Monday, February 28, 2011

Bræv frá leiklistaráðnum


Vit bíða ikki bara eftir Godot í hesum døgum. Vit bíða eisini eftir Tjóðleikhúsinum, sum skal vera karmur um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya. Tað hevur í seinastu tveimum samgonguskjølunum staðið meira og minni ítøkiliga, at farið verður undir at fáa til vega tjóðleikhús til Tjóðpallin. Fundir hava verið hildnir í hópatali og tilmæli er latið avvarðandi myndugleika.

Hóast hetta, var tað ikki fyrr enn við 3. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2011 í desember 2010, at fyrsta játtanin varð sett av til ítøkiliga arbeiðið at (um)byggja hóskandi karmar til tjóðleikhús.

Hetta var stórfingin jólagáva fyri Tjóðpallin, serliga tí játtanin kom so óvæntað í endanum á fíggjarlógarviðgerðini. Tað er tó flestum kunnugt, at ein játtan til fyrireikingararbeiði ikki er trygd fyri, at peningur til sjálvt byggiarbeiðið eisini verður játtaður. Vit eru tí nokkso spent at frætta, hvussu leikur víðari fer. Tað er enn ikki komið alment fram, hvørt ætlanin er at seta pening av til bygging av Tjóðleikhúsi á komandi fíggjarlógum.

Í sambandi við verkætlanina SALT er í nú alment staðfest, at umboð fyri fimm av seks flokkum hava gjørt politiska avtalu um at stuðla SALT við eini íløgujáttan á tilsamans 20 mió. kr. undir ávísum treytum. Hendan játtanin skal býtast yvir fíggjarárini 2011, 2012 og 2013. Harafturat er avtalað at lata ein árligan rakstrarstuðul uppá 2,5 mió. kr., tá SALT byrjar sítt virksemi. Hetta er okkum kunnugt eindømi um politiska semju um mentanarligt virksemi.

Vit vilja við hesum spyrja, um tað finst ein líknandi politisk avtala um tjóðleikhúsið, sum enn ikki er komin alment fram. Um ikki, so fara vit við hesum at heita á politisku flokkarnar um at gera eina slíka.

Í avtaluni kundu vit hugsað okkum, at tað kundi staðið nakað soleiðis:

“Til Føroya landsstýri

Fráboðan um politiska støðutakan til at byggja tjóðleikhús

Undirritaðu floksformenn boða við hesum frá, at vit vegna flokkar okkara taka undir við og vilja veita fíggjarligan og politiskan stuðul til at byggja tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya.

Løgtingið heimilaði mentamálaráðharranum í 2003 við 27 atkvøðum fyri at seta á stovn Tjóðpall Føroya. Við hesum hava vit fingið ein yrkisleikpall til frama fyri allar føroyingar. Stór menning hevur verið í leikkynstrinum hesi seinru mongu árini, og leikpallurin er komin á eitt nýtt menningarstig, nú Tjóðpallur Føroya hevur fleiri yrkisleikarar í starvi. Ein tjóð við virðing fyri sær sjálvari eigur eitt tjóðleikhús, og tíðin er nú búgvin til at smíða ein karm um hetta virksemið, so Tjóðpallurin fær hóskandi og virðiligar karmar at virka undir, sum tað almenna tekur fulla ábyrgd av.

Vit taka undir við, at Landsstýrið fylgir íløgujáttanini fyri 2011 uppá 5 mió. kr. upp við játtanum á fíggjarlógini 2012 og 2013 við tilsamans 50 mió. kr. Harumframt taka vit undir við, at Landsstýrið økir rakstrarjáttanina frá verandi 4.3 mió. kr. árliga til 5.5 mió. kr. í 2012 og til 7 mió. kr. í 2013. Stuðulin til yrkisleiklist skal samstundis økjast úr 450 tkr til 1 mió. kr. um árið.

Tilsøgnin verður givin við teimum treytum:
- at landsstýrið setir eina bygginevnd við umboðum fyri Mentamálaráðið, fyri Tjóðpallin, fyri Landsverk umframt serkønar ráðgevar á leiklistarliga økinum
- at Tjóðpallurin fær til vega í minsta lagi 20 mió. kr. frá grunnum og fyritøkum
- at flokkarnir regluliga verða kunnaðir um gongdina og verkætlanina”

Tórshavn 28. februar 2011

Vegna Leiklistaráðið
Annika Sølvará, forkvinna