Var tað sum Anker vildi, varð framsýningin hildin mest sum í loyndum, tí hetta er ikki ein maður við stórum keipum. Men við sínum inniligu, abstraktu myndum fær hann oftast sagt nógv meira enn tey, sum rópa harðast. Anker Mortensen er millum stovnararnar av Heystframsýningini, har hann er limur. Saman við Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Guðrið Poulsen prýddi hann skúlan í Hovi við verkinum Gásamál (2009). Tað eru tíggju ár síðan Anker Mortensen hevði ta seinastu stóru serframsýningina í Havn. Hetta var í Listaskálanum, tá hann fyllti 40 og nú er listamaðurin vorðin 50 og hevur við stuðli frá Mentanargrunninum fyrireikað eina nýggja framsýning.
Anker Mortensen hevur sum heild verið óvanliga leitandi listamaður. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av allahanda eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírslepum, sum ofta vóru límaðir á eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn. Á hesi poetisku framsýningini hekk ein røð av hvítum myndum, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum. Hesi verk innihalda ofta afturminningar til sakleysa og gandaða barndómsheimin uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir sum t.d. eina sól, ein bát ella trø, í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Anker byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera grá, blá, ljósareyð ella svørt osfr. og í henni sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, sum á poetiskan hátt røra okkum inn á sálina. Framsýningin í Listahøllini verður opin inntil 31.juli, mikudag til sunnudag frá klokkan 15 til 18.