Friday, September 9, 2011

Because you're worth it


Mær hevur ongantíð dámt hasar shampooreklamurnar, sum koyra undir slagorðunum: tí tú hevur tað uppiborið. Hasar kvinnupacificerandi sjálvsforkelilsisverkætlaninar við teirra meðan-tú-vaskar-hár-fari-eg-líka-út-og- royni-at-ávirka-samfelagið-strategium eru ikki lættar at hava við at gera. Og so eri eg eisini í iva um hvørt eg í grundini havi tað uppiborið. Haldi ikki, at eg havi gjørt nakað serligt til tess at hava betri hárpleygu uppiborna enn onnur fólk. Skal man vera eitt serliga gott menniskja ella skal man hava verið fyri onkrari líðing? Hvussu vita vit hvør hevur uppiborið at anga av L´Oréal?


Eg eri heldur ikki serliga væl foreint við orðafellið: vit hava teir politikarar og teir fjølmiðlar, sum vit hava uppiborið. Tí tað haldi eg hóast alt ikki, at eg havi. Eg eri ikki tann stóri filantropurin og eri heldur ikki nakar gudsóttandi tænari, men hetta havi eg for fanin ikki uppiborið. Og uttan at vita nakað um hvussu tit onnur liva tykkara jarðarlív, haldi eg heldur ikki, at tit hava tað uppiborið.

Vit hava ikki uppiborið eitt Kringvarp Føroya, sum brýtur allar avtalur um teirra virksemi og sleppur mentanini uppá fjall ella politikarar, sum ikki gera nakað við tað. Vit hava ikki uppiborið ein mentamálaráðharra, sum konsekvent ignorerar mentanarlívið ella avísir, sum leggja listafólk undir illgruna við idiotiskum herferðum og niðurlátandi málbrúki. Vit hava ikki uppiborið, at bæði fjølmiðlar og politikarar skammleyst hava niðurraðfest mentanina og slept listini uppá fjall.

Sannleikin er, at vit ikki fáa tað, sum vit hava uppiborið. Tí var hetta so, høvdu okkara politikarar fingið eina mynd av einum grátandi dreingi, sum var málað av einum tónadeyvum tónleikara, sum ikki hevði staðið kvøldskúlaskeið hvussu hann so royndi. Men tað fáa politikararnir ikki. Teir fáa eitt framúrskarandi mentanarlív, sum stríðist framá undir ótrúliga vánaligum viðurskiftum. Teir fáa listafólk, sum skriva, mála, spæla tónleik og sjónleik á høgum støði. Teir fáa list, sum bjóðar av, gleðir og lyftir andaliga loftið. Men í staðin fyri at spekulera uppá hvørjar hárrøtur hava uppiborið hvørjar vælgerandi silkioljur og hvørjir hálvheilar hava uppiborið hvørjar politikarar, kundu vit jú øll somul - tey sum hava hár, politikarar og fjølmiðlar - tikið ábyrgd og gjørt okkum ómak. Eitt veit eg: listin hevur tað uppiborið.

(IS)