Showing posts with label Ólavsøkuframsýningin 2013. Show all posts
Showing posts with label Ólavsøkuframsýningin 2013. Show all posts

Monday, August 26, 2013

Ein væl vitjað Ólavsøkuframsýning og ein slitin sangur um listarliga elitismu

Ólavsøkuframsýningin fyri 55 árum síðani - amatørisman er ikki  serliga eyðsýnd


Í DAG verður Ólavsøkuframsýningin tikin niður og allir luttakarar verða bidnir um at koma eftir sínum myndum frá 12-16. 1900 fólk hava sæð framsýningina. Listafelag Føroya stendur fyri Ólavsøkuframsýningini og sum kurator vil eg takka Hilmari Høgenni, formanni og nevndini í felagnum fyri álitið og fyri góðu hjálpina frá Oggi Lamhauge og Jóhan Martin Christiansen við at seta framsýningina upp.
Eg takki somuleiðis øllum luttakarum fyri, at tey tóku so væl í móti upplegginum og vildu vera við í framsýningini og av hjarta takki eg eisini yrkislistafólkunum fyri, at tey vildu vera við - ikki minst er tað ein serlig gleði, at Zacharias Heinesen hevði hug at ríka um framsýningina við sínum ljóssprongdu kompositiónum, sum meir enn nakað hava definerað føroysku listina í eina hálva øld. Zacharias Heinesen er framúrskarandi málari og so er hann eisini ein livandi listasøgulig legenda, sum minnist Ólavsøkuframsýningarnar fyrr í tíðini, t.d. stóru løtuna, tá Nólsoyarmálarin Steffan Danielsen hevði funnið sær dirvi til at venda sær til táverandi mentanarelituna við málningum til Ólavsøkuframsýningina.


Ólavsøkuframsýningin - Áhuga- og yrkislist í fjølbroyttari eind

Ramasjang

Eg haldi sjálv, at sameiningin millum áhuga og yrkislist skapar eitt sindur av lív í og ramasjang á ársins Ólavsøkuframsýning, sum hóskar til veitslukenda ólavsøkuhøvið. Fleiri áskoðarar hava sagt seg vera bilsnir um, at eg í so mikið stóran mun havi valt at taka áhugalistina við sum eg havi, tá eg nú plagi at halda uppá, at støðið í Listasavninum eigur at vera tornhøgt. Eri enn sannførd um hetta, men eg havi í kurateringini tikið atlit til, at Ólavsøkuframsýningin søguliga sæð er ein blandingsframsýning. Hetta hevur hon í hvussu so er verið í míni egnu tíð, eg havi eitt nú upplivað meistaralig verk hjá Ingálvi av Reyni undir somu lon og í summum førum enntá undir liðini av vóngevandi debutverkum. Eg haldi í grundini, at Ólavsøkuframsýningin í gomlum døgum var ein úrvalsframsýning, hetta hevur helst fleiri orsøkir, m.a. hongur tað saman við einari undirskiltari semju um eitt minstakrav til dygd, tvs. størri sjálvkritikki og av tí, at nógv færri fólk góvu sær stundir til at fáast við list av áhuga tá í mun til nú. Eg veit ikki hvussu tað verður í framtíðini. Kanska fer Ólavsøkuframsýningin at vera flutt í onnur høli enn Listasavnið, hon var á sinni í aulaini í Kommunuskúlanum og hevur eisini verið í Norðurlandahúsinum okkurt árið. Eg rokni við, at hetta verður gongdin, nú ikki bara listin, men eisini umhvørvið kring hana verður yrkisgjørt og optimaliserað.


Arrogant elitisma

Í hesum sambandi er áhugavert at lesa ta fyrstu greinina í mentanarblaðnum punktum.fo hetta vikuskiftið. Tað er Inger Smærup Sørensen, ið hevur spurt samfelagsfrøðing ymiskt um mentan og samfelag. Tað er áhugavert at lesa hansara fatan av evninum í øllum førum inntil næstseinastu spaltu, tí her byrjar sami sangur, sum vit hava hoyrt áður og sum snýr seg um alt tað, sum listafólk og mentafólk skulu, m.a. taka í egnan barm og vera fitt og rúmlig akkurát sum fyrr í tíðini, tá alt var betri enn nú. Í greinini stendur: "Eg eri sannførdur um, at professionaliseringin av listini - tað at tosað verður um list, sum nakað man kann og skal liva av - hevur havt við sær, at listin hevur eina minni fólksliga og politiska apell í dag enn fyri 40-50 árum síðani, tá ryggurin í føroyskari list vóru glaðir og í nógvum førum dugnaligir amatørar, sigur Jóanes N. Dalsgaard. Serliga seinnu árini hava vit sæð eina stremban eftir at "reinsa" listina fyri íkast frá amatørum. Eksklusivitetur og arrogant elitisma er meira "loyvt" í dag enn fyrr, men hetta  er ikki fremjandi fyri politisku integratiónina av list.". 



Samfelagsligi ágóðin av listini er stórur

Lat meg beinan veg bekenna meg sum ein politiskan vingliskølt, men við stórum samhuga við ideologiini hjá vinstravonginum og tí sosiala hugburði, sum hendan ideologi manifesterar og sum er týðilig í tí mentanarhugburði, sum Jóanes N.Dalsgaard leggur fram í greinini. Tað ber ikki til at seta sosial krøv til listina á tann hátt, sum stjórnmálafrøðingurin ger. Sosial atlit og listarlig dygd eru onkursvegna inkompatibel hugtøk, tí listin er eliter av lyndi og tað tykist púra burtur úr vón og viti at royna at sosialisera hana. Sjálvandi kunnu listafólkini organisera seg á sama hátt sum aðrir bólkar í samfelagnum. Tað royna tey eisini at gera í ein ávísan mun, men tey eru fá, og ofta hendir tað, at tey framúrskarandi listafólkini halda seg til listina, meðan hini dáma og duga betri at hava fundir og natúrliga enda við at skapa betri fyrimunir fyri seg sjálvi. Hetta ber við sær ónøgd og ósemjur innan feløg, sum eru frustrerandi hóast tær eru væl skiljandi. Sjálv haldi eg, at vit fáa so nógv gott burtur úr dygdarlistini bæði heima og uttanlands, sum t.d. nú arabiska sjónvarpsstøðin Al Jazeera í eini rættiliga deprimerandi sending um føroysku fráflytingina staðfestir, at listin trívist í Føroyum ella tá Tróndur Patursson sýnir fram í Washington og Føroyar av tí sama fáa pláss í Washington Post. Okkara ágóði av listafólkunum er so mikið stórur, at vit áttu at miðsavnað okkum um, at gera umstøðurnar tær allarbestu hjá Tróndi og øðrum yrkislistafólkum. Sjálvandi skulu vit eisini hava sosialu dimensiónina við og t.d. skapa góð gróðrarlíkindi fyri tey mongu listaáhugaðu - her hevði ein listaskúli komið sera væl við. Ein ítøkilig byrjan hevði verið at sent fleiri hundrað føroyskt- og dansktlærarar á skeið bæði í fólkaskúla og miðnámi, tí teimum vantar grundleggjandi førleikar at undirvísa í myndagreining, hóast myndir eru partur av víðkaða teksthugtakinum og sum so tilfar, næmingarnir sambært kunngerð frá mentamálaráðnum, skulu duga at viðgera.




Illvilji móti listini?

Jóanes N.Dalsgaard hevur at elitismu á fleiri økjum og heldur, at "sama arroganta elitisman" sæst aftur í, hvussu miðlarnar viðgera mentan og list og at hetta er við til at skapa illvilja móti listini". Her skilji eg ikki heilt hvat samfelagsfrøðingurin sipar til. Umframt tær lutfalsliga stokkutu fjølmiðlaløtur, tá eg sjálv og nøkur fá onnur hava dittað okkum at skyna á millum góða og vánaliga list, haldi eg avgjørt ikki, at arrogant listarlig elitisma kann sigast at hava havt serliga góðar dagar í føroyskum fjølmiðlum. Listin hevur sum heild verið heldur niðurraðfest í fjølmiðlunum, hetta var ein orsøk til, at vit stovnaðu Listabloggin, men síðani hevur Dimmalætting tikið rósverda stigið til mentanarblaðið punktum.fo og hetta er at fegnast um, eisini hevur Dagur og Vika mentan og list á skránni viðhvørt, umframt In mente plagar at vera eina ferð um vikuna í útvarpinum, men hesar sendingar hava ikki verið á skránni í næstan tveir mánaðar í summar. Sjálv havi eg í grundini sera góðar royndir av at hava ummælt og miðlað list seinastu átjan árini og eg eri fegin um á henda hátt at hava verið partur av yrkisgerðini innan føroyska listaøkið. Eg upplivi ikki nakran illvilja móti listini millum fólk flest. Tvørturímóti haldi eg, at áhugin er stórur millum fólk, men at ov lítið hevur verið gjørt við listina í fjølmiðlunum. Eg fati hetta ikki sum eina avleiðing av vantandi fólksligum áhuga, men sum eina misskilta roynd frá fjølmiðlum at tala niður til brúkaran í vónleysari roynd at seta seg millum stólarnar fyri at fáa fatur á teimum, sum nettupp ikki kunnu røkkast, tí tey ongan áhuga hava fyri dýpd og substansi og friður verið við tí, øll kunnu ikki hava áhuga fyri tí sama.


Virðing fyri serfrøðini

At enda í greinini hevur samfelagsfrøðingurin nøkur ráð til tey listafólk, sum ynskja, at teirra øki fær størri politiskan áhuga og hesi ráðini verða løgd fram eins og krøv: "Fyri tað fyrsta mugu listafólk semjast um eina felags dagsskrá og enda síni, fyri uttanfyristandandi at síggja meiningsleysu innanhýsis stríð. Fyri tað næsta mugu listafólk vísa virðing fyri estetisku preferensunum hjá fólki, sjálvt um hesar ikki eru samanfallandi við tær "autoriseraðu". Listafólk noyðat eisini at hava og vísa áhuga fyri tí, sum annars rørir seg í samfelagnum, tað veri seg makrelur, undirsjóvartunlar ella eldrarøkt. Listafólk mugu síggja mentanarpolitikkin sum ein integreraðan part av politiska lívinum og ikki sum nakað kvalitativt øðrvísi ella betri enn annar politikkur". Eg má siga, at tað er hugstoytt, at ein serfrøðingur sum Jóanes N.Daslgaard ikki virðir stríðið hjá listafólkunum, sum júst var grundað í ónøgd við vantandi serfrøði, eg ivist onga løtu í, at hann sjálvur hevði verið sera ónøgdur, var ein persónur uttan fakliga útbúgving vorðin stjóri í týdningarmesta stovninum á hansara øki. Eg veit ikki hvat tað er, sum hendir við fólkum, tá tey hoyra orðið list. Tað er sum um, at øll vanlig atlit til professionalismu hvørva, eg kenni einki annað yrkisøki, har sosial krøv verða sett um at øll skulu sleppa at vera við, sum tað verður, tá talan er um list, og eg kenni einki annað øki, har fólk í so stóran mun vanta eina virðing og fatan av, at list er eitt yrki eitt starvsøki júst sum øll onnur. Listafólk verða eitt nú ofta biðin um at lata eitt verk til ymiskt vælgerandi. Hugsið tykkum, at vit á sama hátt ringdu til sakførarar ella rørleggjarar og spurdu um hann ella hon vildi lata eina mánaðarløn til eitt gott endamál. Hatta kundu eingin funnið uppá, tí vit virða sakførara- og rørleggjarastarvið sum eitt "ordiligt" starv og tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit skyna á millum nær list er yrki og nær hon er áhugi. Tað snýr seg ikki um ein fascistiskan tørv á at døma nøkur sum betri enn onnur, tað snýr seg um, at nøkur liva av listini og dyrka hana hvønn tann einasta dag til okkara frama. Og hatta við at vísa virðing fyri estetiskum preferensum sum eru óautoriseraðar  skilji eg als ikki, tí í veruleikanum hava autoritetir bæði í land og kommunum í fleiri ár sýnt størri áhuga og virðing fyri tí sonevnt "óautoriseraða", fyri teimum verkum, sum vit smakkdómarar kanska hava kolldømt. Listarligir autoritetir hava lítlan og ongan týdning í føroyska samfelagnum og hava vit nakað fílabeinstorn her á landi, man tað vera minst líka jánkasligt og illa hildið sum føroyski tjóðpallurin og føroyska akademisman, ið bæði eru at kalla ikki eksisterandi á sama hátt sum føroyskur mentanarpolitikkur ikki hevur verið sjónligur uttan ta skemdarløtu, tá Bjørn Kalsø tók tjúgu prosent av listastuðlinum. Henda dáragerð er hansara einasta íkast til føroyska mentan hesi árini hann hevur sitið í mentamálaráðharrasessinum. - Føroysk kjakmentan er ikki til, verður sagt og endurtikið upp í saman, men tá listafólk og mentanaraktørar taka orðið fyri seriøst og kritiskt at lýsa mentamál og greiða frá sjálvsøgdum órætti, verður tað skýrt at vera grenj og dømi um vantandi veiggj og offurmentalitet.

Eg havi hug at venda krøvunum hjá samfelagsfrøðinginum við og krevja, at føroyska samfelagið sum heild virðir listina í størri mun og at serstakliga politiska skipanin virðismetir listina í størri mun og at hendan virðing endurspeglast í teimum, ið verða sett á ovastu mentanarpolitisku rókina í mentamálaráðnum og í mentanarnevndini. Mentanarpostar eru eftir øllum at døma andaliga skrellispannin hjá politisku skipanini, har fólk verða beitt, sum ikki hava nóg stóra tign og nóg stóran týdning til veruliga politiska makt. Virðingin er ikki til í løtuni í politiska landslagnum, men hetta hevur sum so einki við illvilja hjá fólkum at gera, tí føroyingar eru væl greiðir yvir ómetaliga virðið á listini. Eg meti politiska illviljan móti yrkislistini vera part av vantandi virðingini mótvegis allari serfrøði, sum merkir politikkin hjá sitandi samgongu og sum Búskapar og Løgfrøðingafelagið loksins finst at.





(KP)



Friday, August 23, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Jón Sonni Jensen





Meginparturin av Ólavsøkuframsýningini er myndir. Verkið hjá Jón Sonna Jensen er ikki nøkur mynd, tó at tað hongur á vegginum eitt sindur fyri seg sjálvt niðri í gamla salinum í Listasavninum. Einsamalla støðan leggur dent á, at talan er um eitt øðrvísi verk. Verkið minnir um eitt klæði og kundi verið eitt dømi um tekstillist, men eg haldi, at rætta sjangran í hesum føri man vera installatiónslist. Talan er um eitt stórt stykki av latex, 200 cm x 30 cm x 30 cm, sum listamaðurin hevur viðgjørt og litað og sum síðan er hongt uppá ein seym eins og var tað ein frakki ella eitt plagg av onkrum slag. Eg hoyrdi onkran í Listaskálanum umrøða verkið sum "Líkklæðið" og tað er kanska ikki so løgið, tí onkursvegna tykist tað merkt av fráveru. Tær mongu vøkru legdirnar í klæðinum minna eitt sindur um klassiskar standmyndir og í hesari assosiatiónini gerst áskoðarin varugur við, at persónurin vantar, sum klæðið plagar at vera sveipað rundanum. Samstundis sum verkið ber við sær ymiskar dramatiskar, klassiskar assosiatiónir, er okkurt ógvuliga viðbrekið við verkinum. Tunna líkklæðið minnir um eina membran, ella um húð ella um lívgøgn við tunnum æðrum, men hví er tað tá hongt uppá ein seym? Tað ber til at fáa nógvar søgur burtur úr hesum verkinum, sum skal síggjast har tað er framsýnt í Listasavninum. Farið sjálvi niðan og hyggið. Nú fer at vera síðsti møguleiki at síggja ella endursíggja Ólavsøkuframsýningina, ið verður tikin niður mánadagin.




(KP)


Thursday, August 15, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Hansina Iversen

Ólavsøkuframsýningin 2013 er í síni heild presenterað og miðlað væl og virðiliga í fjølmiðlunum, men á framsýningini eru tilsamans 363 verk og tey eru eyðvitað ikki øll nevnd í tíðindaskrivinum. Eg havi skrivað nakrar tekstastubbar um nøkur útvald verk. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til 24.august.




Nonfigurativu myndirnar hjá Hansinu Iversen hanga á suðurvegginum niðri í salinum, har tær ávirka alla framsýningina, hita hana og lyfta hana upp. Myndirnar eru dømi um hvussu væl fyri, Hansina Iversen er tekniskt og hvussu suverent, hon megnar at gera eina kompositión, sum tykist banal og einføld, men sum tykist alsamt meira kompleks og full av spenningi, jú nærri tú hyggur at henni. Hygg t.d. at glógvandi gulu, reyðu, gráu, bláu og reyðu myndini í miðjuni. At byrja við sýnist myndin nøkulunda symmetrisk við teimum báðum bogaðu strokunum, sum saman mynda eitt X miðskeiðis í myndini, men alt reglusemi í hesari myndini er jú fult av undantøkum. Tey rundleittu gulu skapini hava okkurt menniskjakent yvir sær eins og tvær gular menniskjaverur, ið nærkast og verða drignar at hvørjari aðrari í blindum sum tey elskandi í kendu myndini hjá Magritte. Men við einum eygnablunki hvørvur assosiatiónin og eftir standa nonfigurativ organisk skap, sum í klárum litflatum taka seg fram og aftur, liva og danda á myndaflatanum, okkurt tykist vera undir og okkurt liggur omaná, men hetta lutfallið skiftir alt eftir hvar eygað fokuserar - eitt sindur á sama hátt sum við vasamyndini, sum danski sálarfrøðingurin Edgar Rubin lýsti í bókini Synsoplevede figurer í 1915, tá hann gjørdi vart við at eygað av sær sjálvum leitar eftir skyna á millum figur og grund á myndaflatuni og at lutfallið millum figur og grund er grundleggjandi eintýðugt. Menniskjað megnar ikki at síggja bæði vasan og andlitini samstundis, okkara perseptión er soleiðis háttað, at vit síggja bara annað í senn og sostatt er tað eins og myndin flytur seg alla tíðina. Tað sama hendir við myndini hjá Hansinu Iversen, men uttan at myndin verður avmarkað av av einum ávísum myndevni, eini sagdari søgu, og tessvegna endurnýggjar myndin seg alla tíðina í huganum hjá áskoðaranum.











(KP)





Wednesday, August 14, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Elin Josefina Smith


Ólavsøkuframsýningin 2013 inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk, bæði yrkis- og áhugalist. Framsýningin er í síni heild presenterað væl og virðiliga í fjølmiðlunum, men fleiri verk eru sjálvandi við á framsýningini, sum als ikki eru tikin uppá tungu. Til stuttleika havi eg valt nøkur út til smærri viðgerðir her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25.august.

Tær tríggjar tekningarnar hjá Elini Josefinu Smith gera kanska ikki tað stóra um seg, har tær hanga í salinum við trappurnar beint við síðuna av á skriftini á vegginum hjá Tóroddi Poulsen. Tær eru ikki so øgiliga stórar og tær eru svart hvítar, men har er ein øgilig ferð í strikuni, og gevur tú teimum ans, eru tær í grundini rættiliga frískar og serstakar bæði í formi og innihaldi. Elin J.Smith er úr Havn, og býr í Danmark, men hon er ikki heilt ókend innan føroyska listaumhvørvið, eitt nú hevur hon framsýnt í Smiðjuni í Lítluvík. Elin Josefina Smith hevur gingið á listaháskúla í Holbæk og á  Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn. Hon málar, teknar og fæst somuleiðis við grafikk. Stílurin í hennara myndum kann kanska plaserast onkrastaðni millum, kubismu, fauvismu, litríka naivismu og outsider art, hann er ringur at definera. 

Eg haldi, at myndin "Yvirgangsaldur" er serlig. Eg eri í øllum førum rættiliga vís í, at eg ikki havi sæð tey óelegantu skiftisárini umboðaða áður í føroyskari myndlist, tó at hesin fjandanskapurin av einari biologiskari prosess heilt vist er og hevur verið mangari konu til stóran ampa. Føroysk list hevur sum heild ikki tikist tað stóra við likamligt forfall og tí er hendan myndin ansvekjandi. Myndamálið er vilt, avgjørt og humoristiskt, tað minnir eitt sindur um satirutekningar. Vit síggja eina kvinnu, sum er avmyndað í køkinum ella tað billi eg mær inn, og kanska stákast hon við onkrum húsligum. Í øllum førum haldi eg meg síggja umhvarvið av einum komfýri vinstrumegin í myndini. Høgrumegin sæst, at avmyndaða kvinnan hevur ein ordans hitatúr, tí hon sveittar uppí eina heila vaskispann. Hetta er ein herlig tekning, takk fyri hana, Elin Smith og takk fyri at gera yvirgangsaldurin til tema í føroyskari myndlist.




(KP)

Tuesday, August 13, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Jóhan Martin Christiansen



Ársins Ólavsøkuframsýning inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Framsýningin er í síni heild presenterað og miðlað í fjølmiðlunum, men nógv eru verkini, sum als ikki eru nevnd. Til stuttleika havi eg valt nøkur út og fari komandi dagarnar at hava smáar viðgerðir av verkum á Ólavsøkuframsýningini her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25.august.


"Lazarus" eitur eitt áhugavert verk á Ólavsøkuframsýningini 2013, tað er ein lítil mynd hjá Ingálvi av Reyni, sum ungi listamaðurin Jóhan Martin Christiansen hevur vent við so, at hon hongur á høvdinum. Upprunaliga er tað ein kyrrlutamynd, sum Ingálvur av Reyni málaði í 1973, ein vøkur mynd, sum ímyndar eina geometriseraða uppstilling av ymsum lutum á eini flatu. Grundhugskotið við at venda verkum á høvdið og at listafólk viðgera verk hjá hvørjum øðrum er als ikki nýtt, og innan modernistiska list, har intertekstualitetur, tilsipingar og negatión eru megintættir, kunnu vit næstan kalla tað fyri ein part av eini meginrørslu við ikonoklastiskum listaverkum, sum handfara ella "defaca" eksisterandi verk. Eitt av teimum kendastu er verkið hjá Robert Rauschenberg "Burturviskaður De Kooning" frá 1953.

Umvendingin av myndini hjá Ingálvi av Reyni er framd við loyvi frá familju og savni og eg veit hon er framd við størstu hávirðing, inspirerað av stóra týdninginum, sum Ingálvur av Reyni hevur listarliga fyri Jóhan Martin Christiansen og sum forrestin eisini sæst á hinum verkunum hjá honum á Ólavsøkuframsýningini. Upprunaliga hugsaði Jóhan Martin Christiansen um at gera eina videoinstallatión til at hava saman við umvendingini og í sambandi við hesa ætlan hevði Jóhan Martin Christiansen eina samrøðu við meg, sum fyrst og fremst snúi seg um anekdotir, ordiliga uppá tann typiskt føroyska, hugnaliga mátan, sum gevur einstaklinginum eitt pláss í uppmerksemissólini í núinum við støði í fortíðarminnum um slekt og samfelag: "Hvat minnist tú um Ingálv av Reyni". Og sjálvandi minnist eg alt møguligt, eri uppvaksin í sama grannalagi uppi á Lützenstrøð, har Ingálvur av Reyni búði saman við familjuni, so eg eri á tremur av anekdotum, sjálvt um eg satt at siga ikki veit eina einastu anekdotu at siga um tann mannin og ta familjuna, sum búði við síðuna av Ingálvi og teimum og tað er í sær sjálvum hugvekjandi.

Samstundis sum eg gjørdist eitt sindur kløkk av, at tann ungi listamaðurin troystaði sær niður á anekdotustøði, so setti henda samrøðan við Jóhan Martin gongd á rættiliga nógvar tankar um listareseptión. Mín egna anekdota tók støði í barndóminum í sjeytiárunum, tá vit plagdu at svimja í uttandura svimjihylinum uppi í Gundadali har sum Badmintonhøllin er í dag. Tá sum nú vóru vit børn eitt sindur beindovin, tá tað ráddi um so mikið langar frástøður sum niðan í svimjihylin, men vit kundu ikki droymt um at spurt okkara foreldur um at koyra okkum teinin niðan, tí vit vistu okkum at fáa noktandi svar og ofta vóru foreldrini til arbeiðis. Í staðin spurdu vit Ingálv av Reyni, tí vit vistu hvussu ilt hann hevði við at siga nei, og at hann kundi finna uppá at játta at koyra okkum niðan í svimjihylin, sjálvt um tað sást á honum, hvussu illa tað í grundini passaði. Eg áni ikki hvussu ofta hetta í roynd og veru hendi. Alt sum hendi í barndóminum ber jú brá av ævigum endurtøkum, kanska hendi hetta í veruleikanu bert fáar ferðir. Men eg veit, at orsøkin til, at tað situr so fast í mínum minni kemst av tí serliga status, sum Ingálvur av Reyni hevur. Eg ógvist sjálvandi við tankan um at hava órógvað ein legendariskan málara í hansara umráðandi arbeiði, men eg havi fyrst og fremst samkenslu við Ingálvi av Reyni og hansara eyðmýkt og sjálvsundirtrykkjandi atburði, tað man hava verið ómetaliga strævið hjá honum viðhvørt at taka atlit til alt og øll í okkara lítla samfelagi.

Eg haldi, at mín egna listaviðgerð hevur verið merkt av eini uppgerð við biografismuna, sum í Føroyum hevur havt fastari tak enn aðra staðni við okkara áhaldandi áhuga fyri slagi og teimum sereyðkennum, sum vit halda okkum kenna aftur í ymiskum familjum. Tær mongu søgurnar um Ingálv av Reyni eru dømi um ta stóru virðing, sum hann hevur í okkara samfelagi og sum  hann sjálvandi eisini hevur uppiborið. Men tað, sum samrøðan við Jóhan Martin Christiansen fekk meg at hugsa um er, at søgurnar í ótrúliga lítlan mun snúgva seg um listina, sjálvan upprunan til, at listamaðurin er víðagitin. Nei, søgurnar snúgva seg um hvussu eyðmjúkur, lítillátin og fittur, listamaðurin var og hetta verður sett upp í móti eini undirskiltari semju um hansara listarliga stórleika. Summar av søgunum koma meira enn so inn á eina vantandi viðurkenning av hesum stórleika.

Meðan eg stóð inni í Ólavsøkuframsýningini og ornaði fyri, kom ein maður inn á gólvið, hann hevði onkur ørindi fyri Listasavnið, skuldi hjálpa við at flyta nøkur verk úr savninum oman á ein stovn í býnum. Hann hugdi uppá meg og veggin, har ein ørgrynna av myndum hekk, innstillaði eygnabráið endaleyst og segði hugsunarsamur. "Tú manst hava hoyrt hasa um Ingálv...". -Jú, helt eg, at onkra havi eg hoyrt um hann. Eg helt fram og segði okkurt um, at eg neyvan kendi allar um Ingálv, og at eg sanniliga hevði stóran áhuga, men tá var hon longu byrjað, altso tann hjá honum um Ingálv. Hon var um ein mann, sum kom inn í atelierið hjá málaranum á vitjan og hesin vitjandi var væl at merkja nokk so intrisseraður í myndlist og forvitnaðist tess vegna eftir at vita hvat fyri útsýni, Ingálvur nú var við at tulka? - "Hetta er mamma mín" svaraði málarin. - Hetta seinasta segði flytimaðurin triumferandi við einum andlitsbrá sum hjá einum, ið heldur seg hava sagt okkurt ordiliga stuttligt. Eg haldi, at eg brosaði kurteisliga, meðan eg í mínum stilla sinni grundaði yvir hvussu nógvar versiónir av hasari søguni eru til og í hvussu stóran mun, tær í grundini snúgva seg um vantandi forstálilsi av nonfigurativari og abstraktari list

Við "Lazarus" royndir Jóhan Martin Christiansen á ein hátt at frígera verkið hjá Ingálvi av Reyni frá honum sjálvum, frá anekdotunum, tómrúminum, frá slagskugganum av einum risastórum málara. Eg haldi, at "Lazarus" er áhugavert uppá fleiri mátar, formliga, listarliga, átrúnaðarliga og listasøguliga. Formliga er hetta jú ein ógvuliga einføld mynd, sum er sett saman av vertikalum og horisontalum skapum. Eitt sindur uppi yvir miðjuni gongur kanturin av borðinum eins og ein avgjørdur sjónarringur á skák oman høgrumegin. Sostatt liggur tyngdin soleiðis, at tað onkursvegna tykist logiskt at gera sum listamaðurin hevur gjørt og lata hesa radialu strikuna fylgja tyngdini niður eftir, inntil hon kemur sær upp aftur hinumegin. Tað er eisini okkurt serliga áhugavert við at venda júst hesari myndini við, av tí, at hon er so mikið figurativ, sum hon er. Tað ber jú væl til at síggja hvønn veg hon skal venda mótsett øðrum meira abstraktum myndum hjá Ingálvi av Reyni, sum av misgávum hava verið hongdur upp øvugt inntil onkur hevur borið eyga við ein signatur, flúgvandi ovast vinstrumegin.

Men harumframt kunnu vit eisini seta okkurt religiøst í samband við eina umvending, sjálvt heitið á myndini gevur hugasamband við undrið í bíbliuni, tá Jesus vakti Lazarus upp úr deyðanum, men sjálvandi hugsa vit eisini um tann deyða listamannin, sum var trúgvandi maður, umvendur, baptist, fittur og eyðmjúkur. Við miklari virðing, humor og álvara ger Jóhan Martin Christiansen eina roynd at endurreisa listamannin við at venda hansara verkið við, so at vit síggja tað á ein annan hátt. Tað er av sonnum væl hugsað, takk fyri Jóhan Martin Christiansen.




(KP)

Monday, August 12, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Saga Kapna


Ársins Ólavsøkuframsýning í Listasavninum inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Framsýningin er í síni heild umrødd og presenterað væl og virðiliga í útvarpi, sjónvarpi og í bløðunum, men nógv eru verkini, sum als ikki eru nevnd. Til stuttleika havi eg valt nøkur út og fari komandi dagarnar at hava smáar viðgerðir av einstøkum verkum á Ólavsøkuframsýningini her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25. august.

Sum kurator av eri eg ikki minst fegin um tey mongu ungu, sum taka lut í Ólavsøkuframsýningini í ár, tí eg haldi tað vera umráðandi at fáa tey ungu á pall og í gongd. Myndina ovast hevur Saga Kapna málað. Saga er 19 ára gomul og hon var eisini við á Várframsýningini, sum var í Listasavninum herfyri. Myndin hjá henni á Ólavsøkuframsýningini er betri soleiðis at skilja, at hon ikki er so eindimensional pen sum hin, her er meira úttrykk og meira uppá spæl.  Málihátturin er ungur, men minnir í stíli um eitt millumting millum Marlene Dumas og Beintu av Reyni og yvirhøvur fotobaserað málarí í 00´unum. Myndin á Ólavsøkuframsýningin er lutfalsliga lítil og eitur "Angry bitch", hon er málað á træ og er ein portrettmynd av eini óðari ungari gentu, sum er avmyndað í profil. Myndin er estetiserandi, eingin ivi er um, at tað hevur týdning hvussu mann sær út, eisini tá mann er ónøgd. Av tí, at myndarúmið er so lítið sum tað er og høvdið á gentuni er so stórt sum tað er, og kroppurin er ómetaliga lítil og klænur, hevur myndin okkurt klaustrofobiskt og anatomiskt avskeplað yvir sær, sum er ørkymlandi og sum verður styrkt av, at myndin av ungu gentuni er svørt og hvít eins og ein gomul fotomynd. Hervið fært tú umhvarvið av einari tragiskari søgugongd, tað minnir um strævnan pubertet, sum hjá summum gerst so út av lagið torførur, at tey svølta seg sjálvi í vónleysari roynd at stýra tilverunnar kaos. Men hetta er júst ikki ein instagram "thinspiration" mynd, men eitt fleirtýðugt málað verk, sum vekur ymiskar assosiatiónir í áskoðaranum, og tær eru ikki bara daprar. Myndin av teirri fratøru gentuni tykist hevur eisini eitt skemtiligt brá. Saga Kapna er ein evnarík ung kvinna, tað verður spennandi at síggja meira frá henni í framtíðini. 




Angry Bitch í góðum selskapi millum Sunnumorgun, standmyndina av eini bygd hjá Tummas Jákup Tomsen, Longsul hjá Ludvík á Brekku og svørtu-hvítu fotomyndirnar hjá Bruno Mikael Eysturstein.



(KP)



Friday, August 2, 2013

Røða til upplating av Ólavsøkuframsýningini 2013




Tá Teitur Lassen herfyri presenteraði sína komandi fløgu Story Music, segði hann tað vera serliga umráðandi fyri seg, at útgávan var framleidd heima í Føroyum, tí hann metti hana vera í ætt við ta serstøku føroysku søgusigaramentanina, okkara serliga áhuga fyri at siga søgur og at lurta eftir søgum, sum hevur verið náttúrligur partur av føroyskari almúgumentan langt áðrenn nakar yvirhøvur var komin í tankar um at tekna ella mála myndir . Hetta er nakað, eg havi hugsað eitt sindur um hesa vikuna, meðan vit hava hongt Ólavsøkuframsýningina upp, tí hon er full av søgum.

Henda Ólavsøkuframsýningin er bæði kuraterað og sensurerað, tað merkir, at eg havi biðið nøkur listafólk at koma við verkum, men øll hava harumframt havt møguleikan at senda inn verk. Tankin hjá mær hevur verið at taka støði í upprunaliga konseptinum hjá Ólavsøkuframsýningini og altso blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er ógvuliga fjølbroytt, við eru 41 luttakarars og næstan hálvfjers ár eru millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, tað eru teir báðir Lukas Tóroddur Sass og Erik Heide, ið eru ávikavist 11 og 80 ára gamlir. Men fleiri ungir luttakarar eru við á framsýningini, og eg eri serliga takksom fyri ungu undirtøkuna.

Millum upprunaverkini havi eg sett postkort inn av kendum verkum hjá Mikines og Ingálvi av Reyni, men eisini hjá Arnold Vegghamar, Sigrun Gunnarsdóttir og fleiri. Henda uppheingingin avspeglar óhátíðarliga mátan, sum nógv folk brúka í prýðingini heima, men skal eisini fatast sum ein ítøkilig roynd at sameina áhuga- og yrkislistina. Kjallaramálarin, útisetin Tóroddur Poulsen hevur ein rættiliga stóran leiklut á framsýningini m.a. sum veggjamálari saman við soninum, Lukasi, men hann hevur eisini bæði oljumálningar og vatnlitamyndir við á Ólavsøkuframsýningini. Smáu vatnlitamyndirnar leiða áskoðaran oman gjøgnum tær mongu søgurnar á vegginum oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við videolagnum, sum framúrskarandi listamaðurin Dennis Agerblad hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/ Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hesin óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen og er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré. Myndir av Harra Hol eru altíð eyðmerktar ©Túalfagralandmíttproductions, og eg haldi, at tað skuldi rigga væl til okkara tjóðarhátíð. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt friðsælt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum. Allir teir stóru hvítu bilarnir standa uttan fyri, tí teir ríku eigararnir eru í kirkju.

Ólavsøkuframsýningin er full av søgum, m.a. um ein sniðgeva, sum á ólavsøku loypur út í myndlistina. Jóhanna av Steinum er kend sum dugnaligur sniðgevi, eitt nú hava hennara litføgru troyggjur verið sera vælumtóktar síðstu árini. Hetta er mær vitandi fyrstu ferð, hon tekur lut sum myndlistakvinna og hon hevur fingið heiðursplássið undir liðini av sjálvum nestorinum innan føroyska list, grundleggjaranum av føroysku myndini av bygdini við sjóvarmálan. Men meðan Zacharias Heinesen skapar mynstur á løriftinum við støði í náttúrunar ljósi og vætu, fer Jóhanna av Steinum hin vegin, tá hon umskapar mynsturskap til eitt slag av rúmligum stjørnukortum, sum eru bundin við tógvi og sum hon hevur skapað við íblástri í figuratiónum hjá Hanna Bjartalíð. Tey trý frálíku træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men eru í veruleikanum uttan funktionalitet, hugtakandi stillar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari. Mynstrini hjá Silju Strøm bera av øllum í fínleika í tveimum smáum myndum, sum ikki tykjast endurspegla veruleikan, men sum onkursvegna viðgera tað menniskjagjørda og kunstiga. Silja Strøm er onnur av teimum báðum framsýnarunum á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, so tað er ein serlig gleði, at hon hevur givið sær tíð at vera við her eisini. Sjálvt um hon er ung, er hon listarliga búgvin, lat meg nýta høvið at viðmæla øllum at fara niðan í Norðurlandahúsið og at ogna sær katalogið, sum Inger Smærup Sørensen hevur gjørt. Her fæst meira at vita um áhugaverdu listarligu hugsaninar hjá Silju Strøm.

Ólavsøkuframsýningin 2013 er sett saman av fleiri smærri framsýningum, t.d. havi eg  valt út myndir í Steinprenti og gjørt eina temauppheinging út frá heitinum "Hvør fuglur letur við sínum nevi". Grafikkúrvalið er á so mangan hátt dømi um fjølbroytnið í framsýningini, sum eisini telur útlendskar framsýnarar. Umframt fuglamyndir hjá m.a. Erik Heide, er eisini  pláss til nakrar fínar humoristiskar seyðalýsingar hjá Fríðu Matras Brekku, sum saman við Jan Andersson hevur Steinprent á Skálatrøð í Havn. Náttúra og serliga fuglar hugtaka danska listamannin og veiðumannin Svend-Allan Sørensen, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the woods". Men tó at myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, innihalda tær einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt og konseptuella list.

Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru eins og tysjandi aldur av myndumt, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara framsýning í fjør í Henningsen contemporary hevði undirheitið "About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R", sum eg haldi sigur nokk so nógv um hansara arbeiðshátt, ið á ein serstakan og áhugaverdan hátt fevnir um subjektivt og objektiv í senn, um kensluborin minni og um meira vísundaliga grundað viðurskifti millum skap og rúm. Ein vøkur mynd í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard lýsir tvær hendur, sum eg haldi meg kenna aftur og sum tilhoyra eini konu, sum býr á Tjarnargarði. Hendurnar við flottum reyðlakeraðum neglum eru merktar av árunum, men eg haldi ikki, at hetta er ein sentimental mynd. Hon er á sama hátt og hinar ein rúmlig og vøkur lýsing av ymiskum tíðarskeiðum í lívinum, av barndómi, aldurdómi, sjúku og arbeiðslívi.


Ólavsøkuframsýningin 2013 er full av søgum, m.a. sigur hon søguna um nøkur listafólk, sum hava verið nóg djørv at loypa heilt út í tað, at flyta heimanifrá og søkja sær útbúgving og royndir uttanlands, tí tað er neyðugt. Tað hoyrir jú við til søguna, at áðurnevnda útgáva, Story Music hjá Teiti Lassen ikki hevði kunnað verið framleidd í Føroyum fyri tjúgu-tretivu árum síðani. Ein tílík útgáva hvílir í rættiliga stóran mun á ta tónlistarligu menningina, sum er hend í Føroyum orsakað av Musikkskúlanum. Sostatt kunnu vit eisini siga, at Ólavsøkuframsýningin sigur eina søgu um ein manglandi føroyskan listaskúla og harvið sigur hon eisini søguna um eina politiska skipan, sum hevur eitt sindur ilt við at taka listina í álvara, hetta sóu vit seinast dømi um, tá listastuðulin varð skerdur og á vantandi reaktiónum, at mótmælini als ikki tykjast rína við maktina.


Lat meg at enda takka Listafelag Føroya fyri álitið, hetta hevur verið ein avbera stuttlig uppgáva, sum eg á ongan hátt hevði klárað uttan hjálp frá listafólkunum og frá Oggi Lamhauge og Johan Martin Christiansen. Jóhan Martin Christiansen eigur fýra serstakliga áhugaverd verk á framsýningin. Ingálvur av Reyni er hansara stóra fyrimynd og anekdotir, søgur eru ikki týdningarleysar í hesum sambandi. Tá vit møttust fyrr í ár spurdi Jóhan Martin um eg ikki visti onkra søgu um Ingálv av Reyni og sjálvandi visti eg tað. Tað sama visti flytimaðurin, sum var í arbeiðsørindum her á Listasavninum í gjár. Tí vit eru eitt søgusigandi fólk og áhugin fyri listini er stórur. Farið nú inn og gerið tykkum tykkara egnu listasøgur burtur úr Ólavsøkuframsýningini 2013.


Kinna Poulsen

Sunday, July 28, 2013

Góða ólavsøku!


Pápi mín helt altíð uppá, at tað onga meining gevur at ynskja góð jól ella góða ólavsøku fyrr enn á sjálvum degnum, men nú gera vit tað allíkavæl ólavsøkuaftan. Faroe Pride í gjár var fantastisk, aftur í ár var tað rørandi at síggja føroyska tollyndið staðfest. Um eina løtu fari eg niðan í Listasavnið, har Ólavasøkuframsýningin 2013 letur upp klokkan trý. Vit síggjast! Og um ikki har, so síggjast vit í býnum!

Her er skráin fyri ólavsøkuna: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1528



(KP)

Thursday, July 25, 2013

Ólavsøkuframsýningin umboðar okkum øll



Ólavsøkan byrjar við teirri søguligu Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya skipar fyri á hvørjum ári í Listasavni Føroya. "Ólavsøkuframsýningin 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman" fevnir rættiliga breitt. Framsýningin er um somu tíð merkt av felagsskapskenslu, kærleika og speisemi. Hon er sett saman av bæði yrkis- og áhugalist, framsýningin verður sostatt mett at vera bæði favnandi og smøl, djúp og breið. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er um somu tíð kuraterað og sensurerað. Millum framsýnararnar eru Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen. Ólavsøkuframsýningin fevnir sostatt um nakað av tí besta, vit eiga av føroyskari málningalist, bæði figurativari og nonfigurativari, konseptlist, foto, tekstillist, videolist, grafitti og grafikki, ið alt samalt verður sett saman við einum úrvali av øllum teim mongu myndunum, sum eru sendar inn til Ólavsøkuframsýningina. Sjálv uppsetingin av framsýningini er rættiliga serstøk og skuldi tryggja framsýningargestunum eina ordans ólavsøkuuppliving, har teir verða undirdýktir í myndum.
Hugsanin aftan fyri Ólavsøkuframsýningina í ár er at taka støði í upprunaliga konseptinum og at blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er fjølbroytt og tað munu vera útivið sjeyti ár millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, men tær gomlu málarahetjurnar eru eisini við á framsýningini. Millum áhugaverkini síggjast reproduktiónir av kendum verkum hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr. 



Kjallaramálarin, fjøllistamaðurin og útisetin Tóroddur Poulsen hevur saman við soninum, Lukasi T. Sass ein rættiliga stóran leiklut sum veggjamálari, men harumframt hevur Tóroddur Poulsen eisini oljumálningar við á framsýningini og elasmáar vatnlitamyndir, ið leiða áskoðaran oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við syruta videolagnum, sum áhugaverdi listamaðurin Dennis Agerblad úr Vestmanna hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hefyri gav hann út fløgu við tulkingum av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen á føroyskum og donskum. Óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen, hann er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré og er altíð eyðmerktur ©Túalfagralandmíttproductions. Tóroddur Poulsen eigur somuleiðis myndina á plakatin, sum verður framleidd til Ólavsøkuframsýningina. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt fittligt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum.
Jóhonnu av Steinum kenna vit sum dugnaligan og vælumtóktan sniðgeva úr Havn, sum býr í Keypmannahavn. Hetta er fyrstu ferð, hon tekur lut við myndlist, sum hevur fingið heiðursplássið undir liðini av sjálvum nestorinum innan føroyska list, grundleggjaranum av føroysku myndini av bygdini við sjóvarmálan. Men meðan Zacharias Heinesen skapar glitrandi mynstur á løriftinum við støði í náttúrunar ljósi og vætu, fer Jóhanna av Steinum hin vegin, tá hon umskapar mynstur til eitt slag av rúmligum stjørnukortum, sum eru bundin og sum hon hevur gjørt við íblástri í figuratiónum hjá Hanna Bjartalíð, ið er úr Klaksvík, men hevur búð í Finnlandi í mong ár. Tey trý træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men tey eru í veruleikanum uttan funktionalitet eins og hugtakandi kvirrar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari. Mynstrini hjá Silju Strøm úr Vestmanna bera av øllum í fínleika í tveimum smáum myndum, sum ikki tykjast endurspegla veruleikan, men sum onkursvegna viðgera tað menniskjagjørda og kunstiga.
Ólavsøkuframsýningin 2013 er sett saman av fleiri smærri framsýningum, t.d. hevur kuratorurin valt út myndir í Steinprenti út frá heitinum "Hvør fuglur letur við sínum nevi". Grafikkúrvalið er á so mangan hátt dømi um fjølbroytnið í framsýningini, sum eisini telur útlendskar framsýnarar. Umframt fuglar er eisini vorðið pláss til nakrar fínar, humoristiskar seyðalýsingar hjá Fríðu Matras Brekku, sum saman við Jan Andersson hevur Steinprent á Skálatrøð í Havn. Náttúra og serliga fuglar hugtaka danska listamannin og veiðumannin Svend-Allan Sørensen, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the woods". Men tó at myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, innihalda tær einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt av tí álvarsliga slagnum, og myndirnar eru konseptuellar. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað á ymsan hátt verður sipað til tað sama fyribrigdið. Á sama hátt stendur orðið FUGL skrivað á dekorativu fuglamyndini hjá danska listamanninum Erik Heide, sum hevur vitjað í Føroyum og sum í fleiri umførum hevur arbeitt í Steinprenti. 
Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru eins og tysjandi aldur av myndum, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen eru bæði úr Havn, hann býr í Finnlandi og hon í heimbýnum og tey sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara trý tekstillistaverk eru seymað burtur úr seingjarklæðum hjá listamanninum, sum arbeiðir eitt sindur øvugt av readymade. Verkini eru ikki klár, fyrr enn listamaðurin er liðugur at seyma og forma tey eins og smáar søgur um tilveruna, sum hanga uppi á vegginum. Ólavsøkuframsýningin umboðar okkum øll, hetta sæst ikki minst í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard úr Havn, sum vísir á vakurleikan í teimum ymisku tíðarskeiðunum í lívinum. Portrettmyndirnar av eini kvinnu, sum hevur mist hárið av sjúkuviðgerð eru stórslignar lýsingar av skroypiligu tilveruni.
Komið øll og upplivið hesi nevndu verkini, umframt hópin av øðrum verkum á Ólavsøkuframsýningini 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman. Kurator: Kinna Poulsen. Listafelag Føroya skipar fyri. Stuðlað framsýningini: Okkara og Føroya Bjór. Fernisering verður ólavsøkuaftan 28.juli klokkan 15. Framsýningin er opin frá klokkan 14-20 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Kinna Poulsen





Thursday, June 13, 2013

Sendið inn uppskot til Ólavsøkuframsýningina í Listasavninum



Ólavsøkuframsýningin 2013
“Føroyingar sum her nú koma saman”


Undirheitið á Ólavsøkuframsýningini 2013 stavar frá steinprentinum "Hjólveldi" hjá Tóroddi Poulsen. Myndin verður brúkt sum støði undir Ólavsøkuframsýningini í ár, sum Kinna Poulsen kuraterar og sum eftir ætlan fer at savna bæði føroysk listaáhugað og føroysk listafólk ólavsøkuaftan. Ólavsøkuframsýningin 2013 verður merkt av bæði kærleika og speisemi, av yrkis- og áhugalist, hon verður bæði favnandi og smøl, djúp og breið og fer at fevna um alt millum himmal og jørð sum føroyingar nú kunnu finna uppá av myndlist. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 15 við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru vælkomin, bæði gomul og ung.
Ólavsøkuframsýningin 2013 er skipað í tveimum pørtum sum ein partvíst kuraterað og partvíst sensurerað framsýning. Boðin við eru m.a. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Tummas Jákup Thomsen, Steinprent og Jóhan Martin Christiansen. Hesi borga fyri høgari listarligari góðsku og listarligum fjølbroytni við teirra verkum, sum fevnir um tað besta, vit eiga av føroyskari málningalist - bæði figurativari og nonfigurativari - konseptlist, tekstillist, videolist og grafikki, sum skal setast saman við einum úrvali av tí, sum sent verður inn til framsýningina. 
Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn verk, einasta krav er, at tey eru tveydimensionel og klár at heingja upp á veggin. Sendið eina góða fotomynd av tykkara verki í uppskoti til Ólavsøkuframsýningina 2013 til kinna.poulsen@skulin.fo 
Viðmerkið í yvirskriftarteiginum: Ólavsøkuframsýningin 2013 og viðmerkið í meylinum hesar upplýsingar: Heiti á myndunum, tøkni, árstal, stødd, umframt navn, føðital, bústað + telduadressu hjá persóninum, sum hevur gjørt avvarðandi verk. Freist at senda inn uppskot er longd fram til 21.juni. Kurator, Kinna Poulsen  hevur fullan avgerðarrætt at velja út og seta framsýningina saman sum hon heldur vera best. Tey, sum senda inn uppskot, fáa svarboð sum skjótast.



(KP)