Wednesday, February 16, 2011

GULLNÁM



GULLNÁM

Í sjónvarpssendingini herfyri um Zacharias Heinesen tosar mæti listamaðurin um ta nýggju listina, samstundis sum vit síggja hann filmaðan á eini listaframsýning, har hann við stórum áhuga skoðar nøkur listaverk: ”Hevði eg verið ungur í dag, hevði eg nokk arbeitt uppá akkra sama máta” heldur Zacharias. Verkini, sum hann hyggur eftir, eigur Hanni Bjartalíð. Hanni arbeiðir í løtuni í Steinprenti við permuni til enska Vencil. Tískil býðst høvið at uppliva hansara innovativa, poetiska og spraklandi úttrykk á serframsýning í Steinprenti, sum hevur fingið heitið GULLNÁM.

Listin hjá Hanna Bjartalíð er villvaksandi og spontan, samstundis sum hon er inntonkt, still og stýrd. Bæði í kollasjunum, sum eru myndaðar av tusjtekningum, bæði frítekning og skabelóntekningum, fráklippum, kliptum mynstrum - abstrakt og figurativt - alt í senn og eisini, tá hann byggir sínar sermerktu standmyndir úr træi, er mannagongdin kumulativ og gongur út uppá at savna og seta saman eina rúgvu av myndaliðum ella træsprekum til tess at mynda eina heild.




Heildin er fjølbroytt, men øll verkini hava sín heilt egna, serstaka ráa og poetiska dám. Træstandmyndirnar eru vakrar, fullar av mótsetningum millum góðvarni og medvit, millum tað autentiska djúpa og tað meira popputa, ella tað, ið funnið er ready-made. Hanni Bjartalíð, sum býr í Finnlandi, hevur í mong ár verið ein av okkara bestu listafólkum. Hann hevur javnan havt framsýningar heima í Føroyum og í hansara nýggju verkum kenna vit aftur ta skeivu strikuna og ta næstan barnsligu orkuna í tekningum av menniskjum, djórum, skøltum og øllum millum himmal og jørð. GULLNÁM eitur framsýningin eftir eini lítlari, fínari mynd hjá listamanninum og heitið tykist hóskandi nú Hanni Bjartalíð hevur rakað við eina listarliga gullæðr.

Kinna Poulsen

Fernisering verður í Steinprenti, Skálatrøð 16 nú fríggjadagin 18.februar 16.00-18.00. Helena Rebensdorf Heinesen, sum er starvsnæmingur í Steinprenti fer á ferniseringini at framføra sínar kompositiónir. Øll eru hjartaliga vælkomin.

http://soundcloud.com/search?q[fulltext]=Helena+HR

Framsýningin verður hangandi inntil 26.mars.