Showing posts with label Listafólkatema. Show all posts
Showing posts with label Listafólkatema. Show all posts

Sunday, February 13, 2011

Zacharias Heinesen



Eg havi fleiri ferðir bent á, at Zacharias Heinesen hevur uppfunnið føroysku myndlistina. Ikki tí at eg havi gloymt Mikines, Ingálv av Reyni, Ruth Smith og nógv onnur, sum sjálvandi byrjaðu fyrr enn Zacharias Heinesen og hava havt avgerandi týdning fyri føroyska list.

Nei, tá eg havi givið honum ein so stóran týdning fyri føroyska myndlist, er tað tí, at hann hevur megnað at menna føroysku listina til eina sjálvstøðuga list. Hann hevur víst føroysku listini, hvønn veg hon skal stevna, og hann hevur givið henni eitt skap og eitt úttrykk, sum ikki finst nakra aðarastaðni. Tað er orsakað av honum, at til ber at tosa um ein føroyskan málning.

Hóast eg fegin vil geva Zachariasi Heinesen æruna fyri at hava skapað føroysku myndlistina, og eg heldur ikki haldi meg aftur, men rópi hann fyri meistaran í føroyskari myndlist, havi eg valt at skriva um nakað heilt annað. Eg velji at viðgera eina at síggja til púra vanliga sannkenning, sum Zacharias Heinesen hevur givið mær, við at loyva mær at støkka inn á gólvið í hansara listarligu tilgongd.

Sannkenningin snýr seg um eina listasøguliga læru, sum sigur, at myndin kemur áðrenn motivið. Tann óivað kendasti listfrøðingurin E. H. Gombrich hevur greitt nakað soleiðis frá hesum setningi: ”Listafólkið byrjar altíð við onkrum modelli, við onkrari hugsan um eina mynd, og heldur so á at seta hesa hugsan upp í móti sínum motivi í tí veruliga heiminum”. Eg havi altíð skilt hetta soleiðis, at hugsanin, sum listafólkið vil siga við mynd sínari, kemur fyrst, síðan finnur listafólkið eitt motiv, sum kann nýtast til at samskifta boðskap sín við. Listin hjá Zachariasi Heinesen hevur givið mær ta sannkenning, at viðurskiftini eru heilt øðrvísi.

Tá Zacharias Heinesen fer undir eina mynd, byrjar hann við einari rúgvu av litum í einari rúgvu av puntum. Hann byrjar við eini stórari litgleði og ikki at gloyma við einum stórum kærleika til flatan. Í veruleikanum byrjar hann við eini mynd og ikki við eini hugsan, og her er munurin. Tí tað er gleðin við sjálvum málninginum, gleðin at finna nýggjar hættir at seta eina mynd saman, seta litir saman og gera spenning í linjuspælinum, sum hevur týdning. At samskifta eina hugsan ella hugskot er í veruleikanum ikki alneyðugt. Síðan kemur so motivið, tí hann hevur valt ikki at arbeiða við motivum, men útgangsstøðið er ein abstrakt mynd.

Talan er um eina mynd, sum einans er ein mynd. Zacharias Heinesen hevur valt at mála føroyska landslagið, og vit eru nógv, ið eru glað fyri tað, men í veruleikanum kundi hann valt at málað bara okkurt, ella onki. Tí tað, sum hevur týdning, er myndin. Motivið hevur ongan týdning, listamaðurin finnur bara eitt motiv, sum kann passa til ta myndina, ið hann ætlar sær at skapa. Ella sagt á annan hátt: motivið hevur onga skyld, málarin málar fyri at mála.

Henda sannkenning kann tykjast púra barnslig, men í mínari verð hevur hon stóran týdning, tí sannkenningin førir víðari til aðrar sannkenningar. Ikki at gloyma sannkenningina, hvussu langt eg sum listfrøðingur eri frá tí, har listin verður til. Tað er óivað tað, ið góð list millum annað skal megna. Hon kann geva okkum sannkenningar, sum setir okkara lív í eitt nýtt ljós.


úr bókini "Livandi List"
(IS)



Saturday, February 12, 2011

ZACHARIAS HEINESEN



Eftir Bárð Jákupsson

Zacharias og eg vuksu upp sum grannar undir Varða, men hann hoyrdi sum vera man til teir stóru dreingirnar, sum man ikki spældi við. Tað sum teir fingust við, vóru spennandi loyndarmál, vit smærru máttu bíða til okkara tíð kom. Zacharias má hava verið kringur og fimligur, eg minnist hann koma dundrandi á súkklu oman eftir teirri smølu og knortlutu Varðagøtu frá Albert og fram við viðarlundini, hann hevði føturnar á pedalunum, men traðkaði aftureftir, tí hann sat ikki á saðlinum, men uppi á stýrinum og vendi bakið frameftir. Stundum kveitti hann aftur um seg - tað vil siga frameftir - til tess at síggja holini í vegnum og stýra uttan um tey, hendurnar hevði hann útrættar at balansera við. Hetta sá hættisligt út og William gloppaði vindeyganum og bað hann gevast. Kanska kundi hann havt eina framtíð sum akrobatur, í øllum førum hevur hann haft ein íbornan ans fyri at finna neyva javnvág. Nú meira enn ein hálv øld er fráliðin og ríkiliga tað, vita vit, at hetta er eitt av hansara listarligu eyðkennum.

Tann fyrijáttandi gandur, ið hekk uppi við húsið hjá tí musikalska skaldinum, teknaranum og málaranum, hevði kveikt ein strong í miðlingasoninum. Vit vistu at Zacharias teknaði og málaði, og nú frættist ímillum okkum børn, at nakrar tekningar hjá honum vóru komnar við á Ólavsøkuframsýningina. Hetta hevur verið í 1951 - tá var hann bara 15 ára gamal, og vit sóu nakað stórt í hesum. Hetta man hava verið orsøkin til, at eg 7 ára gamal fór á mína fyrstu Ólavsøkuframsýning, og enn minnist eg væl hesar blýantstekningar - einar tríggjar fýra, haldi eg - keipumyndir av andlitum, trøllakendir skortar. Løgið at hugsa sær - í mínum huga hevði framsýningin hjá Listafelag Føroya, ið pápi Zacharias varðaði av - altíð verið ein sjálvsagdur táttur í Ólavsøkuhaldinum - nú hevur hon 58 ár á baki - men siðurin var jú ikki gamal tá. Fyrsta Ólavsøkuframsýningin varð hildin í 1948, onnur í 1950, síðan hevur hon verið á hvørjum ári, Zacharias er sostatt longu umboðaður í triðju framsýning og so at siga vaksin upp við Ólavsøkuframsýningini. Og her kom hann at eiga mong spor,

ganga til handa, tá ið William, Janus, Fraser, Hanus og aðrir góðir menn tóku sær av hesum fyri Listafelagið. Tá ið Listaskálin kom í 1970, var Zacharias sjálvsagdur at stíla fyri saman við Janusi Kamban. Hann er tikin úr leikum at fáa myndir at hóska saman og skipa fyri uppheinging. Men miðskeiðis í 1970árunum, um tað mundið, eg tók við eftir Janus, legði hann frá sær - segði seg hava fingið vaml av onglum og stáltræðrum - eg skilji hann væl. Nú vildi hann sleppa øllum óviðkomandi putli og savna seg um sína list.

Eg fari aftur til 1951 - Ein annar musikalskur merkismaður, ið hevði sítt pláss og spældi sín leiklut í tí hugkvæma musikalska - "williamska" umhvørvinum ið gjørdi Havnina til nakað serligt, var Verland Johansen. Eins og aðrir musikarar, ið hoyrdu til hetta univers, var hann sjálvlærdur, men hann kundi spæla upp á hvørt ljóðføri, hann fekk upp í hondina - í Gogguni spældi hann klarinett. Í Tórshavnar Musikkskúla hugtók hann við sínum vakra og fyndiga sello- og basspæli og hann endaði sum kunnugt við at smíða kirkjuorgul. Verland var sera hegnigur snikkarameistari, og til hansara fór Zacharias í snikkaralæru. Ein eldri bróðir mín var byrjaður sum lærlingur har nakað frammanundan. Onkur kann spyrja, hví eg nevni hetta, men ørindini eru at siga frá eini lítlari søgu: Á hvørjum ári plagdu øll sveinastykki at verða sýnd fram í Tórshøll um tað mundið, tá ið nýggir sveinar vórðu klaktir, og eg minnist, at vit smádreingir leitaðu okkum fram til sveinastyklkið hjá Zachariasi - eina kommodu. Tað ið vit ikki kundu síggja, men sum ein annar grannadrongur - Heri Mørkøre, ið nú er landsapotekari - visti at siga, var at Zacharias hevði verið so óheppin at pussa eitt hol í finerið, men her kom listarliga handalagið honum til hjálpar, hann gjørdi ikki vandari enn at mála ein kvist útyvir har ið holið var, og skuðimeistararnir ánaðu ikki óráð. Hugflogið var í lagi.

Vit hildu tað vera spennandi - og í mær vakti tað ein serligan ófrið - at Zacharias gjørdi av at verða listamaður. Hann fór á listaskúla, fyrst í Reykjavík, síðan í Keypmannahavn. Tá ið hann vitjaði heima í summarfrítíðini sóu vit, at hann hevði fingið sær eitt fínligt listamannafippskegg, og har hendi mangt spennandi í túninum hjá Lisu, eitt nú hugdu vit smádreingir at, meðan hann smíðaði ein skulptur burtur úr greinum úr Viðarlundini.

Poul, sonur Verland, og eg vóru javnaldrar og vit vóru altíð saman, síðan vit hittust í millumskúlanum. Ein dagin - tað hevur verið miðskeiðis í 1950árunum - bað Poul meg koma inn í stovuna at síggja ein modernaðan málning, ið Verland hevði keypt frá sínum gamla lærlingi. Hann gjørdi meg kløkkan og bilsnan - hevði ongantíð sæð nakað so pastost málað áður - ein tjúkkur óslættur hvítur flati við málingaklumpum í og nøkrum svørtum vatnrøttum strikum - eitt landslag var tað, skip í Nólsoyarfirði. Og ramman var bara flatir listar negldir uttanum. Hetta var alt nýtt og øðrvísi - og eg minnist ikki rættiliga, kanska helt eg myndina vera ræðuliga. Men hvussu er og ikki - hetta var eitt sjokk - og nú kann eg ikki lata vera við at hugsa, at júst slíkir skelkir hava stóran týdning fyri listarliga menning. Løgið, at tað mangan júst er tað óskiljandi, ein minnist, og tað gevur júst meining, at tú hevur eitt heilt lív til at grunda yvir tað, ið tú ikki "skilti". Sum frá líður gerst ein meira og meira greiður yvir, at tað at "skilja" er eitt ógvuliga ivasamt krav. Hvat kann eitt menniskja í veruleikanum "skilja"? Í nútímans frálæru verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin skilur alt - hetta er misfatað - nú eg havi livað eitt lív vildi eg ikki verið fyri uttan alt tað, eg ikki skilti, og eg eri takksamur fyri, at eg slapp at vera einsamallur við mínum iva. Hvør ógreiddur spurningur hevur elvt til ein nýggjan, tað hevur givið lívinum innihald. Listin er ein lívslong avbjóðing.

Tíverri havi eg ikki havt høvi til at síggja hendan óskiljandi málningin aftur, nú fimti ár seinni og Zacharias fyllir sjeyti. Men Oddvør Johansen, rithøvundur og urguleikari, dóttir Verland, sigur, at Verland keypti ikki bara ein, men tveir málningar, og hin hevur hon víst mær (nú varð eg ikki tikin av fótum). Oddvør sigur seg eisini hava verið skelkað, tá ið pápi hennara kom heim við málningunum, men hann skuldi tá siga: "Bíða bara, um 25 ár fert tú at síggja nakað í hesum myndunum". Soleiðis skal tað sigast!


úr bókini ZH06

fyndin úr strokunum


 fyndin úr strokunum

millum sorg og baks skapar

snarljós úr knýttum nevum

sansaleyst troystargóðir

málningar úr grábláum holdi

eins og upphavið úr náttúrunar kjøti

posaregn bent á ryggslidna havsbrúgv .





Oddfríður Marni Rasmussen í Lívrám. Sprotin (2008)

Friday, February 11, 2011

Vatnið og ljósið



Paul Cézanne (1839-1906) varð ivaleyst ovfarin, kom hann nakrantíð til Havnar og á gátt í føroyska listasavninum í Gundadali. -Kann tað veruliga passa, hevði hann grundandi spurt seg sjálvan, framman fyri myndini “Skálabeiti” (1948) hjá Ruth Smith, -at listafólk í hesum fjarskotna oyggjalandi hava somu listarligu hugsjónir sum eg? Framman fyri myndini “Vár” (1982) hevði hann nikkað játtandi fram fyri seg, meðan hann samstundis kanska øtaðist yvir víðgongda dámin í hesum verki. Tað eru jú hundrað ár síðani Cézanne doyði og sostatt eru góðar grundir til, at hann hvørki náddi at vitja eitt føroyskt listasavn, eins og hann ikki av álvara slapp at uppliva velduga árinið, hansara sermerkti máliháttur fekk á modernaðu myndlistina frá kubismuni hjá Picasso og Braque og víðari til nonfigurativa myndlist. Og hóast vit, sum kenna listamannin, ið málaði “Vár”, neyvan vildu skýrt hann víðgongdan, kunnu vit afturlítandi ásanna, at hóast summi fet vóru so stillfør, at tú næstan ikki legði tey til merkis, er ein støðug menning farin fram í lívsverki Zacharias Heinesens (1936).

Afturat tekning, vatnlitamáling, steinprenti og ymiskum prýðisuppgávum, hevur oljumálningurin sítt týdningarmikla pláss í framleiðslu Zachariasar. Hansara kendu kompositiónir við fýra- og trýkantaðum fjøllum og húsum í bjørtum litum hava at kalla myndað skúla innan føroysku myndlistina, so mikið sum ein nú kann tosa um skúla í einum listaskúlaleysum landi. Myndevnið, ið støðugt upptekur hann, er bygdin við havið. Huglagið tykist ljóst og bygnaðurin er luftalsliga einfaldur. Umráðandi innihaldsliga sæð tykist mótsetningurin millum stórt og smátt, millum ta stórbæru náttúruna og tey evarska smáu húsini. Hóast Zacharias Heinesen á sama hátt sum impressionistarnir í 1870´unum fæst við at skráseta náttúruna undir skiftandi ljósviðurskiftum, er eyðvitað stórur munur millum tær naturalistisku og objektivt hugsaðu myndirnar hjá impressionistunum og so flatumálaríið hjá føroyska listamanninum, ið m.a. er íblást av klassiskum modernistum sum Matisse og Picasso. Tó at tað snýr seg um figurativar náttúrulýsingar við konkretum heitum (t.d. ávís staðarnøvn), eru hesar myndirnar rættiliga abstraktar. Landslagsmyndevnið tykist vera nýtt sum eitt høvi til at mála litir á eina flatu eftir einari ávísari listarligari hugsan og skipan. Ofta eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar av fleiri litløgum soleiðis, at myndaflatin er líkur einum samansettum teppi. Í skitsum, tekningum og vatnlitamyndum tykist tilgongdin sum heild meira naturalistisk enn í málningunum.

Ljósið hevur ein serligan leiklut í málningum Zachariasar og er kanska besta dømi um, hvussu abstraktar hesar myndir ofta eru. Í staðin fyri at avmynda náttúrligt ljós og árinið, tað hevur á fjøllini, fjørðin, bøin osfr., kann mann siga, at myndirnar framleiða eitt egið ljós, sum liggur aftan fyri og skínur út ymsastaðni í myndaflatanum gjøgnum tey mongu løgini av máling. Tey uttastu, pastosu málingaløgini, ið eru strokin ella spartlað á løriftið, geva myndayvirflatuni ein ruflutan dám, ið leggur dent á tað tilfarsliga í myndini og sum fangar ljósið í framsýningarrúminum. Tá bæði hesi ljósbrigdi spæla saman við teimum bjørtu litunum skyggir allur myndaflatin á gátuføran hátt, ið tykjast innlima alt ljós og alla vætu í okkara váta landi. Serstaka ljósið ber saman við mótsagnunum millum stórt og smátt, millum veruleika og óveruleika, fram eina takksama, panteistiska kenslu, ið gevur hugasamband við alfevnda dropan hjá Karsteni Hoydal.

úr bókini ZH06

(KP)

Thursday, February 10, 2011

Baggi




Eftir Gunnar Hoydal


Dreingirnir undir Varða og dreingirnir á Hálsi hittust av og á í Gundadali at sparka, stórir og smáir saman á tennisplenunu undir hondbóltsvøllinum, har sum nú svimjihøllin stendur. Har bar til at gyppa hart, tí høgt hegn var uppfyri, og bólturin fór ongantíð útav.

Har var hann eisini. Men hann rann ikki, og hann sparkaði ikki. Hann var á súkklu og stýrdi inn ímillum teir tuskandi dreingirnar, sum hevði hann veingir undir sær, lættur sum ein fuglur. Viðhvørt kundi hann reisa súkkluna upp á aftara hjólið og standa stillur í luftini eina løtu, síðani gera smá lop til ymsar síður. Við eitt kundi hann snara framhjólinum runt og vera sum ein oysandi hestur, til hjólið kom viðvent niðuráaftur, og nú setti hann seg á stýrið og koyrdi aftureftir við fullari ferð.

Tað var, sum dansaði hann eftir einum lagi, ið bara hann sjálvur hoyrdi. Hann dugdi at snúgva sær, og ongantíð kom hann fyri ein bólt ella rendi inn í ein leikara. Men viðhvørt steðgaði spælið av sær sjálvum, tí nú gjørdi hann aftur okkurt kynstur, sum eingin fyrr hevði sæð. Dreingirnir lótu bóltin rulla, sum hann vildi, meðan teir snýstu sær við handarbakinum og bara gløddu.

Hann var klænur og spískur. Hann segði ongantíð nakað uttan onkuntíð við tann yngra beiggjan, tá ið hann var liðugur við sítt. Tá hoyrdi vit, at hann hevði eina ljósa og eitt sindur hása rødd: - Eg fari, Frants, segði hann og stoytti seg í brekkuna oman í móti fótbóltsplenuni.

Onkuntíð sóu vit hann í tí grøna Bedford bilinum hjá Z. Heinesen, tá ið hann hjálpti pápa sínum at koyra vørur út. Men tað kann ikki hava verið ofta, tí handilin mátti gevast, og hann fór at læra til snikkara hjá einum, sum eisini hoyrdi tónar innan í sær sjálvum. Tað var Verland Johansen, sum hevði trøðna uppi á Hálsi aftan á Stig Heinesen, klarinettspælaranum í kongaliga kapellinum, beiggja William. Verland var giftur við Ebbu Restorff, og har var so nógvur tónleikur allastaðni uttan um tey, at vit hildu okkum síggja tað á teimum, tá ið tey stóðu har yviri á trøðni okkurt summarkvøldið. Tí undraði tað okkum, at hesin klæni hjá Williami næstan einki ljóð læt frá sær. Men tey søgdu, at hann var farin at mála í staðin.

Og nú sóu vit tað sjálvir. Teir bygdu tann nýggja kommunuskúlan, har sum allar barakkirnar hjá eingilskmonnunum høvdu staðið. Tíðirnar vóru ringar, tað gekk seint at byggja, og ofta mátti arbeiðið leggjast niður av penganeyð. Men so kom aftur gongd á, og tað vóru stórtíðindi, tá ið tað frættist, at kommunan hevði biðið listamenn hjálpa sær at prýða skúlahøllina. Har gingu teir og skavaðu aftan fyri ein verjuvegg úr gomlumum viði. Fleiri kvistar vóru dotnir burturúr, og tað bar til at seta eyguni í kvistholini og síggja, hvat teir fingust við innanfyri, William Heinesen, Janus Kamban og Ingálvur av Reyni. Og so hasin tigandi unglingin, sum gekk teimum tilkomnu til handa.

Uppi á svalanum í skúlahøllini sita tjúgu gráar og hvítar likkur á teimum fremstu húsatekjunum. Tekjurnar eru reyðar og grønligar og standa rað um rað inneftir og uppeftir í myndini, allar við sama halli og við spískum, bláligum skjøldrum ímillum. Í baksýni er sjógvur, ein svartur trolari er sum eitt hol í tí bláa, og eitt dimmbrúnt nes sæst aftanfyri, litirnir í so sterkir til at skula vera so langt afturi í myndini. Ongastaðni sá soleiðis út, ongastaðni kundi tað vera so. Hetta hevði hann funnið uppá, meira eitt mynstur enn ein avmynding.

So sóu vit hann ikki aftur. Tey søgdu, at hann var farin til Íslands. Heini, tann eldri beiggin, segði, at súkklan stóð eftir í fjósinum, hann skuldi ikki súkkla, hann skuldi mála. Sum frá leið skiltu vit, at William mundi ivaðist, um Reykjavík var tað rætta. Hann helt, at litirnir vóru fánaðir burtur í einki, tað var blivið so bleikt hjá honum. Tað var, sum málaði hann við sodavatni, segði hann.

Men okkurt var eftir av hesum spísku skjøldrunum, tað sóu vit í veitsluhøllini ovast í nýggja hotellinum, Hotel Føroyum, við Kongabrúnna. Teir vóru blivnir tríkantar, mest bláir og reyðir, settir inn í rundingar sum stór, sløtt súkkluhjól til veggjaprýði. Tá ið sólin stavaði niður á vágna, varð ljósið kastað uppfráaftur og spældi í hesum litunum og tríkantunum, og tað hoyrdist næstan tónleikur av floytum frá teimum, tá ið fólk settu seg niður og fingu sær at eta.

Seinni fór hann niður at læra meira, og vit hittust onkuntíð í kjallaranum undir Charlottenborg, har Kunstakademiið í Keypmannahavn heldur til. Eftir eina næmingaframsýning var veitsla í tí lágu og myrku matstovuni undir jørð, og har sat professarin Niels Lergaard, breiður og við skeivari nøs, sum hevði hann verið í nevaleiki. Hann fekk hug at tosa um Føroyar og um Mikines, sum hann helt hevði tikið eftir sær við tí bornholmska sjónarringinum høgt uppi í myndini. Hann helt eisini, hann hevði fingið skil á henda unga føroyingin, sum íslendingar høvdu roynt at spilt í nøkur ár.

Baggi segði ikki nógv, hann sat friðarligur og smílandi í øllum tosinum og rokinum, væl nøgdur við dagin og við sínar myndir á framsýningini. Hann helt seg hava funnið aftur á litirnar og dugdi betur við teimum nú, segði hann. Hevði eg hug, kundi eg síggja fleiri málningar heima hjá sær úti á Amager. Hann nevndi navnið á gøtuni, men mintist ikki nummarið á húsinum. Hann hugsaði eina góða løtu og segði so: -Sama ger, tað stendur uppi yvir hurðini. Og so teknaði hann hurðina og inngongdina við skjótum strikum og vísti, hvar ið nummarið sat.

Altíð fyrikomandi og blíður, men eisini innhugsin og djúphugsin, sum skjótt sást, tá ið hann kom heimaftur og fór undir sítt lívsverk sum listamaður. Hann bygdi á trøðni hjá Williami og fekk eftir føroyskum viðurskiftum góðar húsaumstøður til sítt arbeiði. Í fyrstani helt hann, at húsið líktist nakað nógv einum donskum sporvogni við øllum vindeygunum á rað omaneftir, men vit samdust so við og við um tekningina við arbeiðsstovuni í friði niðaneftir og tí einvegis takhallinum, sum lyftir seg líðandi upp í ljósið yvir býnum og fjørðinum.

Tað er morgun í Havn. Ein lind av reyðum liggur eftir bakinum á lágoyggj í Nólsoy, roðin sterkastur yvir bygdini, fjørðurin tekur at lýsa, høgoyggin liggur enn svørt og roynir at krøkja seg í tað seinasta av náttini. Men í húsavásanum, sum breiðir seg hesumegin fjørðin, er farið at liva, ljósdropar káva seg fram millum hús, onkur reyður og gyltur litur er farin at gera vart við seg í einum skjøldri ella á einari tekju. Býurin vaknar, um eina løtu fer at glitra og titra. Hetta verður góður dagur.

Morgun í Havn. Allur fjørðurin lýsir av gulum og gyltum litum, sum renna úr himmalinum og breiða seg eftir sjónum millum Borðina og Glyvursnes heilt inn um tann svarta molan og inn millum hús og lýsandi tekjur. Húsini í turrum og døkkum sjálvskuggum, tey fremstu væl uppstrikað, tey aftaru sum tekin í hallandi flatum við tí gamla býnum og nesinum peikandi upp í sólina.

Morgun. Myndin tikin sundur og sett saman aftur í brotum. Strikan av sjónarringinum tann einasta, ið er heil, bara í tí gylta skurðinum vinstrumegin gatað av sólargeisla úr erva og heilt niður á botn. Fýrakantar í ymiskum støddum í doyvdum bláum og grønum, størri í erva enn í neðra, myndarflatin allur í sama plani, fastur og óstillur í senn.




Myndin av Lisu, mammuni. Tær meira streymandi myndirnar, skreytmyndirnar, tekningarnar. Tað ber til at býta sundur í tíðarskeið, øll tey nógvu árini og allar tær nógvu royndirnar. Verkið er vaksið stillisliga og støðugt, merkiliga heilskapað, bæði tað turra og tað váta, tað hvílandi og tað skyggjandi. Eygað hevur lært seg at kenna aftur hansara litir og hansara ljós, og hann er meira enn nakar annar føroyskur listamaður blivin fyridømi hjá øðrum, ið royna seg við myndagerð. Tað tykist vera so lætt. Tað hvíta løriftið er ikki so ræðandi, tá ið tað verður skipað við strikum og teigum. Men tað er ikki bara sum at siga tað.

Myndagerðin í Føroyum er nógv meira fjølbroytt nú, enn tá ið tær tjúgu likkurnara vórðu settar upp á húsmønurnar í kommunuskúlahøllini, ella tá dreingirnar sparkaðu á tennisplenuni í Gundadali. Nógv fleiri leikarar eru, men onkuntíð kemur myndin aftur til mín: ein trunki rennur aftan á bóltinum, men so er ein, sum flytur seg ljódliga ímillum teir, út og inn, eftir sínum egna tóna. Og knappliga reisist hann upp um trunkan og stendur eina løtu næstan stillur í luftini.

Skákstrikurnar savna seg saman um ein ás, javnvágin darrar í ljósinum. Einki hoyrist uttan ljóðið av dekkinum, tá ið súkklan á einum hjóli snarar sær spakuliga dansandi á vøllinum.




úr bókini ZH06

Wednesday, February 9, 2011

ZH



Kringvarp Føroya fer hósdagin av vísa "Tá litirnir dansa", ið er eitt portrett av Zacharias Heinesen, sum verður 75 í ár. Sum Zacharias-fjepparar hava vit avgjørt at hita upp til sendingina við eini røð av greinum um týdningarmikla málaran í dag og komandi dagarnar.


Formæli úr bókini ZH06


Zacharias Heinesen hevur verið við at skapað ta føroysku myndina. Hann hevur verið við til at skapað ta mynd, sum við síni sermerktu innliving í landslagið, sínum sermerkta viðkvæmi í litunum og við sínum sermerktu musikalsku strikum er kend og elskað, sum tann føroyska myndin. Men, tann myndin sum vit knýta at Zacharias Heinesen byggir á annað og meiri enn nøkur grundleggjandi formlig felagseyðkenni ella eina breiðu listarliga felagskenslu í føroyskari listasøgu seinastu árini. Hansara mynd er skapað av hansara djúpt persónligu áskoðan um sína tíð, sítt umhvørvi og ikki minst um teir møguleikar, sum tann modernaði málningurin hevur latið upp fyri honum.

Zacharias Heinesen er hugtikin av kubismuni, av konkretismuni og av konstruktivismuni, hann er upptikin av flatanum og hvussu strikurnar standa til hvørja aðra. Hann hevur bond til Cézanne og Picasso – og alt hetta hevur verið við til at gera ta føroysku myndina. Hetta er hansara grundstøði, og í øllum sínum verki hevur hann rannsakað møguleikarnar í hesum grundstøði. Hann hevur rannsakað møguleikarnar at flyta virði úr kubismuni til føroysku málisiðvenjuna, hann hevur granskað í møguleikunum at byggja landslagið á konstruktivan hátt, og at brúka flatapuntarnar úr tí nonfigurativa málninginum í tí føoysku landslagsmyndini. Á ótrúligan hátt hevur tað eyðnast Zacharias Heinesen at samantvinna hesar dygdir úr altjóða modernismuni við føroysku siðvenjuna og tað hevur eyðnast honum at gera tær til ein natúrligan part av tí, sum vit í dag nevna tann føroyska myndin. Hansara innliman av hesum - at síggja til - fremmandu pørtum, tvingar okkum at víðka og kanska endurnýggja okkara áskoðan um ta føroysku myndina.

Tann føroyska myndin er sjálvandi so nógv annað eisini, og tað er í roynd og veru ógjørligt at vísa á felagseyðkenni fyri føroysku myndina. Einfalt, men ikki heilt skeivt, ber til at siga, at tann føroyska myndin byggir á ta landlagssiðvenju, sum Mikines og Jack Kampmann løgdu lunnar undir og sum er ment av higartil størsta ættarliðnum av listamálarum – teimum sonevndu landslagsekspressionistunum. Vanliga fatanin av tí føroysku myndini er, at landslagið er útgangsstøðið hjá listamálaranum, listin sprettir úr sinnisstandinum, teimum kenslum og tankum, sum landslagið setur listamálaran í. So tá Zacharias Heinesen heldur byrjar við teimum formligu eginleikunum úr tí modernaða flatamálninginum brúkar hann øvugtu raðfylgjuna. Motivið missir brádliga sín týdning og landslagið gert at kalla ein umbering fyri at sleppa at mála, heldur enn drívmegin í málninginum. Zacharis Heinesen brúkar landslagið, sum hevur nøkur av teimum virðum og eginleikum, sum hann gevur sínum verkum, men landslagið er kanska líkamikið, kanska kundi hann eins væl málað okkurt heilt annað, sum hann eisini javnan hevur gjørt og ger. Men hóast motivið kanska er sakleyst fyri Zacharis Heinesen og sjálvt landslagið ikki hevur avgerandi týdning fyri hann, so er kortini einki líkamikið í hansara list, og landslagið er avgjørt heldur ikki líkamikið.Tað er í hansara arbeiði við landslagnum, at Zacharias Heinesen hevur verið við at skapað ta føroysku myndina. Tað er gjøgnum landslagið, at hann hevur samband við føroysku málisiðvenjuna, og gjøgnum landslagið, at hann hevur hevur latið dyr upp, sum hava ment føroyska list.

Umframt at hava verið við til at skapað ta føroysku myndina og áhaldandi at ført nýggj litbrigdi og nýggja góðsku í myndina, hevur Zacharias Heinesen megnað at skapað eina mynd, sum sameinir hansara persónligu tráan eftir øllum møguleikunum í tí moderanaða málninginum við eina kensluborna og klóka fata av síni tíð og sínum umhvørvi. Nú verður Zacharias sjeyti, og vit hava møguleikan at síggja list hansara í øllum sínum margfeldni. Okkum er unt at njóta lívsverkið hjá einum stórum listamanni, og vit kunnu staðfesta tann týdning, sum hansara lívslist hevur havt. Tí hesa framsýningina og hesa bókina, sum sigur søguna um lívslanga arbeiðið við landslagnum og sum eisini hevur pláss til søguna um tey framúr góðu evni, sum listamaðurin hevur á eini súkklu. ZH 06 er ein roynd at seta eina framsýning saman og gera eina bók, sum vísir okkum fleiri síður av hansara list, og sum víðkar okkara fatan av hansara list. Hetta er ein roynd at vísa á nøkur grundleggjandi eyðkenni í verkum hansara, men eisini at vísa ta menning, sum list hansara hevur verið ígjøgnum. Og so er hetta eisini ein roynd at fáa innlit í tað lívs- og listasýn, sum er grundstøðið undir arbeiði hansara. Men fyrst og fremst er ZH 06 heiðran av Zachariasi Heinesen, har vit takka honum fyri tað, sum hann hevur givið tí føroysku myndini og møguleikan, sum vit onnur hava fingið at víðka okkara fatan av sjálvum lívinum og listini.

(IS)

Wednesday, July 21, 2010

Listafólkatema: Arnold Vegghamar (3)

Arnold Vegghamar á ”Gallarí Oyggin”



Hugskotið hjá modernismuni um listasavnið og framsýningarrúmið sum eina hvíta boks, kann tykjast eitt sindur keðiligt.

Men fyrimunurin er sjálvandi, at tað er lættari at síggja listina og ikki órógvast av ymsum fremmandum í rúminum.

Gallarí Oyggin er ikki keðiligt, men tú mást gera tær ómak fyri ikki at órógvast av øllum møguligum hugfloygdum hugskotum í framsýningarrúminum. Men Arnhold Vegghamar er ein listamaður, sum trokar seg frammum – sjálvt tey truplastu støðini. Hansara verk eru so sterk, at tey ikki lata nakað annað køva seg.

http://heima.olivant.fo/~lyset/

Tuesday, July 20, 2010

Listafólkatema: Arnold Vegghamar (2)


Listin er í Suðuroy og hevur m.a. vitjað framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar í Gallarí Oyggin. Í hesum sambandi hava vit hesa vikuna eitt listafólkatema um serstaka listamannin á Viðareiði, Arnold Vegghamar. Meðan vit gleða okkum til eina feska myndafrásøgn frá framsýning Vegghamars í Suðuroy, kemur fyri fyrst áhugaverd grein um listamanninun úr bókini Livandi List:

Tú fært eina sterka uppliving, tá tú stendur framman fyri eini mynd hjá Arnoldi Vegghamar (1937). Í fyrsta umfari kemur henda sinnisliga ávirkanin av teimum stuttu, skjótu penslastrokunum og sterku litunum, tí myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar hava eitt sera sterkt úttrykk og nógva orku. Listamaðurin gevur ta ógvusligu ávirkan, ið náttúran hevur á hann, víðari á ein so beinleiðis hátt, at vit kenna tað ógvusliga á egnum kroppi.

Monday, July 19, 2010

Listafólkatema: Arnold Vegghamar

Listin er í Suðuroy og ætlar m.a. at vitja framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar í: Gallarí Oyggin. Í hesum sambandi hava vit hesa vikuna eitt mini-tema um serstaka listamannin á Viðareiði, Arnold Vegghamar. Vit byrja við broti úr ummæli í Fregnum av framsýning, sum Arnold Vegghamar hevði í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu í Havn í februar í 2004. Harumframt kunnu vit gleða okkum til eina nýggjari lýsing av listamanninum úr bókini Livandi List og myndafrásøgn frá framsýningini í Suðuroy.

Fepursjónir




Fyrsta uppliving av myndaheiminum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937) var so sterk, at hon situr fryst føst onkrastaðni í minninum. Tað var tá vit fyri nøkrum árum síðani vóru í gongd við at velja út til Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum. Verkini hjá Arnoldi vóru júst útpakkað og tó at tey stóðu forslongd hvørt um annað á gólvinum, gjørdi tann óeleganta plaseringin teimum ongan mun. Hesi verkini bar tað barasta ikki til at ignorera. Hóast myndevnini vóru vanlig føroysk myndevni við lýsingum av t.d. haga, bygd og lending, var úttrykkið í hesum glitrandi fepurheitu litunum nakað heilt fyri seg. Tær bestu myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar eru helst tær við einføldum myndevni. Á sama hátt sum Steffan Danielsen í eini mynd av nøkrum hegnspelum, kundi úttrykkja eina heila verð, eru tær einføldu myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar á tremur við innihaldi. Stílurin í myndunum er onkrastaðni í millum ekspressionismu og naivismu, samstundis sum hann er ógviliga egin við somu styrki, sum vit kenna frá Outsider Art. Á sama hátt sum hjá impressionistunum hómast ikki nógv av svørtum í myndunum hjá Arnoldi, sum fyri tað mesta brúkar sera ljóssterkar litir sum t.d. gult, blátt, reytt, grønt og violett. Men listamaðurin á Viðareiði vil annað og meira enn at skráseta ljós og litir og her líkist hann meira Vincent Van Gogh, ið tó at honum dámdi teir sterku litirnar hjá impressionistunum als ikki skilti teirra vísundaligu stevnuskrá.