61.
Av góðum mati kvøldið angar.
Heim í eygsjón hó hó hó.
Eg seti meg niður og borðið fangar.
Vindurin blíður og bylgjan góð.
62.
Børnini spæla og tey gomlu syngja.
Heim í eygsjón hó hó hó.
Í fjálgum ljósi iPhónir ringja.
Vindurin blíður og bylgjan góð.
63.
Alheimur er ein øgilig verð.
Land í eygsjón hó hó hó.
Við sólini eri eg nú á ferð.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
Rói Patursson
Showing posts with label Jólakalendarin 2013. Show all posts
Showing posts with label Jólakalendarin 2013. Show all posts
Tuesday, December 24, 2013
Monday, December 23, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 23. desember
58.
Skinklandi eg gangi heim til húsa.
Land í eygsjón hó hó hó.
Vitið er tómt og deyðiliga rúsað.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
59.
Tíðin er farin um stytsta dag.
Land í eygsjón hó hó hó.
Mín kroppur skelvir sum eitt bókablað.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
60.
Nú síggi eg livandi stovu roðan.
Heim í eygsjón hó hó hó.
So eri eg aftur við heimalogan.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Skinklandi eg gangi heim til húsa.
Land í eygsjón hó hó hó.
Vitið er tómt og deyðiliga rúsað.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
59.
Tíðin er farin um stytsta dag.
Land í eygsjón hó hó hó.
Mín kroppur skelvir sum eitt bókablað.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
60.
Nú síggi eg livandi stovu roðan.
Heim í eygsjón hó hó hó.
So eri eg aftur við heimalogan.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Sunday, December 22, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 22. desember
56.
Nú rakni eg við á køldum sandi.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eri eg livandi og í hvørjum landi?
Vindurin frískur og bylgjan góð.
57.
Kavi á fjøllunum; eg veit hvar eg eri.
Land í eygsjón hó hó hó.
Flakin er syndraður í Sandágerði.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Nú rakni eg við á køldum sandi.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eri eg livandi og í hvørjum landi?
Vindurin frískur og bylgjan góð.
57.
Kavi á fjøllunum; eg veit hvar eg eri.
Land í eygsjón hó hó hó.
Flakin er syndraður í Sandágerði.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Saturday, December 21, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 21. desember
53.
Við eitt var mín eitraða sæla støv.
Hel í eygsjón hó hó hó
Flakin ein kista og sjógvurin ein grøv.
Vindurin bani og bylgjan blóð.
54.
Myrkrið rakk frá botni til skýggja.
Hel í eygsjón hó hó hó
Eg var ræðsla og kundi ikki flýggja.
Vindurin bani og bylgjan blóð.
55.
Hjarta og andi kódnaðu í kvøl.
Hel í eygsjón hó hó hó
Deyðin helt um mín stýrisvøl.
Vindurin bani og bylgjan blóð.
(KP)
Við eitt var mín eitraða sæla støv.
Hel í eygsjón hó hó hó
Flakin ein kista og sjógvurin ein grøv.
Vindurin bani og bylgjan blóð.
54.
Myrkrið rakk frá botni til skýggja.
Hel í eygsjón hó hó hó
Eg var ræðsla og kundi ikki flýggja.
Vindurin bani og bylgjan blóð.
55.
Hjarta og andi kódnaðu í kvøl.
Hel í eygsjón hó hó hó
Deyðin helt um mín stýrisvøl.
Vindurin bani og bylgjan blóð.
(KP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Friday, December 20, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 20. desember
50.
Tann mildasta sælan fylti mín kropp.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Alt var klassiskt, rock og popp.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
51.
Eg skilti tá at meining var í øllum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Og munurin var eingin á einglum og trøllum.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
52.
Eg tveitti meg út í ein villan látur.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Alt var herligt og loystar allar gátur.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
(KP)
Tann mildasta sælan fylti mín kropp.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Alt var klassiskt, rock og popp.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
51.
Eg skilti tá at meining var í øllum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Og munurin var eingin á einglum og trøllum.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
52.
Eg tveitti meg út í ein villan látur.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Alt var herligt og loystar allar gátur.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
(KP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Thursday, December 19, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 19. desember
47.
Tá kom ein herur av einglum og álvum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Allar tyngslir hvurvu av sær sjálvum.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
48.
Teir gandaðu við æðrum og lungum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
So glaður eg fór at tala í tungum.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
49.
Mín sál bleiv markleys og helt á at vaxa.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Eg var ein gudur og flakin ein galaxa.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
(RP)
Tá kom ein herur av einglum og álvum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Allar tyngslir hvurvu av sær sjálvum.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
48.
Teir gandaðu við æðrum og lungum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
So glaður eg fór at tala í tungum.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
49.
Mín sál bleiv markleys og helt á at vaxa.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Eg var ein gudur og flakin ein galaxa.
Vindurin søtur og bylgjan ró.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Wednesday, December 18, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 18. desember
45.
Við einum tunnustavi eg setti meg at rógva.
Land í eygsjón hó hó hó.
Tó uttan kós og máttinum nógva.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
46.
Soleiðis rak eg í maktarleysum dúri.
Einki í eygsjón hó hó hó
Eg føldi hetta var endin á mínum túri.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Við einum tunnustavi eg setti meg at rógva.
Land í eygsjón hó hó hó.
Tó uttan kós og máttinum nógva.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
46.
Soleiðis rak eg í maktarleysum dúri.
Einki í eygsjón hó hó hó
Eg føldi hetta var endin á mínum túri.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Tuesday, December 17, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 17. desember
41.
Skinn og innvølir hann hálaði á sjógv.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Annars át hann bæði stert og klógv.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
42.
Ein morgun eg legði meg í ein hvalamaga.
Land í eygsjón hó hó hó.
So trøllið kundi meg úr hellinum draga.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
43.
Sum bukaður lá eg við sjóvarmálan.
Land í eygsjón hó hó hó.
Nú var hvørki tíð til hvíld ella drálan.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
44.
Av drasli og skinnum her ikki mundi tróta.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eg gjørdi mær ein flaka av tí sum kundi flóta.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Skinn og innvølir hann hálaði á sjógv.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Annars át hann bæði stert og klógv.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
42.
Ein morgun eg legði meg í ein hvalamaga.
Land í eygsjón hó hó hó.
So trøllið kundi meg úr hellinum draga.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
43.
Sum bukaður lá eg við sjóvarmálan.
Land í eygsjón hó hó hó.
Nú var hvørki tíð til hvíld ella drálan.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
44.
Av drasli og skinnum her ikki mundi tróta.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eg gjørdi mær ein flaka av tí sum kundi flóta.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Monday, December 16, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 16. desember
37.
Sjálvdeyðir kroppar vóru trøllametta.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Og meg hann setti at kryvja og fletta.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
38.
Fuglur og fiskur, seyður og kópur.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Onkuntíð ein hvalur; ein grúiligur hópur.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
39.
Hann tugdi tað ráa og svølgdi tað rotna.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Tað var eyðsæð at einki kundi botna.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
40.
Sum trælur eg mátti í holini sita.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Lítið at drekka og sjáldan ein bita.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Sjálvdeyðir kroppar vóru trøllametta.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Og meg hann setti at kryvja og fletta.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
38.
Fuglur og fiskur, seyður og kópur.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Onkuntíð ein hvalur; ein grúiligur hópur.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
39.
Hann tugdi tað ráa og svølgdi tað rotna.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Tað var eyðsæð at einki kundi botna.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
40.
Sum trælur eg mátti í holini sita.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Lítið at drekka og sjáldan ein bita.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Sunday, December 15, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 15. desember
34.
Men kvikur var eg og favntakið breyt.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann var tungur og seinur sum eitt neyt.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
35.
Hann sjaggaði út at leita eftir ræi.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Við einum kletti hann lokaði staðið.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
36.
Eg mátti sita í myrkri og bíða.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Grundaði um hvussu eg skuldi meg fría.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Men kvikur var eg og favntakið breyt.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann var tungur og seinur sum eitt neyt.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
35.
Hann sjaggaði út at leita eftir ræi.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Við einum kletti hann lokaði staðið.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
36.
Eg mátti sita í myrkri og bíða.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Grundaði um hvussu eg skuldi meg fría.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Saturday, December 14, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 14. desember
30.
Hann tók bæði meg og mítt góða far.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Og okkum inn í eitt helli bar.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
31.
Eyðsæð vóru her eingir gestir.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Í myrkrinum datt eg um kropparestir.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
32.
Úr kjaftinum kom ein svínskur gangur.
Einki í eygsjón hó hó hó.
"Eg eri tystur og eg eri svangur".
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
33.
Hann royndi at taka meg við makt og vold.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann líktist einum trølli og luktaði av mold.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Hann tók bæði meg og mítt góða far.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Og okkum inn í eitt helli bar.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
31.
Eyðsæð vóru her eingir gestir.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Í myrkrinum datt eg um kropparestir.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
32.
Úr kjaftinum kom ein svínskur gangur.
Einki í eygsjón hó hó hó.
"Eg eri tystur og eg eri svangur".
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
33.
Hann royndi at taka meg við makt og vold.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann líktist einum trølli og luktaði av mold.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Friday, December 13, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 13. desember
28.
Í myrkrinum stóð ein øguligur maður.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Eg bleiv bæði bangin og glaður.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
29.
Hann tók um stavnin og rætti mær hond.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann syfti okkum upp á sína strond.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Í myrkrinum stóð ein øguligur maður.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Eg bleiv bæði bangin og glaður.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
29.
Hann tók um stavnin og rætti mær hond.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Hann syfti okkum upp á sína strond.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Thursday, December 12, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 12. desember
25.
Einaferð eg vakni í kolaniðu.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Í góðum dreymum hevði eg ligið.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
26.
Svarta bergið fyri mær stóð.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Brimið hvítt í urðina slóð.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
27.
Tað breyt so hart í bæði borð.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Ein løta afturat so fór alt í sor.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Einaferð eg vakni í kolaniðu.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Í góðum dreymum hevði eg ligið.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
26.
Svarta bergið fyri mær stóð.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Brimið hvítt í urðina slóð.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
27.
Tað breyt so hart í bæði borð.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Ein løta afturat so fór alt í sor.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Wednesday, December 11, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 11. desember
23.
Delfinirnar kavaðu fyri stavn.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eg væntaði skjótt at finna upp Havn.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
24.
Lítið eg vitsti um komandi tíð.
Land í eygsjón hó hó hó.
Einki grun um vandan eg kom í.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Delfinirnar kavaðu fyri stavn.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eg væntaði skjótt at finna upp Havn.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
24.
Lítið eg vitsti um komandi tíð.
Land í eygsjón hó hó hó.
Einki grun um vandan eg kom í.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Tuesday, December 10, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 10. desember
21.
Havið var flott so langt eg sá.
Land í eygsjón hó hó hó.
Sólin var gull og luftin var blá.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
22.
Leingi eg sigldi uttan ekka.
Land í eygsjón hó hó hó.
Hevði drúgvan mat og vín at drekka.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Havið var flott so langt eg sá.
Land í eygsjón hó hó hó.
Sólin var gull og luftin var blá.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
22.
Leingi eg sigldi uttan ekka.
Land í eygsjón hó hó hó.
Hevði drúgvan mat og vín at drekka.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Monday, December 9, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 9. desember
19.
Eg dróg mín bát á hvítum sandi.
Land í eygsjón hó hó hó.
Setti segl og legði frá landi.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
20.
Væl so gekk mítt dygdarfar.
Land í eygsjón hó hó hó.
Lagið var gott nú heim tað bar.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Eg dróg mín bát á hvítum sandi.
Land í eygsjón hó hó hó.
Setti segl og legði frá landi.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
20.
Væl so gekk mítt dygdarfar.
Land í eygsjón hó hó hó.
Lagið var gott nú heim tað bar.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Sunday, December 8, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 8. desember
16.
Soleiðis var givið mítt paradís.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Men mær dámdi ikki henda prís.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
17.
Heldur vera dagligur maður.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Enn blíva fulnaður í allar ævir.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
18.
Hav tað so gott; eg takki fyri meg.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eg finni mína heimleið; mín egna veg.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Soleiðis var givið mítt paradís.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Men mær dámdi ikki henda prís.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
17.
Heldur vera dagligur maður.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Enn blíva fulnaður í allar ævir.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.
18.
Hav tað so gott; eg takki fyri meg.
Land í eygsjón hó hó hó.
Eg finni mína heimleið; mín egna veg.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Saturday, December 7, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 7. desember
14.
Einaferð tá sólin rísur.
Land í eygsjón hó hó hó.
Verður tú með alla ein glaður grísur.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
15.
So dragandi vøkur lindin leikar.
Land í eygsjón hó hó hó.
Mátturin hart undir húðini reikar.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Einaferð tá sólin rísur.
Land í eygsjón hó hó hó.
Verður tú með alla ein glaður grísur.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
15.
So dragandi vøkur lindin leikar.
Land í eygsjón hó hó hó.
Mátturin hart undir húðini reikar.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Friday, December 6, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 6. desember
12.
Her er lívið og besta vínið.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Her er eydnan við ongari pínu.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
13.
Men fyri hetta paradís.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Mást tú betala ein hóskandi prís.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Her er lívið og besta vínið.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Her er eydnan við ongari pínu.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
13.
Men fyri hetta paradís.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Mást tú betala ein hóskandi prís.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Thursday, December 5, 2013
Eitt jólakvæði við klisjéum. 5. desember
10.
Eg eri ein í dag í morgin ein onnur.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Í mær eru tyttur og ongar nonnur.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
11.
Tað verður lívið í túsund ár.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Hvør einasti dagur eitt ungdómsvár.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Eg eri ein í dag í morgin ein onnur.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Í mær eru tyttur og ongar nonnur.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
11.
Tað verður lívið í túsund ár.
Hvat er í eygsjón hó hó hó.
Hvør einasti dagur eitt ungdómsvár.
Vindurin frískur og bylgjan góð.
(RP)
Labels:
Jólakalendarin 2013
Subscribe to:
Posts (Atom)