Tuesday, March 29, 2011

Nils Ohrt leiðari í Listasavninum


Danski listfrøðingurin Nils Ohrt er settur í starv sum leiðari fyri Listasavn Føroya komandi fimm árini.

Nils Ohrt er 59 ára gamal, útbúgvin mag.art. í listasøgu frá Århus Universiteti. Hann hevur drúgvar royndir sum leiðari seinastu 22 árini. Frá 1996 til í dag hevur hann verið stjóri á Nivaagaards Malerisamling í Nivaa í Norðursælandi. Ohrt hevur eisini skrivað nógvar bøkur um ymisk listarlig evni.

Stýrið fyri Listasavn Føroya metir, at Nils Ohrt, umframt at hann hevur hollar leiðsluroyndir, fakliga er sera væl egnaður til starvið. Seinastu 22 árini hevur hann verið leiðari á tveimum smærri søvnum, sum á mangan hátt líkjast Listasavni Føroya, og hann hevur longu lagt áhugaverdar skitsur fyri stýrið um gongdar leiðir at menna Listasavnið í framtíðini.

Í stýrinum sita í løtuni: Martin Næs, sum formaður, Árni Winther, Jógvan Arge og Sigrun Gunnarsdótttir.
Nils Ohrt tekur við starvinum 1. mai