Wednesday, February 9, 2011

Ikki av breyði eina...


Týsdagsdimman var hesa ferð á tremur í list og listaviðgerð og hevði raðfest at siga frá handanini av Gávugóðsi Thorvalds Poulsen av Steinum á eini heilari opnu. Og tað er gott, tí ikki er tað á hvørjum degi, at eitt av okkara ungu listafólkum fær 60.000 krónur. Men í grundini hendir hetta eina ferð um árið á føðingardegi vælgerðarans, 8.februar og tað er gleðiligt, at núverandi nevndin hevur avgjørt at gávugóðsið í løtuni verður handað samlað til eitt listafólk (og ikki til fleiri), so at tað veruliga munar. Beate L. Samuelsen hevur skrivað tvær greinir við myndum frá handanini og við relevantari faktaboks við nøvnunum á teimum, sum higartil hava fingið burtur av hesari flottu gávuni til føroyska samfelagið. Greitt verður frá hátíðarløtuni á Fróðskaparsetrinum, tá rektarin, Jóan Pauli Joensen handaði Dáva Juul Magnussen peningagávuna og harumframt hoyra vit eisini fegna og takksama trombonespælaran m.a. úttala seg positivt um føroyskar musikkskúlalærarar. At enda í greinunum stendur røðan hjá rektaranum eisini siterað, har hann m.a. segði: “Matur, klæði og tak yvir høvdið er neyðugt hjá okkum øllum, men um vit ikki eisini hugsa um at menna listina og finna samleika í mentan okkara í einum breiðum høpi, so hendir tað, at ungu fólk okkara fara aðrastaðni at leita, tí heimurin er opin fyri hugaðum fólki. Tað er sagt so væl við bíbliuorðunum: menniskjan livir ikki av breyði eina. Hesi orð bera í sær eitt hugsjónarligt dýpi av øllum tí eksistensiella høpinum í okkara lívi sum menniskju her á fold. Skaparin hevur lagt í okkum menniskju evnini at hugsa og skapa í víðastu merking og uttan hesa gávu hevði nógv verið trist, kalt og lítið avbjóðandi.”

Meðan huglagið er fjálgt og hugnaligt júst sum tað eigur í tílíkum fagnaðarrøðum og greinum, sýnist hugburðurin øðrvísi óblíður fyri ikki at siga illfýsin í greinini um starvslønirnar, sum eisini fyllir eina heila opnu í týsdagsdimmuni. Skuldi greinaskrivarin, Finnur Jensen brúkt bíbliusitatið hevði tað helst ljóðað meira henda vegin: "Listafólk liva ikki av breyði eina, men av reyðvíni og búffum og tonsavís av pengum, sum tey pína burtur úr landinum, meðan tey ganga heima hond í lumma og gera so lítið sum møguligt". Greinaskrivarin hevur tosað við ymisk fólk til tess at fyrireika greinina og hann nevndi fyri mær í telefonini, at hann ætlaði at provokera eitt sindur og tað skal eg halda við. Greinin byrjar við letinga-ramsuni (t.e. Mánadag havi eg einki at gera. Týsdag havi eg góða tíð osfr.) ið leiðir fram til niðurstøðuna, at listafólk, ið hava fingið starvsløn muna kenna seg aftur í ramsuni.

Eg eri satt at siga málleys yvir hvussu illa tey verða viðfarin, hesi menniskju, ið hava verið so tollut at velja sær eitt yrki við sera óvissari og óstøðugari inntøku. Greinin hjá Finni Jensen er fyrsti partur av eini greinarøð, sum aftur í dag er forsíðusøga hjá Dimmalætting og sum enn einaferð tykist tala til lægsta felagsnevnara. Mynd sæst av trimum at síggja til væl hýrdum listamonnum - og ei undur í tí skilst á yvirskriftini við stórum bókstavum: "TEIR FÁA EINA MILLIÓN Í PART FRÁ TÍ ALMENNA". -"Hurra! - frá hvørjum?" nái eg bilsin at hugsa, men komin inn í blaðið á síðu 22 skilji eg, at talan er um eina samanlegging av tí, sum hesi listafólkini hava fingið tilsamans síðan 2001. Antihurra!

Støðið er veruliga lágt og óseriøst og yvirskriftin inni í blaðnum "Tað almenna blakar milliónir eftir listafólkunum" vekir minnir um fjákuta úttalilsið hjá Gerhardi Lognberg her fyri. So lágt sum støðið er, troysti eg mær ikki hagar at greiða frá hvussu umráðandi listin er fyri eitt samfelag og tað hevur setursrektarin eisini klárað her omanfyri. Andaliga fáa vit nógv burtur úr listini, men breyð má til, bæði hjá okkum og hjá listafólkunum. Aðrastaðni hava tey fyri langari tíð síðani funnið út av, at listin ikki bert veitir sálini føði. Hon kastar eisini vinning av sær, tá eitt nú tá mentanaráhugað ferðafólk ganga í fótasporunum hjá Williami Heinesen, ella vitja heimlandið hjá Teiti Lassen. Okkara listafólk eru okkara bestu sendiharrar og skapa støðugt áhuga fyri okkara landi samstundis sum tey við teirra listarliga úttrykki økja um trivnaðin og takk fáið tit øll fyri tað. Eg vóni ikki at tit tíggju "stuðuls-toppskorarar" missa mótið av soleiðis at vera alment stillað út. Um onkur innari svínhundur goyr so lystiliga, so vænti eg, at fólk flest fegnast um, at tykkara listarliga arbeiði verður stuðlað.

Í staðin fyri eina neyðuga, seriøsa viðgerð av stuðulsøkinum viðvíkjandi føroysku listini og eini meting av hvørt broytingar er neyðugar letur Dimmalætting sær lynda við at heita á lægsta felagsnevnaran, sum í ringum tíðum kann gerast rættiliga lágur og tað er stórt spell fyri okkum øll.

PS: Teir tríggir listamenninir á forsíðuni á dagsins Dimmu hava skapað framúrskarandi verk sum t.d. Kirkjurnar á havsins botni, Brúgvar av svongum orðum, September í bjørkum sum kanska eru bláar, Ó, Babel, The Singer (saman við Teiti) og skuldu sjálvandi allir tríggir verið millum tey, sum fingu fastan (inntøkureguleraðan) stuðul av føroysku fíggjarlógini.


(KP)