Móti endanum av ummælinum setir Gunnar Hoydal fram nakrar relevantar spurningar, sum hava verið frammi áður, men ongantíð hava fingið nakað svar. Í hesum partinum av greinini, er Gunnar Hoydal serstakliga hvassorðaður, men eisini beinrakin, tá hann skrivar: "Men hvør var tað, sum hevði veruligt vald hesi árini síðani tá? Savnið og tann virkni savnsleiðarin, sum umsat almennu játtanirnar hjá landinum og seinni eisini var limur í listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, ella hesin lítli bólkurin av listafólki, sum einaferð á hvørjum ári fyri egna rokning skipaði fyri heystframsýningini úti á skipasmiðjuni? Var nakað vald hjá teimum, so var tað bara í samanberingini av dygd í hesi árligu framsýningini við várframsýningina á listasavninum. Og so kanska í einum almennum orðaskifti, sum hin parturin sum mest slapp sær undan at taka lut í og heldur arbeiddi "på de indre linjer". Ella skal henda viðmerkingin í nýggju listasøguni skiljast sum svarið hjá stovninum, lurtað í oyrað á gesti, sum ikki hevur havt samband við hin partin í málinum?".
Vit vita tað ikki, tí enn er ongin reaktión komin frá teimum, sum hava ábyrgdina av SEKEL. Vit hava hvørki hoyrt orð ella eið frá stýrinum fyri Listasavnið ella frá mentamálaráðnum, sum í síðsta enda varar av Listasavninum og útgávum tess. Men spurningarnir verða standandi og har eri eg í grundini ikki samd við Gunnari Hoydal, tá hann at enda í greinini heldur, at okkurt gott kom burtur úr listastríðnum og at vit nú skulu lata tað farna fara: "So lat hetta fara, og latið okkum vóna, at tað við tí nýggja stjóranum ber til at fáa eitt stimbrandi samstarv í lag millum føroysk myndlistafólk og tann týðandi stovnin, sum Listasavnið er í okkara felags mentan..". Jú, sjálvandi eigur framtíðin at vera merkt av samstarvi og góðum vilja innan føroyska listaumhvørvið. Men tað verður neyvan við støði í SEKEL, sum Mikael Wivel í margháttligu heiðursrøðu síni fyri fráfarandi savnssstjóra kallaði eina sáttargerð, ella "en forsonende gestus". Tær tríggjar greinirnar, ið higartil eru skrivaðar um bókina SEKEL benda allar á, at bókin er alt annað enn sáttlig, og tí er ikki lætt at lata hetta fara framvið, sum Gunnar Hoydal mælir til. Tunga bókin fyri 600.000 føroyskar listakrónur fer jú ongan veg. Vit kunna sjálvandi vóna, at ikki fleiri pengar verða spiltir uppá t.d. eina føroyska týðing, men hetta kann í grundini gera tað sama, tí komandi mongu árini fer danska/enska bókin at hava status sum statsautoriseraða listasøgan í okkara landi og so er spurningurin um listafólkini, mentamálaráðið og vit øll hava hug at lata standa til. Skal tøgnin framhaldandi ráða, ella vilja vit heldur samskifta og finna útav hvussu hetta kundi henda, so at vit kunnu bøta uppá støðuna og helst forða fyri, at tað nakrantíð hendir aftur?
(KP)