Thursday, December 15, 2011

Endurtøkur

15.

Guð við edd
er
linnan, umsorgan
og
eitt handklæði.

Hann turkar varisliga
vátu dagarnar.

Gníggjar teirra váta hár.

Pakkar teir inn í bleytt.

Turkar vatnið og droparnar
av borðunum,
húsunum, neystunum,
orðunum, veggunum,
trøunum,
við nøvnum í børkunum,
djórunum, sum tiva og glepsa.
Av óttanum, av rastloysinum , gráu vegunum,
av fetunum, av okkum, av bláu ballónunum,
hurðaskeltunum, Endastatiónini,
bussunum, hondunum,
av lyktapelunum, innkeypssentrunum,
og av metrotroyttheitini.

Leggur alt saman.
(Hann ger sær ómak.)

Leggur alt
inn í skápið
við lavendelposum
ímillum.

Setur seg í stólin.

Hyggur at
verkinum.

Guð við edd skilur munin
millum
vátt og turt.

(SK)