Monday, April 4, 2011

Eitt kvøld í Filadelfia


Umleið 20 áhoyrarar vóru møttir í Filadelfia hósdagin fyri at kjakast um hvørt tað almenna skal stuðla list og mentan. Ólavur í Geil Guttesen skipaði fyri pallborðskjakinum og Sonne Smith var orðstýrari. Við pallborðið sótu Bill Justinussen, Finnur Jensen, Oddfríður Marni Rasmussen og Carl Jóhan Jensen. Ólavur í Geil Guttesen legði okkum dýran við, at Bill Justinussen ongan fyrimun fór at fáa, tó at hann var trúgvandi, tí øll vóru javnsett.



Fyrsti røðari var Finnur Jensen. Hann tók støði í æviga trupulleikanum, ið snýr seg um hvør skal avgera hvat er góð og vánalig list. Í síðsta enda snýr tað seg um smakk, segði hann. Annars helt hann, at høvuðstrupulleikin er, at øll list, bæði yrkis- og áhugalist verða koyrd í sama pott og at møguleikin fyri ikki at gera nakað sum helst meðan man fær starvsløn er til staðar. Fólkið hevur krav á at vita júst hvat peningurin verður nýttur til.


Síðan kom Bill Justinussen, sum var fyri Gerhard Lognberg og Bill segði, at hann og Jógvan á Lakjuni vóru blivnir samdir um, at teir helst eru teir einastu, sum kunnu koma í Gerhardsa stað. Harumframt greiddi hann frá, at hann sjálvur hevði flutt seg eitt gott petti seinastu árini í mun til mentan og list og at hann helt, at politiski viljin í mun til listastuðul er í betring. Stórur tørvur er á listastuðuli og tað hevur stóran týdning at vit kunnu gleða hvønn annan við teimum gávum, okkum er latnar. Vit skulu hava virðing og skilja at nógv listafólk ikki kunnu annað enn at vera listafólk og vit mugu ikki leggja bond á listafólk, tey skulu hava loyvi at útliva teirra list. Allíkavæl helt hann eins og Finnur Jensen, at vit ikki skulu stuðla listini uttan treytir. Tað eru almennir pengar, talan er um og tá vit fara í lummarnar á skattgjaldaranum mugu krøv eisini verða sett. Hesi krøv kunnu ikki allýsast, men neyðugt er at vita hvat tað er fyri produkt, vit keypa. Til hetta legði Oddfríður Marni Rasmussen aftrat, at vit soleiðis sæð heldur ikki kenna produktið tá vit gjalda almennu lønina hjá einum politikara, men hetta helt Bill Justinussen ikki tað bar til at samanbera.


Tann altíð vælupplagdi Sonni Smith var við til at tryggja ein næstan kátan stemning. Áhoyrarirnir skemtaðu sær eisini óført, tá Ólavur í Geil Guttesen skeyt upp at enda fundin við bøn.

 


 Oddfríður Marni Rasmussen hevði sum væntað onnur atlit til evnið enn fyrstu røðararnir. Hann greiddi frá at listin er ein et spørgsmål om bæði og, og segði eina lítla søgu sum dømi um hvussu umráðandi listin er og hvussu tað er at vera partur av eini mentan skapar samleika og felagsskap: ”Eg havi eina samrøðu við ein drong, og spyrji hann, hvør hann er? Drongurin svarar: “Eg veit ikki, hvussu eg eiti, eg veit ikki, hvussu gamal eg eri, eg kenni ikki foreldur míni, tað einasta eg veit er, at eg onki eigi – eg eri fátækur. Eg spyrji drongin: “Hvat droymir tú mest av øllum um at fáa? Hann svarar: “Eg droymi um at fáa eitt samleikaprógv, við mynd av mær sjálvur, soleiðis, at eg veit, at eg hoyri til onkrastaðni. Neyvan hevði ein drongur svarað so, men vit vita væl, hvat hann meinar. Hann meinar, at hann gjarna vil vera eitt menniskja, sum er ein partur av einari mentan - einum samleika, sum vit eru felags um. Vit mugu hava okkurt felags. Vit mugu hava felags mál, fyri at hoyra til onkrastaðni, vit mugu finna vegin, har vit kunnu liva sama í einum samfelag.”


Eisini Carl Jóhan Jensen byrjaði við at tosa um hvat list er. Hann brúkti ein framúrskarandi tekst, sum tekur støði í bíbliuteksti (Korint 13:4) og sum so vakurt endar: "vit, hinleiki og list, tey trý og av teimum er listin vissuliga minst, men eisini størst”. Hvør skuldi trúð, at Oddfríður fór at tala í líknilsum og at Carl Jóhan var vorðin bíbilskur. Teksturin kann lesast her: http://listinblog.blogspot.com/2011/03/trettandi-kapittul-i-fyrra-bobrvi-um.html

Síðan staðfesti Carl Jóhan Jensen, at listin er lívsneyðug, at krøv ikki kunnu setast listini, at listin ikki kann tæna nøkrum og at listin her á landi ongan møguleika hevur uttan almennan stuðul.


Finnur Jensen mátta fara, tí hann er eitt av listafólkunum, sum sjálvur vinnur sær pening. Onkur má jú arbeiða.


Nógvir góðir spurningar komu frá áhoyrarunum. Ein helt, at kagað kundi verið niður í fullu lummarnar hjá onkrum reiðara og umhugsa ein umfordeiling.

 


Oddfríður Rasmussen hevði eitt umráðandi poeng í tí hann segði um, at listastuðul als ikki skuldi verið nevndur stuðul, men heldur íløga. Tað er ein íløga í samfelagið á sama hátt sum útbúgving.



Carl Jóhan Jensen vísti á hvussu absurd tað er, at skattgjaldarin skal seta krøv til listina tí tað eru tey, sum gjalda við at samanbera tað við tann sjúka, sum sigur læknanum hvat honum bagir. Tá man rindar fyri heilsuverkið, kann man eisini vera við til at gera av sjúkuna.


Bill Justinussen gjørdi vart við, at nógv fólk í eini samkomu sum Filadelfia gera eitt stórt mentanararbeiði púra ókeypis. Man kann ikki krevja, at hesi fólkini umframt hetta stóra sjálvbodna mentanararbeiðiðeisini skulu gjalda skatt til listina, tá tey ikki eingang vita hvat tey fáa fyri peningin.


Kjakið minti eina løtu um eitt typiskt kjak í tinginum. Tað byrjar við, at øll eru samd um at listin er umráðandi og síðan verða høgtflúgvandi tankar luftaðir um listina og hvat list er fyri nakað. Síðan verður staðfest, at tað helst ikki ber til at siga hvat list er allíkavæl og so verður við góðum sjálvsálitið staðfest, at um eg ikki skilji tað, er helst eingin sum skilir tað og so mugu vit helst lata vera við broyta nakað sum helst við støðuni. Upplivingin av tvørsøgnum eru heldur ríkiligar, men kenslan av at kjakið um listastuðul koyrir í ring hevur einki við fundin at gera. Soleiðis er tað bara. Hetta var eitt frálíkt og tiltrongt tiltak, ið hevur alt rós uppiborið. Næsti fundur verður 5.mai, tá verður kjak um saltsiloina og tá ætli eg mær aftur í Filadelfia.


(IS)