EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ
So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, ið biða um breyð
Kanska er lívið sorgarlag
kanska er lívið gott
og kanska eg ein skínandi dag
beri kenslu av myrkari nátt
Í nátt er luftin so rein og klár
bládjúp og ísandi køld
foldin hvílir í hvítari tøgn
og norðlýsið reisir sær tjøld
Og vit mítt er fult av tonkum
á ferð út á víðan veg
at finna á miðleysu náttargongd
tann vísdóm, ið uggar meg
Men ongan vísdóm eg finni
ið sigur tey sonnu orð
Sum bløðandi fuglar falla tey
aftur at hvítari for
Tó eg veit at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim
tá gentur og dreingir spenna
sum folar í dans og gleim
Tá barmur mín spentur av undran
av eydnu, av tungari trá
av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá
:,: veit eg at lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní :,:
Orð: Jens Pauli Heinesen
Lag: Elin Brimheim Heinesen
Mong ár eru liðin síðan Jens Pauli Heinesen, 21 ára gamal og ólukkuliga forelskaður skrivaði hesa romantisku yrkingina, sum dóttir hansara, Elin seinni gjørdi lag til og sum í dag er ein av okkara best umtóktu felagssangum. Jens Pauli var 78 ára gamal nú hann legði árarnar inn og tað er ikki innan tað lyriska, men innan prosaskaldskapin, hann gjørdist serstakliga virkin høvundur. Hann var føddur í Sandavági í 1932 og gjørdist lærari, men gavst í 1970 við vælsignilsi frá konuni, Maud Brimheim, sum hann giftist við í 1956. Tey vóru bæði kend Havnafólk og búðu uppi á Stoffalág í Eysturbýnum í Havn. Saman við konuni átti Jens Pauli Heinesen døturnar Elin Brimheim Heinesen og Marionnu Heinesen og harumframt átti hann eisini dóttrina Beintu Jacobsen og sonin Janus á Húsagarði. Jens Pauli Heinesen skrivaði fleiri stuttsøgusøvn, skaldsøgur umframt sjónleikir og fleiri av søgunum eru rættiliga kendar millum fólk, m.a. tann satiriska, stuttliga "Lesarabrøv úr Krabbaurð" og "Rekamaðurin". Men tað er stóra verkið "Á ferð inn í eina óendaliga søgu", ið fevnir um fleiri samanhangandi bøkur, ið verður mett sum høvuðsverk í ritverkinum hjá Jens Paula Heinesen. Tematiskt snúgva bøkur hansara um leiklut listamansins sum uttanfyristandandi eygleiðari, men eisini um menniskjað sum heild og tess dáralæti, um barnsins upplivingar og um kærleika. Jens Pauli Heinesen varð heiðraður við fleiri heiðurslønum fyri hansara skaldskap; hann fekk fýra ferðir Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
(KP)