Ummæli: Edward Fuglø: MERRY-GO-ROUND. Skrivað hevur Jóin Sigurðsson
"Kanst tú skriva?" varð spurningurin.
Alt talar ímóti!
Kann eg?
Gud, kann eg ei!
Eg geri tað bara!
Tá vit síggja ella føla, at tað tømist í tanganum, so ella so, fylla vit á. Nú var helst komið móti 0 punktinum hjá mongum, tí Listaskálin var á tremur við fólki, nú boðað var til framsýningina : Edward Fuglø: MERRY-GO-ROUND. Á stuttari samkomu bjóðaði fráfarandi stjórin Helgi Fossadal, fólki vælkomnum og tosaði lítið, ja var beinleiðis nakað hulin, um sjálva framsýningina. Hetta gjørdi jú fólk forvitin og betur til reiðar. Guðrið Hansdóttir sang tveir sangir, og hennara vakra rødd riggaði væl til løtuna.
Helena Dam á Neystabø lat tíanbetur politikkin liggja eftir heima og royndi við vælvaldum orðum, at lýsa fjølbroytta listamannin Edward Fuglø, kryddað við persónligum kennskapi. Hon gav okkum myndina um eggið og hønuna. Tíanbetur uttan at koma við loysnini. Haraftur ímóti legði hon lag omaná lag við tí ymiska listamaðurin hevur gjørt - so framúrskarandi. Tá alt verður lagt fram soleiðis, og okkurt er so gandakent, er ikki løgið, at tú kemur í tankar um Harry Potter! Allir pingarnir sum eru við, fáa teg niður at aftur, tá tú brádliga sært fyri tær myndina hjá Edward við fuglunum í smoking.
Hurðarnar fara upp og fólk fara innar í sjálva framsýningina. Tað skal sigast, at nøkur skundaðu sær, meðan onnur stigu varisliga innum. Í fyrsta fótafeti gerst tú bilsin. Ikki tað opna, hvíta rúmið, tú er vanur við. Men eitt intimt rúm við einum reyðligum ljósi, sum tykist bordellíknandi. Men listamaðurin kennir ikki til slík støð, so hetta er mín egni persónligi tanki. -So niður trappurnar og stóra hølið var lutað sundur í gøtur við ymiskum installatiónum. Fólk støðgaðu á, fingu eitt prát og vóru sera smílandi. At síggja til opin fyri hesum nýggja heiminum hjá Edward. Ein dimensión er fuglar og ein er egg, ella er tað bara partur av tí sama. Hetta er eisini við, men har er meira. Eisini okkurt skemtiligt, og er tað nú bara tað? Ikki er lætt at vita, hvat listamaðurin vil. Vil hann nakað? Hvat skal hann vilja? Hvat fært tú burtur úr? Eina uppliving - ella tankar á flog. Júmen, so er tú við! Skaparin segði mettur: Alt er so sera gott! Men var tað nú tað?
Í erva hanga nøkur eldri fotomyndir, sum eru uppi í tíðini nú. Hyggur tá nærri, so sært tú, at hetta ikki bara er tað, sum tað sýnist vera. Í brúðarmynduni - hugnaligu Húsar - er ein lítil havhestur í ovara vinstra hornið. Hyggur tú nærri er tað ein UFO. Myndin við barninum verður broytt á ymiskan hátt. Halló; framsýningin ber jú heitið: MERRY - GO – ROUND, mal-í-ring. Hetta sipar ivaleyst ikki eitt barnarím, ið eg helt, men karrusell.
Í stóra málninginum niðri undir síggja vit trý fólk hugna sær í tí grøna. Hetta er ikki ókent sum málningamotiv sunnanfyri, men hesi fólkini síggja ikki glað út. Tey eru álvarslig sum fólkini á myndini hjá Manet "Frokost í tí grøna". Sum áskoðarar støðga tey flestu upp við málningin. Ok. Hann er stórur og greiður í linjunum og so er motivið so føroyskt. Hyggur tú nærri, verður tú órógvaður og byrjar at hugleiða og at undrast. OMG . Her er ongin matur og drekka. Trý fólk; tvey í vøkrum búnum og ein sum hevur lagt sín. Er hetta áðrenn ella aftaná? Onki samanhald í. Nakað felags sær áskoðarin ikki, heldur tvørtur ímóti. Hann sjálvur við veðrahøvdinum, sær ikki so brasin út nú. Roynir enn og togar eina kanin úr ermuni, sum ongan mun ger. Hin sær sera ivandi út og kvinnan hevur longu fingið nokk av teimum, og hyggur út úr mynduni – eftir aðrari loysn?
Ikki haldi eg, at listamaðurin einans er úti uppá at provokera og at taka stripparin og føroyska búnan upp aftur. Heldur er tað tann hugsunarsami listamaðurin íð vísir okkum á, at broytingar skulu vit tola, tí tær koma, antin vit vilja tað ella ikki. Heldur vera til reiðar, so man ikki verður tikin á bóli! Í hesum sera vakra málningi er tað dapurleikin, ið stendur eftir. Tann eini vakri búnin liggur á váli, uppbloyttur við blondu brósthaldara; sigur tað eisini nakað? Listamaðurin hevur lagt verkini fram fyri okkum uttan orð, sum tað eigur at verða. Valið er okkara!
Eg skal ikki umrøða øll verkini her. Tað er púra óneyðugt. Nøkur eru lættari atkomulig enn onnur. T.d. tann við fuglunum í tí ov lítla búrinum við teimum umsnarandi stongunum.
Snotiliga og virðismikla bókin hjá norsku Eva Furseth um listamannin EDWARD FUGLØ kom út í dag.
Kom innar í universið hjá Edward í Listaskálanum, og fá títt burturúr – KOM VIÐ !
Jóin Sigurðsson