Fríggjadagin hevði listamaðurin Bárður Oskarsson fernisering í tí nýggja Galerie Fous í Lambgerði 1 í Havn. Framsýningin inniheldur tekningar og málningar og síðsti kjansur at síggja hana er í dag og í morgin millum klokkan 15 og 18.
Bárður Oskarsson hevur við sínum poetisku, skemtiligu og hugvekjandi tekningum í fleiri ár víst, at hann hevur tamarhald á grátónaskalanum. Nú hevur listamaðurin tikið eitt tilvitað val um eisini at frávelja litir í sínum málningum. Hetta haldi eg er eitt áhugavert val, sum á mangan hátt gevur málningunum styrki og dýpd. Tað er greitt, at avmarkingin, sum listamaðurin hevur givið sær sjálvum, hevur latið upp fyri nøkrum møguleikum fyri hann og at tað svart hvíta útspælið gevur eitt fruktagott mótspæl til hansara listarligu visiónir. Tað hevði verið gott at sæð eina framsýning av hesum málningunum eitt stað, har tað er betri pláss. Men tað sær út til, at listamaðurin vinnur á vandanum fyri tí klisjémerkta, sum býr í tí moll stemmaða grátónamálarínum. Í staðin viðger hann ta serligu flykrandi nærveruna, ta avoyddu atmosferuna, sarta klangin og óveruliga dámin, sum av sær sjálvum fylgir við á ein originalan, persónligan og grundleggjandi leitandi hátt.
(IS)