Wednesday, August 31, 2011

Supersnati


Sunnudagin vóru børn og hugdu at leikinum Snati, sum snýr seg ein risa, trý trøll, ein drong, eina prinsessu, ein kong, eina mammu, ein pápa, ein kolmeistara, ein prins og ein heilt serligan hund. Snati er eitt gamalt føroyskt ævintýr, sum Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Kristina S. Hansen skrivaðu um til leik og framførdu í 1994. Hesuferð eru tað sjónleikararnir Barbara Christophersen og Gunnvá Zachariasen, sum hava endurtulkað ævintýrið saman við Súsonnu Tórgarð, leikstjóra og tað gera tær væl.


Leikurin inniheldur eitt hóskandi bland av tí poetiska og tí klikkaða, tí ævintýrliga og satiriska. Har er bæði okkurt fyri børn og vaksin at hyggja at og sjálvt um leikurin sjálvandi hevur einfaldan bygnað, ber til at fata leikin á fleiri støðum. Undirritaða vaksna ætlar ikki at brúka orku uppá at greina hesi ymsu støði og tað er eingin orsøk til at gera leikin djúpari enn hann er, tí Snati er júst so djúpur sum tílíkt eigur at vera. Harafturímóti vil eg fegin brúka orku uppá at vísa mítt takksemi bæði sum heild fyri, at onkur er, sum tímir at veita okkara børnum mentanarliga góðsk, men eisini fyri, at leikararnir smábannaðu á pallinum

Tá Gunnvá Zachariasen bannaði á fyrsta sinni, gjørdist eg satt at siga ómetaliga fegin. Ja, ikki skal so nógv til. Men hvat er tað ikki befríandi við einum sindri av villskapi í okkara heilagu og yvirpedagogisku tíð. Mín fýra ára gamli drongur mundi ikki leggja merki til, at tey bannaðu eitt sindur, men hann var sera hugtikin av leikinum, sum hann nú hevur sæð tvær ferðir orsakað av, at Gunnvá og Barbara eisini spæla fyri barnagørðum og skúlum. Sostatt hevði hann eisini lagt til merkis, at Tjóðpallur Føroya hevur ávísar bústaðartrupulleikar og spurdi meg, tá vit vóru á veg inn at hyggja at Snata, um tað var harinni "har sum tey spæla, at tey hava eitt leikhús". Mammusa drongur. Men tað er ein onnur søga. Í øllum førum fekk Tjóðpallur Føroya eina góða byrjan uppá leiklistarliga heystið, eins og børnini við leikinum Snati fingu eina góða byrjan uppá leiklistarlívið

(IS)