Monday, May 23, 2011

Desperate Housewifes útsettar fyri norðurlendskum ørskapi og skandinaviskum tungsinni í spidermanklæðum


Svenski/finski/norski/íslendski leikbólkurin SUBFRAU vitjaði í síðstu viku á Tjóðpalli Føroya við leikinum "Subtales", sum er stuttligur, ørligur, vakur, sterkur, løgin og musikalskur. Leikurin er feministiskur, bygdur upp um fýra monologar um kvinnulív. Ein fyri hvønn av teimum fýra leikarunum; Anna Andersson, Ida Løkken, Lotten Roos og Maria Pálsdóttir.

Monologarnir vóru stuttligir og óvæntað skrúvaðir saman og sera væl spældir. Men kanska vóru tað steðgirnir millum monologarnar, sum vóru mest spennandi. Tí har vóru ikki tær sjóru feministisku ásannaninar í hesum fyri meg og leikurin fer ikki at broyta nakað í fatanini av mær sjálvari sum kvinnu í hesum heimi. Men hvør sigur, at tað skal tað. Tað var annað enn júst tematiseringin av modernaðu kvinnuni, ið vóru hugvekjandi við monologunum. Tað var hugvekjandi at síggja hvussu hesar fýra kvinnurnar tulkaðu leiklistina, teirra ymsu spælihættir, teirra brúk av sminku, búum, ljóði ljósi og mangt annað. Men steðgirnir og tey rúmini, sum stóðust upp í millum monologarnar rørdu meg í nógv størri mun enn umrøðan um kynsleiklutir. Sjónleikararnir skapaðu ein heilt fantastiskan heim av øsing og frustratión, tá tær dansaðu og sungu, lótu av sær one liners, flirtaðu við áskoðarunum og ikki minst, tá tær í mannfólkalíki framførdu stripp fyri okkum. Har slapp ørskapurin út og tað var feitt.

Stóra tøkk til Tjóðpall Føroya fyri at tey onkuntíð sýna fram útlendskir leikir. Sjálvt um talan greidliga ikki er um áskoðarasucces, hevur tað alstóran týdning at síggja eitt sindur frá útheiminum.





(IS)