Thursday, April 14, 2011

SALT - Samstarv um avbjóðingar



Sum tað sømir seg einum estetiskum, katedralskum bygningsverki, sum er eindømi langt út um landoddarnar, hava øll eina meining um Siloina. Summum setir hon grá hár í høvdið, øðrum vekir hon ans fyri visionerum, mentanarligum avbjóðingum - og tey flestu eru tikin á bóli.

Ein kann kanska undrast á, at SALT, í áravís, hevur hildið so fløskutætt um verkætlanina. Men henda leistin hava vit valt, tí vit vóru sannførd um, at tað hevði verið tann vissi deyði fyri Saltsiloina á Drelnesi, um okkara ætlanir vórðu blástar upp í fjølmiðlunum, áðrenn vissa var fingin fyri stórum útlendskum kapitali.

Trupulleikin við hesi afturlatnu tilgongd er sjálvandi, at alt kemur óvart á almenningin, tá ið Verkætlanin SALT verður kunngjørd fyri Føroya fólki í november mánaði í fjør. Men tað er prísurin, sum má rindast, tá ið ein skal fylgja spælireglum, ið eru tengdar at samráðingum við útlendskar grunnar og, í okkara føri, við donsku stjórnina.

Higartil hevur kjakið um Siloina mest snúð seg um rakstur, byggikostnað og staðseting. Og lat tað straks verða sagt, at Saltsilogrunnurin hevur havt úr at gera, at fáa tann fíggjarliga partin upp á pláss og at fyrireika verkætlanina til støðutakan í Føroya Løgtingi. Henda tilgongdin er ikki av enn, tí at Saltsilogrunnurin hevur framvegis eina stóra uppgávu fyri framman, at fyrireika eina hoyring í fíggjarnevnd løgtingsins, soleiðis at landsins myndugleikar hava eitt so gjølligt grundarlag at taka støðu út frá, sum til
ber.

Men eg eri púra samdur við tey, sum hava víst á, at fremsta uppgávan hjá leiðsluni í Saltsilogrunninum er at gera grein fyri visiónunum um innihaldið í mentanarkatedralinum á Drelnesi.

Vit kunnu býta tilgongdina uppi tvey:
1) Ein tilgongd, har kapitalurin til bygging og til grundrakstur er fingin upp á pláss. Henda tilgongd er lokin, tá ið Siloin er avgreidd í tinginum.
2) Ein tilgongd, ein nýggj fasa, í tveimum fláum: a) Mærsk Grunnurin ger straks, saman við Saltsilogrunninum og okkara ráðgevum, ein finansieringplan, soleiðis at byggingin verður sett í verk. b) Saltsilogrunnurin leggur ein koyriplan fyri innihaldið á borðið, soleiðis at arbeitt verður paralelt við detajlprojektering og bygging um at formalisera allar gjørdar avtalur og fáa eina ítøkiliga skrá fyri húsið.

Hesin seinni parturin er sjálvandi tann mest áhugaverdi fyri listafólk og aðrar aktørar, tí at tað er hesin parturin, sum avger, hvussu Siloin innihaldsliga tekur seg út; vit kunnu kalla tað profilur ella branding.

Avtalurnar, sum longu eru gjørdar við tónleikarar, myndlistafólk og ferðavinnuaktørar, eru ein týdningarmikil partur av øllum pakkanum. Tað er rætt, at hesar avtalur ikki eru formligar, men munnligar, og øðrvísi fær tað ikki verið so leingi sum endaliga lagnan hjá Siloini ikki er smíðað. Men eingin ivi skal vera um, at serfrøðingar í teimum ymisku listagreinunum verða beinleiðis partur av innihaldsligu planleggingini. Hetta samstarv er grundleggjandi fyri visiónirnar hjá Verkætlan Salt.

Heldur eingin ivi skal vera um, at hetta er ein stór avbjóðing, sum liggur fyri framman. Men vit kunnu eisini straks staðfesta nakrar týðandi lutir: 1) Siloin er goldin kontant, tá ið hon stendur liðug, vónandi á sumri 2013. Hetta er ein stórur fyrimunur, ikki minst fyri raksturin. 2) Siloin fær árliga 4.5 mió. í rakstrarstuðli og er grundraksturin sostatt tryggjaður. 3) Siloin hevur ein virknan gerandisdag við tónleikaundirvísing og vejningum, sum er lønt uttanfyri húsið. Sostatt uppliva øll vitjandi eitt livandi hús, framvegis innanfyri tað, vit kalla grundraksturin. 4) Íroknað grundraksturin er eisini løn til starvsfólk, sum hava serligan førleika til at starvast í einum framkomnum mentanarhúsi.

Men eingin ivi skal heldur vera um, at Saltsilogrunnurin setir nøkur serlig krøv, ið eru tengd at visiónunum um innihaldið. Saltsilogrunnurin staðfestir, at vit hava 4.5 mió. til rakstur, hvørki meira ella minni. Saltsilogrunnurin fer ikki undir dýr projekt, sum kollsigla húsið. Tí er ein av visiónunum, sum skal realiserast, so hvørt sum innihaldsliga planleggingin verður framd, at arbeitt verður miðvíst at fáa til vega sponsorpengar til tey ymisku tiltøkini. Ella við øðrum orðum, so heldur tann fundraising fram, sum hevur skaffað okkum pengar, men nú við einum øðrum endmáli. Hetta er vanlig mannagongd hjá øðrum mentanarhúsum, sum Siloin kann javnmetast við. Ein mannagongd, sum hevur víst góð úrslit aðrastaðni.

Tann stóra avbjóðingin er sostatt eisini at organisera og samansjóða virksemisætlaninar fyri Siloina, soleiðis at tey listarligu áhugamálini ganga uppí eina hægri eind við kravinum um burðardyggan rakstur.

Í hesum sambandi er hugaligt at nevna, at Siloin hevur enn eitt sterkt og áhugavert bein at standa á, nevniliga ferðavinnuna. So seint sum í dag hava vit fingið fyrispurningar um dýpið við kaikantin á Drelnesi, tí at ferðavinnuaktørar eru, ið síggja fram til samstarv við SALT.

Ferðavinnan er ein, eftir mínum tykki, rættiliga undirmettur partur av verkætlanini, og haldi eg tað er upp á tíðina at hugsa meira miðvíst økonomiskt um ferðavinnuna, sum kann gerast ein ómetaliga týdningarmikil sparringspartnari hjá Siloini. Summir ferðavinnuaktørar hava lagt ítøkiligar ætlanir á borðið um, hvussu teir kundu hugsa sær Siloina sum eina heildaruppliving hjá ferðafólki. Eisini eru peningaliga sterkir og sera dugnaligir ferðavinnuaktørar inni í myndini, sum hava eina ætlan fyri tænastuveitingum uppi á landi, t.e. inni í Siloin og íkring Siloina, tá ið serlig tiltøk krevja tað. Hesar ætlaninar verða sjálvandi eisini partur av koyriplaninum fyri innihaldið.

Kombinatiónin av ferðavinnu og listarliga innihaldinum er ein góður og spennandi gróðrarbotnur fyri einum vakstrargrundarlagi undir Siloini. Siloin hevur møguleikan at seta fólk við serligum førleika at standa fyri listarliga profilinum, men møguleiki er eisini fyri einum meira listastýrdum mentanarhúsi. Hetta er ein rættiliga týdningarmikil og principiellur spurningur, sum straks verður tikin upp, tá ið koyriplanurin fyri innihaldsligu planleggingina verður tikin upp til debatt við listaaktørarnar.

Tíðarætlanin fyri byggingina sigur tvey ár. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men stórt forarbeiði er longu gjørt og tíðarætlanin er góðkend av okkara ráðgevum og Mærsk Grunninum. Sostatt hava vit tvey ár at fyrireika eina ítøkiliga skrá og hevur Saltsilogrunnurin sett sær fyri, at tá ið húsið verður tikið í nýtslu, er skráin løgd í minsta lagi eitt ár fram í tíðina.

Sum skilst liggur eitt stórt og spennandi arbeiði fyri framman. Eingin ivi er um, at eitthvørt kundi havt verið gjørt øðrvísi, men undirritaði er sannførdur um, at ein góður botnur er lagdur undir eitt mentanarhús, sum er øðrvísi enn tað, vit eru von við í Føroyum, bæði tá ið tað snýr seg um innihaldið, og tá ið tað snýr seg um fylgda leistin í sambandi við fíggingina.

Víst er avbjóðingin stór, men við tí stóra áhuga, sum listafólk sýna verkætlanini, síggi eg, vegna Saltsilogrunnin, fram til gott samstarv um framtíðar karmarnar í Siloini á Drelnesi.

Loksins fari eg at takka, bæði kritikarum og øllum øðrum borgarum, sum hava hugsað hart um hesa verkætlan. Hetta er tykkara hús, og eg vóni, at tá ið húsið verður tikið í nýtslu, hevur eitt og hvørt íkast til kjakið, tað veri seg negativt, positivt, ella konstruktivt kritiskt, gjørt sítt til, at mentanarligu visiónirnar hjá SALT hava fingið eitt jarðbundið kjølfesti, men framvegis við einum flogi, sum brýtir slóð.

Virðingarmest
Ólavur Rasmussen