Sunday, September 11, 2011

KLAKSVIKAFFÆRER - Claus Carstensen sýnir fram


Tað hoyrist beinanvegin á framsýningarheitinum, at talan er um eina øðrvísi listaframsýning og vit kunnu eisini lova áskoðaranum sterkar og í føroyskum høpi heilt óvanligar listaframsýningar. Tí talan er í veruleikanum um tvær framsýningar. Fríggjadagin tann 16.september fer danski listamaðurin Claus Carstensen at sýna fram ávikavíst málningar í Norðurlandahúsinum og prentmyndir í Steinprenti undir felags heitinum Klaksvikaffærer. Sjálvt um bæði listamaðurin og framsýningarheitið eru av donskum uppruna, er sjálv framsýningin og hennara hugskotsgrundarlag føroysk, fyriskipað av Norðurlandahúsinum í Føroyum við Kinnu Poulsen sum kurator. Hugskotið til heitið stavar frá eini prentmynd, sum listamaðurin gjørdi fyrstu ferðina, hann arbeiddi í Steinprenti í Havn í 2002. Hetta arbeiðsuppihaldið gjørdist byrjanin til fruktagott samstarv við Steinprent og tað er imponerandi úrslitið av hesum samstarvi, sum verður at síggja í Steinprenti, har meginparturin av teimum 59 verkunum, sum Claus Carstensen hevur framleitt á verkstaðnum saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku, verður sýndur fram.

Í Norðurlandahúsinum verða 22 stórir málningar at síggja, summir teirra nýggir, meðan aðrir hava nøkur ár á baki. Bæði minimalisma og konseptlist í rúmari merking eru partar av listarliga støðinum hjá Claus Carstensen, men við kritiskari frástøðu til eitt nú krav minimalismunar um objektivitet. Claus Carstensen heldur tvørturímóti fast uppá subjektivitetin í sínum verkum, ið so ella so snúgva seg um hansara tilveru og tað hann upplivar og hugsar. Claus Carstensen er eitt satt arbeiðsgrev og ofta arbeiðir hann við myndarøðum og við fleiri listasløgum í senn og hansara samlaða verk er tessvegna stórt og fjølbroytt. Hann málar og teknar bæði figurativt og abstrakt, ger standmyndir, fotograferar, ger assemblage, skrivar yrkingar og prosa og hansara verk verða javnan ákærd fyri at vera ov afturlatin og óskiljandi orsakað av teimum mongu løgunum, sum tey innihalda av ævisøguligum, politiskum, heimsspekiligum, teknfrøðiligum, listasøguligum, bókmentaástøðiligum og øllum møguligum øðrum tilsipingum. Haraftrat hómast bad-art strategiskar hugsanir eitt nú í eini triptykon, sum listamaðurin hevur fingið ein filippinskan skeltamálara at mála fyri seg, men sum hann síðan sjálvur hevur viðgjørt við spray og tusj. Hetta ljóðar kanska fløkt, men er tað ikki, tí verkini hjá Claus Carstensen harumframt eisini eru ekspressiv, merkt av eini ítøkiligari nærveru, sum er eyðskild. Hetta er t.d. galdandi fyri tær ráu heavy metal myndirnar, sum eru fullar av daprari orku.


Sjálvt um framsýningin sum so ikki er ein lýsing av Klaksvíksstríðnum í myndum, er søguliga hendingin brúkt sum eitt slag av savnandi metafori í framsýningarverkætlanini við myndum, ið evnisliga snúgva seg um m.a. territorialar kenslur, makt, staðfesting av makt, máttloysi, samanhald og radikalisering.

Í sambandi við framsýningina er framleitt eitt prýðiligt katalog (160 síður) við nógvum og góðum litmyndum av verkum hjá Claus Carstensen, men eisini hjá føroyskum listafólkum, sum Claus Carstensen hevur áhuga fyri, t.d. Steffan Danielsen, Tóroddur Poulsen og Fríða Matras Brekku. Harafturat eru tekstir í kataloginum, sum Claus Carstensen og Kinna Poulsen hava skrivað. Eisini er ein gomul, men áhugaverd grein hjá Williami Heinesen um Hundaskipið at lesa í kataloginum. Gramar hevur staðið fyri layout og prentgerð og Smyril Blue Water hevur stuðlað framsýningini. Framsýningin letur upp fríggjadagin 16.september í Norðurlandahúsinum kl. 16-18 og í Steinprenti kl. 17.30-19. Øll eru hjartans vælkomin. Klaksvikaffærer letur aftur 16.okt.2011.



(KP)