Monday, April 11, 2011

Norskt snús og føroyskt salt

Hitt føroyska skjaldraveldi skrivar:

Í Noreg eru tey farin at hava ampa av snúsvanum sínum, sigst, og norskir myndugleikar vilja ongantíð ov skjótt fáa at kannað, hvussu norskir ríkisborgarar av øllum kyni og skyni, enntá hvørki-, snúsa sítt snús, hvar teir snúsa, hvat teir snúsa og nær teir snúsa. Heilsa fólksins, framtíð og ríkiseind Noregs hanga á svarinum.

Soleiðis eru norðmenn, teir eru saltaðir við eldi forvitnis um alt sum við navni kann nevnast frá makrelinum í havinum til blikuskýggið á himmalboganum.

Men hatta eru norðmenn. Føroyingar eru öðrvísi saltaðir. Heilt öðrvísi. Um nakað hongur á nökrum í Føroyum hongur tað á útsíðuni og innihaldið er í besta lagi ein tilgiting, háttvarin ella upp á kvamsvís. Føroyingar leggja ikki í at salta seg við forvitni og hava sjáldan ampa av nökrum sum teir ikki inst inni vita er innbilningur. Nei, føroyingar salta seg nógv heldur við tolni og tí sum teir halda at onnur (eitt nú ein langur hali av donskum fimmoyraspekingum) halda at føroyingar eiga at halda. Men føroyingar salta seg nú ikki bara við tolni, viðhvørt salta teir seg eisini við vælvild um vælvildin einki kostar ella onnur í minsta lagi bera bróðurpartin av kostnaðinum og tí stendur heldur ikki á umhuganum hjá føroyingum fyri teimum veiku og lægst settu í samfelagnum.

Í seinastuni hevur ein byggiætlan verið á hvørsmans munni, men tað er tann sokallaða Saltsilo-ætlanin á Drelnesi. Hetta er eingin hissini byggiætlan og dýr, men skal í hövuðsheitum fíggjast við útlendskum pengum, so vælvildin trýtur ikki. Og eingin føroyingur so illa uppvandur heldur at hann av álvara fær seg at ivast um endamálið við byggingini, hvaðna minni sømir tað seg at spyrja hvussu raksturin skal bera seg, ein gáva er ein gáva og longst sum best at turrsaltað seg sjálvan í teirri vissu at tað sum verkætlanarleiðslan, fíggjarmálaráðharrin (núverandi sum fyrrverandi) og fýra floksformenn siga um endamál, innihald og rakstur er salta í eldi lítillætis og hvørt orð til signing fyri land og fólk.

Ein vindsaman seinnapart í vikuni meðan samgongan lá og hótti við at slíta kom Saltsiloin á Drelnesi at enda til viðgerðar í tinginum og tað var so rímiligt, tingið hevur sjálvt ligið í salti í fleiri valskeið og saltað alt niður ið tungur kunnu nevna á føroyskum sum donskum, ikki síðst mentan og list. Sjáldan man nakað ting á jarðarklótuni hava verið so væl saltað til at viðgera eina Saltsilo síðani kona Lot varð at saltstólpa av berum forvitni. Og tingið gjørdi ikki sítt salta umdømi til skammar hendan seinnapartin meðan hvirlurnar tóku akslatök í lögtingshúsið, verri enn so. Sum orðið sigur: salt skal av mongum hava og salt heimastýrisins saltaði sum aldri fyrr, saltaði og saltaði og tað var ikki við dovnum salti, nei, men hinum góða salti teirrar vælvildar, sum hvørki krevur inn- ella útlit og hvør rættveljandi sál saktans kann saltast til friðs við kostnaðarneutralt.

Halleluja.

Carl Jóhan Jensen