Wednesday, June 8, 2011

Nevndin má taka frástøðu frá Sekel!

Onkrastaðni í danska kongaríkinum man sita ein listfrøðingur og hista av grimd. Tað er hann, Mikael Wivel, sum opinbart eigur rættiliga stóran part av ábyrgdini fyri 600.000 krónurs gølubók Listasavnsins: Sekel. Hetta skiltist á Martini Næs, nevndarformanni í Listasavni Føroya á fundinum í dag millum nevnd, nýggja stjóran, Nils Ohrt og okkum, ið hava undirskrivað eitt opið bræv til nevndina í Listasavninum sum mótmæli móti Sekel. Fleiri ferð var hetta nevnt, at tað, sum ein høvundur skrivar má standa fyri hansara egnu rokning. - Og hetta kann sjálvandi diskuterast bæði so og so, tí rokningina fyri bókina rindaði Listasavnið við stuðuli frá ymiskum føroyskum og donskum grunnum.

Nevndin harmast seks reglur í Sekel

Nevndarformaðurin byrjaði fundin við at bjóða okkum øllum at vera hjartaliga vælkomin. At ein opin bók verður svarað við einum opnum brævi dugdi hann einki órímiligt at síggja í, helt Martin Næs og legði aftrat, at hann eisini tað vera rætt at møtast face to face í staðin fyri, at vit nú skuldu í gongd við eitt alment brævaskifti. -Bókin Sekel hevur ein høvund, minti Martin Næs á og helt tað vera umráðandi at leggja sær í geyma, at tað ikki er stýrið fyri Listasavnið, ið hevur skrivað bókina. Nevndin hevur yvirhøvur hildið tað vera umráðandi at lata fakliga vitandi fólk skriva listabøkur til savnið, segði han, men bæði hann og nevndin harmast stórliga tær seks reglurnar í bókini, sum snúgva seg um Grafiska Verkstað Føroya. Hesar seks reglurnar kallaði stýrisformaðurin jánkasligar og harmaðist um, at bókin á henda hátt gjørdist íkast í einum stríði, sum einki gott hevur gjørt fyri føroyska listaumhvørvið. Rithøvundurin eigur ábyrgdina av sínum teksti og hann eigur eisini rættindini til tekstin, minti Martin Næs okkum á, men legði síðan aftrat, at opna brævið verður tikið til eftirtektar.


Ikki almenn listasøga?

Síðan varð greitt frá teirri vanligu mannagongdini, tá tað um bókaútgávur Listasavnsins ræður. Nevndin er ikki við í ritstjórnini og blandar seg fullkomiliga uttan um innihaldið í bókini. Martin Næs legði dent á, at Sekel ikki sum so er tann almenna føroyska listasøgan, tí tað snýr seg um hugsanir og sjónarmið høvundans, ið mugu standa fyri høvundans egnu rokning. Martin Næs legði tó aftrat, at hann væl dugdi at síggja, at bókin ikki kann standa einsamøll í sínum núverandi formi. Nevndarformaðurin endaði frágreiðingina við vónini um, at hildið var áfram at skapa list hóast ósemjur og so hopaði hann, at vit øll fara at síggjast í Listaskálanum.

Ymsar meiningar

Eftir frágreiðingina komu fleiri av áhoyrarunum við ymsum sjónarmiðum. T.d. harmaðist Steinbjørn B.Jacobsen um Sekel, men fegnaðist um ummælið hjá Lisbeth Bonde í Weekendavisen, har hon finnist at Sekel fyri at hava slagsíðu. - Vit áttu at sent eina frágreiðing til Weekendavisen, helt Steinbjørn og hetta hevði hann á orðið fleiri ferðir, at nevndin onkursvegna alment mátti taka frástøðu til bókina, ið fer so illa við Jan Andersson og fleiri av listafólkum okkara, t.d. meistaranum Hans Paula Olsen. Inger Smærup Sørensen rósti átakinum hjá nevndini í Listasavninum og helt tað vera ómetaliga positivt, at vit nú vóru boðin í Listasavnið og at 6 ár av tøgn endiliga vóru av. Anker Mortensen var ónøgdur við mátan, sum sonevndu útbrótararnir nú hava verið umrøddir hesi mongu ár og serliga í Sekel. Inger helt somuleiðis, at útsagnirnar bæði í Sekel, men eisini í eitt nú røðunum, ið vórðu hildnar, tá fyrrverandi leiðarin í Listasavninum, Helgi Fossádal fór frá, vóru øgiliga ógvisligur og spurdi nevndina hvat vit nú kundu vænta okkum. Árni Winther segði, at stríðið jú hevur verið heilt øgiliga ógvisligt og at fyrrverandi leiðari bæði hevði verið hóttur og happaður. Bárður Jákupsson bað hann um at konkretisera hesa útsøgnina, tí hann helt, at tað lá millum reglurnar, at onkur av okkum til staðar skuldi havt hótt ella happað fráfarna stjóra og hetta visti Bárður einki um. Men Árni Winther segði, at hetta bert var nakað, hann hevði hoyrt og sum hann ikki visti meira um. Bárður legði dent á, at nevndin í 7 ár ongantíð hevur gjørt nakra sum helst roynd at komið í dialog við sonevndu útbrótararnar.

Tað farna er ikki bara farið...

Sum tað altíð er á tílíkum fundum, hava tey, ið vara av skipanini, nevndarlimir osfr, hug at hyggja frameftir, meðan hini ynskja eina gjølliga viðgerð av tí farna fyri, sum Fríða Matras Brekku orðaði tað: "at forða fyri, at hetta nakrantíð endurtekur seg". Birgir Kruse kom við einum uppbyggiligum dømi frá egnum arbeiðsplássi, har tað eru 28 punkt, sum ein ritstjórn eigur at hava í huga og her vóru fleiri punkt, ið ikki vóru fylgd, helt Birgir og harmaðist serliga um órættvísu viðgerðina í Sekel av Jan Andersson. Bárður Jákupsson nevndi fruktagóða samstarvið, ið hevur verið millum Listasavnið og Steinprent og vónaði, at hetta fór at koma aftur í rætt lag. Jan Andersson takkaði fyri fundin og segði seg taka í móti umberingini vegna øll tey 90 listafólkini, sum hava arbeitt í Steinprenti. Sunleif Rasmussen greiddi frá, at hann hevur staðið á síðulinjuni undir listastríðnum, men at orsøkin til, at hann hevur skrivað undir uppá opna brævið er ein varhugi av, at maktin við Sekel hevur litað talifrælsi. Sunleif hevði ikki lisið alla bókina, men helt, at hann bara við at lesa eitt sindur, bar eyga við fleiri smá kongamorð, ið vórðu framd í bókini. Sunleif helt, at tað hevði sømt myndugleikanum at tikið frástøðu til bókina. Martin Næs segði seg skilja tað, ið var sagt og lovaði, at alt skuldi verða viðgjørt.

Nevndin má taka frástøðu alment

Og har eru vit so stødd í verandi løtu. Vit mugu sjálvandi bíða eftir, at nevndin í Listasavni Føroya hevur viðgjørt málið, men tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nóg mikið, at nevndin á einum afturlatnum fundi í Listasavninum harmast um seks reglur í Sekel. Tað er neyðugt, at móttakarin av bókini og tað vil í grundini siga vit øll verða gjørd varug við, at bókin hevur slagsíðu og altso er listasøgureingjandi. Hetta skal fráboðast alment og øll, sum hava hugt í bókina vita, at hetta ikki er eitt órímiligt krav og at tað als ikki snýr seg um sensur, tvørtur í móti. Tí sum nú er, verða fantastiskir listamenn sum Tórbjørn Olsen, Hans Pauli Olsen, Zacharias Heinesen lýstir sum hálvvánaligir listamenn, ikki av listarligum áðum, men av maktpolitiskum áðum. Teir skulu heilt einfalt líða fyri, at teir undir listastríðnum ikki stuðlaðu fyrrverandi leiðara í Listasavninum. Eg gjørdi vart við á fundinum, at stóra bókaverkið, sum stóð og breiddi seg har á diskinum í Listasavninum við heitinum "Sekel Færøsk kunst i 100 år" og við búmerki Listasavnsins, í ógvuliga stóran mun líkist eini almennari listasøgu, at tað í grundini er ómøguligt at fata bókaverkið sum annað enn eina almenna listasøgu og Martin Næs viðgekk eisini, at nevndin í síðsta enda hevur ábyrgd av útgávuni. Nú vóna vit bara, at nevndin tekur avleiðingarnar av hesi ábyrgd og alment tekur frástøðu til Sekel.

(KP)