Showing posts with label Myndlist. Show all posts
Showing posts with label Myndlist. Show all posts

Wednesday, June 11, 2014

Glas í Norðurlandahúsinum




Á summarframsýningini 2014 er  glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hondunum á  Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey listafólk úr Norðurlondum og Baltalondum, sum hava glasið til felags. Sjey listafólk sum arbeiða við og móti teimum eginleikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt.

Framsýningin er opin til sunnudagin 24. august.





Saturday, June 7, 2014

Summarframsýningin er opin

Í gjár læt summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp. 
Her er brot úr stuttari hugleiðing, sum Ósbjørn Jacobsen hevði í gjár í sambandi við upplatingina:

Sjálvur eri eg arkitektur og ikki listamaður, so tað er útgangsstøðið fyri míni ugleiðing um nýtsluna av glasi í list í mun til í byggilist. So vítt vit vita, so hevur glas sum tilfar eina 5.- 6.000 ára gamla søgu. Fyrstu mongu túsund árini mest nýtt í list og brúks-list av ymiskum slag. Seinastu 100 árini er ein sonn kollvelting farin fram hvat viðvíkur framleiðslu og tøkniligari menning av glasi, sum hevur havt við sær at hetta tilfar hevur havt eina ófatiliga ávirkan og hevur verið eitt fundament undir nútíðar menningini innan byggilist. Menniskja hevur gjøgnum allar tíðir hámett náttúruna – og samstundis hava vit havt stóran tørv á at hava eina ávísa stýring á henni. Um okkara leiðir hava vit havt stóran tørv á einum ávísum tamarhaldi, bert fyri at yvirliva, tá hugsi eg um fysisk tiltøk, sum á ein ella annan hátt verja okkum í eini náttúru við umskiftandi veðurlagi. Sjálvt um eitt samfelag í harmoni við náttúruna hevur verið ein treyt fyri at yvirliva, so hava vit um somu tíð verið noydd at skapa ein egnaðan bústað í tí umhvørvi vit nú einaferð hava verið partur av. Hyggja vit aftureftir, so hevur ein sovorðin bústaður kanska verið eitt helli, ella onnur primitiv tiltøk. Eitt helli, sum vardi teg móti veðrið og øðrum náttúrugivnum vandum. Um somu leið misti tú ljósið og visuella sambandi við náttúru og landslag. Hetta broytti GLASIÐ! Úr stólinum hjá einum arkitekti, so hevur GLAS tí havt ein ómetaliga stóran týdning fyri møguleikan hjá okkum menniskjum at nærkast náttúruni í egnum bústaði og hetta hava arkitektar viðgjørt og skrivað eitt ótal av bókum um – tað taka vit eina aðru ferð. Í LIST so væl sum í BYGGILIST – er trupult at tosa um glas uttan samstundis at koma inn á ljósið. Eftir mínum tykki er ein av hornasteinunum undir góðari byggilist næstan altíð LJÓS. Hyggi bara rundanum tykkum her í húsinum, hvussu hevði hetta hús tikið seg út uttan GLAS og tí LJÓS? Hesin immatrielli viðspælari hevur avgerandi týdning í skapanini av rúmið og taktilari nærveru! At enda kundi eg hugsa mær at nevnt, at eitt sum eyðkennir góða list fyri meg – er list sum letur eitt rúm upp millum listina og eygleiðaran. Nógv list hevur lyndi til at skapa eitt absolut útrykk, har verkið skal upplivast í kontrolleraðum og væl skipaðum umhvørvið. Her haldi eg at glaslist letur upp fyri eini heilt aðrari dimensión – glaslist er ikki absolutt. Eg haldi at góð glaslist leggur seg eftir at skapa rúm fyri einum dialogi millum verk, ljós og okkum menniskju – og kanska við rørslu sum einum 4. aktøri. Við hesum vil eg ynskja Norðurlandahúsinum og øllum sum hava verið við til at fyrireika framsýningina og øllum listafólkunum til lukku við framsýningini. HERVIÐ ER SUMMARFRAMSÝNINGIN 2014 – GLAS – OPIN!



Pipaluk Lake

Tróndur Patursson, Brandur Patursson og Sif Gunnarsdóttir

Ósbjørn Jacobsen



Yes or No

Tróndur Patursson

Smakka

Outi Turpeinen

Brynhildur Thorgeirsdottir 


 Brandur Patursson


Anna Viktoria Norberg

Tróndur Patursson

Outi Turpeinen

Kristiina Uslar

Tróndur Patursson

Brynhildur Thórgeirsdóttir

 Brandur Patursson

Kristiina Uslar


Saturday, May 31, 2014

Ljósbóltar





Sum 
ravna reiður
í einum líkbili
detti eg millum dagarnar
ið eins væl
kundu verið dreymar
ella b-filmar
við minimalistiskum dialogi
MEN
  sæddur
    við heilt serligum
         vibratiónsfangandi
       O brillum O
     var eg ein ljósbóltur
         *(glógvandi)*
    sum sveimaði runt
       og kitlaði
aðrar ljósbóltar
(ósekar og vakrar)


Mynd: Svend-Allan Sørensen
Yrking: Trygvi Danielsen, s.23 í The Absent Silver King










(KP)

Wednesday, May 14, 2014

Bøkur sum gera teg klókari


Longu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í hesum báðum bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er góðska, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannir bókaelskarar. Góðskan kennist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva  upp til innihaldsligu dygdina.Tað snýr seg um tvær bøkur við ritroyndum hjá Søren Ulrik Thomsen og myndum hjá Claus Carstensen, sum Steinprent gevur út. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum,  hon eitur Lille Dæmonologi, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie, Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grundini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvdinum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari.

"Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie" er ein umskriving av einari kendari orðing hjá Ludwig Wittgenstein, sum sambært Søren Ulrik Thomsen eyðkennir upplivingina av sannari list. Upprunaliga er hesin fyrsti teksturin ein røða, sum Søren Ulrik Thomsen helt í sambandi við eina upplating í Statens Museum for Kunst, og hon snýr seg í stóran mun um fatanina av list og poesi, men nertir eisini við munin millum meining og týdning. Lesarin merkir væl, at talan er um ein akademiskan, intellektuellan høvund. Søren Ulrik Thomsen las bókmentafrøði í nøkur ár, men gjørdist síðani yrkjari fulla tíð í staðin fyri at gera seg lidnan. Hann fekk sínar fyrstu yrkingar almannakunngjørdar í Hvedekorn í 1977 og gav sítt fyrsta savn, Cityslang út í 1981. Men um teksturin er vitborin og djúpur, er formidlingin leikandi løtt sum eitt spæl. Í sambandi við spurningin um listafatan, greiðir Søren Ulrik Thomsen frá, at hann ofta verður spurdur um hann ikki er bangin fyri, at hansara yrkingar skulu brotna, tá tær verða greinaðar. Tað er hann als ikki, sigur hann og heldur fast uppá, at listaverk, sum ikki tola at verða útsett fyri greining, eru vánalig. Tað ber nevniliga væl til at troyta eitt vánaligt verk gjøgnum greining og umseta tað til eina eintýðugan týdning og tá hetta er hent er eingin grund til nakrantíð at lesa hesa vánaligu yrking aftur ella hyggja at vánaliga (eintýðuga) málninginum aftur. Eitt gott listaverk blívur hinvegin við at hava okkurt aftrat, sum kanska ikki er so lætt at seta orð á og sum alla tíðina genererar nýggjar týdningar.

Tann svarta bókin, Lille Dæmonologi, er miðsavnað um óndskapin, sum essayisturin sigur seg trúgva uppá heilt ítøkiliga. Fyrsta ritroyndin snýr seg um Eksorsistin, tann kenda ræðufilmin sum William Friedkin leikstjórnaði í 1973, og sum høvundurin greinar og brúkar sum útgangsstøði fyri sínum undrunar- og áhugaverdu hugleiðingum um m.a. fatanina av triviallist og átrúnað. Í seinnu ritroyndini tvinnar ritroyndarhøvundurin nakrar afturminningar saman við onkrum, sum hann hevur lisið og tekur við hesum samanum lyndið hjá tí ónda. Óndskapur er menniskjaligur av lyndi, heldur hann, og tað óansæð um tað er tað slagið av óndskapi og upploysn, sum alkoholisma førir við sær, ella tá ein maður uttan nakra orsøk ella frágreiðing velur at sparka ein hund. Tilvitaður, djevulsettur óndskapur er eisini einasta frágreiðing, sum høvundurin fær til at passa við teir gerningar, ið vórðu framdir undir nazistaveldinum. Hendan frágreiðingin hjá mær ljóðar kanska tung og fýrakantað - tað er teksturin yvirhøvur ikki, hann er tvørturímóti málsliga nuanseraður og fjølbroyttur og sum heild ein sonn frægd at lesa. Við nøkrum ítøkiligum, eyðskildum dømum megnar Søren Ulrik Thomsen at leiða lesaran fram móti stórum, universalum ásannanum. Hansara stóra mentanarliga og bókmentaliga innlit og skynsemi er avrundað av einum serstøkum fjálgum, medmenniskjansligum tóna, humor og sjálvspei, sum ger lesiupplivingina til nakað heilt serligt, samstundis sum ritroyndirnar í grundini eru so mikið djúpleittar, at tær saktans kunnu lesast fleiri ferðir

Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen eru nøkulunda javngamlir og byrjaðu báðir at gera um seg á danska mentanarpallinum um somu tíð tíðliga í fýrsunum. Heliografisku prentini hjá Claus Carstensen eru merkt av sama kompakta dámi sum ritroyndirnar hjá Søren Ulrik Thomsen, hetta eru myndir, tú kanst hyggja eftir aftur og aftur. Báðir listamenninir tykjast áhugaðir í trivialmentanarligari ikonografi og psykologiskum grundsøgum, eitt nú allýsir Søren Ulrik Thomsen temaið í flestum ræðufilmum at vera eitt slag av afturkomu hjá tí fortrongda, og Claus Carstensen tykist vera inni á júst hesum sama í sínum variatiónum av myndum, sum m.a. eru gjørdar við íblástri í myndamálinum hjá heavymetalbólkum. Við sínum serstaka áhuga fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur. Tungmálmsrokkur snýr seg ofta um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt í ein næstan barnsligan mun í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka áskoðaran. Myndirnar hjá Claus Carstensen eru nógv meira tilvitaðar enn tað og tær eru eisini meira enn bert illustratiónir av nøkrum ritroyndunum. Talan er um sjálvstøðug listaverk, sum snúgva seg um somu evni sum tekstirnir viðgera. Óhugnaligu, avskeplaðu myndevnini eru fløkt inn í ymisk mynstur og yvirmálingar, sum bæði sýnist hugtakandi rátt og ekspressivt og sum samstundis hevur okkurt greinandi, gløggskygt yvir sær. Nógvar av myndunum eru daprar og tykjast á sama hátt sum tekstirnir viðgera lyndið hjá óndskapinum, men fría sambandið millum tekst og mynd elvir til eina ørgrynnu av assosiatiónum, sum gera upplivingina av bókunum enn ríkari.

Bøkurnar báðar eru ikki stórar í vavi, men tær hava stóra innihaldsliga tyngd. At fáa tvær tílíkar bøkur út á einum føroyskum forlagi, má sigast at vera eitt ordans bragd. Tað var sum skilst Claus Carstensen, sum fekk hugskotið til bókina, sum eftir ætlan verður partur av eini røð av tílíkum listafólkabókum, sum Steinprent skal geva út. Tað er fyrst og fremst Steinprent, sum saman við listafólkunum stendur fyri bragdinum. Men sambært fólkunum á grafiska verkstaðnum, hevði einki verið gjørt uttan ta málføru hjálpina frá Føroyaprent, sum bæði hevur stuðlað verkætlanini og sum á sera sannførandi hátt hava staðið fyri tí krevjandi prentiarbeiðinum. Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen: Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie og Lille dæmonologi. Steinprent. 900 krónur fyri settið (introprísur).





"...Det hvorom man ikke kan tale, om dét må man tie", sagde Wittgenstein. Men hvad stiller man op med dét, hvorom man hverken kan tale eller tie? Dét, man ikke kan tale om, fordi det ligger udenfor sprogets grænse, men heller ikke tie stille med, fordi det presser sig på? Man skaber kunst, for kunsten er ikke et sted, hvor tanker, som allerede er tænkt af filosoffer, semiotikere og teologer finder form, men derimod et sted for nye betydninger, som man først kan tænke over, når de er kommet til verden som kunst..." (Søren Ulrik Thomsen af: "Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie" s.10)

 "…Men hvorfor overhovedet deponere ondskaben i en fantasifuld middelalderfigur i stedet for at identificere den dér, hvorfra den tydeligvis udgår, nemlig fra mennesket? Fordi denne ondskabens uopløselige rest qua sin status som hinsides begribelse og relativering må betegnes som absolut, mens mennesket på trods af arveynden jo har frihed til at vælge imellem godt og ondt…" (Søren Ulrik Thomsen af: "Derfor tror jeg på djævelen" s.40-41)




(KP)

Monday, April 7, 2014

Knud Odde greiðir frá

Knud Odde gjørdi hesa myndina í Steinprenti, hon verður við á framsýning hjá Steinprenti í Norðurbryggjuni í mai



Knud Odde hevur gjørt allar illustratiónirnar í nýggja blaðnum hjá danska dansktlærarafelagnum (sí leinki omanfyri). Portrettið av Herman Bang gjørdi hann í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hyggið her. 







(KP)



Saturday, April 5, 2014

Vikuskiftisviðmælið



Djúpbláa og svarta myndin er partur av framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti, sum út móti túsund fólk hava vitjað. Eg rokni við, at tey allarflestu kenna stílin aftur við tí ultramarinbláa signaturlitinum. Verkini á nýggju framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti koma frá einum listamann, tá hann er allarbest fyri á síni starvsleið og sum fyri kortum fekk landsins hægsta mentanarheiður, mentanarvirðisløn landsins handaða frá mentamálaráðharranum. Teir einlittu/tvílittu málningarnir draga áskoðaran at sær við síni monumentalu stødd, sum næstan sprongja framsýningarhølið. Hesi verkini eru sum gjørd til meditatión, og tá tú stendur leingi og hyggur at teimum, er tað sum um, at myndin letur seg upp og tú í tonkunum sleppur inn um svarta rimaverkið og inn í tað endaleysa myndarúmið. Tróndur Patursson hevur málað nógvar myndir út frá hesi somu grundmetodu, mynstrið er málað so mikið tjúkt á løriftið, at tað liggur omaná løriftinum næstan sum eitt relieff. Hetta sæst ikki á fotomyndum, men er týðiligt, tá tú sært myndina, har hon hongur í Steinprenti. Í byrjanini tykist mynstrið kanska eitt sindur tilvildarligt, men hyggur tú eina løtu, gert tú varug við eina ávísa kós og  dynamikk í bygnaðinum. Hvat snýr myndin seg um? Av tí, at hon ikki endurgevur veruleikan á mimetiskan hátt, er tulkingin ikki definerað frammanundan. Kanska snýr hetta seg um náttúru og kosmos og er ein ítøkilig lýsing av tí óítøkiliga, men tað ber eisini til at fata málningin meira konkret sum ein flata við ultramarinbláari temperamáling við svørtum mynstri. Farið sjálvi og hyggið, har er opið gerandisdagar frá 9-17 og leygardag 14-17




(KP)



Monday, March 17, 2014

Alt er bert ein dreymur





Droymdi, at tríggir

reyðhærdir menn stóðu í eini barr,
eg kendi væl hann í miðjuni.
Hann var hin hægsti
og hevði síðast hár.
Rúmið var grátt og slavið,
hóast eg væl visti,
at tað í veruleikanum 
er grønt.


Men hetta er bert ein dreymur.



Alt er bert ein dreymur.

Alt er bert ein dreymur.







Mynd: Tóroddur Poulsen (Málningur frá 2013)
Yrking: Sissal Kampmann (s.52 í savninum 4D)





(KP)











Wednesday, March 5, 2014

Tað innara Landslagið




Framsýningin letur upp fríggjadagin 7 mars kl. 16 og heldur fram til 19 april.
Opið mán. - frí. 9 – 17 og ley. kl. 14 – 17.
STEINPRENT Skálatrøð 16


Fyrr í tíðini, eg veit ikki nær – tað veit Tróndur. Fyrr í tíðini vórðu sjómenn, ið doyðu umborð sveipaðir í einum av seglunum og síðani tveittir fyri borð. Hildið varð, at teir risu upp aftur sum súlukongar. Tessvegna vórðu súlukongar ongantíð fyribeindir. Tróndur hevur heldur ikki nakrantíð kipt ein súlukong, sjálvt um hann hevur fangað fleiri á drúgvum sjóferðum, tá manningin var gorhungrað.
Mytan um súlukongin hevur týdning, eins og tað hevur týdning hvussu kinverjar ríva litpigmentir. Gamlar veðurvaringar hava týdning, evnisfrøðiliga samansetingin á steininum hevur týdning, anatomigranskingin hjá Leonardo og náttúruhugmyndir Platons hava týdning, á sama hátt sum tað hevur týdning hvørjum djóri hárini á penslinum koma frá og hvussu ein LED pera virkar. Men tað hevur ongan týdning.
Tí samstundis er tað bert formurin, sum hevur týdning. Formsins megi og veikleiki, hansara tyngd og lættleiki. Í listini hjá Tróndi Patursson savnast ein djúp vitan um heimin, um upprunan hjá øllum tilfeingi, um filosofisøguna og listasøguna. Um alt millum himmal og jørð. Í hvørjum einasta verki er einastandandi vitanin hjá listamanninum til staðar og týdningarmikil samstundis um hon er týdningarleys.
Hon ger mun, tí hon er neyðug hjá honum fyri yvirhøvur at kunna skapa. Neyðugt er at fata glasið, málingina, pensilin, og tað er neyðugt at fata listina, náttúruna, alheimin. Hon er týdningarleys, tí tað at skapa fyri hann er kroppsins verk, ein djúp, instinktiv fatan av forminum. Hon er týdningarleys, tí hon fyri hann ikki er áhugaverd at illustrera ella vísa til.
Sum ávirkað av Hegelskum skilvísi verður tað týdningarmikla og tað týdningarleysa sameind í listini hjá Tróndi Patursson. Tað týdningarmikla er treytað av tí týdningarleysa, og tað týdningarleysa er treytað av tí týdningarmikla, tey eru treytað av hvørjum øðrum. Sostatt er einki uttan týdning, einki týdningarleyst í listini. Hvørki vitanin, vit hava ella tað, sum vit ikki vita, tað sum liggur uttan fyri okkara fatanarramma, tað Tróndur kallar tað kosmika ella tað ósjónliga, um bæði er týdningarmikið og týdningarleyst í hansara list og tessvegna týdningarmikið.
Tað er týdningarmikið og týdningarleyst og tessvegna týdningarmikið at kenna til sjómansmytuna um súlukongin, og óteljandi aðrar sagnir um súlukongin, at kenna teir nógvu týdningar, hansara navn hevur, flúgvimynstrini og beinbygnaðin fyri at kunna skapa ein súlukong í glasi, sum ikki er ein súlukongur, men ein formur, sum hevur eina serliga megi og eina serliga skroypiligheit, eina serliga tyngd og ein serligan lættleika. Soleiðis er tað kanska. Eg veit tað ikki. Tað ger Tróndur.

Inger Smærup Sørensen


Friday, February 28, 2014

Mítt yndislistaverk





Nógvir mátar eru at siga søguna um listina. Vit kunnu greina formar, samanbera stílsløg, knýta politisk, hugsjónarlig, tjóðarskaparlig ella átrúnarlig motiv upp í listin ella vit kunnu savna saman smásøgur um listafólkini. Vit kunnu brúka sosiologi, sálarfrøði og mannvísund. Vit kunnu lýsa tilfar, kanna kveikingarkeldur og greina súmbol. Vit kunnu meta um og finnast at, greina og kjakast. Vit kunnu brúka alskins hættir: ikonografiskar, semiotiskar, fenomenologiskar, metafyskiskar ella feministiskar.


Eingin av øll hesum hættum er tann endaliga rætti. Eingin máti er tann, sum kann lýsa listina fullfíggjað. Mátarnir, sum vit velja at brúka, kunnu hvør á sín hátt geva okkum ein veg inn í listaverkið, mátarnir kunnu vísa, hvørjir møguleikar eru í verkinum,  teir kunnu perpektivera listaverkið og avdúka týdningin, sum listin hevur.


Tí list hevur stóran týdning – bæði fyri samfelagið og persónliga fyri hvønn okkara. Tí halda vit, at vert er at siga so nógvar søgur, sum til ber og finna so nógv sjónarhorn, sum gjørligt. Hendan framsýningin  sigur søguna um, hvør list er finna í føroysku heimunum, hví er hon har, og hvønn týdning hevur listin fyri tey, sum búgva í heimunum. Framsýningin sigur søgur, sum føra til nýggja mátar at hyggja eftir listini, nýggjar tankar um hvønn týdning listin hevur og til nýggjar sannkenningar um listina sum so.


Týðandi søgur, sum eru ein partur av tí stóru søguni um list í Føroyum.
 
 Soleiðis gert tú: 



Tey, sum vilja verða við skulu fyrst senda ein meyl til: listaverk@nlh.fo. Freistin er 3. mars 2014.


Í meylinum skal vera:


- Mynd av verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi. Minst 1 MB.

- Upplýsingar um listaverkið: listafólk, heiti og árstal (um møguligt).

- Í mesta lagið 100 orð um, hví tær dámar verkið ella hví verkið hevur týdning fyri teg. Kanska er ein søga knýtt at verkinum, sum tú hevur hug til at fortelja.   

-  Navn og telefonummar hjá eigaranum.

Norðurlandahúsið tekur í móti listaverkunum í vikuni 3. mars til 9. mars.

Mynd og tekstur skulu brúkast til ein bókling, sum verður gjørdur í sambandi við framsýningina. Um onkur ynskir at vera navnleys, skal hetta viðmerkjast í meylinum.


Her er eitt dømi: http://www.listinblog.blogspot.dk/2014/02/mitt-yndislistaverk-eitt-dmi.html

Saturday, February 15, 2014

KRÁKUTING - Svend-Allan Sørensen í Steinprenti


Svend-Allan Sørensen er eitt av teimum listafólkunum, sum javnan vendir aftur til Føroyar fyri at arbeiða í Steinprenti, tað ger hann, tí hann fær ikki latið verið. Fyrsta uppihaldið hjá honum her stendur fyri honum sum nakað sermerkt, eins og ein strika í sandinum við alstórum týdningi. Í gjár spákaði hann í Havnadali og skjeyt krákur, í dag arbeiðir hann á verkstaðnum, men krákan er við, hon er ein fuglur, sum hugtekur listamannin og sum hann støðugt tekur upp í sínari list. Tey, sum lesa bloggin og fylgja við í framsýningarvirksemi m.a. í Steinprenti, vita av, at Svend-Allan Sørensen er konseptlistamaður, men hansara konsept er ikki avmarkað og eintýðugt, tó at tað hevur síni serstøku eyðkenni. Hann ger installatiónir, men tað, sum hann arbeiðir við í Steinprenti, er sjálvandi grafikkur, træprent, litografi, pappírslist. Ofta hómast í myndunum eitt áhugavert samspæl millum barnsligan og margháttligan humor og sorgblítt álvarsemi, og so brúkar hann orð og setningar í teimum allarflestu myndunum. 


Hendan myndin, sum var við á Ólavsøkuframsýningini 2013 er eyðkend fyri eina rás í verkinum hjá Svend-Allan Sørensen, har tað elskuliga, fitta fær eina óvæntaða og óskikkiliga vend. Fleiri av hesum myndevnum finnur han við at googla, tey eru einføld, næstan góðvarin sum myndin av teimum báðum fuglunum her uppiyvir.  

Aðrar myndir eru meira filosofiskar og gátuførar sum t.d. orðamyndirnar við setningum frá sangum, yrkingum og ymiskum, sum listamaðurin sær ella kemur í tankar um. Svend-Allan Sørensen býr í Odense, hansara framsýning í Museum Jorn í Silkeborg í fjør Country og Koncept fekk serstakliga positiva umrøðu og varð m.a. lýst at vera tann mest heilstoypta manifestatiónin frá listamanninum higartil.Tað eru tað onnur, ið halda, Svend-Allan Sørensen er í uppskoti at fáa The Queen Sonja Nordic Art Award. 

Men í skrivandi stund er hann altso staddur á Skálatrøð í Havn og har kemur ein rúgva burturúr. Tá eg var inni á gólvinum í Steinprenti, komu nakrar undurvakrar myndir undan kav úr pressuni, sum vístu seg at vera skotprent. Altso tað vil siga træprent, sum tann byrsu- og veiðifegni listamaðurin hevur fingið burtur úr at lata prenta fimm træplátur, sum hann hevur skotið meðan tær vóru samanlagdar. Á tann hátt arbeiðir listamaðurin tilvitað við tilvildini og einum áhugaverdum serialiteti. Myndirnar eru eins og pláturnar sera ymiskar, áðurnevnda avbrigdið, sum kom úr pressuni, tá eg var á verkstaðnum, er ovurhonds vakurt, skotini síggjast sum logandi og dryppandi sólir í skjóruta mynstrinum av æðrunum í trænum. 



Hugsað tilvild - skotprent


Listamaðurin  prátar við nýskotna kráku, sum skal stappast út og brúkast í listarligum høpi

Krákuprent

Randi Samsonsen starvast í Steinprenti í løtuni og listamaðurin hyggur væl nøgdur at  

Krákuting í Steinprenti




(KP)