Tuesday, June 21, 2011

Kosmisk Sömngångare - Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum




Sunnudagin 26. juni kl. 16 letur summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp. Í ár hevur framsýningin heitið Kosmisk Sömngångare, og sýnd verða verk hjá listamonnunum Jan Håfström úr Svøríki og Knud Odde úr Danmark.

Undir heitinum Kosmisk Sömngångare er framsýningin karmur um eitt rúm, sum hevur víðan íblástur frá millum øðrum einum klostri í Italia, yrkjarum, heimsspekingum og einum stríðsflogfari frá seinna heimsbardaga. Hetta rúmið setir spurnartekin við lívið og listina. Sambond verða knýtt, og onnur verða slitin. Í rúminum er tíðin relativ. Har er nærvera og frávera, romantikkur og speisemi, tað hugtunga og tað uggandi, tað objektiva og subjektiva, tað absurda og groteska og tað bleyta og vakra. Í rúminum hvørva mótsetningarnir og fáa nýtt lív.



Knud Odde er føddur í Store Heddinge í 1955. Hann er útbúgvin sum bókasavnshjálpari á Forskningsbibliotekerne í 1978. Hann hevur havt serframsýningar á eitt nú DVA Gallery í New York, Praxis í Berlin, Ystad Konstmuseum, Herning Kunstmuseum, Esbjerg Kunstmuseum og í Nikolai Kirkjuni í Keypmannahavn. Á heimasíðu hansara www.knudodde.dk eru upplýsingar um yrkis- og lívsleið hansara, tekstir um listamannin og eitt stórt myndasavn.



Jan Håfström er føddur í Stockholm í 1937. Hann er útbúgvin á Kungaliga Konsthögskolan frá 1963 til 68, og tók MA í heimspeki á lærda háskúlanum í Lund frá 1958 til 62. Hann hevur havt serframsýningar á eitt nú La Biennale di Venezia, Moderna Museet í Stockholm, The Arts Club of Chicago, Center for Contemporary Art í Malmø, German Van Eck, Jack Tilton Gallery í New York og á Tjóðarlistasavninum í Warsawa. Á heimasíðu hansara www.janhafstrom.com eru upplýsingar um yrkis- og lívsleið hansara, tekstir um listamannin og eitt stórt myndasavn.

Tá framsýningin letur upp, verður ein dansisýning, sum svenski koreografurin Lotta Melin skipar fyri. Tónleikin til sýningina hevur Knud Odde skrivað. Í sambandi við sýningina gevur Knud Odde út eina EP-plátu við trimum verkum. Á EP-plátuni, sum verður útgivin í 50 eintøkum, er eitt tónaverk, sum hevur íblástur frá eini føroyskari fólkavísu, og eitt verk við útseting fyri bass, cello og guitar av tónaverkinum "Tórgerð" hjá Øssuri Johannesen frá 1996. Húsin er ein linoliumsskurður í trimum litum, sum er prentaður hjá Steinprent í Havn.

Lisbeth Bonde setir framsýningina. Øll eru vælkomin

Vinarliga

Norðurlandahúsið