Saturday, January 29, 2011

Listarstuðul - hvør skal hava og hvør skal lata?



Flestu føroysku listarfólk hava onkuntíð tikið ímóti almennum stuðli. Listarstuðulin er mátin hjá politikarum at vísa, at teir skilja, at list krevur tíð at koma í djúpdina, og at teir halda listarfólk vera ein týdningarmiklan lut í samfelagsins heild. Men listarstuðulin vísir eisini, hvussu torførur listarpolitikkur er, og hvussu ringt tað er fyri politikarar at síggja, hvussu mann styðjar undir listarliga menning

Eingin serlig orsøk er til at fara í djúpdina í listar- og mentanarpolitikkin hjá teim ymsu flokkunum ella meiningarnar hjá teimum um listarstuðulin. Støðið av ørkymlan er kanska eitt sindur ymiskt frá flokki til flokk, og tað sama er hugurin og evnini til at útvega fleiri pengar til økið og yvirskipaða raðfestingin av list. Men annars er eingin avgerandi munur. Flestu politikarar hava hildið røður fyri listarfólki til upplatingar av sýningum og handanir av virðislønum, og teir flestu megna at vísa gleði og virðing fyri listini. Men annars halda teir lítið og onki um evnið.

Tað er sjálvandi soleiðis, at nógvir politikarar ongar meiningar hava um list, tí at teir í grundini ganga meiri upp í pengar og roknskaparligu botnlinjuna. Men afturat tí er tað ringt hjá politikarum at hava greiðar meiningar til listøkið, tí list í síni skilmarking er smøl og eksklusiv, og at tað í útgangsstøðnum ikki kann sameinast við fólkaræðisligu verkætlanina. List verður ikki skapt av okkum øllum, men av nøkrum heilt fáum einstaklingum. Tað er nakað snævurt og ófólksligt yvir henni, sum nógvir politikarar eru bangnir fyri at nerta við. Tí velja teir flestu ta løttu loysnina; at ikki tosa um listarpolitikk. Tá ið teir so kortini kasta seg út í tað, velja teir sum oftast millum tvær tilgongdir til list; ta eliteru og ta populistisku.




Rannvá Pálsdóttir Kunoy (1975): Histerology. 2006
Rannvá Pálsdóttir Kunoy er eitt av teimum listarfólkunum, sum hevur tikið ímóti tí eftirsóknaða 3-ára starvslønarstuðlinum. Í tí sambandi vóru nakrar røddir í listarlívinum, sum søgdu, at tað var óhóskandi at stuðla føroyskum listarfólkum, sum ikki búgva her á landi. Men eftir míni meining eigur mann júst at stuðla teimum listarfólkum, sum búgva uttanlands. Mann eigur at gera alt, ið yvirhøvur ber til, fyri at halda tey so tætt sum møguligt. Ella stendur mann í teirri støðu, at ung listarfólk, sum hava søkt útbúgving og íblástur uttanlands, aldri fara at spæla nakran leiklut á føroysku listarpallinum. Mann gevur so at siga eina oljuleið til eitt annað land. Rannvá Kunoy, sum býr í London, er hóast sín unga aldur, ein av teimum størstu listarfólkunum, vit eiga, og tað hevði tí verið ein vanlukka fyri føroyska myndlist, um hon heilt misti samband sítt til móðurlandið.

Tann elitera og tann populistiska

Elitera tilgongdin til listarpolitikk gongur út upp á, at mann ynskir at stuðla tí sofistikera og tað, sum skarar framúr. Og tann populistiska tilgongdin gongur út upp á, at mann ynskir at skapa mentanarligar møguleikar fyri ein breiðan hóp og heldur, at alt kann vera list. Báðar tilgongdir eru sum so góðar og dámligar, men trupulleikin er, at hvørgin teirra virkar. Elitera tilgongdin virkar ikki, tí hon er ov høgtsveimandi. Hon byggir á uppáhøld um, at vit sum menniskju bara kunnu menna okkum, um vit fáa at vita, hvat ið er góður og ringur stílur. Tað skapar eitt slag av esoteriskum mentanarsnobbaríi. Populistiska tilgongdin virkar heldur ikki, tí hennara listarfatan er ov breið. Hon hevur ógreið mørk millum amatørismu og professionalismu, og hon hyggur burtur frá listarinnar eksklusivu og smølu náttúru. Harvið fremur hon eina triviella og handilsliga list.

Einasti listarpolitikkur, sum fyri meg er rímiliur, er onkustaðni millum hesar báðar mótpolar, og skal grundast á evnið og dirvið til at skilja ímillum. Vit vilja fegin hava fólksliga mentan, kvøldskúlasýningar, máligleði og lív í. Men vit vilja eisini hava eliteru listina, sum søkir mørk og flytur samfelagið, og vit duga at skilja ímillum hesi bæði. Vit skilja, at frítíðarlistin og eksperimenterandi listin hava ymiskar vakstrartreytir og ymiskan tørv, sum skulu røkjast á hvønn sín hátt. Hin eina er ikki betri enn hin, tær eru bara tvey ymisk ting. Um vit ikki málrættað stuðla amatørlistini, hava vit ikki eitt livandi mentanarlív, sum vit øll hava gleði av. Og um vit ikki málrættað stuðla teirri professionellu listini, so hava vit onga list, tí hon fer at taka amatørlistina við sær í sínum falli. Grundarlagið fyri, at listin yvirhøvur heldur fram, og mennist, er, at mann torir at skilja ímillum. Á økjum og í kommunum er hesin munurin kanska ikki so avgerandi. Men í landshøpi er hann altavgerandi og má og skal vera útgangsstøði til listarstuðulin.


Marcel Duchamp (1887-1968): Fontæne. 1917

Tað krevur við hvørt stóran kreativitet og fakligan førleika at síggja, hvat ið er eksperimenterandi og nýskapandi list, og hvat ið bara er svik. Hesin gosbrunnurin, sum í veruleikanum er ein bukka, varð keypt hjá einum blikksmiði í New York av franska listarmanninum Marcel Duchamp. Eftir tað undirritaði listarmaðurin seg við dulnevninum R. Mutt, og setti hana til framsýningar sum eitt listarverk til stórt argilsi í samtíðini. Men tað vísti seg, at brunnurin fekk stóran týdning fyri seinri list. Marcel Duchamp gjørdi við sínum listarverki vart við listarinnar livitreytir sum eitt ting. Hann gjørdi vart við leiklutin hjá listarfólki og listarsiðvenjuna, bjóðaði av og broytti ta siðbundnu fatanina av, hvat ið list er. At stilla eina bukku til framsýningar og siga hana vera gosbrunn virkar einki serliga provokerandi fyri okkum í dag. Men tað er lætt at ímynda sær, at tað hevur nert við onkur mørk í 1917. Um mann ikki stuðlar teirri eksperimenterandi listini, flytur listin seg ikki, og vit enda við einum í besta føri keðiligum og í versta føri deyðum listarlívi.


Málrættaði listarstuðulin

Menningin av listini er ein samansett og langdrigin gongd. Og almennu stuðulsskipanirnar eru bara ein partur av hesi gongdini. Men tær eru ein týdningarmikil partur. Tað fyrsta og týdningarmesta er, sum sagt, at skilja millum tað, sum eg í mangul av frægari orðum vil nevna amatørlistina og ta professionellu listina. Amatørlistin er umboðað av einum stórum tali av skapandi fólkum, sum hava stóran tørv á at úttrykkja seg, góð hugskot og eina rúgvu at bjóða upp á, sum kann vera til stóra gleði fyri tey sjálv og øll okkum onnur. Tey skulu stuðlast við undirvísingar-, framsýningar- og ferðamøguleikum. Og so skulu tey fáa endurgoldið undirskot sítt av mentanarligum tiltøkum og øðrum mentanarligum arbeiði av eini ávísari dygd. Professionella listin er umboðað av einum lítlum tali av listarfólki, sum í grundini bara skulu stuðlast við arbeiðsfriði.

Besti møguleikin, vit hava beint nú til arbeiðsfrið, er starvslønin frá Mentanargrunni Landsins, sum inniber, at mann fær eina upphædd upp á 24.016,70 kr. um mánaðin í einum tíðarskeiði frá einum mánaði upp til trý ár. Tað er ein serstakliga gávumild skipan, sum eg haldi er eitt gott amboð til at leita í djúpdina og til menning. Men hon átti eftir mínum eftir mínum tykki at verið broyttur til bara at kunna farið til tey professionellu listarfólkini. Sjálvandi samstundis sum, at eitt virðiligt alternativ varð skap til øll okkum onnur. Tað hevði givið størri gjøgnumskygni í umsitingini av almennum pengum, og tað hevði gjørt tað lættari at veita stuðulin til tey røttu støðini. Tað er ikki ein løtt uppgáva at vera limur í nevndini, sum játtan pengar úr Mentanargrunni Landsins. Tey sita við einari risastórari ábyrgd fyri listarinnar trivnaði og menning í landinum. Tí skulu tey ikki halda, men vita, at tey gera tað rætta. Tað krevur sjálvandi stóran fakligan førleika og opinleika, men tað ber til. Og sjálvt, um eg fegin hevði viljað brúkt høvið til at grenja eitt sindur um, at einki fakligt umboð fyri myndlistina er í hesi nevndini, eri eg hóast alt vís í, at tey gera eitt gott arbeiði. Teirra rætningslinjur eru bara alt ov ógreiðar, og tí hava tey einki annað val enn at fylgja teirri vanligu gongdini til ein eitt sindur ómálrættaðan stuðul.


Damien Hirst (1965): This Little Piggy Went to Market, This Little Piggy Stayed Home.1996

Í USA eru ofta samanbrestir ella sonevnd "culture wars" millum siðbundin, kristin og konservativ og einari síðu og tey progressivu, liberalu og sekulariseraðu á hinari síðuni. Tá ið enski litarmaðurin Damien Hirst stillaði verk sítt ”This Little Piggy Went to Market, This Little Piggy Stayed Home" til framsýningar á einum savni í New York, sum fekk almennan stuðul, brast eitt slíkt "culture war" á. Listarverkið var gjørt av einum grísi, sum var býttur sundur í tveir, og varðveittur í formaldahýd, og tað fekk ta rættiliga álvarsligu avleiðing, at borgarstjórin í New York steðgaði býarins stuðli til savnið og hótti við at uppsiga leigumálið til savnsbygningin. Savnið endaði við at vinna sakina við teirri grundgeving, at hetta verkið hevði stóran listarligan týdning, og at tað tí ikki bar til at hyggja burtur frá tí. Men kanningar vísa, at ein evarska lítil partur av amerikanska fólkinum heldur tað sama, sum teir listarserfrøðingar, ið játta almennar pengar út til listina. Tað, sum fyri onkran er stór list, er stoytandi, guðsspottandi, fosturlandsfíggindarligt og perverskt fyri onnur. Tað ger tað verri at býta almennar pengar til listina.

Snultandi listarfólk

Starvslønin verður givin grundað á umsóknir, og verður útgoldin uttan at vænta úrslit ella seta spurningar. Tað er gott. List verður jú ikki til bara uttan víðari, og mann kann ikki vænta yvirskot umgangandi. Tó haldi eg, at mann kann krevja, at listarfólk gera eina veruliga roynd at fara í djúpdina og ikki brúka sína tíð upp á at forvinna pening aðrastaðni. Sum tað er nú, kann mann forvinna pening upp á alt, mann við, saman við starvslønini. Onkur hevur enntá fullíðararbeiði. Tað er skilaleyst. Starvslønin má vera ein trygging í form av eini minstuløn, og um mann forvinnur meiri enn tað, má mann gjalda stuðulin aftur til almenna kassan, til gleði fyri onnur listarfólk. At brúka tíð upp á alt møguligt annað gagnar ikki listini, og tað hjálpir heilt sikkurt heldur ikki upp á ta vanligu fatanina av, at listarfólk eru snultarar.



Jackson Pollock (1912-1956): No. 5. 1948

Henda myndin eftir Jackson Pollock er, so vítt sum mann veit, tað listarverkið ið hevur heintað flestar pengar inn. Í 2006 varð tað selgt fyri 140 milliónir dollarar. Sjálvt um tað var hálvthundrað ár eftir deyðan hjá Jackson Pollock, so var hansara list serstakliga dýr longu í hansara smatíð, og hann var eingin svøltandi listarmaður. Men hóast, at nøkur listarfólk klára seg betur á marknaðartreytum, skulu vit ansa eftir, at yvirlata listina til marknaðarkreftirnar. Almenni stuðulin er ein máti, sum listin kann varðveita sítt frælsi, og tá er ynskiligt upp á allar mátar.

Politiskur innsastur
Eg eri vís í, at ein listarpolitikkur, har mann torir at skilja ímillum amatørlist og ta professionellu listina, kann gera undurverk fyri føroyska list. Tað er tápuligt at halda, at tað eina er betri enn hitt. Mann má virða og stuðla báðum, bara ikki á sama hátt. Tá eg kortini haldi, at professionella listin mest átroðkandi krevur umfatandi innsats frá politiskari síðu, er tað tí, at professionella listin heilt natúrliga eisini virkar sum dynamo fyri amatørlistini.


Tá vit hyggja út yvir føroyska listarlandsslagið, eru rættiliga nógvir málarar, og mann fær kanska ikki beinanvegin ta fatan, at myndlistin saktans kann hvørva sum døgg fyri sólini. Men hyggja vit eitt sindur nærri at teimum mongu málarunum, sum eru her, kunnu vit skjótt síggja, at nógvir av teimum høvdu aldri tikið ein pensil í hond, um tað ikki var fyri einum professionellum listarmanni, sum Zacharias Heinesen t.d. Um vit hyggja burtur frá, at onkur av teimum hevur forvunnið nakað av peningi upp á sín góða forkærleika fyri Zacharias Heinesen, og gjørt tað til eina lønandi vinnu, so er tað frálíkt, at mann hevur nakrar kreftir, sum kunnu geva so nógvum fólkum íblástur til at úttrykkja seg kreativt. Men við allari virðing, so er Zacharias Heinesen eingin ungur maður longur, og tað sama kann sigast um flestu av hansara starvsfeløgum. Tað eru framúrskarandi, vælútbúgvin og týdningarmikil ung føroysk listarfólk, men alt ov fá av teimum búgva her á landi. Ung, týdningarmikil listarfólk, sum Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen áttu at verið sterkar dynamur fyri listina her á landi, eru tað als ikki. Í staðin eru tey við til at menna, fjølbroyta og fremja listina í Onglandi, Finnlandi og Danmark. Tað er ein risastórur trupulleiki, kanska hin størsti í føroyskari list, og tað fer, um einki verður gjørt við listarpolitikkin her á landi, at hava við sær, at bæði amatørlistin og professionella listin heilt einfalt doyggja út. Tí, góðu politikkarar, listarfólk hava sínar góðu grundir til ikki at búgva her, og tað krevur ein innsats, um vit skulu gera okkum nakrar vónir um at varðveita og menna eitt kritiskt, livandi og nýskapandi listarlív.


(IS)