Meðan vit bíða eftir Godot
Í 80´unum var eg við í kórinum Cantus Borealis, sum tveitti meg út í nógvar áhugaverdar verkætlanir. Einaferð framførdu vit eitt verk hjá Sunleif Rasmussen, sum var ein tónlistarlig tulking av eini yrking hjá Steinbirni B. Jacobsen við heitinum "Eg og sólin". Hon snúði seg um alt tað, sum er, um sólina, fjøllini og stjørnurnar og so okkum, sum eru farandi frá tí stund vit koma úr móðirlívi. Meðan ein helvt av kórinum sang "Stjørnurnar eru", sang hin helvtin "Vit fara" meðan vit spakuliga spákaðu av pallinum í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein sera einføld dramatisering, men hon virkaði sterk fyri mítt unga sinni, bæði tí hetta var so óvanligt í kórhøpi, men eisini tí, at hetta var ein konkret lýsing av tí abstrakta deyðanum.
Í leikinum Meðan vit bíða eftir Godot ætla teir alla tíðina at fara, eins og tað fleiri ferðir verður staðfest, at vit fara, men ikki beint nú, tí nú bíða vit eftir Godot. "Tað passar" sigur Estragon og tað sigur hann heilt øgiliga ofta í leikinum meðan hann sær alt meira vónleysur út. Eg ivist í um eg nakrantíð havi sæð nakað, ið snýr seg so nógv um deyðan sum tað, eg upplivdi í Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Lívið er ein meiningsleys røð av endurtøkum, bíðan og stúran og tað einasta sum er púra vist er tað, at vit skulu doyggja. Hetta ljóðar rættiliga tungt og dapurt og tað haldi eg eisini, at leikurin er, men hann er eisini nógv annað enn tað.
Meðan vit bíða eftir Godot inniheldur eitt sattt ríkidømi av listarligari dýpd, sum manifesterar seg á fleiri økjum. Fyrst og fremst er bókmentaliga góðskan og tyngdin ómótsigandi, men eisini ljóð og scenografi hava stóran týdning. Pallmyndin er at síggja til rættiliga einføld við einum træstubba, sum næstan sær eitt sindur heimagjørdur út og sum at byrja við ørkymlar við sínum einfeldi. Sterki, lýsandi blái (guli, reyði, grøni og alt møguligt) fýrkanturin í bakgrundini minti meg á verkini hjá Tróndi Patursson og fekk meg at hugsa um ikki tað hevði verið fantastiskt, um Tróndur Patursson var sloppin at gera pallmyndina - jú tað hevði tað. Men pallmyndin fungerar. So við og við sum leikur fer, ljósið broytist og áskoðarin verður drigin inn í spælið, er tað sum um, at lítli træstubbin gerst meira og meira óhugnaligur. Brádliga minnir hann um ein uppøstan fingur, sum ákærandi peikar móti himni og eg komi í takar um deyðadómsmyndir í miðaldar- og renesansulist, har Judas altíð hongur onkrastaðni og dinglar í einum berum træstubba. Ljóðið er sett saman av náttúruljóðum av vatni, vindi og fuglum og so tónleiki, sum á áhugaverdan hátt spælir undir og viðmerkir dapru og absurdu hendingagongdina í leikinum. Í fyrstani hoyra vit eina skroypiliga, vakra dreingjarødd (Dánial Berg) syngja eitt ørindi av "Tíðin rennur sum streymur í á" og onkuntíð er tað onkur, sum floytar eitt brot úr einum øðrum sálmi, nevniliga "Harra Guð, títt dýra navn og æra". Og jú, religiøsar grundanir eru sanniliga eisini týdningarmikil partur av hesum kompleksa leiki.
Leikurin er heilt ómetaliga væl spældur, teir báðir høvuðsleikararnir, Hans Tórgarð og Annfinnur Heinesen fremja eitt satt bragd í tulkingini av teimum báðum Vladimir og Estragon, sum eru einastu heilstoyptu persónarnir í leikinum og sum verða lýstir eymliga, skemtiliga og syrgiliga. Hinir leiklutirnir verða somuleiðis sera væl leiktir, drongurin Eiri Holm og Bárður Persson, sum av sonnum er gudommiligur sum hin eirindarleysi Pozzo, valdsharrin, ið er fullkomiliga bundin og treytaður av træli sínum, sum hinvegin sjálvur bara livir fyri at bera byrðuna. Absurdi trælafigururin, Lucky hjá Hjálmari Dam er somuleiðis væl raktur, sligin í herðunum, bleikur og órímiliga rak við bleiktum bundesliga-hári, men hesir figurarnir eru meira tveydimensjonalar typur og symbol enn verulig menniskju. Nettupp har er leikurin serstakliga áhugaverdur, tí hóast teksturin er rættiliga absurdur, so hevur Eyðun Johannesen valt eina lutfalsliga realistiska leið, sum hevur við sær, at tað menniskjaliga er í fokus allatíðina. Samstundis hevur hann saman við scenografinum lagt nøkur áhugaverd órealistisk tableau inn í leikin við tilsipingum til "Skrik" hjá Edvardi Munch.
At bíða eftir Godot er ein leikur, sum arbeiðir í áskoðaranum langa tíð eftir, at hann ella hon (tí eg sipi sjálvsagt til meg sjálva) er komin heim. Áskoðaraplássini á okkara minitjóðpalli vóru fullsett og í hesi uppsetingini snýr tað seg um smáar 75 áskoðarar, sum nutu heiðurin at uppliva frumsýningina. Í steðginum vóru fólk eitt sindur hugsunarsom og still, ella vóru tað mínir egnu tankar, ið vóru tað. Ein hugtikin áskoðari úr Klaksvík helt avgjørdur fyri, at tá hann hevði sæð Kirsuberjagarðin helt hann, at nú var Tjóðpallurin komin upp hagar hann rakk, "men so pínadoyð um hann ikki allatíðina røkkur longri". Eg eri púra samd við klaksvíkinginum og vil hervið mæla øllum at fara til "Meðan vit bíða eftir Godot". Ein leikur, sum ger okkum klókari uppá okkum sjálvi og stokkutu tilveruna. Her eru nógvar frálíkar kreftir uppá spæl. Tað eru Jette Hoydal og Gunnar Hoydal, ið hava týtt franska upprunahandritið hjá Samuel Beckett. Mikkjal Helmsdal hevur í leikskránni sera áhugaverdar samrøður við fólkini handan leikin, sum standa at lesa á heimasíðuni hjá tjóðpallinum. Jón Mc Birnie og Kim Hansen hava gjørt tónleikin, Pól Skarðenni gjørdi træið, Árni Baldvinsson gjørdi ljós og Manfred Blaimauer gjørdi scenografiina, umframt mong onnur, ið eru nevnd í leikskránni. Tøkk fáið tit øll fyri upplivingina. Vit fáa vónandi eitt ordiligt ummæli á listabloggin í næstum. Samrøður og kunning er at finna á heimasíðuni hjá tjóðpallinum http://www.tjodpallur.fo/
(KP)