Saturday, December 3, 2011

Endurtøkur

3.


Einføld fold fyri fótum mínum.
Eg traðki
eitt fet, tvey fet, trý fet, fýra fet.
Endurtaki.
Við varsemi.

Traðki á foldina við fótum mínum.
Foldin er undir mær.
Foldini komi eg úr.
Eg, einfalda,
gangi á einfaldari fold.


(SK)