Thursday, May 5, 2011

Skipa um



Birgir Kruse skrivaði herfyri á sínum bloggi (sum eg viðmæli øllum at lesa: http://birkblog.blogspot.com/2011/04/ljo-ur-husum.html) um tvær hendingar í mentanarlívinum fríggjadagin. Tann fyrsta var ”Millum Kongaminnið og kitsch” í Norðurlandahúsinum og hin var fráfaringarreseptiónin hjá Helga Fossadal í Listasavninum. Eg var somuleiðis til hesi bæði tiltøkini, men Birgir greiðir so mikið væl frá teimum, at mær nýtist ikki at brúka óneyðug orð. Mín uppliving av øllum líkist rættiliga nógv Birgirsa, fyrst tann fíni og positivi dagurin í Norðurlandahúsinum og síðan tann løgna stundin í Listasavninum, sum vakti nívandi tankar, sum ikki hvørva lættliga. Birgir endaði við at fara til Klaksvíkar at eta vaflur dagin eftir og eg leitaði mær somuleiðis út úr býnum og fór til sjós við familju og vinfólkum.

Tað, sum var so ógvuliga positivt í Norðurlandshúsinum var, at so nógv fólk – meira enn hundrað – vóru møtt fyri at kjakast um listina í almenna rúminum. Har vóru politikarar, arkitektar, borgarar, embætisfólk, listafólk og mong onnur, sum høvdu gjørt sær skilagóðar tankar um listina og almenna rúmið. Sjálvt um eg helt tað vera keðiligt, at listfrøðin ikki varð umboðað í skránni, hon tóktist púra burturgloymd, upplivdi eg tað sum um, at tað allíkavæl ber til at koma fram til eina semju. At vit øll hildu, at vit mugu gera okkum ómak og royna at finna nýggjar og betri mátar at handfara listina í almenna rúminum. Vit koma ymsastaðni frá, hava ymsar útbúgvingar og ymsar leiklutir, men vilja allíkavæl tað sama.

Tað vildu tey nógvu fólkini í Listasavni Føroya eyðsýniliga eisini. Sjálvdan havi eg sæð so nógv fólk klappa so hugaheitt fyri so nógvum lygisamum og intrigantum møsni. Her var einki eftir av góða lagnum í Norðurlandahúsinum, har ymisk fólk royndu at møtast fyri at gera tingini betri. Nú snúði tað seg um at staðfesta lygn og politikarar, embætisfólk og onnur feiraðu at tøgnin hevði sigrað yvir dialogin. Tey feiraðu, at man við at arbeiða fyri aftan tjøld og ikki luttaka í opnum kjaki, kann fáa alt sum man vil hava tað og at man via demonisering af teimum, ið siga einum ímóti á undurfullan hátt sleppur at gera júst sum ein vil uttan faklig og etisk atlit.

Dagin eftir skein sólin og Birgir Kruse fór sum sagt til Klaksvíkar har hann mátti staðfesta, at ”Vaflurnar í Klaksvík smakka betur enn listaumhvørvið í Havn”. Eg fór til sjós og fekk staðfest, at sól og havluft er gott fyri sálina. Vit sigldu nakrar tímar, men so kom knappliga roykur úr motorinum. Tað bleiv rættiliga friðarligt, tá motorurin steðgaði, men tað kom panikkur í meg. Eg var vís í, at eldur fór at koma í bátin. Men til alla eydnu var ein annar bátur ikki langt frá okkara og hetta var enntá ein bátur við einum góðum vini í og sum skjótt fann út av, at vit vóru í havsneyð. Tá eg lítla løtu eftir saman við trýára gamla soninum tók djarva (helt eg) stevið úr einum báti yvir í ein annan bát á opnum havi, var allur ivi horvin. Tað er ikki í lagi, at tað á Listasavni Føroya verða hildnar røður har listafólk verða lýst sum forbitrað, óforskammað og ósemjulig. Tað er á ongan hátt í lagi at kalla tey ónd. Skulu vit koma víðari og skulu vit gera alt eitt sindur betri, mugu vit skipa um - og tað stevið vil eg fegin stíga.

(IS)