Sunday, June 19, 2011

Visión 2013


Í hesum døgum luttekur Tróndur Patursson í Biennale Kijkduin í Hollandi við verkinum Cosmic Blue. Eitt einastandandi verk sum ikki bara er vakurt. Tað er sublimt á sama hátt sum náttúran er sublim. Verkið hevur nakað til felags við náttúruna á sálarligan hátt og á henda hátt gongur verkið næstan út yvir markið hjá listini. Tá vit møtal verkinum, verða vit sett andlit til atndlits við náttúrunar óendaligu dýpd og við teirri stórbæru megi og intensiteti, sum hevur so sterka atdráttarmegi fyri okkum menniskju, men sum samstundis er ófrættakend og óskiljandi. Vit verða við svimlandi ferð førd frá myrkri móti ljósinum móti ókendum dimensiónum av veruleikanum og móti øllum, sum er fremmant fyri okkum. Eitt sindur á sama hátt sum óendaligheitin á alheiminum er fremmand fyri okkum. Inniligi nærleiki listaverksins loysir tankan og letur kroppin gloyma seg burtur, og vit skilja av okkum sjálvum, hvat listin vil okkum, hvussu týdningarmikil hon er, og hvussu nógv hon kann í hondunum hjá einum stórum listamanni, sum Tróndi Patursson.


Summarbiennalurnar í Europa eru ómetaliga týdningarmiklar. Tað er her tann besta listin er at síggja og tað er her, at londini hava høvið at sýna fram teirra mentanarliga ríkidømi og markera seg sum umráðandi listatjóðir. Tann mest umráðandi biennalan er tann í Venesia, La Biennale di Venezia, sum verður í summar og setur list, byggilist, film, dans, tónleik og leiklist í fokus. Fleiri hundrað túsundtals áskoðarar vitja biennaluna í Venesia, sum presenterar tað allarbesta, sum tær 86 luttakandi tjóðirnar kunnu bjóða.

Men sjálvt um listin er í miðdeplinum er hon í veruleikanum bert ein lítil partur av øllum, sum gongur fyri seg í Venesia og á hinum biennalunum. Alt mentanalívið er við. Bøkur verða seldar, filmir, tónleikur og alt, sum kann krúpa av politikarum og vinnufólki fylkjast á biennalunum. Politiskar alliansur verða myndaðar og eitt hava av avtalum verða gjørdar, meðan tað verður minglað og networkað og man ikki eisini onkur teirra tosa um fisk.

Seinastu árini hevur nógv verið tosað um at menna mentan til vinnu her i landet. Modernað orð sum branding, storytelling og culture management eru flogin gjøgnum luftina og nógv er reypað. Allir politiskir flokkar hava ein mentanarprofil og sjáldan verða røður hildnar uttan, at mentan og listin verða fagnað. Men trupulleikin við øllum hesum orðunum er, at tey ikki eru gandað. Tá tey standa einsamøll umboða tey vanliga bara kommersialisering, traditionalisering og tómt eventmakarí. Tað verður ikki fyrr enn tað verður við treytunum hjá listini heldur enn treytum settum av marknaðarføring, at gott úrslit fer at koma burturúr. Tað verður ikki fyrr enn vit viðurkenna, at tað er listin og hennara evni at bjóða okkum av, sum hevur týdning og tá vit virða listina, at orðini fáa innihald. Á biennalunum er besta listin í fokus og alt gongur fyri seg er treytað av listini. Tessvegna eru biennalurnar so væl umtóktar, ikki bert av listini, men eisini fyri politikarar og vinnulív í luttakandi londum. So vítt eg veit vóru eingir føroyskir politikarar ella vinnufólk við í Hollandi, tá hollendska drottningin í síðstu viku læt biennaluna upp í Kijkduin. Uttanríkisráðið hevði ikki savnað saman eina sendinevnd og óvist er um Mentamálaráðið yvirhøvur veit av, at hetta er hent. Tróndur Patursson hevur ikki fingið nakran føroyskan stuðul til luttøkuna og landið hevur heldur ikki valt at gagnnýta, at stóri listamaðurin nú hevur markerað seg á eini europeiskari biennalu. Um tað frammanundan klingar eitt sindur tómligt,, at menna mentan til vinnu, tykist tað nú innantómt. Góði viljin og tey mongu føgru orðini um listina hava víst seg onki at hava uppá seg.

Vit mugu altso byrja umaftur. Gloyma mótaorðini og venda aftur til listina. Tí vita hava list her á landi, sum er so góð, at hon kann luttaka á biennalunum. Vit hava fakligheit, vit hava møguleikan. Vit skulu bara fara í holt við hetta á øðrvísi og álvarsligari hátt. Vit mugu steðga við at popularisera og gera flatari í navninum hjá marknaðarføringini, tað virkar ikki og tað hungrar listina meira enn tað mennir hana. Vit mugu hava eina visión og eg haldi, at veit hvat hon kundi snúð seg um. Tí næsta biennalan í Venesia er í 2013 og har eiga vit at hava eina føroyska pavillon. Hetta hevði av sonnum verið ein frálík tjóðarætlan, tað hevði verið ein gáva til politiska lívið og vinnulívið og tað hevði fyrst og fremst sømt seg fyri føroysku listina.

(IS)