Tann 17. februar 2010 undirskrivaðu fimm floksformenn undir eina fráboðan um politiska undirtøku fyri SALT verkætlanini. Teir skrivaðu undir uppá, at landsstýrið setir Verkætlan Salt á fíggjarlógirnar fyri 2011, 2012 og 2013 við tilsamans 20 mió kr. og at landsstýrið játtar verkætklan Salt 2,5 mió kr. í árligum rakstri við millum annað tann treyt at aðrar íleggjarar binda seg til at gerast í minsta lagi eins stórir fíggjarar í verkætlanini.
Tann 23. februar 2010 undirskrivaðu táverandi fíggjarmálaráðharri, Jóannes Eidesgaard eitt bræv, har hann millum annað skrivaði: ”På vegne af Færøernes Landsstyre skal jeg hermed meddele dem, at der i landsstyret er enighed om at anbefale lagtinget om at støtte Projekt Salt med 20 mio. kr. i anlægsstøtte og 2,5 mio. kr. i årlig driftsstøtte, når kulturhuset begynder sin virksomhed”.
Tann 22. juni 2010 undirskrivaði danski fíggjamálaráðharrin Claus Hjort Frederiksen eitt bræv til nevndina í Saltsilogrunninum, har hann millum annað skrivaði at hann er innstillaður at arbeiða fyri, at staturin kemur við 18 milliónum krónum til verkætlanina, tá restin av fíggjanini er komin uppá pláss.
Tann 29. november 2010 fekk Saltsilogrunnurin bræv frá Mærsk og A. P. Møller og hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene formaal, har tað stóð: ”Under henvisning til Deres fornyede ansøgning af 2. oktober 2010er det en glæde at meddele, at Fondens bestyrelse har bevilget et beløb på kr. 20 mio.”
Hervið skuldu tær 58 mió krónurnar vera har og alt í lagið, men 22. desember 2010 vórðu tær 20 mió. kr., sum skuldi koma frá landinum, tiknar av fíggjarlógini. Síðan er tað arbeitt uppá at fáa peningin til taks allíkavæl, men í gjár greiddi kringvarpið frá, at tað ikki vera nakrir pengar til Saltsiloina í ár. Nýggi fíggjarmálaráðharrin Aksel Johannesen hevur skotið upp at játta peningin næsta ár í einum uppskoti, sum verður lagt fyri tingið mánadagin.
Tað tykist kanska ikki hava stóran týdning hvørt tað verður í ár ella næsta ár, men hetta kann fáa katastrofalar fylgir fyri SALT verkætlanini. Tí í brævinum frá danska fíggjarmálaráðharrranum (22.des2010) er hann ógvuliga nágreiniligur um, at talan er um árið 2011. Hugsandi er eisini, at Mærsk kundi funnið upp at tikið sínar 20 mió krónur aftur. Peningurin frá Mærsk er latin út frá eini umsókn, har tilskilað stendur, at byggjaríið fer í gongd í mai 2011 og at landstýrið stuðlar byggjarínum í 2011, 2012 og 2013. Henda umsókn er soleiðis sæð ikki galdandi um peningurin úr okkara landskassa ikki kemur fyrr enn í 2012 og so er tað eftir øllum at døma yvirstaðið við SALT.
(IS)