Showing posts with label KP. Show all posts
Showing posts with label KP. Show all posts

Monday, June 16, 2014

Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup...

Eftir at hava tugt meg í gjøgnum tær 25 síðurnar í stevningini, sum Christian F.Andreasen advokatur hevur stykkjað saman um tollmálið, siti eg og hugsi um Jacob Brønnum Scavenius Estrup, sum var danskur ríkisráðharri í eitt rekorddrúgt tíðarskeið seint í 19.øld. Hann sat á maktini í nítjan ár og stríddist sum úlvur á skóg við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera. - Ja eg veit. Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup og støðan er sjálvsagt ein heilt heilt onnur í 2014. Allíkavæl kenni eg meg heldur ørkymlaða av varhuganum av enn einaferð at vera stødd á glatanarkós í einum týdningarmiklum samfelagsmáli. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum í Kringvarpinum, at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Advokaturin er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit frænir av eini sera aktivari tíðindadeild, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. - Her á listablogginum plaga vit ikki at blanda okkum uppí samfelagsviðurskifti sum so, men eg haldi, at talu- og skrivifrælsið er so mikið grundleggjandi og so týdningarmikil partur av okkara mentan, at tá varhugin av, at tað hetta sama talufrælsið verður hótt, bara anir eitt lítið sindur, so má mann loyva sær at skriva nakrar reglur um tað (og samstundis kryssa fingrar fyri, at mann ikki sjálv verður stevnd - uha). Talufrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at verða ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnug sjálvt fundamentið undir frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og tjubang prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki. Men, sum vit øll vita av, so varð hann ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Spurningurin er bara um hann hevur tað og hvussu er við talufrælsinum. Eg eri væl greið yvir, at talufrælsið ikki er tað sama sum rætturin til frítt at fremja injuriir ella at forfylgja ávísum persónum, men heilt erligt, so mugu ávísir persónar skikka sær ordiligt um teir ætla sær í ein landsstýrissess og detta gamlar beinagrindir úr skápinum, tá pressan fer at kanna, ja so skuldi mann trúð, at tíðin er komin at leggja frá sær.


(KP)

Saturday, May 31, 2014

Ljósbóltar





Sum 
ravna reiður
í einum líkbili
detti eg millum dagarnar
ið eins væl
kundu verið dreymar
ella b-filmar
við minimalistiskum dialogi
MEN
  sæddur
    við heilt serligum
         vibratiónsfangandi
       O brillum O
     var eg ein ljósbóltur
         *(glógvandi)*
    sum sveimaði runt
       og kitlaði
aðrar ljósbóltar
(ósekar og vakrar)


Mynd: Svend-Allan Sørensen
Yrking: Trygvi Danielsen, s.23 í The Absent Silver King










(KP)

Tuesday, May 27, 2014

Til lukku Svend-Allan!


Svend-Allan Sørensen har fået 
H.M. Dronning Sonjas Kunstnerstipend

Danski listamaðurin Svend-Allan Sørensen hevur fingið H.M. Dronning Sonjas kunstnerstipend áljóðandi 400.000,- norskar krónur, sum harvið er millum tær størstu listaheiðurslønirnar í norðurlondum. Heiðurslønin verður latin pappírslist annaðhvørt ár, hon var latin á fyrsta sinni í 2012, tá finski grafikarin Tiina Kivinen fekk hana. Í ár vóru hesi listafólkini tilnevnd: Cathrine Dahl, Ørjan Aas, Daniel Milan, Mikael Kihlman, Annu Vertanen, Valgerdur Hauksdóttir, Minako Masui, Ane Mette Hol, Hugleikur Dagsson, , Tuula Lehtinen, Vappu Johansson, Elina Sipilä, Adam Saks og Svend-Allan Sørensen og tað var síðstnevndi, sum fekk heiðurin. Á framsýningini Billedord Ordbilled, sum er í Norðurbryggjuni í løtuni eigur Svend-Allan Sørensen allan endaveggin. Hann hevur í fleiri umførum arbeitt í Steinprenti og hevur tilsamans gjørt útivið 80 verk í Grafiska Verkstaðnum niðri á Skálatrøð; heiðurslønin er hervið eisini Steinprenti til heiðurs.
Tær tríggjar monumentalu portrettmyndirnar hjá Svend-Allan Sørensen staðfesta hansara áhuga og alsk til tað skrivaða orðið. Tær mynda tríggjar týdningarmiklar skrivandi menn; Turgenev, Boganis og Thoreau, sum allir vóru hugtiknir av at liva eftir náttúrunnar treytum við djóraveiði og einføldum livihátti. Steinprent og Føroyar hava fingið ómetaliga stóran týdning fyri Svend-Allan Sørensen, sum sjálvur ger skilnað millum tíðina áðrenn Steinprent og aftaná. Hann kennir seg heima í ráu føroysku náttúruni og á verkstaðnum spríkja verk frá hansara hond, sum eru til stóran lblástur - ikki minst hjá føroyskum listafólkum og áskoðarum, sum í teimum síggja nakað øðrvísi. Svend-Allan Sørensen er nevniliga konseptlistamaður, ið arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ikki sjáldan involvera orð. Í einum træprenti stendur til dømis við stórum, skornum, skeivum bókstavum "Ca caw motherfuckers". Útbrotið er eyðkent fyri tann coola og stuttliga stílin hjá listamanninum, sum ofta sameinir skálkabrosið við djúpum og inniligum álvara og ikki sjálvdan tykist sjónarmiðið vera hjá fuglunum. - "Tú gongur ikki einsamallur" stendur á einum steinprenti, sum ímyndar tað ovasta av einum lyktapela við nøkrum fuglum. Setningurin er neutralt staðfestandi við bæði uggandi og ørkymlandi assosiatiónum. At myrkrið er myrkt er ein sannroynd, sum tykist nokk so sjálvsøgd; listamaðurin arbeiðir við tautologium og endurtøkum á ein hátt, sum minnir um mátan, sum modernistiskir yrkjarar arbeiða - men í staðin fyri at konkretisera og taka samanum, lata hesar staðfestingar upp fyri hugflognum. Millum orð og mynd kykna ymsir týdningar av myrka myrkrinum, einum setningi, sum í sær sjálvum skapar bjartasta ljós í myrka myndaflatanum. Vit ynskja listamanninum og Steinprenti hjartaliga til lukku við virðislønini.

Svend-Allan Sørensen har fået H.M. Dronning Sonjas Kunstnerstipend, som er en af Nordens store kunstnerpriser (400.000,- norske kroner). Billederne her på bloggen stammer fra fra den aktuelle udstilling Billedord Ordbilled på Nordatlantens Brygge med tryk fra Færøernes Grafiske Værksted, hvor Svend-Allan Sørensen har arbejdet ad flere omgange. Jan Andersson litograf vurderer, at Svend-Allan har lavet omkring 80 tryk i Steinprent, som værkstedet hedder på færøsk. Svend-Allan Sørensens tre monumentale portrætter på udstillingen Billedord Ordbilled -  de er gengivet øverst - bekræfter hans store interesse og hengivenhed i forhold til det skrevne ord. Billederne forestiller tre kendte forfattere, Turgenev, Boganis og Thoreau, som alle dyrkede natur, jagt og i det hele taget livet efter naturens betingelser. Steinprent og Færøerne har fået umådelig stor betydning for Svend-Allan Sørensen, hvis værker har stor betydning som inspirationskilde i det færøske kunstmiljø. Han siger selv, at det første ophold i Steinprent for ham danner en streg i sandet, der ganske klart markerer tiden før og efter i hans værk. Det er svært at karakterisere dette forhold indgående i en begrænset tekst, men det er på den anden side vigtigt at anerkende, at der er tale om et særligt tilhørsforhold, der både handler om grafik og en gensidig forståelse og udvikling af kunstneriske idéer, men som helt sikkert også er påvirket af personlige relationer og en oprigtig følelse af fællesskab mellem den jagt-entusiastiske kunstner og mennesker i det færøske samfund, ikke mindst dets primitive eller autentiske og oprindelige facetter. "Ca caw motherfuckers" står med store skæve bogstaver på et billede. 
- Udbruddet er typisk for kunstnerens på en gang cool og morsomme billedsprog, men ofte ses morskaben parret med en dyb og inderlig alvor. "Tú gongur ikki einsamallur" står der eksempelvis skrevet ned over et litografi, der afbilder det øverste af en lygtepæl, hvorpå der står nogle fugle. Sætningen stammer oprindelig fra Rodgers og Hammersteins sang "You´ll never walk alone", som de fleste Liverpool fans vil være bekendt med, en sætning, der jo forekommer på én gang fortrøstningfuld og beklemmende. At mørket er mørkt er en erfaring, som de fleste har gjort sig, men selvfølgeligheden "Myrkrið er myrkt" lyder som en sætning fra et af Tóroddur Poulsens digte. Både Poulsen og Sørensen arbejder således med tautologier og gentagelser, der i stedet for at konkretisere og definere åbner op for diffuse men righoldige fantasier og associationsmuligheder. Mellem ord og billede opstår forskellige betydninger af det mørke mørke, en sætning, der helt håndgribeligt skaber lys i den mørke billedflade. Dronning Sonjas nordiske kunstpris er forholdsvis ny, den bliver doneret hvert andet år til kunstnere, der fortrinsvis arbejder med papir - sidst i 2012, da den finske billedkunstner, Tiina Kivinen fik den. I år var de nominerede: Cathrine Dahl, Ørjan Aas, Daniel Milan, Mikael Kihlman, Annu Vertanen, Valgerdur Hauksdóttir, Minako Masui, Ane Mette Hol, Hugleikur Dagsson, Tuula Lehtinen, Vappu Johansson, Elina Sipilä, Adam Saks og altså Svend-Allan Sørensen. Vi ønsker Svend-Allan Sørensen hjertelig tillykke med den store pris.










(KP)





Saturday, May 24, 2014

Listaskúlin í Glasgow illa farin av eldi


Eitt sindur av linna blandast upp í sorgina, nú gjørt verður upp hvussu støðan er eftir, at Glasgow School of Arts, listaskúin í Glasgow brendi í gjár. Skúlin er kendur sum arkitektoniskt meistaraverk og høvuðsverkið hjá skotska arkitektinum Charles Rennie Mackintosh. Føroyska listakvinnan, Silja Strøm, sum býr í Glasgow gekk á hesum skúlanum og atelierið hjá henni var í trý ár í bygninginum, sum brendi. Hon harmast stórliga um eldin, sum m.a. hevur oyðilagt bókasavnið, men fegnast samstundis um, at eldsløkkiliðið við at hugsa taktiskt hevur bjargað stórum parti av skúlanum. 

Silja greiðir frá, at alt interiørið í The Mac hevur verið útsett fyri olju og terpentin í yvir hundrað ár og tað er eitt satt undur í veruleikanum, at meginparturin av strukturinum í bygninginum stendur eftir. Tey halda, at eldurin kom av einum ovurhitaðum projektøri, sum brast ella sum elvdi til neistar, ið festu í. Skúlin var fullur av næmingaverkum, sum síðsta árs næmingar hava hongt ella sett upp í samband við endaligu próvtøkuna. Nógv av hesum verkum eru oyðiløgd. 



http://www.dezeen.com/2014/05/23/firefighters-prevent-destruction-of-iconic-mackintosh-building-at-glasgow-school-of-art/
(KP)

Thursday, May 22, 2014

Pengar, list, parkeringshús og mentan


Er tað bara eg, sum haldi, at hasin nýggi Musikkskúlin er ov ófriðaligur? Hann stendur ikki í frið meir enn eitt andarhald og í øllum førum stendur hann ikki nóg stillur til, at tað riggar at fokusera uppá hann. Hann er mest átøkur einum darrandi lognbrá. Sum ein føgur, tankatóm hvørvisjón spríkir hann upp úr Sortudíki fyri stutta stund seinni at ana niðri í blámusoppafongda spøkilsiskommunuskúlanum. Eina stutta men ljómandi løtu lenaði hann seg glæsiliga upp móti einum operatjóðleikhúsi á Skálatrøð og hey! Nú dagar hann undan eitt sindur fjaðursárur onkrastaðni úti á Landavegnum. Nei, eg veit ikki, men eg rokni við, at tað snýr seg um pengar tað heila og helst eisini um vantandi virðing fyri list og fyri mentan og fyri borgarum. Í øllum førum trúgvi eg neyvan teir eru nøgdir, allir býráðsveljararnir, sum vara av teimum mongu musikkskúlanæmingunum, fyri ikki at tala um teir mongu veljarar, sum eru foreldur at ørgrynnuni av børnum, sum stendur á tí vaksandi bíðilistanum til at sleppa á Tórshavnar Musikkskúla (í januar vóru 1759 (!) børn á bíðilista). 

Í fjølmiðlunum hava pengar og list verið á skránni fleiri ferð í dag, pengar, parkeringshús og pengar og mentan, málningar og pengar. Byggilistarligar heildarætlanir hava kanska nakað av tí sama yvir sær, sum eyðkennir hvørvisjónir. Tí mest av øllum eru tær luftspeglingar av góða men grunna viljanum hjá býráðspolitikarum, sum reelt ikki ynskja lív í býnum annað enn tað lív, sum sjálv býráðsadministratiónin myndar. - Sjálvandi skal musikkskúlin vera mitt í býnum, men bara um tað altso passar, sum verður endurtikið aftur og aftur eins og eitt falskt mantra við alt ov kritahvítum tonnum um at vit skulu hava: Lív í býin! Vit skulu hava lív í býin. - Ein musikkskúli í miðbýnum hevði heilt av sær sjálvum skapað lív. Í mentanarsending í útvarpinum varð eisini tosað um list og pengar, Sunleif Rasmussen tosaði m.a. um hvussu nógvar pengar normenn og finnar brúka uppá list, milliónir av evrum og tað kann væl vera. Noreg er í hvussu so er millum heimsins ríkastu lond og Finnland er eisini nakrar ferðir størri enn vit. Eg havi sjálv gramt meg um vantandi listapening og í ein vissan mun er kritikkurin heimilaður, men vit mugu duga at síggja út um pengaseðlarnar, alt snýr seg ikki um pengamangul. Virðing er ikki einsbetýðandi við pengar. Tað snýr seg eisini um vilja og dirvi til at taka ábyrgd bæði hjá tí einstaka og hjá teimum, ið varða av listastuðuli og listafyrisiting í bý og landi. Og so snýr tað seg sjálvandi eisini um viljan til at taka listarliga fakligheit í álvara. Vit hava ta góðu listina, vit hava væl útbúgvin fólk, men mangla, at listarligur yrkisførleiki verður tikin í álvara av okkum sjálvum og okkara politikarum. Ein væl útbúgvin arkitektur var í Degi og viku í kvøld, hann var glaður, tí hann saman við einum øðrum vann arkitektakappingina um miðbýin í Havn (sí listabloggin longur niðri á síðuni) og hann tosaði um mentan og hús í Tórsgøtu. Tað primera var eyðsýniliga eitt parkeringshús og á onkran hátt ljóðaði tað eina løtu sum um, at list og mentan var fatað sum eitt slag av sekunderari og hugaligari ífyllu. Eg havi ikki granskað vinnarauppskotið, men helt, at nógv ljóðaði skilagott - um mann hevur hoyrt okkurt av tí fyrr. Eg meini so við, tað munu vera fáir føroyskir arkitektar, sum ikki hava opnað Havnar á, um ikki annað so á pappírinum ella í huganum. Í veruleikanum blørðar kloakkin framvegis undir asfaltinum, soleiðis er tað bara og kanska verður nýggi Musikkskúlin í Tórshavnar Kommunu eitt triðjarangsprojekt, ein skúli, sum verður tveittur tilvildarliga bara onkrastaðni í kommununi. Og tað hevur við pengar at gera, ella við raðfestingar, sum hava við pengar og vantandi virðing fyri list at gera. Auktiónsvirkið Bruun & Rasmussen virðir list fyrst og fremst av tí hon genererar pengar og nú eru tey komin til Føroyar at sóknast eftir føroyskari list, sum er grúviliga populert í landsuðuri og sum væl at merkja eisini er ógvuliga bílig; handan skitsan hjá Torbirni Olsen var heilt sjáldsama bílig og nakað væl bíligari enn málningar hjá t.d. viðurkendum donskum listafólkum. Eg veit, at summi hugsa um list sum eina peningaliga íløgu, friður verið víð tí, men í veruleikanum havi eg ilt við at ímynda mær nakað, sum er meira fjart frá hvørjum øðrum enn nettupp pengar og list - hygg bara eftir hasari undurvøkru einglamyndini hjá Tórbirni Olsen. 



(KP)

Saturday, May 17, 2014

Poesi í Føroyahúsinum



Hósdagin 22.mai frá klokkan 20-22 verður skipað fyri yrkjarasalong í Føroyahúsinum í Keypmannahavn (Vesterbrogade 17A). Ditte Steensballe (Dk), Muniam Afaker (Irak), Tóroddur Poulsen (Fo), Milena Rudez (Bosnia) og Kristen Bjørnkjær (Dk) fara at lesa upp og  egyptiski bókmentafrøðingurin og granskarin, Hala Kamal fer at greiða frá um poesi og týðing. Birgir Thor Møller verður frásøgufólk til tiltakið, sum er ókeypis. Aftaná yrkingaupplesturin býðst høvið hjá øllum, sum hava hug fara fram á pall at lesa upp sínar tekstir. Tað er virðislønti yrkjarin, Sissal Kampmann, ið fyrireikar tiltakið. 














(KP)

Tuesday, May 13, 2014

Føroyskar bókmentir úti í heimi




Vit hava staðfest tað fyrr, men endurtaka gjarna, at Randi Ward er føroyskum bókmentum ein virkisfús og dugnalig sendikvinna. Í The Operating System greiðir hon frá um Steinbjørn B.Jacobsen, sum hon hevur týtt til enskt og sum hon eisini hevur tikið nakrar fínar portrettmyndir av. Tað eru somuleiðis hennara týðingar, sum eru í Scandinavian Review, ið viðger Tórodd Poulsen í nýggjasta tíðarritinum, har lesast kann eitt úrval úr bókini Fjalir frá 2013. Randi Ward er heiðursløntur yrkjari, týðari og fotograf, sum hevur serligan áhuga fyri Føroyum og føroyskum høvundum. Til nýggjasta eintakið av tíðarritinum Skidrow Penthous hevur Randi Ward týtt fimm  yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, umframt at hon eisini hevur sínar egnu yrkingar við í tíðarritinum. Eg seti tvey leinki inn her:

http://www.theoperatingsystem.org/3rd-annual-napomo-303030-day-12-randi-ward-on-steinbjorn-b-jacobsen-1937-2012/



http://skidrowpenthouse.com/current.html

(KP)

Sunday, May 11, 2014

Hondskriftligur íblástur


Okkurt satt man vera í uppáhaldinum um, at tú finnur tað, tú leitar eftir, í øllum førum legði eg merki til óvanliga nógvar framsýningar, sum vóru miðsavnaðar um orð og mynd nú eg var í Keypmannahavn í sambandi við framsýningina Í Norðurbryggjuni við myndum frá Steinprenti; Billedord Ordbilled. Ein av hesum framsýningum er í Kongaliga Bókasavninum, sonevnda Svarta Diamantinum - hetta er ein framúrskarandi fín framsýning, sum eg hervið viðmæli. Framsýningin eitur "101 Danske Digtere" og er miðsavnað um nakað so gamaldags sum tað hondskrivaða orðið. Hon fokuserar uppá tað skjótt útkólnaðu hondskriftina. Kenn André Stilling hevur fyriskipað og tikið stig til framsýningina, sum hann hevur hugsað eins og ein farvælfagnað til heiðurs fyri hondskriftini. Uppleggið er einfalt; 101 yrkjarar, bæði blaðungir yrkjarar, men eisini teir stóru og fínu yrkjararnar, eru bidnir um at senda inn tvær A4 síður við einum hondskrivaðum teksti við eini portrettmynd og tað hava yrkjararnir gjørt, síðurnar eru síðan rammaðar inn og hongdar upp og áskoðarin/lesarin kann ganga leingi og lesa og hyggja og uppliva  hvussu høvundarnir hava loyst uppgávuna. Umframt hetta er ymiskt, sum ger formidlingina meira livand og stuttliga, m.a. hevur Peter Laugesen skrivað eina yrking á veggin og kring framsýningina standa eisini montrur við hondskrivaðum tekstum hjá áhugaverdum bókmentaligum korifeum sum Thomas Kingo og Tove Ditlevsen. Hondskriftir hava týdning sum tekin - mótsett teirri nógv meira effektivu og anonymu telduni, ber hondskriftin boð um persónin, sum hevur skrivað og hvussu hann ella hon er fyri, um røkiskap og um kreativitet og um sjálvan tekstin, sum hon myndar. Hetta er sum heild ein ómetaliga rørandi og inspirerandi framsýning. Til framsýningina er framleitt eitt vakumpakkað katalog við kúlupenni, sum bara kostar 101 krónur. Framsýningin verður hangandi inntil 26.juli í ár.


















(KP)

Saturday, May 3, 2014

Minnið


Til leygardagsins listablogg hava vit funnið ein sang, sum javnan er at hoyra í útvarpinum. Høgni Lisberg hevur gjørt hann og framførir saman við Eivør. Hetta er ein sangur, sum fyrst tú hoyrir hann, tykist næstan ørkymlandi einfaldur at kalla simpul. Men sangurin við insisterandi, einføldu reglunum vaksur inni í høvdinum á lurtaranum, lurta bara her:





(KP)

Wednesday, April 23, 2014

Kanska er tað bara spæl



Hanni Bjartalíð í Steinprenti
  
Nú sprettur á fold og spírar og alla staðni spríkir og tysjar gróðurin fram - sóljur opinbera seg gular á grønum og alla staðni har tú hyggur, smoyggja blómur og bløð seg úr greinum á vetrarnaknu trøunum. Eisini í Steinprenti spíra bæði blómur og trø í smáum træobjektum, sum nágreiniliga - at kalla eymliga eru sett saman burtur úr smáum træsprekum. Tað er listamaðurin, Hanni Bjartalíð, sum letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25.apríl klokkan 16-18 og øll eru hjartaliga vælkomin. Eg skrivaði einaferð um Hanna Bjartalíð, at tað ikki er lætt at yvirskoða eitt so villvaksandi verk sum hansara, tí tað hendir so nógv í tí og tað fevnir so víða um tekning, málarí, kollasju, steinprent og træskulptur. Men tá eg nú síggi tey nýggjastu verkini hjá honum, havi eg hug at rætta meg sjálva, tí sjálvt um talan er um eina velduga og støðuga menning, so er ein heilt greiður samanhangur í øllum hansara verki. Áskoðarin kennist aftur við myndaliðirnar í samansetingunum av málaðum og ómálaðum træpettum, her eru grínandi skøltar, nakin trø, spírandi blómubløð og stuttligar tulipanir við spískum bløðum, sum stunda móti himni. Tær vóru einaferð at síggja í negativum skapi í einari kollasju, men bretta sær nú á í trídimensjonalum skapi í Steinprenti.

Framferðarhátturin hjá listamanninum er spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at talan er um ein royndan listamann, sum veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir. Sum ein maniskur óruslusavnari setur hann saman træsprek til banalar lutir úr gerandisdegnum ella dreymakendar manifestatiónir av onkrum, sum til tíðir bara granskar form og skap og sum aðrar tíðir tykist tulka tilverunnar grundleggjandi treytir – tó, tað er ikki vist, kanska er tað bara spæl. Listasavn Føroya og Birmingham Museum and Art Gallery eiga verk hjá Hanna Bjartalíð. Framsýningin í Steinprenti varir inntil 31.mai.


Kinna Poulsen

Monday, April 21, 2014

Tónaskald í listarligum undanvindi talar at...



Sunleif Rasmussen, tónaskald og musikkskúlalærari hevur ongar vónir um, at farið verður undir at byggja ein nýggjan musikkskúla í næstum, hann ivast í, um Tórshavnar Kommuna veruliga hevur ætlanir um at byggja nýggjan musikkskúla. Musikkskúlaskipanin er sum kunnugt ein long successøga, um vit hyggja at tí árini, sum skúlin hevur havt á tónleikastøðið her á landi. Tey, sum ikki brúka musikkundirvísingina í eini tónleikaligari karrieru, gerast jú hollir áhoyrarar og hetta er eisini við til at hækka um støðið á tónleikinum sum heild. Í útvarpinum hjá Kringvarpinum segði Sunleif Rasmussen í gjár, at hann ikki ætlar sær til arbeiðis í Musikkskúlanum undir teim vánaligu umstøðum, sum bæði húsini á Frúutrøð og Yviri við Strond í løtuni eru merkt av við m.a. manglandi plássi og ljóðisolering, sum hevur við sær, at musikkfrálæran verður órógvað av gangi. Og meðan støðan stendur við og versnar tykist Tórshavnar Kommuna ignorera teir mongu borgarar, sum standa á bíðilista at sleppa í musikkskúla, hesin bíðilistin er enn longri enn bíðilistin at sleppa á eitt ellisheim í kommununi. Vónast má, at okkurt verður gjørt við hetta mál í stundini, tí vit hava longu bíða alt ov leingi. 

Sunleif Rasmussen fer neyvan at keða seg, um hann ikki undirvísir í Musikkskúlanum eina tíð, hann hevur úr at gera við tónasmíð. Fløgan við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen “Motion/Emotion” hevur eisini fingið sera positiv ummæli uttanlands. Ummælarin hjá audaud.com, Daniel Coombs er tildømis hugtikin av tónleikinum, sum hann heldur vera kompleksan og sum skyggir eins og norðlýsi. Stóra bretska tíðarritið Gramophone hevur eisini umrøtt Sunleif Rasmussen og tað hevur Seismograf eisini - tað æt einaferð Dansk Musiktidsskrift í eini grein, sum er eitt estetiskt kjakinnlegg og ummæli í einum. Sunleif Rasmussen heldur serliga tað seinasta vera áhugavert: - "Tað er týðiligt, at ummælarin, ein ungur starvsfelagi ikki er samdur við mínari estetisku støðu anno 2014. Hetta er næstan sum at lesa kjakið í "Neue Zeitung fur musik" millum Shumann/Brahms á einu síðuni og Liszt/Wagner á hinari. Stuttligt at slíkt kjak er ein verandi stødd." heldur Sunleif Rasmussen. (sí greinina í leinkinum niðast á blogginum)

Sunleif Rasmussen er í løtuni í gongd við at skriva sína Symfoni nr 2, sum skal latast forlagnum í mars komandi ár. Symfoniin er umbiðin av Helsinki Filharmonikarunum til 150 ára jubileið hjá Sibelius. Konsertirnar verða 9. og 10. septembur í 2015. Sunleif greiðir frá: "Symfoniin verður fyri stórt orkestur, mannskór og tveir sangsolistar. Ein baryton og ein koloratursopran. Barytonsangarin verður tann víðagitni Bo Boje Skovhus og kendi koloratursopranurin Cyndia Sieden, ið syngur á Metropolitan operuni í New York. Havi verið so heppin, at fáa fríar hendur at velja solistar. Teksturin er úr Vøluspá og Gylfaginning, og eru tekstir um "Lívsins træ" nevnt Yggdrasill. Træið, ið røkkur til himmals og niður í Ásagarð, Jotunheim og Helheim, og fara hesir heimir at lýsa teir 4 satsirnar í symfoniini. Eg eri í holt við fyrsta sats í løtuni. Komi stórt sæð bert at skriva symfoniina í ár.  Tó eri eg eisini í gongd við at skriva eitt  minni verk fyri blokkfloytu og strúkiorkestur, til Michala Petri og Lappland Chamber Orchestra. - Og nú vit tosa um fløgur hevur Dacapo-records avgjørt at gevar út eina live upptøku av symfoniini á frumframførslunum í Helsinki" leggur Sunleif Rasmussen aftrat. Vit  ynskja honum góðan arbeiðshug og eydnu og vóna, at gongd kemur á ein ítøkiligan nýggjan musikkskúlabygning, so at bæði Sunleif og vit øll kunnu njóta gott av teimum mongu positivu ringárinum, sum ein góður musikkskúli hevur fyri landið og høvuðsstaðin.

Saturday, April 19, 2014

Saman og fyri seg sjálvan


Hetta nýggja verkið hjá Banksy, Mobile-lovers í Bristol rakar seymin á høvdið í lýsingini av nútíðar menniskjanum, sum eisini í dýrmætum løtum, sum áttu at lagt upp til hægstu dedikatión, hevur lyndi til at skapa frástøðu til hesa somu løtu. Tað gera vit t.d. við at taka myndir av støðuni, so at vit kunnu posta hana á facebook ella líknandi støð og við at kekka um fartelefonin hevur nakað nýtt at siga tær úti úr heimi og vita hvussu nógv hava dámt tína seinastu støðuuppdatering. Tey gerast alsamt færri við tað, at "dámar"-valutain tykist dýrka - tað er ikki heilt so lætt at fáa "likes", tá meira verður úttrykt enn tikið verður ímóti. Ein donsk kanning vísti fyri kortum, at meginparturin av teimum ungu hava roynt at kekka fartelefonina meðan tey hava samlegu. Tað er ein øgilig trongd og púra absurd at hugsa sær, haldi eg. Men tá eg í áðni noktaði soninum at hyggja at teknifilmi afturvið morgunmatinum, fór hann fullkomiliga í minus, hann tímdi ikki at práta við meg, segði hann, tí Cartoon Network, er nógv stuttligari. Svarið var so mikið lemjandi at hann slapp at hyggja eina løtu, páskaferia og alt. Og nei, eg skal ikki koma for gott í gongd. Skal eg grípa í egnan barm, brúki eg internetið hvønn tann einasta dag frá morgun til myrkurs, og 9 út av 10 netkekkum eru lutfalsliga ógrundaði, eg kekki meyl og FB bara soleiðis hissini. Eg elski internetið, um internetið var til, tá eg var barn og ung, ivist eg ikki í, at eg hevði livað og búð á internetinum. Eri ikki framtíðargranskari, men ivist onga løtu í, at internetið og sosialu miðlarnir eru í ferð við at broyta okkara tilveru heilt grundleggjandi. Tað er jú fantastiskt at kunna hava ein felagsskap á telduni, har tú kanst kaga innar, tá tú vilt, vera passiv ella aktiv júst sum tú hevur hug til og væl at merkja við eini frisuru og útsjónd, sum liggur nokk so langt frá tínari vælgreiddu profilmynd. 

Í undirvísingini plagdi eg at vera rættiliga avgjørd bæði viðvíkjandi telefonum og við FB og øðrum teldufjasi, men í summum førum má eg nú ásanna, at hesir miðlar eru vorðnir so nattúrligir partar av tilveruni hjá teimum ungu, at tey ikki kunnu vera teir fyriuttan. Tey hava vant seg til, at teir eru har næstan sum eitt nattúrligt framhald av arm og hond. Eg spurdi ein næming um hann brúkar snildfonina meðan hann etur døgurða saman við familjuni og hví og jú, tað ger hann. Orsøkirnar eru eftir øllum at døma fleiri; digitala samveran er undirhaldandi og lítið krevjandi, og so kann snildfonin eisini brúkast til at sleppa undan hasari awkward kensluni. Eg skilji hann væl, minnist væl tílíkar strævnar løtur við familjudøgurðaborðið, tá mann ikki ordiliga visti hvat mann skuldi siga og tey vaksnu allíkavæl høvdu lyndi til at yvirrula, tí tey dugdu betri at tosa og tí, at avgerðarrætturin nattúrliga lá  hjá teimum. Spurningurin er so um mann allíkavæl fekk okkurt burtur úr hesum løtunum, sum tey ungu nú kanska mangla. 

Eg veit ikki um tað rættasta hevði verið, sum vit hava umhugsað, at stongt FB o.t. í undirvísingartíð, men eg eri farin at ivast. Í seinastuni havi eg lagt til merkis, at sjálvt um fleiri næmingar hava FB og snapchat tendrað, so brúka tey eisini telduna aktivt sum amboð í undirvísingini, t.d. brúka tey orðabøkurnar hjá Sprotanum, bókmentasøguna í Litteraturens Veje, eins og tey googla eftir øllum møguligum. Í grundini eri eg eisini ímóti sensuri av einum og hvørjum slag, so eg má bara royna at leggja undirvísingina til rættis so at hon er kappingarfør við digitala gangin. Samstundis havi eg ein varhuga av, at tað er umráðandi ikki at kapitulera í mun til gerandisdagin, so at tað ber til at eta saman við teimum awkward løtum, sum máttu staðist av at vera sama uttan mobila avleiðslu.



(KP)


Friday, April 18, 2014

Krossfestur í dreymi



Havi hvørki sár
ella arr
í lógvunum

eri bara
krossfestur
í dreymi

eg varð límaður fastur
á krossin
men datt niður aftur
tí eg gjørdist ov tungur
av øllum syndunum
eg skuldi bera

triðja dagin 
stóð eg enn 
og pilkaði lím
av mínum baki

og eg kom ongantíð 
til himmals
tí har var ikki pláss
fyri fleiri droymarum






Mynd: Úr installatión hjá Tóroddi Poulsen frá 2009
Yrking: á síðu 48 í Leyvið haldi eg hjá Tóroddi Poulsen






(KP)

Wednesday, April 16, 2014

Tuxedo Rebels bjóðar til lurtigildi



Í sambandi við at debut plátan hjá Tuxedo Rebels, Sometimes The World Is Dark, kemur út, verður boðið til lurtigildi í Sirkus mikukvøldið 16/04 kl 21.00. Vit fara í felag at njóta serstaka undanfrumspæling av plátuni, áðrenn hon yvirhøvur er komin til landið. Gjørligt verður at pre-ordra plátuna á kvøldinum, og við pre-ordranum fæst download kota, ið kann nýtast beinavegin. Tuxedo Rebels er ein bólkur, sum er mannaður av Petur Pólsson. Tuxedo Rebels er mannaður av Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein. Teir fingu hugskotið til bólkin longu í 2002, tá Petur spældi í Clickhaze og Knút spældi í Gestum. Teimum dámdu væl at spæla tøkuløg hjá fyrimyndum og hetjum, so sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Johnny Cash, Neil Young o.ø. Teir framførdu í ymiskum samanhangum í nøkur ár, men tosaðu javnan um at fara at gera egnan tónleik og geva út. Nú er hetta vorðið veruleiki - tónleikurin kann  hoyrast í Sirkus í kvøld. Knút Háberg Eysturstein greiðir frá, at tankin við eini undanfrumspæling er at samlast og at fáa eina sosiala hending burturúr hesum, at plátan verður presenterað. Í talgilda heiminum er tað at lurta eftir tónleiki ofta individuelt og fragmentariskt og Tuxedo Juncion hava hug at fara hin vegin og gera hendingina til nakað, sum gongur fyri seg í einum rúmi og sum fólk savnast um. Øll eru vælkomin. 


(KP)

Søgulig verkætlan í Norðagøtu


Meðan tað aðrastaðni í landinum verður fundast og tosað og prátað og býarplanlagt í eina óendaligheit uttan at so øgiliga nógv hendir ítøkiliga við t.d. miðbýnum í Klaksvík, Musikkskúlanum ella einum nýggjum Tjóðpalli, tykist Eysturkommuna fús at kasta seg út í dygdarverkætlanir. Tað skiltist á øllum brøgdum fyrr í vikuni, tá Eysturkommuna boðaði frá, at avtala er gjørd við heiðurslønta arkitektin Ósbjørn Jacobsen Arkitektar (- partur av Henning Larsen Architects). Eg havi spurt Ósbjørn Jacobsen hvussu verður, og hann tykist sera spentur uppá verkætlanina. Tað er jú rættiliga serstakt - um ikki søguligt - at ein kommuna byggir eitt býráðshús, tað vanliga er, at kommunan flytir inn í ein bygning, sum er bygdur til eitt annað endamál. Osbjørn Jacobsen Arkitektar skulu tekna, projektera og hava eftirlit við allari byggingini vegna kommununa. Nýggja býráðshúsið skal standa á Oyruni í Norðagøtu, verður umleið 590 m2, og samlaði kostnaðurin er mettur at verða 12 mió. kr. Hetta eru sjálvandi nøkur heilt onnur tøl enn tá vit hyggja at kostnaði og stødd av Hørpu í Reykjavík (sí leinkið undir myndini), sum Ósbjørn Jacobsen og Henning Larsen Architects vórðu heiðraðir við Mies van der Rohe heiðurslønini fyri í fjør. Men ein minni bygningur kann væl enda við at verða spennandi í vakra umhvørvinum í Norðagøtu. Fýra starvsfólk arbeiða á teknistovuni í Syðrugøtu, og tey eru longu farin í holt við at fyrireika nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu. Vit gleða okkum!












(KP)

Saturday, April 12, 2014

Bárður Jákupsson hevur úr at gera


Bárður Jákupsson hevur fyri kortum havt framsýning í Listasavni Føroya og nú sýnir hann fram í Galerie Focus, umframt at hann hevur framsýning í Kunstbygninginum í Vrå og tað er hesa síðstu framsýningina, greinin omanfyri snýr seg um. Tann framsýningin letur upp í dag. Framsýningin í Galerie Focus heldur fram inntil 24.apríl.














(KP)







Friday, April 11, 2014

Norðurlendsk bókmentastevna í Norðurbryggjuni


Í døgunum frá 24. til 26.apríl verður ein áhugaverd norðurlendsk bókmentastevna hildin í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, sum tekur støði í tí, sum fyriskipararnir kalla fyri eina nýggja bókmentaliga vistskipan í norðurlondum har stóru forløgini jagstra bestsellarar meðan smá forløg, tíðarrit og einstaklingar, sum brenna fyri bókmentaligari dygd hittast á máli og skipa fyri ymsum tiltøkum.

Fyriskiparar eru: Kizaja Ulrikke Routhe-Mogensen, Pablo Llambías, Ragnild Lome, Caspar Eric, Christina Yhman Kaarsberg, Lone Nikolajsen, Liv Sejrbo Lidegaard, Carina Elisabeth Beddari, Jessie Kleemann, Kim Simonsen, Sissal Kampmann, Niviaq Korneliussen, Sørine Steenholdt, Anna Vogel og Lyra Ekström Lindbäck.

Lesið meira á heimasíðuni her: 


”Den seneste tværnordiske debat om bl.a. strukturel racisme i forlængelse af Yahya Hassans digtsamling har vist, hvor forskellige og inspirerende de nordiske offentligheder er, og hvor givende det kan være at møde hinanden i en fælles samtale.”

På TXT.VILLE har vi især rettet blikket mod de mange småforlag og tidsskrifter, der de seneste år er spiret frem i de nordiske lande. Det er hos dem, vi finder den stærkeste orientering på tværs af de nordiske lande. Og det er hos dem, man møder de mest inspirerende perspektiver på litteraturens fremtid.

Programmet på TXT.VILLE er blevet til på basis af en åben invitation til de nordiske miljøer omkring småforlag og tidsskrifter. Redaktioner over hele Norden har budt ind med forslag til TXT.VILLES program, og det endelige program er blevet til i en fælles redaktionsproces. TXT.VILLES program afspejler på den måde direkte, hvad der rører sig i Norden lige nu.

“TXT.VILLE søger ikke at reducere de nationale offentligheder til én stor nordisk offentlighed, men at trække linjer mellem litterære fællesskaber i Norden, som allerede slægter hinanden på. Vi stræber ikke efter en konsensus i forhold til, hvad (god) litteratur er eller bør være, men vil tydeliggøre den diversitet, der findes.”

 Det litterære økosystem under forvandling

Mange taler om, at det litterære økosystem er under forvandling. Mens de store forlag er tvunget ind i en jagt på den næste bestseller, er der samtidigt ved at opstå en ny geografi af tidsskrifter og småforlag på tværs af de gamle litterære offentligheder. Hvilken litterær offentlighed taler vi om i en fremtid, hvor både medierne, udgivelsesmetoderne, distributionsformerne, forbrugermønstrene er under forandring? TXT.VILLE tilbyder sig som et sted, hvor man kan orientere sig i de nyeste udviklinger, stille spørgsmålstegn ved dem, lade sig inspirere af dem, og i det hele taget gøre sig tanker om, hvad der sker og tage del i det.

”Vi ønsker at gøre det lige så naturligt for litteraturinteresserede i Norden at orientere sig i de andre nordiske landes litteratur, som det i dag er at orientere sig mod Kontinentaleuropa og USA.”





(KP)

Wednesday, April 9, 2014

FÆRØKNUST © Serframsýning hjá Edward Fuglø í Norðurbryggjuni


Fríggjadagin 11.apríl letur upp framsýning við myndum hjá Edward Fuglø í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin varir inntil 15.juni. Katalog er framleitt til framsýningina við teksti eftir Nils Ohrt, stjóra í Listasavni Føroya. Her er tíðindaskrivið á donskum.

Den færøske kunstner Edward Fuglø (f. 1968) er på en og samme tid en original outsider og en helt central figur i den færøske kultur. I årevis har han stået på sidelinjen i sin færøske striktrøje, råbt op og kritisk kommenteret såvel det dominerende færøske landskabsmaleri, øsamfundet, Danmark og rigsfællesskabet og verden som sådan. Han har stædigt krævet sin plads i en kultur og tradition, der har haft svært ved at afgive plads til kunstnerisk fornyelse eller alternative anskuelser. Et faktum som udstillingstitlens ordspil på Færøkunst minder os om: en stærk tradition kan også have en undertrykkende side!

Edward Fugløs værker er vist i hele Norden, og han har de seneste 10-12 år indtaget en afgørende rolle på den nordiske kunstscene. Oprindelig udskældt for "bare at male illustrationer" og sat i bad standing for konsekvent at udfordre bl.a. den færøske landskabstradition med sine figurative allegorier, er Edward Fugløs værk  - rapkæftet, underfundigt og med humoristisk samfundskritisk bid - i dag placeret på gallerier, museer, kirker og i private samlinger, og han står bag monumentale offentlige udsmykninger, stribevis af færøske frimærker og ikke mindst det færøske Lagting og Landsstyres officielle gave til H.M. Dronningens 40-års regentjubilæum.

Men Edward Fuglø er ingenlunde færdig med at skræppe op, selvom han har fået både vægplads og høstet anerkendelse. Når hans klassiske motiver med fuglehoveder på jakkesæt nu er skiftet ud med fiskehoveder, så er det netop Færøernes aktuelle fiskeristrid med EU og stridens synliggørelse af rigsfællesskabet som utidssvarende, der er kommet under lup og pensel. 

Edward Fuglø er med andre ord højaktuel, vital og tilbyder intet mindre end et alternativt blik - Fugløperspektivet - på os selv og vores nordatlantiske naboer. Oplev det på udstillingen FÆRØKNUST ©, der kan opleves på Nordatlantens Brygge fra 12. april - 15. juni.

Artist-talk
Mandag den 2. juni kl. 19.30
Denne mandag aften mødes direktør Nils Ohrt og Edward Fuglø til en snak om Færøerne i Fugløperspektiv.





Monday, April 7, 2014

Knud Odde greiðir frá

Knud Odde gjørdi hesa myndina í Steinprenti, hon verður við á framsýning hjá Steinprenti í Norðurbryggjuni í mai



Knud Odde hevur gjørt allar illustratiónirnar í nýggja blaðnum hjá danska dansktlærarafelagnum (sí leinki omanfyri). Portrettið av Herman Bang gjørdi hann í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hyggið her. 







(KP)



Saturday, April 5, 2014

Vikuskiftisviðmælið



Djúpbláa og svarta myndin er partur av framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti, sum út móti túsund fólk hava vitjað. Eg rokni við, at tey allarflestu kenna stílin aftur við tí ultramarinbláa signaturlitinum. Verkini á nýggju framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti koma frá einum listamann, tá hann er allarbest fyri á síni starvsleið og sum fyri kortum fekk landsins hægsta mentanarheiður, mentanarvirðisløn landsins handaða frá mentamálaráðharranum. Teir einlittu/tvílittu málningarnir draga áskoðaran at sær við síni monumentalu stødd, sum næstan sprongja framsýningarhølið. Hesi verkini eru sum gjørd til meditatión, og tá tú stendur leingi og hyggur at teimum, er tað sum um, at myndin letur seg upp og tú í tonkunum sleppur inn um svarta rimaverkið og inn í tað endaleysa myndarúmið. Tróndur Patursson hevur málað nógvar myndir út frá hesi somu grundmetodu, mynstrið er málað so mikið tjúkt á løriftið, at tað liggur omaná løriftinum næstan sum eitt relieff. Hetta sæst ikki á fotomyndum, men er týðiligt, tá tú sært myndina, har hon hongur í Steinprenti. Í byrjanini tykist mynstrið kanska eitt sindur tilvildarligt, men hyggur tú eina løtu, gert tú varug við eina ávísa kós og  dynamikk í bygnaðinum. Hvat snýr myndin seg um? Av tí, at hon ikki endurgevur veruleikan á mimetiskan hátt, er tulkingin ikki definerað frammanundan. Kanska snýr hetta seg um náttúru og kosmos og er ein ítøkilig lýsing av tí óítøkiliga, men tað ber eisini til at fata málningin meira konkret sum ein flata við ultramarinbláari temperamáling við svørtum mynstri. Farið sjálvi og hyggið, har er opið gerandisdagar frá 9-17 og leygardag 14-17




(KP)