsa ov smátt, sum vardi meginpartin av várinum. Leiklistaráðið reageraði fyrst og nógv vóru teimum á baki.

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/blog-post.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/brv-fra-leiklistaranum.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/03/lisa-2010-eitt-turbulent-listaar.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/03/salt-i-sari.html



Ein áv ársins bestu framsýningum var eisini at síggja í februar; Gullnám hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti.

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/gullnam.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/hanni-bjartali.html



Og Tjóðpallur Føroya skaraði framúr við Meðan vit bíða eftir Godot

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/vit-fara.html

Marts



Jóanes Nielsen kom út á donskum í mars

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/joanes-nielsen-donskum.html



Várframsýningin varð í 2011 kuraterað av einum bólki av íslendskum listafólkum. Kinna skrivaði m.a: ”Nú er skútan vend, ella fyribils yvirtikin av íslendskum listapiratum, ið hava fingið púra fríar og fordómsleysar hendur til tess at skipa framsýningina. Hetta hevur við sær, at luttakarar, sum áður ikki høvdu sloppið gjøgnum nálareygað aðra staðni enn kanska hjá Lions, nú brádliga hava myndir hangandi á heiðursplássinum t.d. í pyramiduni í Listasavni Føroya. Íslendska strategiin er konseptuel og minimal og Harrin veit, at hava vit tørv á tílíkari endurnýggjan. Konseptið átti at gjørt Várframsýningina øðrvísi og hugvekjandi, men í staðin tykist hon nokkso tóm. Tómleiki er tíverri ikki serliga nýskapandi og tað er kitsch ella bad art konseptið heldur ikki, sjálvt um tað sjálvandi er eitt áhugavert og kanska nýskapandi twist, at kitsch framsýnararnar helst ikki eru greið yvir, at teirra list luttekur sum kitsch.”

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/varframsyningin-rip.html



Virðislønarhandanir vóru eisini á skránni í marsmánaði. Mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins fór til ávikavíst Sunleif Rasmussen og Jonhard Mikkelsen.

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/sunleif-og-jonhard-heirair.html

Sunleif fyllti 50 ár og tað sama fyllti Anker Mortensen.

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/sunleif-50.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/03/anker-mortensen-fyllir-runt.html



Síðst í mars fingu vit at vita hvør er nýggi leiðarin í Listasavn Føroya:

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/niels-ohrt-leiari-i-listasavninum.html

Wednesday, December 28, 2011

Sparingar á savnsøkinum


Á fíggjarlógini komandi ár verður skarvaður ein triðingur av almennu veitingini til Sjósavnið á Argjum. At ein so lítil upphædd sum 100.000 krónur yvirhøvur ger nakran mun nakra staðni sigur so mikið sum, at Sjósavnið í stóran mun man vera myndað av góðum vilja og nógvum tímum av sjálvbodum arbeiði. Eg skilji væl, at vit øll skulu spara, tí so má vera í ringum tíðum. Men ein landsveiting til eitt savn uppá 300.000 krónur er framman undan so mikið lítil, at tað als onga meining gevur at minka hana. Eg havi sjálv verið við soninum á Sjósavninum og hugt og forvitnast og lært. Sjósavnið er sum kunnugt á sama hátt sum øll okkara søvn grundleggjandi partur av einum vitanarsamfelagi og er tað nakað vitanarsamfelag, sum eigur at formidla og dyrka áhugan fyri sjógvi og sjóarlívi, so er tað okkara.

Tuesday, December 27, 2011

Mínar bestu listaupplivingar í 2011


Hetta árið hevur verið ómetaliga fruktagott listaár í Føroyum og eg havi havt ógvuliga nógvar góðar listaupplivingar í ár. Um eg í eini skjótari vending skal siga hvørjar mínar størstu upplivingar vóru innan listina gloymi eg kanska okkurt og tí er tað frálíkt, at Inger hevur gjørt eitt drúgt yvirlit yvir list og mentan í árinum, ið fór, sum kemur her á blogginum komandi fýra dagarnar. Men her er so eitt yvirlit yvir 10 yndislistaupplivingar í árinum, ið fór, og eg nevni ikki framsýningar, sum vit sjálvar hava skipað fyri ella har vit á onkran hátt hava verið involveraðar í Norðurlandahúsinum og Steinprenti, annars høvdu Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Knud Odde + Jan Håfstrøm og Claus Carstensen og fleiri onnur verið nevnd. Listin yvir yndislist avspeglar heilt vist, at eg upplivi mest av myndlist. Eri fullgreið yvir, at eitt nú Aldubáran, Doriakvartettin, Symfoniorkestrið osfr. hava havt frálíkar framførslur í 2011. Okkara vón fyri komandi árið er at fáa meira hjálp frá okkara lesarum, so at vit fá enn fleiri ummæli, myndareportasjur og umrøður og listabloggurin kann gerast fjølbroyttari. Tað er so løgið við listarligum upplivingum, at tær kunnu henda, tá tú minst væntar tað, men tú ert ikki í iva, tá tað hendir, um at talan er um stóra list. Hetta var júst tað, sum hendi, tá Hanus G.Johansen steig upp á røðarapallin á Vaglinum 3.desember og sang ein føðilandssang uttan gittara ella nakað sum helst fylgispæl. Mótmælandi mitt á vaglinum í ísakøldum kavaælingi og stríðum mótvindi, bæði so og so, gav henda sterka listarliga upplivingin okkum eina heita, savnandi kenslu av tilverunnar innihaldi og meining. Lat meg nýta høvið her at boða frá, at Hanus G.Johansen hevur konsert í morgin og ovurmorgin http://aktuelt.fo/grein/eykakonsert_vid_hanus_og_poul_f  Tøkk fái Hanus og øll hini listafólkini fyri innihaldsríkar løtur í brátt farna ári.


Yndislist í 2011


Poesi:
  • Bræddur firvaldur hjá Tóroddi Poulsen. Mentanargrunnur Studentafelagsins.
  • Ravnar á ljóðleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini hjá Sissal Kampmann. Forlagið Eksil.


Leiklist:
  • Meðan vit bíða eftir Godot. Samuel Beckett á Tjóðpallinum, leikstjóri Eyðun Johannesen.


Tónleikur:
  • Hanus G.Johansen: Framførslan á Hertak Vaglið tiltakinum av Føroyar mín móðir og Vónloysi - menning hjá Pól F.Joensen v.lagi hjá Hanusi G.Johansen.
  • Sunleif Rasmussen: Jordpigernes drøm (Við teksti eftir William Heinesen. Danmarks Radios Pigekor framført í Norðurlandahúsinum)


Films/videolist
  • Dennis Agerblad: Vón (Tóroddur Poulsen)


Myndlist:
  • Anker Mortensen í Listahøllini
  • Marius Olsen í Steinprenti
  • Silja Strøm í Galerie Focus


Annað:
  • Hitt føroyska skjaldraveldi: Villanelle de taux plat extraordinaire ella Biddaragonguvillanelle tjúguhundrað og ellivu. Framførslan í Steinprenti í smb. við upplatingina: Myndaódnin 2011

Monday, December 26, 2011

Hey skál drekkið í botn...


Dagurin í dag, 26.desember verður hildin til minnis um fyrsta kristna pínslarváttan, Sankta Steffan, ið sambært  fólksligum halgisøgum í miðøldini varð sagdur at vera fjósdrongur í tænastu hjá Heródusi kongi og tann fyrsti at bera eyga við Betlehemsstjørnuna. Heródus var í holtur við at eta stoktan hana, tá Steffan greiddi honum frá stjørnuni og hennara týdningi. Heródus segði við Steffan, at hansara frásøgn var eins ómøgulig og fór stokti hanin at gala. Alt fyri eitt gól hanin (á latínskum!) Christus natus est og Heródus bleiv so óður, at Steffan varð tikin av døgum og hervið gjørdist fyrsti kristni pínslarváttin. Kelda: http://www.folkekirken.dk/hoejtider-og-traditioner/jul/2-juledag-skt-stefansdag/

2.jóladagur plagdi annars at vera tann heilt stóri ballingardagurin og tí ætlaði eg at finna dømi um føroyska myndlist, sum onkursvegna tematiserar drekkarí, men tey eru ikki so løtt at finna sum eg helt. Eg veit, at Mikines hevur onkrar myndir av veitslulagi, m.a. ein málning, sum nevnist Drykkjumaður frá 40´unum, William Heinesen hevur eisini málað onkrar trøllaveitslur og Torbjørn Olsen málað ella teknað onkra cafémynd, men eg havi í øllum førum ikki á internetinum funnið so nógvar sum eg roknaði við at finna.

Her eru nakrar góðar myndir, sum eg fann, umframt ein lutfalsliga nýggj video hjá Dennis Agerblad yvir tekst eftir Tórodd Poulsen. Tað snýr seg kanska ikki so nógv um drekkarí, men videoin er festlig og riggar heilt væl til annan jóladag. Skál! Og havið ein góðan 2.jóladag, ófriðarligan sum friðarligan.


Tóroddur Poulsen: Tostatræ. 2010 Steinprent 

Marius Olsen. Royndarprent 2009

Torbjørn Olsen: Innanhýsismynd 1998


Tóroddur Poulsen: Einki heiti 2006



Dennis Agerblad við teksti eftir Tórodd Poulsen: Málhøvd

Sunday, December 25, 2011

Orðið varð hold...

Jólaaftan aftan á karamellur og jóladunnu og søt epli og vanlig epli og brúna sós og reyðkál og rísalamang og gávurokan er tað kanska ikki løgið, at ein ávísur andaligur tómleiki ger seg galdandi. Seint jólaaftanskvøld gerast vit øll katolikkar eina stund, meðan stovurnar fyllast av latínskum lestri á midnáttarmessuni í Rom. Eg eri ikki greið yvir hvussu leingi hesin siður hevur verið hildin í m.a. danska, t.v.s. eisini føroyska sjónvarpinum, men nøkur ár eru tað eftirhondini og sum tað ofta er við tílíkum  endurtøkum, tykjast tær eftirhondini meiningsfullar. Í øllum førum geva tær minst líka nógva meining sum ritual okkara ótørvandi kring rísalamangin og okkara meir ella minni amerikaniseraðu jólasiðir. Eitt dømi um amerikaniseringina hoyrdist í útvarpinum fyrrapart jólaaftan, tá ein av teimum annars so autentiskt-bygdasligu og hugnaligu jólamonnunum í Skeivahelli helt fyri, at jólamaðurin kemur við gávum gjøgnum skorsteinin, men bara tá børnini sova. Og tað passar heilt væl í USA, har tey halda jól jóladag, meðan vit pakka upp longu jólaaftan. Tað kendist eisini á tí desorienteraða smádronginum, at hann so ongar ætlanir hevði um at sova, áðrenn hann skuldi pakka upp.

Midnáttarmessan er stórsligin bæði so og so,  men horisontali sanglesturin kann virka svøvnligur uppá summi. Pávar skifta, men altíð eru teir avgamlir, tann núverandi er so illa fyri, stakkalin, at messan mátti framskundast, umframt at høvuðspersónurin mátti koyrast inn (minti eitt sindur um flottu scifi entransuna hjá Darth Vader), men Bænadikt 16. tóktist yvirhøvur ikki andliga viknaður, tá hann fanst at teirri grunnu kommersialiseringini av jólunum. Fyrstu ferð, eg vitjaði stórbæru Pæturskirkjuna í Rom var eisini fyrstu ferð, eg gjørdist greið yvir, at eg eri protestant. Kendi meg yvirtiknan av teimum ómenniskjaligu dimensjónunum á kirkjurúminum og av tonsavís av dýrum skreyti, av gulli, marmori, handverki og list hjá Michelangelo og Bernini m.a.. Materiel yvirflóð og halgimenni, sum verða pínd og sundurskorin og stokt, meðan tey gráta blóð. Pæturskirkjuna upplivi eg sum heild sum eina ómetaliga kropsliga kirkju og størsti parturin av henni er fíggjaður við avlátshandli katólsku kirkjunnar. So er við so nógvum av fyrndarinnar monumentum, at tey høvdu ikki verið til uttan álvarsliga stættarmun og beinleiðis misnýtslu av medmenniskjum.

Midnáttarmessan gerst ofta høvið hjá mær til listasøguliga og ikonofrafiska grundan. Pæturskirkjan er ómetaliga kompleksur bygningur, tí alt í henni hevur týdning og tilsipingar til antin ta gomlu fornkirkjuna, ella til Konstantin keisara, ella tey ymisku pontifikatini og so framvegis. Nógvar bøkur eru skrivaðar um Pæturskirkjuna og hesa midnáttarmessuna sat eg brádliga og undraðist á altarið, sum er so løgið staðsett mitt í kirkjuni. Men tá eg fór at hyggja neyvari, var talan ikki um eitt altar, men um eina baldakin, sum er staðfest mitt í sentralkirkjurúminum. Stóri barokklistamaðurin Gian Lorenzo Bernini var fimmogtjúgu ár, tá  hann fekk tignarligu uppgávun at gera eina baldakin ella ein hásætishimmal uppi yvir grøvini hjá Pæturi í Pæturskirkjuni. Grøvin stavar frá teirri gamla basilikabygninginum, fornkirkjuni hjá Konstantin keisara, sum Pæturskirkjan er bygd omaná. Grøvin kundi sjálvandi ikki flytast og tí var avbjóðingin hjá Bernini stór. Tað er ikki at gera ov nógv av at halda uppá, at mátin, sum Bernini loysti uppgávuna, er serstakur. Fyrimyndin til bronsusúlurnar er úr templinum í Jerusalem. Súlurnar eru snaraðar og býttar í tríggjar liðir, sum allir eru prýddir á ymsan hátt. Súlukapitelini eru korintisk-kompositt og súlurnar bera ein ein hásætishimmal við einglum og Pæturi við lyklunum til himmiríki. Uppi yvir er ein gullkúla við einum krossi allarovast. Baldakinin var liðug í 1633 og jólaaftan í 2011 bar tað mær til úr Sjúrðargøtu at skoða hetta fantastiska verkið hjá Bernini í sjónvarpinum. Orsøkin til tær nógvu býflugurnar, ið síggjast ymsastaðni á monumentinum er, at Barberinipávin bílegði verkið og býflugur vóru á skaldramerkinum hjá Barberinislektini, men býflugur hava harumframt síðan fornøld verið symbol uppá klóka leiðslu. Sostatt er heldur ikki fáfongdin til fánýtis, tá hon fylgist við framsøkni.

Eg var enn mett og væl sett, tá eg vaknaði seint fyrrapartin jóladag. Eg tendraði útvarpið í somu løtu sum bispur Jógvan Fríðriksson segði, at orðið varð hold, kjøt. Dagsins tekstur man vera Jóhannes 1.14 "Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.". Mær dámar so væl at lurta eftir okkara humanistiska bispi, og í dag bað hann eisini fyri teimum skapandi, teimum sum fáast við list og mentan. Vit liva sum kunnugt ikki av breyði eina, men breyð skal til eisini hjá listafólkunum, og eg taki fult undir við bønini hjá bispi. Ein tann besta gávan, sum kom her í húsið jólaaftan var bókin hjá Bárði Oskarsson "Flata kaninin", sum er minimalistisk, fjollut, fitt, filosofisk og gevur ríkt høvi til abstraktar tankar og andaligheit, sum okkum heilt vist tørvar 1.jóladag. Gleðilig jól.

Regin Dahl Goymi eg minni

Goymi eg minni um hvítan sand
og sokkar og hosur á steinum
og børn, ið vassaðu fram við land
á bleikum, smalvaksnum beinum.

Goymi eg minni um leik við strond
og hoppan á áargróti,
ráddi eg fríur um míni lond,
snarpur var eg á fóti.

Silvitnislag um tarastrond
fossaskúm eftir kletti -
goymi eg minni um bleyta hond:
Hjálp mær, hjálp mær, eg detti!

Tú hevði fátækt og frísut hár,
eyguni biðjandi blá -
tað var ein løta ein dagin eitt vár,
aldri hon gongur mær frá.

Vassa væl børn enn við heimastrond,
byggja sær hús og brú -
enn hevur tú bønandi bleyta hond,
enn er tað bara tú.

Stuðlaveikur er armur mín nú,
fóturin stirvin at ganga -
rætt mær tó aftur hond tína, tú,
at styðja teg lívsdagin langa.

(1944)

Saturday, December 24, 2011

Endurtøkur

Alt er nýtt í nátt, 
hugsaði eg og varnaðist,
at kaffið í koppinum var kalt. 

Alt er einfaldar endurtøkur.

Einfaldir dreymar
hjá ótroyttiligum sálum,
sum leitaðu 
mllum húsini,
millum menniskjuni,
og hjá tí vit kenna.

Endurtøkur. (Vakni)
Endurtøkur, 
eins og ljóðið frá havinum,
tá tað nátt og dag 
brýtur móti klettunum.

Eins og flóð og fjøra, virði, siðir, 
kvinnur, menn,
árstíðir, orð. 
Klingrur. 
Einfaldar klingrur. 
So sára einklar og líkatil.

Alt er so nær í nátt, kendi eg á húðini,
sum prikaði og brendi bláhvít,
tá kalda náttarluftin kom inn gjøgnum 
tey altíð opnu vindeyguni. 

NÆR.

Tók um meg. 
Tók alt, 
sum stóð uttanfyri 
við inn.
Innarligt. Innarliga. Innanfyri. 
Innast. Innast inni. Inni. Inn at. 
Inn um. 
Inn.

Droparnir dryppa úr krananum.
Kaffið í koppinum er kalt.

Eg reisi meg.
Telji eitt fet, tvey fet, trý fet
í reyðum skóm.
Stoyti kaffið í vaskið.
Geri nýtt.

Gleðilig jól


Tað er Rune T.Kidde, sum hevur funnið uppá hesa herligu tekningina um tey bæði, sum orsakað av einum óbetýðiligum talifeili síggja út til at fáa eini syrgilig jól. Við hesari ynskja vit okkara lesarum eini gleðilig jól. Síðsti partur av jólakalendarayrkingini kemur um eina løtu - minst líka so fanastiskur sum restin. Takk fyri Sissal Kampmann.

Friday, December 23, 2011

Endurtøkur

Gangi gjøgnum garðin.
Eg telji fetini sum klikkja
á einføldu foldini.

(Eg, einfalda gangi ikki 
einsamøll.)

Guð við edd er í jørðini.
Hann er í trøunum,
sum vaksa mótí himmalhválvinum.
Hann er í svørtu greinunum,
sum rætta armarnar gjøgnum heilt.
Hann er røturnar,
sum festa lívið
í gløðandi kjarnan 
á jørðini.
Hann er í børkinum,
sum eg taki myndir av,
fyri ikki at gloyma nøvnini
á teimum, 
sum vóru,
eru 
og á teimum, sum
koma.

Guð við edd er náði.
Loftar olmussuni,
áðrenn hon dettur í lógvarnar
á dýpinum.
Áðrenn gráa likkan
flýgur yvir silvuraldum,
tjóraðum bátum
og 
ótamdum hundum
ein regnvátan, tungan dag..
Áðrenn beinini verða krossaði.
Áðrenn hárið streyfar borðið.
Áðrenn vit venda ryggin til.

Guð við edd er handalag.
Hann turkar hárið.
Og gerandisdagarnar.
Vendir havinum rættan veg,
so tað ikki rennur útav
kantinun.
So tað ikki rennir útav 
borðkantinum 
á tí nú ruddaða borðinum.
Eg telji ongar lutir meir. 
Eg telji ongan longsul.
Eg telji ikki hondskrivaði brøv
í málaðu skuffunum.
Eg hoyri onga rødd tosa við 
meg frá uppvaskinum longur.
Minnist ongar sangir frá fortíðini.
Ongi gloymd telefonnummur.
Lítli fuglurin er flogin 
út gjøgnum altíð opna, 
lítla vindeygað.
Marglitti, kviki fiskurin 
er svomin
niður gjøgnum 
reinsaða frárenslið
saman við uppvaskivatninum.
Telefonirnar hava ringt 
á gáttini til morgunin,
og orðini hava ferðast við ljósins ferð
gjøgnum káplarnar.
Hann hevur sagt upphavinum søgurnar 
úr heiminum handan veggirnar,
handan høvini, handan fjøllini.
Søgurnar 
um hyacintir í vindeyganum. 
(Summarfuglar, patchouli, patchouli)
Um afturlatin eygu,
lop út í blunkandi, reyða
býin.
Um útlúgvaðar detektivar 
handan bleiktrandi skíggjar.
Klæði í skápunum,
bálum á gólvunum, 
bláum ballónum,
likkum á pelum, 
gráum livandi, 
droymandi vegum.
Søgurnar um
endurtøkurnar av einføldum ringrásum,
sum í teirra einfalda uppruna 
gjørdust óskilligar marrur við tíðini.
Brennievnið í tráani eftir tí fullkomna.
Sigur frá tí, 
ið fyrr stóð uttanfyri.
Frá tamdari náttúru.
Runnum í arkitektteknaðum garðum,
sum krupu upp eftir grønu líðunum.
Inn í klovnu gjáirnar, 
inn til hjálpirøturnar.
Frá svørtum leðurstyvlum,
sum nú standa í gongini.
Søgur um hin halta, assymetriska,
handan róðrið,
ein sólskinsdag í kjóla.
Um undranina yvir kensluna av
tilverunnar lætta stroki eftir pannuni,
tá Guð við edd sat við songina, 
meðan tú svav.
*