Lars Helweg: Anita Ekberg. Cafe Wilder
Fríggjakvøld við sjeytíðina er tað eins og býurin tømist. Fólk eru heima hjá fríggjadagsbúffunum, Degi og Viku og X Faktor og er mann í tí støðu, at fríggjadagsølin bleiv til fleiri og kjakhugurin er proportionalt vaksandi, eru ikki nógv í býnum at kasta seg yvir. Fríggjakvøldið við sjeytíðina var bara ein einsamallur ferðamaður, sum var áhugaður í at kjakast. Hann hevði verið í Heilsu og var skelkaður yvir støðið - genturnar í handlinum høvdu ómetaliga lítla vitan um Hoyvíkssáttmálan og tað helt hann, erlig talt var vánaligt.
Men hesin fríggjadagurin var ikki hvør sum helst, tí tað var fríggjadagurin eftir, at starvslønabýtið varð kunngjørt og tí skuldi sjálvandi kjakast um hetta. Hetta er eitt slag av traditión eftirhondini og á hvørjum ári kyknar kjak um starvslønirnar. Eisini í ár eydnaðist tað, spakuliga komu alsamt fleiri fólk í býin og kjakið var júst sum kjakið er á hvørjum ári. Eitt herligt bland av rørandi semju, øgiligum illsinni, bróðurligari semju, vreiði og ein ríkiligur skamtur av møsni. Tað eydnaðist mær eisini í ár at øsa meg upp í tár yvir ússaligheitina og at endurtaka hóskandi ofta, at nú má okkurt altso gerast, ongantíð ov skjótt.
Men nú tað ikki longur er fríggjadagur er tað sum um eg ikki ordiliga tími at kjakast meira. Eg havi meira hug til at gera okkurt hugnaligt og práta um okkurt meira gemytligt. Soleiðis er á hvørjum ári og hetta er ikki bert galdandi fyri meg. Mentanarfólk og listafólk eru heilt frammi í rong og uppreistrarfús beint aftaná kunngerðina frá mentanargrunninum, men stutta tíð aftaná fer luftin úr ballónini og alt fólk orka er kanska at yppa øksl um keðiliga standin, sum merkir listastuðulin.
Tað er spell, at vit eisini gerast virkisavlamin, tá vit gerast edrú. Tí skil var í onkrum, sum sagt var við ølborðið, men tað er ilt at vita hvagar tær skilagóðu hugsanirnar skulu beitast. Mentanarnevnd Løgtingsins er ikki ein møguleiki og eingin av politisku flokkunum hava spesialiseraðar mentanarpolitikarar, sum eru førir fyri at kjakast um framtíðina hjá mentanini. Tað haldi eg í grundini er ein stórur partur av trupulleikanum. Siðurin við at øsa seg upp beint eftir starvslønabýtið og síðani gloyma alt um mentanarpolitikk kann kanska broytast, um bara nakrir fáir politikarar spesialiseraðu seg innan mentanarpolitikk hóast tað ikki er nógv prestisja í hesum. Tí beint nú er tað helst soleiðis, at flestir politikarar vita á leið eins nógv um mentanarpolitikk sum genturnar í Heilsu vita um Hoyvíkssáttmálan.
(IS)