Thursday, January 27, 2011

Og stuðulin fór til....


Mentanargrunnurin hevur býtt út tær árligu starvslønirnar. Carl Jóhan Jensen fingið eitt ára starvsløn. Síðsta ár fekk Tróndur Bogason 3 ár, men eingin hevur fingið 3 ár. Elsa Maria Bærentsen, dansilærari fær eisini stuðul í eitt ár, meðan Ole Wich, listamaður og Sámal Soll, rithøvundur og Bárður Oskarsson fáa eitt hálvt ár í part. Komandi dagarnir fara vit at viðgera føroyskan listastuðul á blogginum. Starvslønir eru latnar til 31 umsøkjarar í alt. Tilsaman 110 mánaðarlønir fyri góðar 2,7 milliónir krónur eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans vóru 98 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri góðar 38 milliónir krónur.
Hesi fingu starvsløn í 2011:




Aggi Á. Ásgeirsdóttir 3 mánaðir

Anker Mortensen 3 mánaðir

Bárður Jákupsson 2 mánaðir

Búi Egason Dam 3 mánaðir

Dánial Hoydal 2 mánaðir

Daniella Andreasen 3 mánaðir

Edvard Nyholm Debess 2 mánaðir

Eyðun Nolsøe 2 mánaðir

Gunnar G. Guttesen 2 mánaðir

Hanni Bjartalíð 3 mánaðir

Hans Tórgarð 2 mánaðir

Hanus G. Johansen 3 mánaðir

Jóhanna av Steinum 2 mánaðir

Katrin Ottarsdóttir 2 mánaðir

Katrina í Geil 3 mánaðir

Kristina Sundar Hansen 3 mánaðir

Ludvík Breckmann 3 mánaðir

Marianne Clausen 4 mánaðir

Martin Joensen 2 mánaðir

Niclas Heri Jákupsson 4 mánaðir

Páll Nolsøe 3 mánaðir

Sakaris Fríði Stórá 3 mánaðir

Sigri M. Gaïni 2 mánaðir

Sissal Kampmann 2 mánaðir

Stanley Samuelsen 2 mánaðir

Vígdis Hentze Olsen 3 mánaðir

Meira stuðulstíðindi frá heimasíðuni hjá mmr: Mentamálaráðið hevur gjørt av at lata trimum umsøkjarum stuðul av játtanini til yrkisleiklist til uppseting av leikverkum í 2011. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, er fegin um, at vit við hesi játtan á fíggjarlógini kunnu stuðla upp undir og breiðka útboðið innan yrkisleiklistina, sum er ein sera týðandi táttur í okkara mentanarlívi. Tað er Leiklistaráðið, ið sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m. hevur gjørt tilmæli til Mentamálaráðið um stuðul. Játtanin til yrkisleiklist er 450.000 kr. í 2011. Umsøkjararnir, sum hava fingið játtað stuðul, eru:

Leikbólkurin Tvazz v/ Gunnvá Zachariasen til leikverkið “De onda” eftir Niklas Rådström. Stuðlað við 325.000 kr.
Leikbólkurin Grugg v/ Riu Tórgarð til leikverkið “Grumpy Old Women” eftir Alison Steadman, Judith Holder o.ø. Stuðlað við 75.000 kr.
Eyð Matras til leikverkið “Í tínum hondum” eftir Eyð Matras. Stuðlað við 50.000 kr.
Seks umsóknir vóru um stuðul

Tillukku øll somul og góðan arbeiðshug!

(KP)