Friday, January 28, 2011

Starvslønir 2011


TIL LUKKU

Kassin hjá Mentanargrunni Landsins er tann mest umráðandi veitingin til listina í Føroyum og úr hesum kassa koma umleið 6 mió krónur árliga, sum verða býttar út til mentanarlívið í ymsar puljur. Ein av hesum puljum er starvslønin, sum er eitt slag av løn, ið lista- og mentanarfólk kunnu søkja um at fáa. Í ár fekk ongin ta stóru starvslønina uppá trý ár, men hinar stóru starvslønirnar upp á 1 ár fingu Carl Jóhan Jensen og Elsa Maria Bærentsen, dansilærari. Bárður Oskarsson, Sámal Soll og Ole Wich fáa starvsløn í seks mánaðir. Restin sæst her: http://listinblog.blogspot.com/2011/01/og-stuulin-for-til.html

Eg havi ikki nógvar viðmerkingar til tey, sum hava fingið starvsløn - í øllum førum eru hesar viðmerkingar ikki almennar - men eg havi gjørt mær nakrar eygleiðingar, sum eg ikki kann lata vera við at koma fram við.

Lyndið til at býta út fleiri smáar starvslønir er ikki so ógvusligt í ár sum tað hevur verið, sjálvt um 3 ára starvslønin ikki varð latin, haldi eg, fyri fyrstu ferð í (mentanarstarvslønar)søguni. Hugburðurin til starvslønir og um gevast skulu nógvar smáar ella fáar stórar starvslønir hongur sjálvandi saman við hvussu starvslønir verða fataðar. Eg meti starvslønina vera ein møguleika fyri fordjúpan og haldi tessvegna, at tað er best at lata fáar stórar - Tá valt verður at atomisera starvslønarpuljuna við at geva sera nógvar smáar upphæddir í staðin fyri færri og størri upphæddir, er tað ivasamt, hvussu nógva nyttu pengarnir eru til - um altso fordjúpan er endamálið. Tí er tað betri, at upphæddin í dag var býtt millum 31 umsøkjarar í mun til 43 síðsta ár. Men hellingin er enn hin sama og tær mongu smáu starvslønirnar merkja sjálvandi eisini, at tað verður ein sera stór breidd í úrvalinum av fólkum, sum fáa starvsløn, fyri nú at orða tað sera diplomatiskt.

Eingin av okkara mentanarpuljum er miðað beinleiðis móti yrkislistini og tað er í lagi í fleiri førum, men í mun til starvslønina haldi eg tað vera sera problematist. Fólk skulu ikki hava løn fyri teirra frítíðarítriv. Tað er ein ótilvitað nýtsla av almennum pengum og vitloysið verður enn størri við, at starvslønir í stóran mun verða latnar fólkum, ið hava fast starv. Tað vil siga, at fólk í summum førum fáa tvær lønir í senn, men samdøgrið verður ikki longri fyri tað. Tað er púra óskiljandi, at starvslønin ikki verður roknað út eftir inntøku og at hetta ikki er avgjørt fyri langari tíð síðani.

Eg haldi ikki, at tað er nevndin í Mentanargrunni Landsins, sum er ímóti, at eitt sindur av viti og skili kemur í stuðulsskipanina, men skipanin tykist onkursvegna grundað á vantandi vitan um tørvin hjá listini og ein óskiljandi hug til at tveita pengar tilvildarliga runt.

Í vár varð hugskotið um eitt Listaráð, skipað við serfrøðingum, lagt fram á tingi. Vit hava viðgjørt uppskotið fleiri ferð her á blogginum, tí vit fataðu tað sum symbolskt og týdningarmikið fyri kjakið um serkunnleika og fakligheit. Seinastu árini er tað at vera serfrøðingur broytt frá at vera nakað gott til at vera serstakliga ivasamt og serfrøðingar verða lagdir undir at vera korruptir og hava goymdar politiskar ætlanir í tí, tey greiða úr hondum. Í tíðarinnar ond er Mentanargrunnur Landsins ikki mannaður av serfrøðingum, so her er eingin illgruni um nepotismu og annað tílíkt, men listastuðlinum tørvar veruliga broyting. Ikki er vist, at eitt listaráð er tað rætta, har ein einstakur pengakassi skal nøkta allan tørv. Eg haldi tað er ivasamt. Men, hetta er ein spurningur um teknikk. Umráðandi er at koma fram til innihaldið, at listin verður tikin í álvara og at vit duga nógv betur at gagnnýta núverandi mentanarpengar.

Í morgin kemur á blogginum ein grein um listastuðul. Hon er skrivað í 2009 men er tó framvegis aktuel .

(IS)