Showing posts with label Yrkingar. Show all posts
Showing posts with label Yrkingar. Show all posts

Saturday, May 31, 2014

Ljósbóltar





Sum 
ravna reiður
í einum líkbili
detti eg millum dagarnar
ið eins væl
kundu verið dreymar
ella b-filmar
við minimalistiskum dialogi
MEN
  sæddur
    við heilt serligum
         vibratiónsfangandi
       O brillum O
     var eg ein ljósbóltur
         *(glógvandi)*
    sum sveimaði runt
       og kitlaði
aðrar ljósbóltar
(ósekar og vakrar)


Mynd: Svend-Allan Sørensen
Yrking: Trygvi Danielsen, s.23 í The Absent Silver King










(KP)

Saturday, May 17, 2014

Poesi í Føroyahúsinum



Hósdagin 22.mai frá klokkan 20-22 verður skipað fyri yrkjarasalong í Føroyahúsinum í Keypmannahavn (Vesterbrogade 17A). Ditte Steensballe (Dk), Muniam Afaker (Irak), Tóroddur Poulsen (Fo), Milena Rudez (Bosnia) og Kristen Bjørnkjær (Dk) fara at lesa upp og  egyptiski bókmentafrøðingurin og granskarin, Hala Kamal fer at greiða frá um poesi og týðing. Birgir Thor Møller verður frásøgufólk til tiltakið, sum er ókeypis. Aftaná yrkingaupplesturin býðst høvið hjá øllum, sum hava hug fara fram á pall at lesa upp sínar tekstir. Tað er virðislønti yrkjarin, Sissal Kampmann, ið fyrireikar tiltakið. 














(KP)

Tuesday, May 13, 2014

Føroyskar bókmentir úti í heimi




Vit hava staðfest tað fyrr, men endurtaka gjarna, at Randi Ward er føroyskum bókmentum ein virkisfús og dugnalig sendikvinna. Í The Operating System greiðir hon frá um Steinbjørn B.Jacobsen, sum hon hevur týtt til enskt og sum hon eisini hevur tikið nakrar fínar portrettmyndir av. Tað eru somuleiðis hennara týðingar, sum eru í Scandinavian Review, ið viðger Tórodd Poulsen í nýggjasta tíðarritinum, har lesast kann eitt úrval úr bókini Fjalir frá 2013. Randi Ward er heiðursløntur yrkjari, týðari og fotograf, sum hevur serligan áhuga fyri Føroyum og føroyskum høvundum. Til nýggjasta eintakið av tíðarritinum Skidrow Penthous hevur Randi Ward týtt fimm  yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, umframt at hon eisini hevur sínar egnu yrkingar við í tíðarritinum. Eg seti tvey leinki inn her:

http://www.theoperatingsystem.org/3rd-annual-napomo-303030-day-12-randi-ward-on-steinbjorn-b-jacobsen-1937-2012/



http://skidrowpenthouse.com/current.html

(KP)

Friday, April 18, 2014

Krossfestur í dreymi



Havi hvørki sár
ella arr
í lógvunum

eri bara
krossfestur
í dreymi

eg varð límaður fastur
á krossin
men datt niður aftur
tí eg gjørdist ov tungur
av øllum syndunum
eg skuldi bera

triðja dagin 
stóð eg enn 
og pilkaði lím
av mínum baki

og eg kom ongantíð 
til himmals
tí har var ikki pláss
fyri fleiri droymarum






Mynd: Úr installatión hjá Tóroddi Poulsen frá 2009
Yrking: á síðu 48 í Leyvið haldi eg hjá Tóroddi Poulsen






(KP)

Wednesday, April 16, 2014

Út at taka dreymsins eplir upp



Bergur Djurhuus Hansen

Hetta eru bara gerandisligar eygleiðingar og viðmerkingar til nakrar yrkingar í frálíka savninum “Leyvið haldi eg/Løvet tror jeg”, sum Tóroddur Poulsen gav út fyri stuttum. Útgreiningar um yvirskipað evni o.s.fr. hava ikki áhuga her. Vit byrja í neðra við einstøkum og einføldum yrkingum.

Til okkara skundmiklu dagar – sum eru fullir í leysum hugsanum, løttum sannleikum, meiningum, leiðbeiningum og boðskapum – kemur henda frískliga yrkingin frá Tóroddi:

Vindurin 
hevur ongan
boðskap 
tí trívist eg
so væl
í illveðri


Ein stutt yrking um bara at vera (uttan at vera nakað ávíst) og um at yrkja. Vit kundu sagt sum Gertrude Stein um rósuna, at illveður er illveður er illveður. Tað ber tó ikki til als ongar meiningar at hava og ongantíð yvirhøvur hava nakran boðskap at bera fram. Við hvørt verða vit tvingaði til at taka støðu fyri ikki at verða gjørd til einkis. Ein yrking byrjar:

Fjøllini mótmæltu
krøvunum
um skuggaleysar 
dagar


Ein onnur yrking er um tey, sum leita og leita, men ikki hava evnini at skilja tað, tey finna. Tað ræður um at fáa eyga á tað einfalda:

Tey grava og grava
og finna eina lítla skeið
og tey grava
og meira og meira
grava tey
og finna eina skál
og aftur grava tey
og grava og grava
og finna ein kopp
og til síðst finna tey meg
sum ikki brúkar sukur í kaffi


Yrkingin fær okkum at hugsa um Oehlenschläger: “De higer og søger i gamle bøger”. Her ræður tó ikki um at finna gullhorn, men ein yrkjara, sum drekkur svart kaffi. Her er einki hátíðarligt. Úr tí einfalda og ítøkiliga – beint her og nú – sprettur listin. Myndin við at grava (og grava og grava) er ikki óvanlig í yrkingum. Ein tann kendasta yrkingin um at grava er helst “Digging” hjá Seamus Heaney: “Between my finger and my thumb/The squat pen rests/I’ll dig with it”. At yrkja er eisini at grava, og yrkjarin kann leita eftir sær sjálvum í einari yrking, og bókmentagreinarin kanska leitar eftir sær sjálvum, men finnur yrkjaran ella øvugt.

Yrkingarnar hjá Tóroddi eru hugsanir um okkum og okkara tíð og – fyrst og fremst – rannsóknir í okkara máli og okkara málnýtslu. Tær gera málið nýtt og frískt, og tað treingir til. Einki málsligt grugg er í yrkingum frá Tóroddi (hóast tær snúgva seg um okkara grugguta lív). Tær eru sum klárt brennivín. Hjá Tóroddi eru eingir litríkir sjussar (og hann brúkar sum nevnt ikki sukur í kaffi). Hann tekur “dreymsins eplir” upp. Veingjaðir hestar er tvætl.

At yrkingasavnið kemur út á bæði føroyskum og donskum er ein staðfesting av, at Tóroddur hevur búð í Danmark í nógv ár og við tíðini hevur fingið ikki so fáar lesarar í Danmark. Tóroddur er fyrst fremst yrkjari úr Føroyum, ella kanska rættari: hann er úr Varðagøtu í Havn. Men hann livir í øðrvísi umhvørvi nú, og hann má læra seg at liva eitt lív við ongum steinum at tiga saman við. Hann má læra seg, sum hann skrivar, “eina nýggja tøgn”. Og tað er ikki lætt fyri ein mann úr gróthøggaraætt.





Monday, March 17, 2014

Alt er bert ein dreymur





Droymdi, at tríggir

reyðhærdir menn stóðu í eini barr,
eg kendi væl hann í miðjuni.
Hann var hin hægsti
og hevði síðast hár.
Rúmið var grátt og slavið,
hóast eg væl visti,
at tað í veruleikanum 
er grønt.


Men hetta er bert ein dreymur.



Alt er bert ein dreymur.

Alt er bert ein dreymur.







Mynd: Tóroddur Poulsen (Málningur frá 2013)
Yrking: Sissal Kampmann (s.52 í savninum 4D)





(KP)











Saturday, March 1, 2014

Ein nýggj tøgn


Leyvið haldi eg - Løvet tror jeg eitur eitt tvímælt føroyskt/danskt yrkingarsavn, sum Tóroddur Poulsen gav út herfyri á danska forlagnum After Hand, hetta er fimta útgáva hansara á hesum forlagnum, hann hevur sjálvur enduryrkt yrkingarnar á donskum. Inngangurin letur okkum skilja, at yrkjaraegið hevur tørv á at læra seg eina nýggja tøgn fyri at samskifta við trøini eins væl og yrkjaraegið plagdi at samskifta við steinarnar. Í ár eru júst 30 ár síðan, Tóroddur Poulsen gav út sítt fyrsta yrkingarsavn, Botnfall og síðan tað er í minsta lagi eitt savn komið um árið. Hugtakandi í grundini hvussu homogent yrkjarauniversið hjá Tóroddi Poulsen er frá byrjanini og fram til í dag, og her hugsi eg ikki bara um modernistiska yrkiháttin við negatión, subjektskifti, samanseting av logiskt óforeiniligum heildum, samanseting av ítøkiligum og óítøkiligum, umrøðu av ókendum lutum í bundnum formi og um evnisval, men eisini um innihaldið, um vind, orð, klettar, myndir, trø og um skýggj, sum bera seg øðrvísi at enn tey plaga úti í veruleikanum. - "Blunda og tú sært míni orð" stóð í einari av hansara yrkingum (Myrkaspæl), og nú er tað ein nýggj tøgn, tað snýr seg um. Umhvørvið er blivið meira abstrakt og surrealistiska, dreymakenda flogið er sterkt og sannførandi í teimum fjøruti yrkingunum í nýggja savninum. Abstraktiónin forðar í ein vissan mun fyri eini realistiskari, mimetiskari tulking av yrkingunum, men millum tær abstraktu reglurnar hóma vit allíkavæl eitt einsamalt yrkjaraeg í tvídrátti, sum mistrívist í stórbýarferðini, men sum sanniliga eisini kann hava friðsælar løtur millum trøini:

havi jagstrað kettur
úr garðinum
og givið fuglunum
so teir afturfyri
syngja fyri mær

havi klipt runnin
hentað súrepli
við maðkum í
og sagt
við súkkluna
at hon ikki skal rusta

og eg havi eisini sæð
gamlar sangir
undir væðingini
lata kuffertið upp
so ein søga av dusti
dansaði fyri ljósinum
so tað smakkaði
av gyltum myrkri

Myrkrið er gylt og brotið, náttin er doyvd, áin er dovin, summarið er ævig nátt og mjørkin fæst í spannum í hesum fínu, inspirerandi yrkingunum, sum eru fullar av samanhangi og av mótsetningum og øvugtleika og sum eru orðaðar og settar saman soleiðis, at lesarin í heilum kemur í tankar um myndlist, um installatiónir ella um málningar hjá Soulages - tað var jú hann, sum fekk lýsandi ljósglottar burtur úr kolasvørtum málingastrokum.

náttin er
so ljós

trúgvi ikki
á myrkrið longur

Guð
hevur tú
eisini
í hjartanum
tá maðkarnir
hava etið teg

og summarið
er ævig nátt

Nei, heldur ikki hesa ferð eru nakrar serligar atfinningar á skránni, jú kanska viðvíkjandi donsku týðingunum, sum eru meira fríar enn neyvar, men hesum er tað lagt upp fyri við hugtakinum enduryrkingar. Sermerkta savnsheitið kemur frá yrkingini á síðu 54:

leyvið haldi eg,
drekkur myrkrið við máta

tey blettutu skýggini 
argaðu eygu míni

vindeygað er vaskað
við deyðum flugum

eg liggi her 
og trúgvi á skugga Guðs

tað tysta ljósið 
setir seg sjálvt í hálsin








(KP) 

Sunday, January 19, 2014

Vencil 14 - Ummæli - nú er stund at gleða seg

81 síður av nýggjum føroyskum upprunaskaldskapi og týddum tekstum er í vavi tað, sum Vencil borðreiðir við hesa fjúrtandu ferðina, tíðarritið fyri skaldskap á føroyskum kemur út. Vencil er klekingarstaður hjá nýggjum rithøvundum og eitt bragd, sum er komið fyri at vera og takk fyri tað. Týðingar eru sjálvandi týdningarmiklar, tað sóu vit t.d. tá Ebba Hentze týddi Edith Södergran og tá Gunnar Hoydal týddi Allen Ginsberg, men hesa ferð er heldur stórur partur av ritinum týðingar, hetta hevur helst sína praktisku orsøk. Vencil fjúrtandi kom longu áðrenn jól, men í postkassanum hjá mær og øðrum haldarum lá hann ikki fyrr enn um hálvan januar sum ein nokkso seinkað jólagáva.

Permumyndin er enn sum áður upprunaprent, sum verður framleitt í Steinprenti til Vencil, og hesa ferð er tað Torbjørn Olsen, sum hevur teknað á steinarnar niðri á Skálatrøð. Myndevnið er reyðgrønt og religiøst við gulum strálum, so tað riggar væl til júst farnu jólahøgtíð, sjálvt um tað í roynd og veru snýr seg um eina illustratión av einum páskaleikriti. Tað er Alexandur Kristiansen, sum leggur út við trimum fínum yrkingum, sum av fyrstan tíð vórðu almannakunngjørdar her á listablogginum. Alexandur Kristiansen hevur síðan ta fyrstu útgávuna í 1968, givið út 22 bøkur, og hevur harumframt verið virkin og dugnaligur týðari. Nógv munu kenna hansara barnasangir, "Eitt lítið skýggj", "Lummalykta Óli" osfr., og sambært bókmentasøguni hjá Árna Dahl snúgva yrkingarnar seg um náttúruna, kvinnuna, ástina og deyðan. Lagt kundi verið aftrat, at summar av yrkingunum eru um mál og um at yrkja, og neyvan hevur nakar fuglfirðingur skrivað so nógvar alsknar lýsingar av Havnini sum hesin. Síðstu árini hevur Alexandur Kristiansen arbeitt við einum øðrum meira óítøkiligum yrkingarslagi. Hesar yrkingarnar eru meira surrealistiskar, dreymakendar minni mimetiskar og siðbundnar enn tær hava verið áður og spennandi er, tá ein svørthvít, kám fotomynd gerst byrjanin til eina skyggjandi gula yrking, ella tá ekspressionistiski meistaramálarin brúkar sína egnu húð sum lørift. Eg gleði meg til yrkjarin loypur heilt út í tað ótøkiliga løgna í einum komandi yrkingarsavni.

Nýggju yrkingarnar hjá Katrini Ottarsdóttir eru framúrskarandi. Tær eru á somu leið innihaldsliga, sum yrkingarnar í vælumtókta debutsavninum, tí vit eru enn stødd í tí forbannaða, grundleggjandi barndóminum, men tær eru betri, um somu tíð neyvari, opnari, musikalskari, meira kenslubornar við minni av sentimentaliteti og við reglum, sum koma púra óvart á lesaran. Mitt í einum ekspressivum eldhavi kemur ein regla so neyv, so turrislig, so gróðrarmikil, so rørandi, at hon slær luftina úr lesaranum: "tá hitin frá logandi jesusbíløtum uppi yvir barnasongum/ verður ov ørandi nærgingin/ sleppa børnini kanska at sova á deiliga kalda gólvinum við/ fótalagið/ hjá teimum vaksnu sum ikki enn eru vaknað". Støðið er tindhøgt í øllum trimum yrkingum, ið skapa stórar vónir til komandi savnið hjá Katrini Ottarsdóttir. Enn eina komandi klára kvinnuliga føroyska yrkjararødd eiga vit í Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum hevur sjey stuttprosatekstir við í Vencil 14, tann næstseinasti, Panikkkærleiki er gott dømi um málið og stílin í hesum tekstunum, sum um somu tíð eru hvørkisliga neyvir og svakliga ekspressivir og intensir við denti á likamligar reaktiónir á sama hátt sum í søgum hjá danska høvundinum: Naja Maria Aidt.

Panikkkærleiki: Samrøðan er eitt træ. í býnum,
í eini park. Vit klintra upp, setningarnir eru
blaðungir og ljósagrønir sum vár. Tú sigur, og
so sigi eg, og so sigur tú. Eg ímyndi mær mínar
kenlur sum evarska smá kykt, tey eta hol á húð-
ina - skyggjandi, blásvartar klukkur, tæra mín
kropp. Óhugnaliga skundisliga. Tað skriðar
undir tunguni og longri afturi í munninum, við
vísdómsjakslarnar. Eg smakki blóð og jarn og
skordýr. Hvussu langt verður mítt lív? Tíni eygu
er úlvaeygu; fremmand og eingi svar. Tá tú fert
heim, raplar mín beinagrind - klokkan, hon er
seriumordari, hon tekur lívið av mær, av tíðini,
av nú, av tá, av kanska í morgin. Hvussu langt
verður mítt lív? Nóg langt at bíða eftir tær.
(s.30 í Vencil 14)

Stuttsøgan hjá Oddvør Johansen tykist eitt sindur melodramatisk, sjálvt um hon evnisliga bæði er nútíðarlig og veruleikakend, so veruleikakend, at hon í roynd og veru og í staklutum minnir um onkran líknandi tilburð úr okkara umhvørvi. Søgan eitur "Niður við nakkanum", hon er søgd við stórum samhuga við mannliga høvuðspersóninum, sum eftir drúgt samlív við konu og børn, gerst forelskaður í einari aðrari konu. Sjónarhornið er hansara og vit hoyra hvussu øll - eisini hansara egna familja heldur við fyrrverandi konuni, sum spreiðir lygnir um hansara beistaktigheitir. Gerandissøgur eru ikki at forsmáa, okkum tørvar tílíkar søgur, sum spegla og viðgera okkara lív, men sum skaldskapur tykist stuttsøgan heldur avmarkað.

Hvat er tað, sum ger, at Rói Patursson nú aftur letur okkum lesa tað, hann skrivar? Er tað ovurhugi og dirvi, sum kemst av varhuganum av undirgangi í løtuni í okkara landi ella er tað bara av tí, at tíð er fráliðin, at bókmentaliga trýstið er fúnað síðan 1986, tá fína yrkingarsavnið Líkasum vann norðurlendsku bókmentaheiðurslønina. Er orsøkin kanska ein kombinatión og so tað, at Rói Patursson hevur funnið nakrar originalar klisjéir, kvæði, tættir, fólkasangir, sum duga og sum skapa evnisliga frástøðu og eitt fast yrkjarafundament, sum megnar at bera perspektivflytingarnar tjúgutúsund ár aftur í søguna hjá mannaættini og heim aftur á Eystaruvág og í Sirkus av í dag? Nei, eg havi einki ánilsi av hvør orsøkin er, eri bara hjartansfegin um hesar nýggju yrkingarnar og um jólakalendarakvæðið á blogginum, og tað er mín allarstørsta vón, at hesar yrkingarnar saman við nøkrum øðrum verða givnar út sum sjálvstøðugt yrkingarsavn í nærmastu framtíð. Kundi lesarin ikki hugsað sær at lisið meira av hesum?

"So nógvar oyðandi øldir.
Nústani nú eri eg aftur af finna teg,
sum við gyltari øx og brýndum sansum
hugsaði mynstur inn í hvítar høggtenn;
sum skavaði tekin í tey minni,
sum eg dró heim av veiðiferðum.
Allar tínar eygleiðingar, alt títt handafimi,
setti tú upp á spæl uttan átuligt endamál.
Eg helt, tu aftur stóð skínandi fyri mær,
men úr øsku og ørkymlan
fari eg á rannsókn í tí forkolaðu Havnini.
Í blánanum hoyri eg børn ríða ediling og kvøða ja ja ja."

(Brot úr yrkingini Altamira á síðu 88-90 í Vencil 14)


Í tíðarritinum eru týðingar hjá Oddfríði M.Rasmussen av Ernest Hemingway, Mark Wunderlich og Naja Maria Aidt og týðing hjá Vagni Streymi av søguni What they carried hjá Vietnamveteraninum Tim o´Brien, umframt tekstir hjá Bergi Rønne Moberg, Kim Simonsen, Sólvør Patursson Niclasen og Jóanesi Nielsen.






(KP)

Saturday, January 4, 2014

4D - Afturvendandi kærleikssøgur savnast og spjaðast

Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, at Sissal Kampmann gav út sítt fyrsta yrkingarsavn Ravnar á ljóðleysum flogi - Yrkingar úr uppgongdini. Eg haldi ikki, at eg hevði lisið stórt meira enn tríggjar reglur, tá eg hugsaði við mær sjálvari, at henda nýggja, føroyska yrkjararøddin var eins sterk og hon var egin. Tað haldi eg enn og varhugin er longu váttaður fleiri ferðir síðani. Tá eg las restina av frálíka heilstoypta debutsavninum, tá eg las eftirfylgjandi savnið Endurtøkur, sum er løgnari, meira abstrakt, minni homogent, meira áhugavert enn tað fyrra, og nú tá eg lesi nýggja savnið 4D og hugsi um samlaða verkið higartil, haldi eg tað sama, at Sissal Kampmann av sonnum hevur uppiborið ta týdningarmiklu Klaus Rifbjerg heiðurslønina, sum hon fekk í fjør. 

Forlagið Eksil við Kim Simonsen hevur givið út yrkingarsavnið 4D, og Ludvík á Brekku stendur aftur hesa ferð fyri permumyndini, sum í stíli og litavali minnir um hinar báðar bøkurnar. Hann hevur hesa ferð málað eina reyðhærda kvinnu, sum minnir eitt sindur um Madonnamyndina hjá Munch. Kvinnan, sum um somu tíð er halgimenni, erotiskur og lívfrøðiligur skapningur ella fabrikk, ber uppá eitt heldur óhugnaligt fostur. 4D er býtt upp í fýra partar, sum allir byrja við bókstavinum D, og sum snúgva seg um deyðan og kærleikan, tvs. tann problematiska, altoyðandi og eftir øllum at døma øskukalda kærleikan. Talan er um heilar 143 síður av teksti, sum í støðum er settur upp sum yrkingar og sum aðrastaðni er prosakendur. Yrkingarnar eru óregluligar og órímaðar, og málsliga koma nógvar endurtøkur fyri. Á sama hátt sum í hinum bókunum hjá Sissal Kampmann er heimstaðurin og heimið týdningarmikil undirstøði hjá yrkjaraegnum í trilvanini mótvegis eini fleirtáttaðari fatan av tilveruni. 4D snýr seg sostatt um persónliga samleikan hjá einum kvinnuligum egpersóni, um dreymir, um tað at skriva og at lesa, greina og tulka, og so sæst summa staðni eisini ein feministisk uppgerð við ta føroysku maskulinu siðmentanina. Heilt ítøkiliga verða fleiri orðatøk, sum vanliga bert fata um menn, broytt til bert at umfata kvinnur, t.d.: "Kvinna kemur í kvinnu stað". Hetta er ein drúgv, ambitiøs útgáva, sum spælir uppá fleiri streingir, sum eru flættaðir saman, so at hon hongur saman bæði uttan og innan. Hugsast kann, at heitið 4D sipar til eina dimensión, kanska er tað tíðin, tí hon hevur stóran týdning fyri yrkjaraegið, sum flytir seg í tíð. 

- Tíðin er knekkprosaisk - svá skrivaði Lars Bukdal herfyri í einum ummæli í Weekendavisen og hesum kunnu vit taka undir við samstundis sum vit skunda okkum at leggja aftrat, at tíðin heilt vist eisini er krimisøgulig og matuppskriftlig, umframt siðsøgulig, men siðsøguligir eru føroyingar næstan pr definitión. Óansæð um vit hyggja at yrkingum hjá danska debutantinum Yahya Hassan ella teimum hjá føroyska debutantinum Katrini Ottarsdóttir, so eru tær prosakendar og sjálvsævisøguligar og heilt ómetaliga vælumtóktar. Bæði tað danska og tað føroyska savnið eru uppafturprentað og hetta er als ikki vanligt, tá talan er um yrkingarsøvn, men populariteturin verður í báðum førum mettur í ein vissan mun at hanga saman við, at yrkjararnir bróta tabu í sínum yrkingunum. Einki er at ivast um, at bæði hesi nevndu søvnini eru góð, tey eru eitt nú bæði málsliga neyv og autentisk. Mær dámar væl søvnini, eins og mær dámar hálvfjersarayrkingar, bæði tær politisku mótmælisyrkingarnar og sonevndar kvinnubókmentir, ikki minst fyri teirra erligheit og autenticitet - og nú hevur lesarin kanska fangað, at leiðin gongur móti einum nokk so massivum MEN, og tað ger hon eisini. Tí fyri meg eru tær bestu yrkingarnar ikki hetta slagið av mimetiskari, samfelagsligari djarvari prosa, sum er løtt at fata. Eg skal ikki býta tingini ov fýrakantað upp, men til spísskompetansurnar hjá poesiini hoyrir myndatala og ótingsliggjørdar poesireglur, sum á abstraktan hátt siga nakað, sum ikki kundi verið sagt á nakran annan hátt. Poetiskt økonomiseraðar reglur, sum júst í teirri løtu, tær eru lisnar, tendra spildurnýggjar tankar, sum ikki kundu verið hugsaðir uttan við støði í júst teimum skrivaðu reglunum. Og jú, hetta hendi fleiri ferðiri, tá eg las nýggja yrkingarsavnið hjá Sissal Kampmann, ið inniheldur fleiri vitskuvíðkandi, surrelistiskar yrkingar sum hesa:


Vaknaði,

sum so ofta fyrr
á miðjari nátt.

Mánin stóð rundur

høgruvert vindeygað.
Sendi mánagøtu
inn á alt tað hvíta.
Lá miðskeiðis í henni,
eins og hina náttina,
eg koyrdi út úr heimsins minsta stórbýi, 
ið segði mær løgnast søgurnar.

Rótatjóvurin situr á mánanum.
Hendurnar bakbundnar
um einasta træið
á ósløttu, turru fløtuni.
Eyguni stara út í fjarstøðuna,
sum skilir hann frá samanhaldinum.
Út í myrkrið,
blettað við smáum stjørnubørnum
eisini til gongu.
Mettað av skilnaði.

Skilnaðurin, 
hann var altíð hin harðasti.
Eins kaldu og keturnar 
úm føturnar á honum.

Hoyr tær glinta, tá hann flytir teir.
Eins og klokkur tær ringja, 
tá tær skava grótið.
Stál nertur grót.
Bíða eftir at verða loystar...


s.68 í 4D

Stílurin er eitt sindur blandaður í savninum í yrkingum, sum partvíst taka støði í tí ítøkiliga, tingsliga gerandisdegnum, og í óítøkiligum minnum, dreymum og visiónum. Á sama hátt sum í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen ert tú sum lesari stødd onkrastaðni millum tað ítøkiligt sansaða, millum gras, vatn, steinar, asfalt, kølidisk og so hann sjálvan rótatjóvin á mánanum, sum er alt annað enn konkretur. Meðan eg lesi, komi eg til tíðir í tankar um Róa Patursson og Jóanes Nielsen í ávikavist tilveru- og kroppsfokuseraðu yrkingunum: "Hvíta húðin er spent út á krókar/ til lívfrøðingin at skera í,/ leita í og kanna/ við vaksnum, kønum fingrum,/ ið reka fløkta píkatráðsnoðað upp,/ spæla ókendar sangir á streingirnar,/ hann heldur seg síggja/ hava eitt beinleiðis samband/ við hvíta hválvið undir skallanum,/ har hann heldur seg hoyra/ ekkóið/ frá veikum røddum,/ ið siga: Vakna!// Afturlatna renslið letur seg upp". Men mest av øllum komi eg í tankar um Sissal Kampmann sjálva, tí eg kenni aftur hennara poetisku rødd, køksgardirnurnar, tær originalu, krystallkláru sansaskrásetingarnar og rørandi óundansleppandi longsulin, sum merkir lýsingarnar av aldarinnar kærleikssøgu. Endurtiknar reglur skapa smáar forskjótingar, sum eru áhugaverdar, men sum til tíðir gerast møðsamar at fylgja, eg troyttist í hvussu so er eitt sindur av at fylgja hesum mongu ymisku royndunum at dissikera tankar og kenslur og teirra leið úr heilakyknunum og yvir á telduknøttarnar. Sjálvt um teksturin greidliga er skrivaður og settur saman við nærlagni, hevði bókin fungerað betri sum yrkingarsavn, var hon strammað upp og stytt. 

Sissal Kampmann er kanska allarbest í teimum ørastu yrkingunum og her hava endurtøkurnar jú sítt kravda pláss sum stílfigurur, ið akkumulerar kensluna av uppøstari, trávillari vónloysisøði. Í mínum ummæli av Endurtøkum fanst eg á sinni at trivialbókmentaligum orðingum, okkurt við saltsmakkinum á varrinum, sum var óberligur, men salta kritikkin eti eg í meg aftur, tí eg haldi, at Sissal Kampmann dugir serliga væl við tí salta erotikkinum og teimum Barbara Cartlandsku undirtónunum: Afturvendandi/ myndin av tínum eygum,/ sum áhaldandi/ og enn líka/ undrandi  hyggja inn í meg.// Inn í katedralin undir hvíta hválvinum. Inn ígjøgnum rimarnar í bringuni./ Inn ígjøgnum kanalirnar./ Inn í afturlatna/ renslið.// Húðin er framvegis hvít, bleyt og skelvandi/ í gjóstrinum og í saltrákanum frá havinum,/ sum slapp inn milum rivurnar í vegginum,/ inn millum skurðirnar í húðini, inn um kjøtið.// Legði seg á varrarnar, seig inn undir hvíta hválvið,/ gleði inn í innvølirnar.// Eg minnist alt.// Góði lat eyguni aftur." Men romantikkurin er sjálvandi sum heild djúpari og meira undirgangsmerktur enn hann plagar at vera í trivialbókmentum við støði í t.d. yrkingini hjá Dylan Thomas, sum Sissal Kampmann parafraserar í yrking á síðu 36, og sum byrjar soleiðis: "Nei, eg fari ikki/ stillisliga,/ róliga,,/ ótarnað/ inn í náttina,/ tú kallar góða...". Tann yrkingin skal eins og hinar lesast í síni heild á síðu 36-37í yrkingarsavninum 4D,  ein kompleks kaleidoskopisk heild av afturvendandi kærleikssøgum, sum savnast og spjaðast og sum fleiri staðni glógvar av poetiskum ríkidømi.







(KP)





Thursday, December 19, 2013

Nýtt yrkingarsavn frá Kim Simonsen

                                  
KIM SIMONSEN
HVAT HJÁLPIR EINUM MENNISKJA AT VAKNA EIN MORGUN HESUMEGIN HETTA ÁRATÚSUND
Yrkingar

Í hesum áratúsundi ganga
vit fram við sjónum,
leita kring havsbrúnna,
traðka á steinar
undir mánanum,
har kaldir vindar
fáa teg at
ganga
og ganga longri,
har grønir taravaksnir steinar
fáa teg at snáva,
aftur og aftur,
um gátuna
handan steinar og mánar.

Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsund er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg bæði tá tað kemur til at bróta við genrur og tá tað kemur til at víðka Við at blanda persónligar minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði, stjørnufrøði spælir náttúran ein annaðleiðis leiklut gjøgnum hetta savn, líkasum tíðin og tilvitið um at alt endar. Í savninum eru eisini savnandi og endurkomandi myndir, ið ganga aftur, so sum sjógvur og vøtn.

Kápumyndin er teknað í 1756 av Albrecht von Haller frá verkinum Icones anatomicae.

Kim Simonsen er høvundi mag.art og ph.d. Býr í Keypmannahavn. Útgávur: Dreymar um opin vindeygu 2003, Kodakmyndir frá sjeytiárunum 2005, Náðisólin 2006 – allar útkomnar á Mentunargrunni Studentafelagsins.


Bókin er 93 blaðsíður. Sniðgeving og umbróting: Kim Simonsen. Prent: Føroyaprent. 

Wednesday, October 16, 2013

Yrkingalepar



Yrkingalepar flákra um gólvið
í summargjóstri - 
Hvat sakar tað meg? 
Eg havi livað tær sælu løtur,
tær sáru sorgir.
Hvønn, hvørji skal eg kitla
við føgrum gómalátum?
Man nakar, man onkur vera eftir,
ið kann kennast við
ástarlívsins dýru kallan?




Mynd: Hansina Iversen
Yrking: Regin Dahl



(KP)

Friday, October 4, 2013

Tóroddur Poulsen á norskum



Ídni norski týðarin Lars Moa hevur týtt enn eina føroyska bók til norskt. Hann hevur áður latið úr hondum týddu bøkurnar: Sting. Forfatter: Jóanes Nielsen. Bruer av svoltne ord. Forfatter: Jóanes Nielsen. Símun Sámal. Forfatter: Martin Næs. Frå alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn. Forfatter: Jóanes Nielsen. Det fins dei som tar månelys på alvor. Forfatter: Jóanes Nielsen. Tider skal komme. Forfatter: Oddvør Johansen. Dei kallar meg berre Hugo. Forfatter: Rakel Helmsdal. Glansbildesamlarane. Forfatter: Jóanes Nielsen. U-. Historier om djevelskap. Forfatter: Carl Jóhan Jensen. Hesa ferð snýr tað seg um eitt úrval av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen m.a. úr savninum Bræddur Firvaldur hjá Tóroddi Poulsen, sum er týtt til norskt. Bókin Tjørebredd sommarfugl er partur av eini røð av týddum bókum, ið verður nevnd "MargsMarginale" við týðingum av yrkjarum, sum ikki áður eru givnir út á norskum.





(KP)

Sunday, September 29, 2013

Hválvið er ikki til




Hválvið er ikki til, bert rúm -
rúmið er ikki til, endaleyst -
kanska bert tíð, ið brestur
og stendur í stað
um somu tíð!
Men vit eru her:
apan lítla, hundurin,
køtturin,
kjúklingarnir smáu,
ið bíða tín -
vit eru er:
evstu røktarmenn foldarinnar.



Installatión: Tóroddur Poulsen
Yrking: Regin Dahl

Thursday, September 26, 2013

Ein bók liggur á borðinum og suðar...


Eg sá hesa eiggiligu bókina í bókhandlinum í dag og mátti hava hana alt fyri eitt, so nú liggur hon her á borðinum og suðar stillisliga. Kanska er hon móð, ella møguliga sjóðar hon av samkenslu, tí hon veit av, at eg ikki havi tíð at lesa hana, við tað at eg havi verið til jarðarferð og vaskað klæðir og enn mangli at fyrireika dagin í morgin og als ikki skal sita og lesa yrkingar í kvøld. Men eg havi allíkavæl sníkt meg til at lesa eina av yrkingunum, sum eg tilvildarliga datt fram á, hon stendur á síðu 31 og er nokkso eyðkend fyri yrkjaran. Tað vil siga, at hon er framúr góð, evnisliga einføld og gjøgnumførd við surrealistiskum brá og eini greiðari rørslu, sum í einum fangar barndóm og lívsins treytir og vendir teimum við.



stendur á
hondunum
og
minnini
renna sum
sandur
niður í
høvdið
og
tú jarðast
í svørtum
barndómi





s.31 í Einglasuð hjá Tóroddi Poulsen




(KP)

Monday, September 23, 2013

Føroyskur skaldskapur um alt Brússel



                                                                                                     
 Frá hesi vikuni til 21. oktober verður ein føroysk yrking at síggja millum yrkingar úr 25 londum í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES. Afturvendandi bókmentatiltakið í Brússel, Transpoesie, byrjar við framsýning og upplestri 26. september, sum er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni. Tá fer Carl Jóhan Jensen at bera fram yrkingar á føroyskum saman við yrkjarum úr sjey øðrum londum.

Føroyska sendistovan í ES gjørdist seinasta heyst atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv á mentanarøkinum millum umboð fyri evropeisk lond í Brússel. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Føroyar hava fingið møguleika at fáa eina føroyska yrking við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel, almenna flutningskervið og ávísar lista- og bókmentastovnar í býnum. Sum partur at EUNIC Brússel samstarvinum er føroyska sendistovan eisini sjónlig í lýsingartilfarinum um Transpoesie sum ein av viðvirkandi stovnunum.


Transpoesie verður í stuttum lýst at vera: “Ein poetisk uppliving, sum gevur teimum ferðandi í almennu samferðsluni møguleika at uppdaga verk hjá altjóða skaldum og finna nýggjar íblástrarkeldur í teirra dagliga lívi.”

Yrkingar úr 25 londum verða partur av býarmyndini í ES-høvuðsstaðnum í umleið ein mánað. Yrkingarnar verða hongdar upp í metro’ini, sporvognum, og bussum og á øðrum útvaldum samferðslustøðum í býnum.

Yrkingin “Tú” eftir Carl Jóhan Jensen úr yrkingasavninum “Lygnir” frá 1987 er vald sum føroyska umboðið í Transpoesie 2013. Yrkingin verður at síggja á føroyskum, hollendskum og fronskum. Frida S. Johannessen hevur týtt yrkingina til hollendskt og franskt.  Sendistovan vendi sær í vár til Rithøvundafelag Føroya um føroyska luttøku í Transpoesie 2013, og felagið heitti á Carl Jóhan Jensen at bjóða fram eina yrking til høvið.

-         Føroyskt í altjóða bókmentahúsi í Brússel

Altjóða bókmentahúsið í Brússel, Passa Porta, verður karmur um alment bókmentatiltak 26. september, har Carl Jóhan Jensen og yrkjarar úr sjey øðrum londum fara at lesa upp úr sínum skaldskapi og kjakast um støðuna hjá evropeiskum málum og bókmentum.


Orsøkin til, at Transpoesie byrjar júst 26. september er, at tá er almenni evropeiski dagurin fyri mál, sum Evroparáðið og ES settu á stovn í 2001. Umframt ferðandi yrkingarnar og tiltøk við upplestri verður eisini framsýning í Gallerie Anspach, sum er sølumiðstøð mitt í Brússel, har tær 25 yrkingar í Transpoesie 2013 verða at síggja á stórum talvum, samstundis sum greitt verður frá um tiltakið, yrkingarnar og yrkjararnar.

-         Bara byrjanin

Sambært Sendistovu Føroya í ES gevur atlimaskapurin í EUNIC Brússel gott høvi at fáa føroyska list og mentan meira á breddan á ES høvuðsborgini og longur úti í Evropa. Luttøka á Transpoesie 2013 er sostatt  bara fyrsta stigið á leiðini.

“Okkara uppgáva sum sendistova er at hjálpa til at knýta nýggj sambond millum Føroyar og Evropa á øllum økjum. Ríkilig høvi eru at styrkja mentanarsambond millum Føroyar og evropeiska meginlandið, ikki minst her í Brússel og Belgia, her vit hava beinleiðis atgongd til bæði tey fronsku og hollendsku mál- og mentanarumhvørvini í Evropa”, sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya í ES.

Til ber at lesa meira um tiltakið og at síggja yrkingarnar hjá Carl Jóhan Jensen og hinum 24 yrkjaranum á www.transpoesie.eu.


Friday, September 20, 2013

AT DROYMA TANN PERFEKTA DREYMIN




At droyma tann perfekta dreymin
er ikki bara sum at siga tað
tað er eisini sum at gera tað.

Eg droymi um alla verðina
eg droymi um Føroyar
í dreyminum eigi eg alla Havnina og ljósið uttan um hana.

Tá ið eg spáki í mínum vakra býi taka verðinsborgararnir
hattan av høvdinum og heilsa brosandi upp á meg.

Eg smílist vinaliga afturímóti men
ein dagin steðgi eg á og
kunngeri at Havnin skjótt fer at verða sprongd í luftina.
Tað loysir seg ikki longur at hava hana.

Øll fara at gráta og bøna um náði
øll hava tey konur og børn og húsdýr so eg noyðist
at gera meg illan
tað hjálpir.

Og skjótt fara boðini um allan býin
munn av munni
sum rótasúpan.

Í Vágsbotni blaka menn fiskin aftur á sjógv.
Á Vaglinum ganga klædningar og yppa øksl
sum vóru teir á útsølu.

Á fjóru hædd á hotell Tórshavn
tveita fólk seg út av vindeygunum
og tey sum koma frá tí við lívinum
taka lyftina uppaftur í skundi tá ið tey síggja
nýggjastu yvirskriftirnar í Sosialinum.

Tríggjar eldri konur á Lágargarði geva skarvin yvir
og drukna seg í Hoyvíkstjørn.

Og rossini úti í Havnadali tvíspora norður eftir oyggj
ella liggja og veltast í onkrum gili
sum var tað sjálvur hin versti ið reið teimum.

So ringir vekkarin
og eitt korter seinji fari eg upp
og tá ið eg havi bustað tenn flenni eg í kíki at mær sjálvum
í speglinum í skellilátri.


Mynd: Tóroddur Poulsen
Yrking: Alexandur Kristiansen



(KP)