Formansfrágreiðingin 2010
Enn eitt listarligt ár er farið aftur við borðinum. Listaárini plaga at vera turbulent, og 2010 var ikki nakað undantak. Politiskt hevur árið ikki hildnast so væl, sum vit høvdu vónað, men onkur skái er tó at hóma.
Nógvar uppgávur hava verið. Tá ið arbeitt verður saman við politisku skipanini, krevst mikið tol. Nógvar uppgávur eru tí av slíkum slag, at politiska skipanin má trýstast og skumpast í gongd, fyri at nakað sum helst skal koma burturúr. Tó er ikki soleiðis við øllum.
Eisini hevur verið nógv skrivað um mentanarpolitikk. Politikarar, ið vilja avlíva allan peningaligan stuðul til list, ið setur krøv, hava sett dagsskránna.
Lógarbroyting
Broyta § 7 pkt. 1 soleiðis at starvsnevndin og tiltakslimir kunnu veljast uttan fyri umboðsráðið.
Kæra til Tórshavnar kommunu
Í samband við, at FUTT í býin, varð hildið í 2010, hjálptu vit FUT við at klaga til Tórshavnar kommunu, at teir í seinasta enda endaðu sum konsertfyriskiparar, og tí tóku yvir 25 ára gamla leiklutin hjá FUT. Vit mettu saman við FUT, at hetta ikki var uppgávan hjá einari kommunu at skipa fyri konsertum. Klagan varð viðgjørd í býráðsumsitingini, men onki ítøkiligt úrslit kom burturúr. Tórshavnar kommuna setti ein samskipara, og konsertirnar vórðu hildnar. Hesin leistur skuldi eftirmetast til FUTT í býin 2011.
Mentanargrunnur landsins
Vit hava skrivað til Mentanargrunn landsins í teirri roynd at fáa tey at strika kravið um grannskoðaðan roknskap. Tá ið listafólk hava søkt úr Mentanargrunni landsins, og upphæddin, ið søkt hevur verið um, hevur verið hægri enn 50.000 krónur, so hevur kravið frá Mentannargrunni landsins verið, at grannskoðaður roknskapur skal fylgja við. Ein grannskoðaður roknskapur kostar upp til 5.000 krónur, og skal henda upphædd takast frá upphæddini, má stuðul eisini játtast til hetta. Men ruddiligast hevði verið, um listafólk sluppu undan grannskoðaðum roknskapi, ella at LISA tekur sær av roknskapinum, soleiðis, at pengarnir, sum annars fóru av sjálvum játtaða stuðlinum, fóru til listafólkini, ið søkt hava. Hetta er serliga tá talan eru um stuðul til íløgur, tá er bara talan um eini 5 til 6 skjøl.
Í 2008 varð álitið, har Mentannargrunnur landsins skuldi umskipast til eitt Listaráð, liðugt. Ikki er nógv hent á hesum økinum. Nú hevur Mentamálaráðharrin boðið LISA til fundar saman við formonnunum í feløgunum, har ein listapolitikkur skal orðast. Fundurin er ásettur at verða í mars. Nú stundar til val, og tí mugu vit gera okkara besta til, at listapolitikkurin gerst sjónligur í valdystinum, sum kemur.
Loysunarorðið í føroyskum politikki tóktist til seinastu fíggjarlógargerð at vera “útreiðsluneutralitetur”. Í hesum sambandi ætlaði Mentamálaráðharrin at lækka játtanina til Mentannargrunn landsins. Eftir eina greinarøð tóktist blotna í Mentamálaráðnum. Vit skutu millum annað upp, at skuldi játtanin til Mentannargrunn landsins lækka, skuldi lækkingin flytast yvir í Týðaragrunnin fyri fíggjarárið 2011 – 12, og síðani flytast yvir aftur í Mentannargrunn landsins. Vit mettu, at um hesin peningurin varð fluttur í eina annan grunn í eitt ár var tryggari, enn um peningurin varð tikin úr Mentannargrunninum, tí at vit vita øll, hvussu drúgt tað er at fáa slíkar sparingar á aftur grunnakontur. Hetta varð tíbetur ikki til nakað.
Í sama viðfangi, ætlaði Mentamálaráðið at skerja Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávuna, men hetta varð heldur ikki til nakað. Skaðarnir eru, ið hvussu so er forðaðir í ár.
Sáttmálin millum Rithøvundafelagið og Útvarpið
Í 2009 gjørdi Rithøvundafelagið nýggjan sáttmála við Útvarp Føroya. Hesin sáttmálin hevur skjótt virkað í eitt ár, og eigur hann tí at verða endurskoðaður. LISA skeyt upp at hækka sáttmálan við 25.000 kr og átók sær uppgávuna at flyta pengarnar. Meiningin var, at pengarnir skuldu flytast við árslok, men nógvar forðingar hava verið. Millum annað hevur ein forðing verið, at í sáttmálanum stendur, at bara limir í Rithøvundafelagnum skulu fáa gjald út Útvarpinum. Av teimum 45 høvundunum, sum hava verið lisnir í fjør, var okkurt um helvtin av teimum limir í Rithøvundafelagnum. Samstundis, so hevur verið ringt at funnið ein býtislykil at gjalda samsýningarnar eftir. Tí hevur gjaldið drigið út. Vit halda, at hesin sáttmálin eigur at verða endurskoðaður sum skjótast. Tá ið Útvarpið hevur eina fasta upphædd á 250.000 krónur, ið verður latin LISA at gjalda limunum í samsýning fyri, at verk teirra verða lisin í Útvarpinum, so er tað klárt, at hevur Útvarpið hug at lesa eina bók um árið, so fær hesin eini rithøvundurin 250.000 krónur, og tað er ikki meiningin. Meiningin við sáttmálanum var, at fleiri yrkingar skuldu lesast, at meiri tilfar skuldi lesast, men hetta hevur ikki verið so.
Vit gjalda allar samsýningar út sum b-skatt. Hetta gera vit fyri at royna skipanina av. Í roynd og veru, er Rithøvundafelagið, sum umsitur sáttmálan, ikki arbeiðsgevari hjá høvundunum, ið verða lisnir í Útvarpinum., og tí kann Rithøvundafelagið ikki gjalda lønina sum a-skatt, hóast tað stendur í lógini, at tað ikki er loyvt at gjalda b-skatt. Vit eru klárir at taka ímóti orrustuni, ið stendst av hesum, til ta tíð. Hetta er ikki bara galdandi fyri hetta øki. Nógv onnur øki líða undir somu yrkistreytum, har ongi útgreinað viðurskifti eru millum arbeiðsgevara og lønmóttakara. Hetta gjald er umfatað av upphavsrættarlógini og ikki einum starvsforholdið millum arbeiðsgeva og lønmóttakara. Starvslønin frá Mentanargrunni landsins er eitt. Mentanargrunnurin kann ikki standa sum arbeiðsgevari, og tí kann hann heldur ikki siga, hvat listafólkini skulu gera, men bara játta pengar til tað, sum tey fara at gera.
Bókamessan í Frankfurt
Íslendarar hava verið so mikið beinasamir, nú teir eru høvuðsnavn á Bókamessuni í Frankfurt, at bjóða føroyingum við.
Málið lá hjá Mentamálaráðnum. Vit bjóðaðu okkum fram at umsita og samskipa føroyska partin av bókamessuni.
Ein nevnd varð sett, mannað við Guðruni Gaard, Maluni Marnersdóttir og Bergi Djurhuus Hansen. Nevndin skuldi velja út 10 bøkur, ið vóru givnar út frá mitt í 80-árunum og til í dag. Øll tekstasløg skuldu umboðast. Nevndin hevur valt hesar bøkur:
Skaldsøgur:
Carl Johan Jensen Ó, søgur um djevulskap. 2005.
Jóanes Nielsen Glansbílætasamlararnir. 2005.
Gunnar Hoydal Undir Suðurstjørnum. 1991.
Oddvør Johansen Í morgin er aftur ein dagur. 1999.
Jógvan Isaksen Norðlýsi. 2009.
Yrkingasavn:
Tóroddur Poulsen Útsýni. 2010.
Stuttsøgusøvn:
Sólrun Michelsen Tema við Slankum. 2007.
Hanus Kamban Pílagrímar. 2001.
Barnabók:
Bárður Oskarsson Ein hundur, ein ketta og ein mús. 2004.
Yrkisbók:
Andras Mortensen Hin føroyski róðrarbáturin. 2000.
TÝddar eru góðar 10 til 15 síður til týskt úr hvørjum verki. Týðingarnar eru komnar undir land, og rithøvundalýsingarnar eru klárar. Tær skulu leggjast út á heimasíðuna hjá íslendarum. Vit ætla eisini at gera eina heimasíðu í Føroyum, sum verður knýtt til íslendsku heimasíðuna. Føroyska heimasíðan skal ikki bara hava hesar 10 bøkurnar. Vit ætla at leggja út ymiskt tilfar um føroyskan skaldskap, og at biðja Landsbókasavnið um eitt yvirlit yvir føroyskar bøkur, sum longu eru týddar til onnur mál, ið eisini skal liggja á heimasíðuni. Hetta verður gjørt soleiðis, soleiðis at hesin gylti møguleikin, vit hava fingið frá íslendarum ikki skal enda sum ein staktilburður, men eitt afturvendandi tiltak.
Ætlanin er at bjóða týskum fjølmiðlafólki til Føroya seinast í august. Tey fáa harvið møguleikan at kunna seg um Føroyar og rithøvundarnar og skaldskap teirra.
LISA hevur samstarvað við nevndina, sum hevur valt bøkurnar út, og eisini hava vit fingið góð og holl ráð frá teimum, sum á hvørjum ári eru á bókamessuni í Frankfurt.
Stuðul er komin frá Norðurlandahúsinum og Mentamálaráðnum. Vit hava fingið 100.000 krónur frá NLH og 100.000 krónur frá MMR. Vit hava søkt um týðarastuðul úr Týðaragrunninum, men svar er ikki komið frá teimum enn.
Samsýningar frá Tórshavnar kvøldskúla
Vit hava í longri tíð roynt at fingið eitt nøktandi svar frá Tórshavnar kommunu um stravs- og setanartreytir hjá limunum í LISA, ið undirvísa í kvøldskúlanum í Tórshavnar kommunu. Vit hava fingið at vita frá TK, at ongi setanarbrøv eru at vísa á. Tá ið onki setanarbræv er, er arbeiðsforholdið so mikið leyst, at tey, sum hava v-tal kunnu arbeiða og senda rokning. Men Tórshavnar kommunu er ógvuliga tvør, og vilja treyðugt broyta praksis. Samstundis, so eru undirvísarar í kvøldskúlanum í vanda fyri at missa starvið, muta tey ímóti.
Upphavsrættur á netinum
Ráðstevnan var um hvussu upphavsrætturin kann verjast á netinum. Piratkopiering er eitt stórt vandamál og er ring at koma til lívs, tí tann sum eigur upphavsrættin er bæði politi og ákæruvald, og tað er dýrt. Netið er fyri ein stóran part fari at virka sum ein stór radio og sjónvarpsstøð.
Ráðstevnan legði tí upp til at royna onnur handilsmodel á netinum. Til dømis at fólk halda ávísar støðir og tær støðirnar rinda fyri upphavsrættin. Tað ræður eisini um, at fáa tilfar út á støð, har tað ber til at gjalda, soleiðis at tilfarið ikki bara liggur á piratsíðunum. Somuleiðis eigur góðskan eisini at vera betur á gjaldssíðunum. Sum heild er neyðugt at gera greitt hví vit hava upphavsrætt og hvat tað ber í sær, at bróta rættindini hjá upphavsmanninum.
Norðurlendskt samstarv
Aftur í ár, var formaðurin á fundi við øll hini listafólkasambondini í Norðurlondum. Fundurin í fjør varð hildin í Stokkhólmi. Flestu feløgini møttu á fundinum. Grønlendingarnir vóru tey einastu, sum ikki møttu. Vit tosaðu yvirskipað um, hvussu støðan var í teimum ymisku londunum. Nógvar trupulleikar høvdu vit felags. Ein var, at tað tykist sum politikarar vilja stýra listini og gera hana meir poppkenda, soleiðis at politikarar kunnu vísa andlit í miðlunum, heldur enn at stuðla uppundir, at list, ið er frammanfyri sína og tíð og sum bæði krevur nógv av samfelagnum og einstaklinginum verður stuðlað. Hetta slag av list tykist ikki vera hin stóri atkvøðuslúkurin, og tí verður hon ikki so væl dámd í politiska landslagnum.
Sjálvi hava vit kent hetta á okkum í seinastuni. Eftir at Gerhard Lognberg fleiri ferðir hevur verið frammi í miðlunum og niðurgjørt listafólk á ringasta hátt, hava vit svarað aftur. Aftursvarini hava møtt góðari vælvild í listaumhvørvinum, men ógvuliga fáir politikarar hava forsvarað tilverugrundarlag okkara, sum í stóran mun er tað, vit kunnu søkja úr Mentannargrunninum.
Niðurstøðan er hon, at gerhardisman er væl fyri. Tey, sum altíð eru ímóti, at listafólkini skulu fáa løn fyri sítt arbeiði eru tey, ið seta dagsskránna og politikarar, sum annars plaga at taka til orðanna í slíkum málum hava tagt. Hetta sigur nógv um ta virðing tey fólkavaldu hava fyri listafólkum.
Á fundinum í Stokkhólmi, viðgjørdu vit eisini vandan við, at piratkopiering er vorðin ein stórur trupulleiki. Svenskarar hava eitt ”piratpartí” í ES-tinginum, og tað er handa vegin vit skulu hyggja, tá ið talan er um gongdina í málinum um piratkopi.
Íslendska listafólkasambandi, BIL, hevur fingið nýggjan formann. Fyri Águst Guðmundsson, filmsleikstjóra, er komin Kolbrún Halldórsdóttir, leikstjóri.
Í Forum Artis, listafólkasambandi í Finlandi, var øll nevndin skift út. Tað líktist onkrum slagi av stjórnarkvetti. Nýggi formaðurin eitur Iikka Niemelainen, rithøvundur.
Samstarv millum LISA og feløgini
Hetta er eitt afturvendandi evni. Á hvørjum ári, er hetta evnið ein partur av formansfrágreiðingini. Tað tykist, at summi feløg hava tikið hetta til sín. Vit hava sett upp roknskapin hjá Føroyskum myndlistafólkum, soleiðis, at hesi sleppa undan at gjalda góðar 5.000 krónur til ein grannskoðara. Vit heita á tey feløg, sum ikki seta upp roknskapin sjálv at koma til okkara at fáa hjálp við hesum.
Eitt felag, Felagið Føroysk Miðlafólk, hevur tikið seg úr LISA. Grundgevingin er hon, at tey hava gjørt avtalu við Handverkarafelagið um at leiða hølið har og at Handverkarafelagið tekur sær av journalskipanum og limalista. Eisini hevur Handverkarafelagið játtað teimum sakførarhjálp, um brúk er fyri tí.
SALT
Seinast í februar í ár, vórðu skjølini viðvíkjandi SALT verkætlanini á Tvøroyri løgd út á Listabloggin. Stigtakararnir hava annars verið tættir sum tunnan, men nú liggja mestsum øll skjølini frammi.
Sigast má, og hetta stendur fyri formansins rokning, at hetta ikki er hugaligur lesnaður.
Nógv í skjølunum er ógvuliga ógreitt, og eg meti, at øll verkætlanin sum hon er, hevur fingið stuðul á skeivar fortreytir.
Eg vildi mett, at ein slík verkætlan átti at ligið undir Mentamálaráðnum, men Jóanes Eidesgaard, táverandi fíggjarmálaráðharri hevur undirskrivað lógirnar. Sami fíggjarmálaráðharri hevur eisini undirskrivað eitt skjal, har hann játtar 20 mió. til verkætlanina og 2.5 mió. í rakstrarstuðli um árið. Hetta í sjálvum sær er ikki so løgið. Tað løgna er, at skjalið ikki er journaliserað. Við øðrum orðum, so hevur hetta skjal ikki verið viðgjørt í umsitiningini. Sama er galdandi fyri undirskriftirnar, har fimm løgtingsmenn hava skrivað undir, at áðurnevndu pengar skulu finnast av fíggjarlógini 2011,12 og 13. Har er heldur onki journalnummar at finna.
Formaðurin í Leiklistaráðnum, har eg sjálvur eri limur, hevur alment og óbeinleiðis mótmælt ætlanini, tí at tær avtalur, sum eru at lesa í bilagnum, eru ikki gjørdar. Eisini stendur at lesa har, at Tjóðpallurin ongi hús hevur. Hetta er beinleiðis lygn.
Tá ið so grellar og misvísandi upplýsingar er settar fram um Tjóðpallin, so er av góðum grundum orsøk til at halda, at allar hinar óformligu avtalurnar, sum eru gjørdar við Tónleikafeløg, Norðurlandahúsið, Musikkskúlan heldur ikki eru so, sum bilagið vísir á. Talan er ikki um formligar avtalur, men um munlligar fundir, har tosað hevur verið um, hvørt stovnar hava áhuga í at samstarva við SALT. Tað er stórur munur at samstarva við SALT og at standa sum garantur fyri tiltøkum í bygninginum. Tá ið ongin formlig avtala er, so eru hon heldur ikki bindandi fyri áðurnevndu stovnar.
Øll hesi viðuskifti eru ógvuliga óheppin fyri føroyskt listalív. Verður verkætlanin SALT gjøgnumførd, so er onki garanti fyri, at pengarnir frá landsstýrinum eru tøkir tá, heldur ikki er nakað garanti fyri, at tær 2 mió., sum SALT hevur fingið játtað til rakstur frá Tvøroyrar kommunu eru til takst, tá ið bygningurin stendur liðugur. Kommunum kunnu bara garantera stuðul í inniverandi fíggjarári. Við hesum er vandi fyri, at ongir pengar eru, og so noyðast pengar at takast frá øðrum játtanum til list, tí at útreiðsluneutraliteturin skal ikki brótast. Verður verkætlanin ikki til nakað, so hevur hetta skatt møguleikan at søkja pengar aftur frá Mærskgrunninum.
Heldur ikki er gjørd nøkur teknisk vurdering av bygninginum, sum vísir á, um hann skal rívast niður ella pjøssast uppá. Heldur ikki fyriliggur ein ætlan um, hvussu salurin, ið kemur at hava pláss fyri 500 sitandi áskoðarum, skal fyllast. 500 fólk eru eini 10% av suðuroyingum. Tað er næstan ein fullur Smyril. Hvussu rokna stigtakararnir við, at fáa so nógv fólk til Suðuroyar? Ikki veit eg, hvussu hesin leikur endar. Neyvan er seinasta orðið sagt í hesum máli.
Listasavnið á Sandi
Nevndin í Listasavninum á Sandi kallaði inn til fundar herfyri. Tey ætla at gera 180 ára gomlu húsini, sum abbi Sofus Olsen bygdi, í stand til framsýningarhøli, goymslu og eina lítla listakafé. Kostnaðurin til hetta er 1.8 mió. krónur uttan MVG. Hetta hevði broytt um møguleikan at havt skiftandi framsýningar. Sambært testamentinum hjá Sofusi, so skal framsýningin í sjálvum sanvinum vera føst. LISA kann ikki játta fíggjarligan stuðul, men verkætlanin er til at liva við og kann geva fleiri møguleika hjá myndlistafólkum at sýna fram sína list. Hølið kann eisini brúkast til upplestur, skeið, fundir og annað.
Virðislønir
Virðislønirnar í ár vóru hesar. Heiðursgáva landsins á 75.000 krónur fer til Jonhard Mikkelsen. Mentanarvirðisløn landsins á 150.000 krónur fer til Sunleif Rasmussen. Her skal sigast, at eg siti í virðislønarnevndini, og tá ið Sunleif Rasmussen varð nevndur, fór eg straks av fundi, og kom ikki inn aftur fyrr en avgerðin var tikin. Vit skulu tilnevna tríggjar limir á aðalfundinum at sita í virðislønarnevndini. Landsstýriskvinnan setir nevndini.
Vit skulu velja nýggjar limir í virðislønarnevndina. Astri Luihn, Páll Danielsen og eg hava sitið í trý ár.
Gávugóðsið úr grunni Thorvaldi Poulsen av Steinum á 60.000 krónur fór í ár til Dáva Juul Magnussen.
Framtíðarvánir og vónir
Nógv fer at henda á listaøkinum komandi árið. Hetta kann eg siga við vissu. Bókamessan í Frankfurt, ið verður um hálvan oktober er ein ógvuliga spennandi avbjóðing, har vit vóna, at onkur føroysk bók verður selt stórum týskum forlagi.
Løgtingsval verður í seinasta lagi um hálvan januar komandi ár. Nógv kann henda til ta tíð. Fólk í politiskum flokkum og úr Mentamálaráðnum hava biðið okkum um hjálp til at orða eina mentanarpolitikk. Við hesum kunnu vit koma at ávirka mentanarpolitikkin hjá ymiskum flokkum og sitandi landsstýri, og tá ið vit nú hava eina kontanta meining um hesi viðurskifti, so fara vit at gera okkara til, at so nógvir flokkar sum gjørligt fara at hava ein mentanarpolitikk, ið líkist. Við hesum er størri møguleiki fyri, at mentanar- og listapolitikkurin í framtíðini verður orðaður í samstarvið við LISA. Vit fara aftur til komandi val at royna at seta listina í fokus.
Oddfríður M. Rasmussen