Monday, January 17, 2011

DetFeröscheCompagnie – frásøgn frá einum ræðuskíti



Seinastu tíðina verið kjakast um ummæli - serliga leiklistarummæli. Sjónleikarar halda, at ummælini, sum tey fáa, ikki liva upp til fakligan standard og at ummælararnir eru meira áhugaðir í at lummafilosofera og spæla smartir enn at greina kritiskt. Ummælararnir halda hin vegin, at teir sýndu leikirnir eru undir teirra støði og at sjónleikararnir eru smásárir, tá teir ikki tola kritikk. Sum ein sannur ræðuskítur verði eg noydd at leggja meg eitt sindur mitt í millum sjónarmiðini. Eg haldi, at ein viss fakligheit er ynskjandi í einum leiklistarummæli og at tað klæðir einum ummælara at hava at hava holla vitan og at duga at liva seg inn í fortreytirnar hjá leiklistini, men eg meini eisini, at atfinningarsom ummæli heilt avgjørt eru neyðug fyri listakjakið og at kritisk ummæli ikki bert verða skrivað út frá fakligheit, men eisini út frá persónligum smakkvísi og øðrum, sum ummælarin nú man innihalda.

Sostatt er hetta ikki eitt ummæli, men ein frásøgn hjá einum ræðuskíti um eitt kvøld í Tjóðpallinum.

Tað er DetFeröscheCompagnie, ið skipar fyri leikinum "Indberetninger fra en Rejse i Færø”. DetFeröscheCompagnie er sjónleikarbólkur mannaður av: Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Sámal Blak, Jens L. Thomsen, Kjartan Hansen og Árni Baldvinsson, ljósmakari, Kjartan Jespersen, ljósmaður og Gunnvá Zachariassen úr bólkinum Tvazz. Leikurin er íblástur av høvuðsverki Jens Christian Svabos um Føroyar frá 1782 og føroyskum søgum og sagnum - alt tað heila umbroytt í einum ógvisligum, stuttligum og villum, men eisini poetiskum, rørandi, vakrum og skroypiligum úttrykki.

Bólkurin kallar leikin fyri ein listarligan verkstað og tey leggja í tíðindaskrivi dent á, at talan ikki er um eina siðbundna framførslu, har áskoðararnir eru avmarkaðir av teirra føstu plássum, men um ein opnan verkstað, har áskoðararnir við at ganga runt á pallinum millum sjónleikararnir fáa høvið til at gerast partur av listarligu skapanini og fáa innlit í mannagongdirnar, sum liggja aftan fyri eina framførslu. “Hetta er tó ikki ein improviserað framførsla, men ein framførsla, sum enn er ein skitsa og har arbeitt verður víðari aftaná leiklok. Hetta slagi av leiklist kann kanska kallast performance teatur ella kanska ein interaktiv installasjón. Ella okkurt heilt annað, sum hevur sín heilt egna og serstaka dám, sín egna ”DetFeröscheCompagnie dám””, skriva tey.



Kanska kann formurin lýsast sum eitt slag av cross-over verki, har ljóð, ljós og mynd verða integrerað og ymisk listasløg sum myndlist, dansur, málsligir tekstir, sangur, tónleikur, frásøgn og leiklist mynda nýggj og øðrvísi sambond. Hesar ymisku listirnar verða í hondunum hjá DetFeröscheCompagnies demokratiskt javnsettar. Tað kann samanberast við eina kollasju, har allir partar eru eins umráðandi og har litir og formar skulu samlast og endursamlast alla tíðina eftirhondini sum myndin broytist, á sama hátt sum leikarin alla tíðina skal fyrireika seg til nýggjar støður á pallinum. Partarnir, sum ”Indberetninger fra en Rejse i Færø” er sett saman av eru tó ikki bert litir og formar, men eisini søgur, tónleikur, ljóðmyndir og ymisk pallútgerð og lutir, sum verða settir inn í nýggj og øðrvísi høpi - allir partar skapa assosiatiónir og konnotatiónir, sum mynda heildina í leikinum

Tað áhugaverda, sum hendir, tá allir partar verða blandaðir og javnsettir og t.d. scenografiin spælir saman við leikarum og áskoðarum er, at eitt spæl kyknar millum subjekt og objekt lutfallið. Lutfallið subjekt og objekt verður allatíðina vent og snarað og tað verður lagdur dentur á hetta við, at kroppurin hjá leikarunum fleiri ferðir verður tingsliggjørdur og við, at dukkur hava ein umráðandi leiklut í leikinum, bæði sum partur av scenografiini og sum leikarar. Í grundini var tað okkurt við øllum hesum spælinum millum objekt og subjekt, sum minti meg um dukkusjónleik. Og so allíkavæl ikki, tí her eru so nógv ymisk úttrykk við, at tað vildi verið skeivt bert at sipa til eitt ávíst úttrykk. Talan er helst heldur um eina dialektiska mannagongd.

DetFeröscheCompagnie umboðar á henda hátt eina øðrvísi skapanarprosess enn vit eru von við í siðbundnari leiklist. Støðið verður ikki bert tikið í einum teksti og einari tulking, men í fleiri tekstum og fleiri tulkingum og talan er sum heild um eina heilt aðra dramaturgi. Men hóast leikurin sjálvandi í sær sjálvum er ein avbjóðing til siðbundu leiklistina haldi eg, at tað var áhugavert, at bólkurin brúkti elementir frá hesi somu "vanligu" leiklistisini. Millum annað kallaðu tey partarnar í leikinum fyri senur og ikki fyri fragment, sekvens, tableau ella okkurt tílíkt. Har vóru eisini illustrativ og ekspressiv elementir, sum vit kenna frá siðbundnari leiklist og spælararnir vóru greidliga ikki bert upptiknir av forminum, men í stóran mun av tilfarinum og av søgunum, tey vildu siga. Tey tóktust sera engasjerað í innihaldinum og hetta lyfti tað heila frá at vera eitt reint formeksperiment til nakað, sum eg persónliga fataði sum meira nuanserað og áhugavert. Tann sjangruvíðkandi framburðurin verður sostatt ikki alt endamálið og áskoðararnir eru ikki bert vitni til eina sterka visuella og auditiva laboratoriuroynd, vit uppliva eisini nakað sum er djúpari og meir umráðandi enn tað.



Ætlanin hjá DetFeröscheCompagnie er at taka leikin uppaftur seinni á árinum, samstundis sum arbeitt verður við at fáa leikin á festivalar uttanlanda.
Sýningar verða hesar dagar á Tjóðpallinum 15. 16. 17. 18. 19. og 20. Januar, allar sýningar kl. 20.00
Umframt almennar sýningar verða eisini skúlasýningar fyri framhaldsdeildum og miðnámsskúlum.
Atgongumerki á einans 100 kr. fáast í Kunningarstovuni í Havn ella við dyrnar á Tjóðpallinum ein tíma undan sýning.

(IS)