Tuesday, December 13, 2011

Endurtøkur

13.


Nú standa hvítar hyacintir í vindeyganum.

Eg læsi hurðina. Gangi oman gjøgnum brøttu trappurnar.


Út. Inn.

Eg taki notatir inni í bókhandlinum.
Lesi fremmand orð.
Lati hurðar upp til fremmandar heimar.
Hyggi inn í fremmand hús.
Hyggi út í fremmandar blomstrandi,
angandi garðar í fjarskotnum londum.

Taki myndir av permum,
fyri Ikki at gloyma.

Plastikkposin sker seg inn í húðina. Hon er hvit í sterka, falska ljósinum.

Tað eru dunkar í honum.

“Hann er tungur” segði hon, tá hon rætti hann yvir diskin.

“Det går nok”, svaraði eg, og í tí eg vendi mær á og fór segði eg eisini: “Tak for hjælpen”. Eg smílti fitt. (væl gjøgnumhugsað og við vilja.), og høgra hond var aftur tóm.

Í posanum amboð (remediir) til at lappa andlitið saman aftur eftir katastrofuna, sum hendi fyrru helvt av lívinum.

Guð við edd flákrar gjøgnum innkeypssentrið. Hann kom inn gjøgnum svinghurðina sum ein lítil fuglur í áðni, og sveimar nú ósjónligur uppi yvir innkeypsposum, innkeypsvognum og uppi yvir fruktunum.

Hann sveimar uppi yvir bókahyllunum, klæðunum, skónum, fløgunum og vaskimaskinunum. Hann sveimar inn í Matas, og setur seg við eygnaskuggarnar at eygleiða síni børn. Hann drekkur kaffi úr automatini. Etur ein hotdog úr pylsuvogninum, meðan hann eygleiður endurtøkur barnsins.

Tá tað nærkast afturlatingartíð orkar hann ikki meira, og tað er eisini kalt nú. Hann flýgur ein túr oman í metroina fyri at hyggja, hvussu har stendur til. Har er alt sum tað skal. Ongin ballada. Onki rok. Bara fólk á veg heim við tungum posum í hondunum, sum skera inn í húðina í ymiskum litum. Guð við edd er nøgdur. Guð við edd vil eisini heim nú. Guð við edd er troyttur akkurát sum menniskjað á veg heim frá arbeiði er troytt. - Verðin er ikki til at verða í allatíð.



Guð við edd er tolmóð.

Er nakað at takka fyri?

Ja. Fyri hvítar hyacintir og fyri teg.

(SK)