Wednesday, June 8, 2011

Nú er dialogurin opin


Í dag var fundur á Listasavni Føroya millum nýggju leiðsluna, stýrið fyri Listasavnið og tey, sum høvdu undirskrivað opið bræv í sambandi við útgávuna av bókini Sekel. Fundurin varð hildin í góðum anda, og eg kendi næstan søgurinnar brúsan, nú dialogurin aftur var latin upp, eftir at hava verið hermetiskt afturlatin í seks ár.

Eg gleði meg til, at dialogurin verður verandi opin.

Kinna fer seinni at greiða frá, hvussu hon upplivdi fundin.

(IS)