Showing posts with label Leiklist. Show all posts
Showing posts with label Leiklist. Show all posts

Sunday, February 16, 2014

Tóm Rúm - eitt leiklistarligt bragd



"Óttin er bundin í longsulin sum er bundin í sálina sum
er bundin í kjøtið sum er bundið í moldina sum er 
bundini í trøini sum er bundin í vindin sum er bundin
í havið sum er bundin í botnin sum er bundin í myrkrið
sum er bundið í rúmdina har ið línan er fest í eitt lodd..."
(Marjun S.Kjelnæs: Rót Tripp s.7)

Tómrúmið sýgur seg niður yvir áskoðaran frá fyrstu løtu. Byrjanin er stórsligin og vøkur, yrkingin um óttan verður lýst uppá eitt tunt klæði, ið skapar eina illusión av stórari dýpd, veldugum tómleika, samstundis sum orðini verða borin fram vakurt og týðiliga við stórari rødd og rúmklangi og atmosferiskum tónleiki við smáum steðgum, ið tykjast víðka rúmið inni í høvdinum. Pallurin er høgur og tómur, hann er komponeraður soleiðis, at menniskjuni, Hann og Hon sýnast smá og tey tosa saman sum vóru tey í hvør sínum tómum rúmi. Tað eru tey eisini, skilst. Tey eru eitt par, sum hava upplivað tað ringasta, nakað menniskja kann koma út fyri, at missa sítt avkom. Søgan kemur til okkum í brotum gjøgnum samrøðuna hjá parinum, sum ikki dugir at tosa saman, sum brigslar hvør øðrum tað, sum er hent, sum hartar hvørt annað fyri mátan tey reagera ella ikki reagera uppá. Leikurin er í tveimum pørtum, fyrsti parturin er statiskur, hann snýr seg um ótta, seinni partur er dynamiskur, hann snýr seg um vreiði. 

Fyrsti partur er klaustrofobiskur og ófjálgur í so stóran mun, at áskoðarin  hevur hug at ressast, at fara til hús og baka eina stóra køku og vera eitt sindur hugnalig og húslig. Í reinari sjálvverju tók eg meg í at intellektualisera og vurdera um hetta var ov drúgt og ov bókmentaligt, um okkurt átti at verið tikið út, men tá leikur er lokin haldi eg meg kunna staðfesta, at kenslan av meiningsloysi, av at vera stødd onkrastaðni mitt í Inferno er partur av konseptinum og sjálv treytin fyri kensluni av linna, tá smáu glottarnir við endurloysn hómast. So eg verði sitandi í lítla salinum í heimsins minsta tjóðpalli, meðan eg undrist á, at hetta yvirhøvur ber til í elalítla rúminum og undir elendigum umstøðum. Men tað ber til og meira enn tað, og sjálvandi hevði tað borið enn betur til, vóru umstøðurnar nøktandi. Fleiri politikarar vóru til premieruna, eg vóni, at tey øll lurtaðu, tá stjórin á Tjóðpallinum, Jenny Petersen heitti á bæði lands- og býarpolitikarar um at fáa okkurt gjørt skjótt við støðuna, meðan evnini og eldhugin, sum vit síggja í leikinum, enn er til staðar. Sjónleikararnir spæla allir sannførandi, men Annfinnur Heinesen spælir við einum serligum lættleika, ið ber brá av yvirskoti og nærveru, mannspersónurin er eisini so typiskur, at mann fær ilt av honum, hann er fittligur, ítøkiligur, fokuserar úteftir, leggur hosurnar pent saman og tosar í staklutum um alt møguligt, meðan konan følir so nógv, at tað eisini er til at fáa vaml av, men bæði tyngjast tey av somu kenslu, monumentali kvinnuligi leikluturin verður spældur av Anniku Johannesen. Hetta er sorg. Og sorg er hvørki hugnalig ella stórsligin, men marrukend, full av ótta og ilt í búkinum av endurtøkum av idiotiskum mynstrum, sum tú endurtekur alt lívið og sum avspeglar tín uppvøkstur og tín persón. Kvinnan tosar um eina mammu, ið á sama hátt sum sonurin, peikar ákærandi eftir henni. Eisini mamman er farin frá henni uttan nakra frágreiðing, og uttan nøkur boð um hví hon gjørdi sum hon gjørdi. Stórur partur av leikinum snýr seg um hetta, at leita eftir einum svari, eini meining, sum ikki er til og so allíkavæl at finna dirvi og orkuna til at halda fram. Leikurin er krevjandi og ríkur við eini ørgrynnu av inntrykkum og fleiri rásum - ongar smáligheitir her - við plássi til tað lyriska, tað musiska, tað filmiska, umframt dramatikkin, sum arbeiðir við fleiri fláum og bæði fevnir um nútíð og fortíð. Har er sjónleikur, bygdur á eitt handrit, sum verður framført av dugnaligum sjónleikarum, men har er eisini tónleikur, sum viðmerkir og stuðlar undir huglagi og innihaldi. Realistiska samtíðardramaið um ólukkuliga parið verður speglað av einum symbolskum stummleiki, sum verður hugtakandi framførdur av mammu (Annika Hoydal) og pápa hennara (Hjálmar E. Dam) og tað er imponerandi at síggja hvussu leikstjórin megnar at stýra teimum mongu løgunum, so at áskoðarin ongantíð ivast í hvat gongur fyri seg í núinum og hvat eru minnir og meira abstraktir tankar. Mamman flytir seg spakuliga á pallinum eins og ein gátufør stútta, hon hevur einki svar, tað er pápin, ið kemur við týdningarleysum umberingum alt í meðan hann endurtøkur tær somu absurdu og hjálparleysu rørslurnar upp í saman. Ljós, ljóð og scenografi er framúrskarandi, og fær teg at undrast á hvussu tað kann bera til á avmarkaða pallinum, koreografiin er somuleiðis framúr og tað sama er avgerðin hjá leikstjóranum um at brúka pallskiftini og ta praktisku noyðsluna leiklistarliga. Flytikassar av leikum verða elegant fluttir kring pallin og út í einum væl koreograferaðum dansi, og eitt skrivaraborð og ein stigi verður somuleiðis áhugaverdur partur av leikinum. 

Leikurin Tóm Rúm er á so mangan hátt eitt bragd. Fyrst og fremst er hann eitt bragd hjá Marjuni S.Kjelnæs, og harvið er hann eisini eitt bragd av eini íløgu hjá landinum, sum í síni tíð valdi at stuðla høvundinum við trimum árum av starvsløn, men tað er sanniliga eisini eitt bragd, at Tjóðpallurin í so stóran mun vil og torir at satsa uppá nýskrivaða føroyska leiklist. Sjónleikaraliga er Tóm Rúm eitt bragd, sum Annika Johannesen, Annfinnur Heinesen, Annika Hoydal, Hjálmar E.Dam, Nicolaj Falck og Hans Torgarð standa fyri. Og so eru tað øll hini fólkini, sum syrgja fyri, at allir staklutir fungera sum teir skulu, her er vónleyst at nevna øll, men Tróndur Bogason hevur framt eitt tónleikaligt bragd, eisini tá hann valdi sangarar og tónleikarar at framføra sínar kompositiónir, og tað hevur Manfred  Blaimauer eisini í samstarvi við Árna Baldvinsson (ljós), Jón Mc Birnie (ljóð), Høgna Heinesen (film/foto) og øðrum. Tekniskt er leikurin eitt bragd; senan har Hon situr og hugsar um konuna, sum ynskti at verða fotograferað nakin við øllum sínum arrum og rukkum, samstundis sum filmur verður lýstur uppá  bakgrundina og uppá lamellirnar, sum flyta seg, fer ikki frá mær. Ecce homo, sí menniskjað í poetiskum forfalli. Hon, sum sat undir liðini á mær í gjár, ivaðist eitt sindur í um hon nú hevði skilt leikin rætt og vit tosaðu um hvussu leikurin setur gongd á spurningar í huganum. Og tað er sanniliga eisini eitt bragd, at verkið vekir undran og hesum bragdi eiga øll tey luttakandi sín part í umframt høvundurin, sum dugir at skriva opið og sum torir at lata áskoðaran sjálvan hugsa. Hon hevur skrivað eitt eksistentielt samtíðardrama við religiøsum undirtónum, sum ongantíð fellur í klisjéina við nyttuleysum ákallanum og ábreiðslum í mun til várharra. Orðið Gud verður ongantíð tikið uppá tungu í leikinum og tað er í sær sjálvum eitt bragd. Leikstjórin, Eyðun Johannesen hevur framt eitt leiklistarligt bragd, sum er ómetaliga ambitiøst, ein upprunaføroyskur leikur á tremur í tilsipingum og dramatiskari styrki og sum tessvegna fer at vera uppførdur aftur, vónandi í einum nýggjum leikhúsi. Farið til leikin meðan hann er nýggjur og speglar tykkara egnu tíð, farið sjálvi, ella takið mann, konu, vinfólk, bindiklubba ella starvsfelagar við. Myndið tykkum tykkara egnu spurningar, kjakist um týdningarnar, lesið evt. tað fína arbeiðsheftið hjá Mikkjali N.Helmsdal við samrøðum við fólkini, sum hava framt bragdið, Tóm Rúm. 


Leikrit:
Marjun Syderbø Kjelnæs
Leikstjórn:
Eyðun Johannessen
Pallmynd & búnar:
Manfred Blaimauer
Tónleikur:
Tróndur Bogason
Koreografi:
Vígdis Hentze Olsen
Ljóssetan:
Árni Baldvinsson
Leikarar:
Hon Annika Johannessen
Hann Annfinnur Heinesen
Kvinnan Annika Hoydal
Mamman Annika Hoydal
Pápin Hjálmar E. Dam
Keyparin Nicolaj Falck
Tvey flytifólk Hjálmar E. Dam og Hans Tórgarð
Sangarar: Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson
Tónleikarar á upptøkunum: Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen,
Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón
McBirnie
Videoupptøkur, foto, plakat og leikskrá: Høgni Heinesen
Ljóðmynd: Jón McBirnie
Videoredigering: Símun Pauli Hansen og Manfred Blaimauer
Hár & smyrsl: Marjun Olsen og Janita Honnudóttir
Upptøkur: Block Studio og Theodor Kapnas
Pallstjóri: Hans Tórgarð
Seyming: Katrin Bonde og Rebekka Weihe
Pallgerð, special effects: Mikkjal Arge Galán, Hjálmar E. Dam, Símun
Pauli Hansen og David Geyti
Rekvisittir: Hansina Iversen
Skúlauppgávuhefti, skrivað og lagt til rættis: Mikkjal N. Helmsdal






(KP)

Thursday, February 13, 2014

Spennandi spildurnýggjur føroyskur leikur á Tjóðpallinum



Hann snýr seg um kærleika, greiddi leikstjórin, Eyðun Johannesen frá í morgunsendingini í útvarpinum, men ikki tað slagi av kærleika, sum vit lesa í kærleiksromanum í Ude og Hjemme, nei hetta snýr seg um kærleikan sum so. Leikurin verður frumsýndur leygardagin 15.februar.

Leikurin “Tóm Rúm” er fyrsta leikverk hjá Marjuni S. Kjelnæs. Hon hevur áður gjørt vart við seg sum stuttsøgu- og skaldsøguhøvundur og sum yrkjari, m.a. við yrkingasavninum “Rót Trip” og ungdómsskaldsøguni“Skriva í sandin”, sum í 2011 vann Norðurlendsku barnabókmentavirðislønina hjá skúlabókavørðum og varð tilnevnd til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2012 og Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2013. Í 2009 fekk Marjun 3-ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
 
“Tóm Rúm” er leikur um familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina.
Hon og Hann (Annika Johannessen og Annfinnur Heinesen) liva sítt lív í ávíkavíst hjúnakamarinum og tí tóma barnakamarinum, har minnini og fortíðin og tær gomlu leikurnar eru einasta innbúgv. Meðan Hann vil fjala seg í minnunum og eini vón um okkurt hinumegin, so roynir Hon at bróta upp úr nýggjum og koma víðari. Fortíðin leggur seg uppí, og knappliga er tað trygga fundamentið ikki sterkari enn ridlandi barnastólar.
Tú toyggir teg, rættir teg eftir onkrum. Eftir hvørjum? Tí sum var har! Um tað nakrantíð var? Tómrúm í tómum rúmum.
 
Leikurin hjá Marjuni er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina.
Hetta er ein stór og krevjandi uppseting, og tað eru sum altíð nógv góð fólk, ið arbeiða fyri at fáa leikin á pall. Tað er Eyðun Johannessen ið leikstjórnar, afturat sær at gera pallmynd og búnar hevur hann eysturríkaran Manfred Blaimauer, ið eisini gjørdi pallmyndina til “Meðan vit bíða eftir Godot” í 2011. Tróndur Bogason Hansen hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera.
 
Á pallinum síggja vit føroyskar leikarar, vit ikki vanliga síggja saman á palli, búsettir í og uttanfyri Føroyar. Tey eru Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. 
 
Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason Hansen, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn.
 
Leygardagin 15. februar klokkan 19.00 hevur leikurin “Tóm rúm” heimsfrumsýning á Tjóðpalli Føroya. Sýningar verða annars kl. 19.30 týs- til fríggjadag, og kl. 18.00 leygar- og sunnudag.
 
Atgonumerki á kr. 225,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.


(KP)

Saturday, November 16, 2013

Hamskifti


Teir tríggir listamenninir  – Kjartan Hansen, Gutti Winther og Jens L. Thomsen – sum hvør hevur sín høvuðsleiklut í verkætlanini innan performance, mat og tónleik – hava eisini involverað onnur listafólk í Hamskifti, og í felags samstarvi hava tey skapað partar til heildina. Ein av hesum listafólkunum er Guðrið Poulsen, sum hevur gjørt hesa lítlu, duldarfullu mjólkakannuna, sum eg havi fingið loyvi til at bera við mær út úr loynikamarinum. Hon er merkt av djúpum, skulpturellum uppruna, fínari poesi og serstøkum humor, sum eg haldi gevur eina fína mynd av allari upplivingini av Hamskifti. 
Dempaðar røddir og tryggir luktir fara skjótt at umbroytast, kunnug ljóð klinga á nýggjum og kend andlit tykjast øðrvísi. Einki er sum tað tykist at vera í ambitiøsu verkætlanini hjá Eventmálaráðnum: Hamskifti.

Í einum neti av raffineraðum metamorfosum og tí óvæntaða, verður ein loyndarfullur heimur breiddur út fyri okkum. Og eg havi ikki svorið at halda loynidómin duldan, men eg avdúki ikki samanhangin allíkavæl. Upplivingarnar skulu koma óvart á.

Í hesum heimi, sum altso verður verandi gátuførur, glíður  ein streymur av sansaðum minnum gjøgnum vitskuna. Frá pávanum hjá Francis Bacon til figurar  frá Fragglerock, frá asium til skúmandi dropar, frá kvøðuljómum til primalskríggj, frá endaleysum sunnudøgum í sjeytiárunum til Berlinarakabarettir í tjúgunum. Samstundis verður ein ørgrynna av træðrum myndað millum hesi endaleysu hugnámini; træðrir, sum mennast og fløkjast, og sum gerast atvoldin til anekdotir í høvdunum hjá áskoðarunum, sum tey skifta orð um við hvønn annan og harvið verða nýggir træðrir alsamt flættaðir inn í heildina.

Tí Hamskifti brúkar eisini listina sum eitt sosialt eksperiment. Ein felagsskapur kyknar og ein sosial støða, sum eg fataði eins og eina unikka og sera stóra uppliving.

Kjartan Hansen, Gutti Winther og Jens L. Thomsen eru allir sera stór talent, og saman hava teir skapað eitt listaverk við fantastiskari megi. Eitt nýskapandi gesamt-listaverk, sum er djarvt, stuttligt, ógvisligt og poetiskt. Eitt verk, sum bjóðar av og imponerar og sum alla tíðina tekur áskoðaran á bóli við nýtsluni av tómleika og fyllu, sansamissi og ovurhonds sansaleika, drama og upprunakendari ró, óhóvligum villskapi og silvurbrúdleypskendum penleika.

Aftaná fert tú so einsamøll út aftur í myrkrið. Ríkari. Tú vart saman við fólkum, sum tú ikki kendi, blivin innvígd í nakað loyndarfult, týdningarmikið og gott.

Eitt lítið PS:
Dýrt er vanliga eitt orð, mann brúkar um nakað, sum ikki er pengarnar vert, og tað er ótrúliga ringt at siga, hvat nakað av so góðari dygd sum hetta í grundini er vert í pengum. Men tað eigur at verða nevnt, at upplivingin kostar nógvar pengar; 1740 krónur uttan Mvg, altso 2175 krónur. Tað er ein uppliving, sum fyritøkur eiga at unna teirra fólki, men tað er eisini eitt initiativ, sum eigur at verða stuðlað við almennum krónum, so at tað kundi verið atkomiligt fyri færri krónur og fleiri fólk.

Eg trúgvi nevniliga uppá, at hesar samstarvsverkætlaninar millum ymisk listasløg eru serstakliga umráðandi fyri menningina av listini. At bróta mørk millum listasløg og lata ymsar framburðir bjóða hvørjum øðrum av, at sleppa vanahugsanini og siðbundnu fatanini av sjangrum er umráðandi alla staðni. Men tað er serliga týdningarmikið í einum lítlum landi við lítlum listapalli.

Hamskifti kann upplivast inntil 1. desember. Les meira her: http://listinblog.blogspot.com/2013/11/hamskifti-gastronomi-performance-art.html

(IS)




Monday, November 4, 2013

Sangur í Mjørka

Meðan leikurin gekk fyri seg kom eg fleiri ferðir til at hugsa um Vesterbros Ungdomsgård frá mínum egna barndómi, sæð burtur frá, at serliga kórið – Eyð Berghamar Jacobsen, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Birita Adela – sungu meira enn eitt sindur reinari enn ungdómurin á Vesterbro í áttatiárunum.

Gleðin var alstór hjá tí seks ára gamla, sum eg í gjár hevði tikið við í Sjónleikarhúsið fyri at síggja Sangur í Mjørka hjá Elini á Rógvi. 

Har var flott ljós, drønandi sangur og dansur í uppsetingini hjá Maritu Dalsgaard og alt var júst so deiliga rokaligt, sum eitt seks ára gamalt dreingjahjarta kundi ynskt sær Men mest var tað kanska allíkavæl tað, sum hann kendi aftur, sum hugtók.

Tí Elin á Rógvi hevur bygt søguna upp kring barnasangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus og hetta ritualið av endurtøkum og afturkenningin er ein grundleggjandi styrki hjá leikinum. Tí afturkenningin ger tað ikki bara lætt hjá børnum at spegla sær og relatera persónliga til tað, sum gongur fyri seg, hon letur eisini upp fyri sannkenningum. Haldi eg. Og tað helt sjálvandi eisini Aristoteles einaferð í tíðarinnar morgni, tá hann skrivaði nøkulunda soleiðis um hugtakið Mimesis hjá Platon: “Tann gleðin, vit fáa av listini er knýtt at okkara evnum til at sannkenna: at kenna nakað aftur er bygt á sannkenning. Okkara vitan verður styrkt og víðkað av tí, sum listin avdúkar fyri okkum – í okkum. Ikki fatað sum ein naturalistiskur veruleiki, men sum ein sansauppliving við rót í veruleikanum, sum vit kenna aftur".

Rammusøgan kring sangirnar, sum vit kenna aftur, er eisini merkt av onkrum, sum vit kenna aftur. Sangur í Mjørka snýr seg um gentuna Elsu, sum eins og Alice í ævintýrlandi hvørvur inn í ein ævintýrkendan heim – ikki gjøgnum eitt gátuført kaninhol, men gjøgnum eina app á einum ipad. Her finnur hon inn til eina fatan av abba sínum, sum í veruleikans verð er í mjørkanum hjá tí minnisveika. Uttan at fornerma nakran seks ára gamlan, veit eg ikki heilt hvussu nógv varð skilt av hesum ellisproblematikkinum. Tað var kanska meira sangirnir, ljósið, ljóðið og figurarnir – kettan, lærarin, dukkan - sum upptóku sinnið. Í grundini eisini hjá mær sjálvari.

Men tað ger einki, tí sjónleikarhústúrurin var ein stór og væl eydnað uppliving bæði hjá mammu og barni, og alt var júst sum tað skuldi vera í Sjónleikarhúsinum, har professionel, semiprofessionel og amatørar skapa eitt herligt spælipláss saman og lata upp listina fyri børnunum. Takk fyri tað.

(IS)

Sunday, October 27, 2013

Oscar og ljósareyða daman




Í gjár framførdi Pia Rosenbaum einleikin Oscar og ljósareyða daman hjá Eric-Emmanuel Schmitts í Norðurlandahúsinum. Ein leikur, sum snýr seg um at liva og doyggja, um menniskjaleika og ómeniskjaleika og um leitanina eftir onkrum, sum er størri enn vit sjálvi. Tung evni, sum í óvanliga ópatetisku tulkingini hjá Pia Rosenbaum og Eric-Emmanuel Schmitts lyfti seg til nakað lætt, vakurt og í grundini eisini rættiliga stuttligt. Við einum serstøkum blandi av poetiskari dýpd og karikeraðum skemti breyt leikurin niður alla verju, so at tárini trillaðu niður eftir kjálkunum sjálvt hjá teimum harðastu hundunum millum okkum og fekk ein at umhugsa um tað kanska ikki bert er Gud, sum 10 ára gamli doyggjandi Oscar samskiftir við, men eisini listin sjálv, sum er størri enn vit.

(IS)

Saturday, October 26, 2013

Sofía Nolsøe í Nøddebo Præstegaard


Danska jólakomedian yvir tær allar er Nøddebo Præstegaard um studentin Nicolai og brøður hansara og teirra jólafrítíð hjá Blicher presti, sum eigur tvær so undurvakrar døtur. Hesin traditiónsríki leikurin verður í ár 125. árið á rað framførd á Folketeatret í Keypmannhavn. Onnur prestadótturin verður í ár spæld av føroyska leikaranum, Sofíu Nolsøe, sum tessvegna í hesum døgum sæst stórsmílandi undir liðini á (vinstrumegin) unga studentinum á eini plakat í Politiken.







(KP)





Friday, September 13, 2013

Olaf Johannesen: "Bara tað at vera innstillaður følist sum ein sigur"

 
Føroyingar fáa illa hugsað um Týskland beint í løtuni uttan at hugsa um fótbólt. Sjálvt um vit í vikuni taptu serstakliga heiðurliga til týska landsliðið, eru føroyingar sambært Degi og viku dotnir 60 pláss niður á FIFA styrkislistanum og sjálvandi er tað ørkymlandi og mann kann undra seg yvir hvussu djúpur hasin listin er, tá hetta ber til. Men hjá listini ber alt til og tí kunnu vit turka turka eyguni og finna troyst í hvussu væl tað gongur føroyskum listafólkum uttanlands. Í týskum útvarpi reypa tey nú av "Düsseldorfaranum" Olaf Johannessen, sum er tilnevndur stóru leiklistaheiðurslønina "DER FAUST" fyri ein leiklut. Og lat tey bara reypa, vit vita jú av, at hann er føroyingur, úr Havn, sum eftir øllum at døma dugir nóg væl týskt til at standa seg allar ovast í týskari leiklist. Vit hava sett honum ein rættan ítróttarspurning: 
 
- Olaf Johannesen hvussu stórt er hetta? 
 
-"Ja hvussu stórt er hetta? Eg veit ikki rættiliga, men hetta er ein av teimum heilt stóru virðisløninum innan leiklist, um ikki tann størsta í Týsklandi. So tað følist óveruligt, havi jú als ikki hugsað um virðislønir og heiður meðan vit vandu og spældu, og vit skulu tíbetur spæla alla komandi sesong við."

Olaf Johannessen er sjálvandi ovurhonds fegin um heiðurin, og gevur unnustuni, Maritu Dalsgaard ein part av æruni fyri, at leikluturin sum Peer Gynt í leikinum hjá Henrik Ibsen, eydnaðist so væl sum hann gjørdi: "Eg kann ikki lata verða við at hugsa um tey longu prátini, eg og Marita høvdu undir venjingunum, til langt út á náttina bæði um Ibsen og um Peer Gynt. Tað er jú einaferð soleiðis, at sjónleikur er ein kollektiv listagrein, so uttan tey prátini og tey skumpini, so veit eg ikki um tað hevði eydnast. Einki kemur av ongum, og tað er so nógvum, eg skal takka fyri hetta. Ikki minst Maritu, sum er eitt einastandandi og følið menniskja."
 
Olaf Johannessen greiðir frá, at heiðurslønin inniheldur 8 kategoriir við trimum innstillingum í hvørjari. Olaf er sjálvur tilnevndur í kategoriini besti leikari: "Um eg vinni veit eg ikki, men bara tað at vera innstillaður følist sum ein sigur!". 
Vit ynskja Olafi Johannessen hjartaliga til lukku við hesum bragdi av eini tilnevning.



Düsseldorfer Olaf Johannessen für Theaterpreis "DER FAUST" nominiert

Düsseldorf - Ein Ensemblemitglied des Düsseldorfer Schauspielhauses kann darauf hoffen, mit dem "FAUST" ausgezeichnet zu werden. Dieser Theaterpreis wird Mitte November vergeben. Olaf Johannessen ist für seine Rolle im Stück "Peer Gynt" nominiert worden. Und muss in dieser Kategorie gegen zwei Konkurrenten behaupten. Auch in der Kategorie "Bühne / Kostüm" hat Düsseldorf ein Eisen im Feuer. Hier ist Thilo Reuther einer von drei Nominierten - und zwar für die Produktion "Die Macht der Finsternis". Der Theaterpreis zeichnet seit sieben Jahren die besten Schauspieler, Regisseure, Sänger und Choreografen aus.


Tey tilnevndu: 

http://www.nachtkritik.de/index.php?view=article&catid=126%3Ameldungen-k&id=8484%3Ader-faust-2013-nominierte-und-erste-preistraeger&tmpl=component&print=1&layout=default&page=&option=com_content



(KP)

Wednesday, July 31, 2013

Ólavsøkukabarettin framførd í kvøld og annaðkvøld!




Ólavsøkukabarettin verður spæld í sjónleikarhúsinum í kvøld mikudagin 31. juli kl 20.00 og hósdagin 1. august kl. 20.00. Atgongumerkjasølan til hesar sýningar byrjar kl. 19.00 í kvøld, mikukvøld. 







(KP)

Keisarans nýggju klæðir á tjóðpallinum

 
Tað er ein avbjóðing fyri mong okkara at lurta ordiliga, tá onnur tosa. Til dømis lurtaði eg ikki serliga væl, tá prestur prædikaði í dómkirkjuni ólavsøkudag, men eina løtu áðrenn nakrar keðiligar dómadagsfrasur gjørdi, at eg heilt misti uppmerksemið, helt eg, at hann var í holtur við at avmontera materialismuna.

Eina tílíka skjóta lítla avmontering kundu vit trongt til her heima. Vit hava nevniliga fingið nýtt sjónvarp. Eitt smartvarp kalla tey tað. Men so smart er tað nú heldur ikki, tí vit hava havt tað í ein heilan mánaða og eg havi ikki fyrr enn nú funnið út av hvussu mann finnur Kringvarp Føroya. Vit hava  heldur ikki havt nógva orsøk til tað, tí umframt, at ongi tíðindi eru at finna á hesari rásini, má eg tíverri staðfesta, at hon heldur ikki er kappingarfør, tá tað kemur til at fanga uppmerksemið hjá børnum ein hálvan tíma av og á hesar drúgvu feriudagar
Kringvarp Føroya hevur ein risa fyrimun, sum ongar aðrar rásir hava, henda rásin er á føroyskum. Málið, sum okkara børn fata veruleikan ígjøgnum. Kringvarp Føroya hevur eisini tann fyrimunin, at tey hava nøkur dugnalig fólk, ið gera góðskutilfar til børn, men kappingin er allíkavæl ov hørð frá útlendsku rásunum, sum í størri mun satsa uppá at koma við góðskutilfari til børn.

Men, vit hava tíbetur Tjóðpall Føroya, sum hetta summarið hevur valt at satsa uppá góðskutilfar til børn, nevniliga uppsetingina hjá Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð av ævintýrklassikaranum Keisarans nýggju klæðir. Henda uppsetingin er bygd á tað týdningarmesta, nevniliga virðing fyri børnum. Men hon er somuleiðis bygd á ein serstakan ans fyri at raka beint á ein serstakan barnahumor, ans fyri at halda uppmerkseminum hjá børninum, ans fyri tí svaka og tí poetiska, skjóta og seina, einfalda og rokaliga, fyri tí lætta og fyri tyngd. Tí sjálvt um leikurin er deiliga lættur, er hann eisini tungur. Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð geva ikki bara børnunum eina stuttliga uppliving, men eina nuanseraða og fleirtýðuga mynd, sum fær hjálpt teimum við at fata henda heimin og menniskjuni, fata materialismunnar árin á menniskju, fata fáfongdina, fata maktmál og guddómliga narsissismu.

Einki verður penslað út á ovurpedagogiskan hátt, men alt er har allíkavæl, eitt smartvarp, sum ikki er smart, ein prestur, sum brúkar ræðuorð, vaksin, sum ikki lurta, tá onnur tosa, politikarar sum marsjera gjøgnum býin í teirra fínasta skrúð og eitt fólk, sum ikki evnar, torir ella vil steðga teimum fyrr enn sjálvgleðin er total.

Tað kunnu vit sjálvandi eisini takka H.C. Andersen fyri, sum hevur skrivað eitt ævintýr, sum heldur ótrúliga nógv ár eftir at tað er skrivað. Men H.C. er ikki her, so í staðin takka vit Tjóðpalli Føroya, Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð.

(IS)

Wednesday, May 22, 2013

DetFeröscheCompagnie á Tjóðpallinum


DetFeröscheCompagnie framførir sítt triðja leikverk “woyzeck < 3 marie” á Tjóðpalli Føroya leygarkvøldið 25. mai klokkan 18:00 og 20:00
Í fjør um hesa tíðina spældi DFC “woyzeck < 3 marie” tvær ferðir fyri fullum húsum á Tjóðpallinum. Men tað var bara byrjanin. Tey somu fólkini hava nú í eina tíð arbeitt víðari við leikinum og nýggja útgávan av “woyzeck < 3 marie” verður endurfrumframførd nú leygarkvøldið 25. mai klokkan 18:00. Seinasta sýning verður sama kvøld klokkan 20:00
Sýningin í fjør førdi við sær at DFC bleiv bjóða at spæla leikin á fýra sjónleikafestivalum og leikhúsum í Noregi og Danmark.
Georg Büchner skrivaði leikin “Woyzeck” í 1836 og hann telist millum heimsklassikararnar, men útgávan hjá DFC víkir frá upprunahandritinum á tann hátt, at manningin í leikbólkurin, saman við svenska leikstjóranum, hava arbeitt við at draga essensin úr leikritinum: hvat er ein menniskja verd í dagsins samfelag?
Leikarnir, ið mynda DetFeröscheCompagnie á hesum sinnið, eru:
Kjartan Hansen (FO) : Woyzeck
Kristina Sørensen (FO) : Marie
Ida Løken (NO) : Læknin
Hans Tórgarð (FO) : Kapteynurin
Helle Siljeholm (NO) : Margret
Magnus Lunell (SE) : Andres
Leikstjórnað hevur Öllegård Groundstroem (SE)


Leikurin varir 55 minuttir uttan steðg, barrin er opin 1 tíma áðrenn og millum sýningarnar. Atgongumerki à kr. 100,00 eru til sølu við dyrnar frá klokkan 17:00 leygardagin – einans kontant.
Eisini ber til at bíleggja atgongumerki á 51 28 26 hvønn dag millum kl. 16-18 og á information.dfc@gmail.com, viðmerkið tal og sýning.
Fá meir at vita um DetFeröscheCompagnie á www.dfc.fo og á facebook

Sunday, May 19, 2013

Kroppsvika 7

Hesa vikuna er kroppurin Gud á listablogginum. Tað er hann jú í øllum øðrum miðlum og ikki bara hesa vikuna,har er hann allatíðina, hvønn dag eru greinar, útvarps- og sjónvarpssendingar, sum snúgva seg um hvussu vit fáa ein vakrari kropp og ikki minst ein kropp, sum heldur til æviga tíð, so at vit øll somul kunnu gerast heiladeyðar vakurleikadrottningar og kongar. 

Men sjálvt um miðsavnanin um kropp framum ond kann ørkymla við støðugu ræðsluni fyri kropsins forfalli, sum vit nú deila í gerandisdegnum, so hava vit á Listablogginum einki í móti kroppinum. Í grundini halda vit, at hann er sera praktiskur og at nógv spennandi list er komin burtur úr kroppinum. Listin, sum vit fara at deila við tykkum hesa vikuna, snýr seg um kroppin. M.a. verður ein grein um tekningarnar hjá Bárði Oskarsson, har kroppurin er í fokus og so hava vit nakrar myndarøðir og nakrar yrkingar á skránni, sum á ymsan hátt viðgera kroppin sum evni antin tað er tann eksistentielli, tann deyði, tann dansandi, tann erotiski ella tann speiski kroppurin.

 

Det Ferösche Compagnie 


Sunday, May 5, 2013

Nýtt føroyskt leikverk í Norðurlandahúsinum



 

Føroyski eksperimenterandi palllistabólkurin Det Ferösche Compagnie er komin aftur úr Írlandi við nýggjum leikverki.

Við sínum triðja leikverki, síðan bólkurin í 2010 varð settur á stovn, verður DFC á palli við nýggja leikverkinum REGN. Hesaferð í Norðulandahúsinum til føðingardagshald húsins mikukvøldið 8. mai klokkan 19.30

Á várið 2012 var DFC á listauppihaldi í Shawbrook, School of Dance, í Írlandi. Har framleiddi bólkurin, saman við fagnaða danska leikstjóranum Ninu Kareis, REGN við frumframførslu í býnum Longford.

Hugskotið til REGN, er vunnið úr gamlari føroyskari søgn, sum DFC hevur loyvt sær at skilt sundur til tess at seta saman aftur við millum annað elektroniskum ljóðmyndum, dansi, poetryslam og sjónleiki. Við íblástri úr umhvørvinum í Shawbrook hevur Det Ferösche Compagnie soleiðis megnað at skapað eina visuella, poetiska og løgna sýning.

Sýningin varir 50 minuttir og atgongumerki kunnu fáast á www.nlh.fo, á Kunningarstovuni í Havn og í Runavík umframt við dyrnar.

Les meir á www.dfc.fo



Wednesday, April 24, 2013

Hate Crime ein kærleikssøga til Føroya


Sjónleikabólkurin HiLS DiN MOR kemur til Føroya at framføra teirra ungdómsleik: "Hate crime – en
kærlighedshistorie”, sum Tomas Lagermand Lundme hevur skrivað. Leikurin snýr seg um tveir tannáringar, Joe og Benjamin, sum ganga í 9.flokki. Beint áðrenn summarfrítíðina kom Joe út sum samkyndur. Ein dagin stendur skrivað"JOE ER BØSSE" í skúlagarðinum. Dagin eftir stendur "JOE ER ET BØSSESVIN". Hvør skrivar og hví. Joe og Benjamin eru vinmenn og kanska meira enn tað, men tað er ikki vist, tí alt hatta við kærleika og forelskilsi er ikki altíð so lætt at fáa skil uppá. Í tíðindaskrivi skrivar bólkurin:


HiLS DiN MOR tager i slutningen af april 2013 til Tórshavn for at spille forestillingen “Hate crime – en kærlighedshistorie”. Turen er arrangeret i samarbejde med nationalscenen Tjódpallur Føroyar og har været under planlægning i et stykke tid.
“Hate crime – en kærlighedshistorie” har været rundt og spille på folkeskoler i Danmark i efteråret 2012 og teatret fik dengang en del henvendelser om at forestillingen burde tage til Færøerne og spille. Teatret gik i gang med at undersøge mulighederne og kom i kontakt med Nationalscenen på Færøerne, som har været en kæmpe hjælp med at finde kontakter og spillested i Torshavn. Samtidig har Statens Kunstråds Scenekunstudvalg gjort det økonomisk muligt at sende forestillingen afsted til Færøerne.
Forestillingen er i øjeblikket på en ny turné her i foråret, hvor teatret besøger endnu flere folkeskoler og d. 22. april 2013, tager holdet afsted Færøerne for at spille i Tórshavn i Havnar Sjónleikarfelag’s ”Black Box”. Der bliver inviteret elever fra forskellige skoler i Tórshavn og omegn. Der spilles ligeledes en offentlig forestilling fredag d. 26. april kl. 17:00. Der kan aftentes gratis billetter 1 time før forestillingen starter.
HiLS DiN MOR er stolte af at kunne tage forestillingen til Tórshavn og er meget glade for den støtte der modtages, som gør det hele muligt. Holdet bag forestillingen glæder sig rigtigt meget til at komme afsted og spille og snakke med de unge på Færøerne.


(KP)



Sunday, April 14, 2013

Myrkursins Børn


Politiska listin hevur verið á breddanum í seinastuni. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur havt temakvøld um evnið og aftaná hava fleiri greinir verið um evnið og lívligt kjak. Men kjakið er torført, tí tað finst politisk list, sum gloymir at vera list og tað finst politiskar pallsetingar, sum eru so mikið absurdar, at mørkini millum list og politikk gerast flótandi.
Men óansæð hvussu tað er við politisku listini, so speglast veruleikin ofta í listini fyri tíðina, í yrkingum, tónleiki, myndlist og ikki minst í sjónleiki. Ikki bert politiski veruleikin, eisini hann, men meira enn hann. Øll aspekt av veruleikanum verða tulkað, viðgjørd, avskeplað og søgd í samtíðarlistini – uttan at tað beinleiðis verður presenterað sum politisk list - og tað verður eisini gjørt í leikinum hjá Súsonnu Tórgarð ”Myrkursins børn”, sum hevði premieru á Tjóðpalli Føroya í gjár. Okkurt kundi týtt uppá, at veruleikin, sum annars helt uppat við at eksistera innan listina í postmodernismuni, er komin aftur.

Leikurin setur filosofiska spurningin hvussu veruleikin og sannleikin eru í mun til hvønn annan. Og tað á so mangan hátt ein sera áhugaverdur spurningur, ikki bert í mun til ta søguna, sum verður søgd í leikinum (sum er ein spennandi krimigáta, sum eg ikki fari at avdúka, tí hana má áskoðarin sjálvur sleppa at síggja), men eisini í mun til listina sjálva. Eg skal nokk lata vera við at fara aftur til Platon ella at royna at gera meg klókan uppá Hegel, men lutfallið millum listina og "sannleikan" og "veruleikan" er sjálvandi eitt æviga áhugavert evni, og tað er gott at síggja, at listin viðger tað.

Tíbetur kemur Súsanna Tórgarð ikki við nøkrum avgjørdum svarum uppá hesar stóru spurningarnar, men leikurin leggur seg, haldi eg, upp at sosialkonstruktivistiskum hugsunarhátti, har menniskjað er formað av samfelagsligum og mentanarligum umstøðum, har einki er objektivt satt og har veruleikin einans er atkomandi gjøgnum sosialt samskifti og gerð. Okkara máti at tosa og agera hevur sambært hesi fatanini altíð sosialar avleiðingar, men í leikinum hjá Súsonnu Tórgarð er tað eisini fráveran av talu og gerð, sum er evnið. Gerðir, sum ikki verða framdar, ymist sum ikki verður sagt og her eru vit so aftur í veruleikanum og kanska eisini næstan við politisku listina. Tí tøgnin er eitt evni, sum kemur undan kavi í føroyskari list aftur og aftur fyri tíðina; ”So skal eg tiga” eitur eitt steinprent hjá Tóroddi Poulsen, og ikki bert hann, men eisini listafólk sum Kristina Sundar Hansen, Carl Jóhan Jensen og flleiri onnur hava latið tøgnina fáa pláss í teirra list – tað má merkja okkurt.

Vár í Ólavsstovu ummælir leikin í nýggja mentanarblaðnum, sum fylgir við Dimmalætting fríggjadagin.

Myrkursins børn. Tjóðpallur Føroya. Súsanna Tórgarð hevur skrivað handritið, og hon leikstjórnar sjálv. Afturat sær hevur hon íslendsku Guðrun Øyahals sum tekur sær av pallmynd og búnum. Ljósdesignari er Árni Baldvinsson og ljóðdesignari Jón McBirnie. Tónleikinum stendur Leivur Thomsen fyri. Leikarar eru Beinta Clothier, Ria Tórgarð, Erling Eysturoy, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam.

(IS)

Thursday, April 11, 2013

Myrkursins Børn - spildurnýggjur leikur á Tjóðpallinum



Enn ein heimspremiera á Tjóðpalli Føroya

MYRKURSINS BØRN

Nýskrivaður føroyskur leikur hevur frumframførsla á Tjóðpallinum 13. Apríl. Hóast so stutt er liðið av 2013, so er hetta triði upprunaføroyski sjónleikurin í ár.

Á einum niðurløgdum kirkjugarði royna fimm fólk at yvirliva í øllum myrkrinum, tey sum bara ikki orka veruleikan og samfelagsskipanirnar. Hetta eru alt fólk sum kundu havt, ella hava havt, týdning í samfelagnum, men bara ikki funnu sítt rætta pláss. Tey vita nógv um sannleikan – men duga illa at handfara veruleikan.
Tá ein maður verður funnin deyður á kirkjugarðinum ein morgun koma ræðulig loyndarmál undan kavi.
Siðamisbrot, barnamisnýtsla og fylgjurnar av at alt verður tagt burtur eru høvuðsevni í nýggja leikinum. Ógvusligu avleiðingarnar av, at vit ikki tora ella megna at taka ábyrgd, men heldur royna at krógva og skava útyvir veruleikan, verða drignar fram í ljósið.

Tað er Súsanna Tórgarð sum hevur skrivað handritið, og hon leikstjórnar sjálv. Afturat sær hevur hon íslendsku Guðrun Øyahals sum tekur sær av pallmynd og búnum. Ljósdesignari er Árni Baldvinsson og ljóðdesignari Jón McBirnie. Tónleikinum stendur Leivur Thomsen fyri.  Leikarar eru Beinta Clothier, Ria Tórgarð, Erling Eysturoy, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam.








Myndir: Finnur Justinussen