Sunday, December 18, 2011

Endurtøkur

18.


Yvir kross. Aftanfyri vátar rútar. Havið svart. Silvur á aldunum.

Yvir kross. Uttanfyri vátar rútar. Himmalin svartur. Silvur á aldunum.

Markleys mørk. Óhoyrdar bønir. Olmussur søkka á havsins botn. Dreymarnir viga tyngst.

Drukna við veingjaðu vónunum um endaleysar ferðir á speglblonkum fløtum.

Drukna í gerandisdegnum, sum misti møguleikarnar í tímanum, tá ljósið og myrkrið tóku hvønn annan í hendurnar, og lótu okkum standa ivandi, livandi í vindinum. Í úlvatímanum, har keturnar hoyrast glinta úr upphavi heimsins.

Guð við edd er vatntættur.

Guð við edd! Hvør er úti? Hvør er inni?

Yvir kross. Armarnir sum fevndu.
Yvir kross. Beinini, sum gingu avstað.

Vendu ryggin til tað, sum smakkar av fremmandum. Søtum.

(SK)