Sunday, August 28, 2011

Tey ungu í Focus


Áhugin fyri list er stórur millum føroyingar, ikki minst millum ungar føroyingar. Framsýningin "Innrás" í Müllers Pakkhúsi í fjør gav ein varhuga av, at vit eiga eitt ungt ættarlið, sum telir fleiri góð listafólk og tær tríggjar framsýningarnar í Galerie Focus við ungari list staðfesti enn einaferð henda varhuga. Tey trý listafólkini eru sera ymisk og teirra listarliga bakgrund og støði er eisini ymiskt. Silja Strøm er helst tann, sum er búnast listarliga sæð, sjálvt um hon bara er 24 ára gomul og hon er eisini tann best útbúna av teimum trimum. Men listavegurin kann vera fjølbroyttur. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson um m.a. ein hund, eina kettu og eina mús eru einki minni enn genialar.

Tær tríggjar framsýningarnar í Galerie Focus vardu bert fáar dagar. Hetta var alt í verðini ov stutt, eins og gallaríið í Lambagerði jú ikki liggur eins væl og sentralt fyri sum tað gjørdi fyrr. Vit seta inn nakrar myndir frá framsýningunum í Fokus hjá Bárði Oskarsson, Silju Strøm og Bárði Dal Christiansen. Báðar tær fyrrnevndu framsýningarnar vórðu ummældar her á blogginum:
http://listinblog.blogspot.com/2011/08/fremmandgjrdir-fablar-i-fokus.html og http://listinblog.blogspot.com/2011/08/kenslan-hja-bari-oskarsson-fyri-graum.html

Bárður Dal Christiansen hevði ta fínu myndainstallatiónina omanfyri við á Ólavsøkuframsýningini í fjør. Hansara myndir sýna áhuga fyri grafitti, street art og teknirøðum. Tey ungu listafólkini tykjast trívast sera væl við pappírslistini og Bárður Dal Christiansen er einki undantak. Hansara pappírsmyndir skara framúr, men myndirnar, sum eru teknaðar og málaðar á pappeskjupapp fungera somuleiðis sera væl. Hann fær serliga nógv burtur úr teimum myndunum, sum spenna seg út í stílsligum mótsetningum millum klassiska, væl úr hondum greidda persónstekning og eitt teknirøðkent universi, har orð og tekning eru kombinerað og tøkni tykist eitt sindur skramblut, merkt av underground, antin tað snýr seg um tusj á pappír ella máling og spray á papp og betong.





















(KP)