Tuesday, March 22, 2011

Várframsýningin R.I.P.?


Várframsýningin 2011 hevur undirheitið Játtanir eftir ljóðinstallatiónini hjá Haraldi Jónsson og lat meg í somu ond játta, at eg allarhelst átti at tikið eitt skeið í Reykjavík, áðrenn eg fór í gongd við hetta ummælið, tí spurningurin er hvussu nógv eg fati av tí heila, og eg játti, at eg í øllum førum átti at fingið performance-partin við, sum byrjaði Várframsýningina. Eg átti  for hundin eisini at hava fingið upplatingarrøðuna hjá Carl Jóhan Jensen við, men eg kann ugga meg við, at hon er at lesa her á blogginum http://listinblog.blogspot.com/2011/03/trettandi-kapittul-i-fyrra-bobrvi-um.html 

Eg var ein tíma ov sein til upplatingina, men haldi, at framsýningin hinvegin eigur at klára seg sum framsýning uttan performancepartin. Várframsýningin 2011 er latin íslendskum listafólkum at fyriskipa og er hetta í útgangsstøðinum eitt fínt hugskot. Tað er eisini eitt neyðugt hugskot, tí føroysk listafólk eftir øllum at døma ikki senda inn til Várframsýningina longur. Onkur metir orsøkina vera broytingar í okkara mentan, at  fólk sum heild ikki tíma so væl listina longur, men hesum havi eg ilt við at trúgva. Óansæð so má staðfestast, at flaggskipið hjá Felagnum Føroysk Myndlistafólk seinastu árini hevur verið alt meira átøkt einum søkkandi skútu millum druknandi afturljóð av Nærri mín Guð til tín í plantasjuni. 

Nú er skútan vend, ella fyribils yvirtikin av íslendskum listapiratum, ið hava fingið púra fríar og fordómsleysar hendur til tess at skipa framsýningina. Hetta hevur við sær, at luttakarar, sum áður ikki høvdu sloppið gjøgnum nálareygað aðra staðni enn kanska hjá Lions, nú brádliga hava myndir hangandi á heiðursplássinum t.d. í pyramiduni í Listasavni Føroya. Íslendska strategiin er konseptuel og minimal og Harrin veit, at hava vit tørv á tílíkari endurnýggjan. Konseptið átti at gjørt Várframsýningina øðrvísi og hugvekjandi, men í staðin tykist hon nokkso tóm. Tómleiki er tíverri ikki serliga nýskapandi og tað er kitsch ella bad art konseptið heldur ikki, sjálvt um tað sjálvandi er eitt áhugavert og kanska nýskapandi twist, at kitsch framsýnararnar helst ikki eru greið yvir, at teirra list luttekur sum kitsch.

Í forhøllini hanga nakrar fínar men í samanhanginum rættiliga gamaldags landslagsfotomyndir hjá Onnu Katrinu Højgaard og ein skrekkilig veggmálningainstallatión hjá Pól Skarðhamar. Inni í pyramiduni, sum til høvið er inndrigin í Várframsýningina, hongur eitt stórt, samansett klútateppi hjá Hrafnkell Sigurðssyni í vøkrum gráum, grønligum og reydligum litum saman við tveimum málningum hjá Eigil Lyngsø. Inni í salinum tykist tómleikin beinleiðis áleypandi við endavegginum, sum verður vardur av einum messingstakitti av tí slagnum, ið plaga at verja serliga virðismiklar lutir. Komin nærri  síggjast tunnar blýantsstrikur, sum eru teknaðar á eins og sprungur í vegginum. Yvirav er ein stórur spegil og so hongur ein einstakur málningur á vegginum vinstrumegin . Hetta er ein symbolskur málningur hjá Ludvík Breckman, sum ikki er so galin, men sum hongur illa púra einsamallur á stóra vegginum. Tvær videoinstallatiónir eru at síggja umframt ljóðinstallatiónir, sum hoyrast um tað mesta av framsýningarhølinum. Tann eina er sum ein langur stuttfilmur til longdar og eitur Drongur og hestur, meðan hin er styttri og effektivari, tríggjar minuttir og lýsir eina filmsupptøku av eini hurð sum verður varpað upp á somu hurðina, har vit síggja listakvinnuna Sara Bjørnsdóttir ganga inn og út, meðan hon savnar saman ymsar lutir, eina gula tasku, silvurskógvar osfr. sum hon at enda letur seg í áðrenn hon fer. Við síðuna av hesi í grundini væl eydnaðu og einføldu installatiónini er verkið Come together hjá Jóhan Martin Christiansen, sum er ein bunki av apparatum á gólvinum við einum flatskýggja niðast og ovast eini teldu. Eg játti, at eg ikki las tær mongu Wikipedia síðurnar, sum hoyrdu til verkið, men um eg fari niðan aftur, fari eg heilt vist at hyggja meira gjølla eftir hesum áhugaverda og mótsetningsríka verki og eftir jabbhøvdinum hjá Marjun Jóansesardóttir, sum eg føldi meg herliga væl rakta av. Hini listafólkini á framsýningini eru: Erla Haraldsdóttir/ Craniv Boyd, Martin Tórgarð og Tóroddur Bjarnason. Várframsýningin 2011 Játtanir er at síggja í Listasavni Føroya frá 18/3-25/5. 































(KP)