Sambært heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø gjørt av, hvør skal hava Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins.
Mentanarvirðislønin og Heiðursgávan verða latnar við heimild í løgtingslóg og kunngerð um stuðul til mentan og list, og serstøk játtan er á fíggjarlógini. Ein virðislønarnevnd við fimm limum ger tilmæli til landsstýriskvinnuna. Í virðislønarnevndini sita: Oddfríður Marni Rasmussen, Páll Danielsen, Astri Luihn, Martin Næs, Alda Joensen.
Mentanarvirðisløn Landsins: Sunleif Rasmussen
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Til tess at fáa mentanarvirðisløna skal móttakarin hava skapað listaverk á høgum støði. Mentanarvirðisløn Landsins 2010 verður latin Sunleif Rasmussen, tónaskaldi, fyri slóðbrótandi arbeiði hansara á tónlistarliga økinum.
Heiðursgáva Landsins: Jonhard Mikkelsen
Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Heiðursgáva Landsins 2010 verður latin Jonhardi Mikkelsen, bókaútgevara, fyri hansara áhaldandi arbeiði, føroyskum bókmentum at frama.
Handanirnar verða á almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 18. mars 2011 kl. 19.00.
Vit ynskja báðum heiðurslønarmóttakarunum hjartaliga tillukku.
(KP)