Showing posts with label Móti. Show all posts
Showing posts with label Móti. Show all posts
Monday, September 23, 2013
Samrøða við Barbaru í Gongini í Kaltblut
Alexander Danner hevur í týska lista- og mótamagasininum Kaltblut gjørt eina áhugaverda samrøðu við Barbaru í Gongini, sum hann er sera hugtikin av Samrøðan er her saman við góðum myndum frá mótasýningini hjá Barbaru í Gongini á Copenhagen Fashion Week. http://www.kaltblut-magazine.com/barbara-i-gongini/
Saturday, August 10, 2013
Meira enn móti
Barbara í Gongini hevur ein heilt serligan ans fyri at skapa dramatisk tableau, sum hevur við sær, at hennara mótasýningar snúgva seg um annað og meira enn móta. Modellirnar framføra ein stillan leik, og eru eins og mobilar standmyndir, sum flyta seg inn og út úr sýningarrúminum. Orka / Jens L.Thomsen stendur á pallinum, hansara serstaka ljóðunivers undirbyggir myrku scenografiina, sum sendir ein vinarligan tanka til Bjørk í 90´unum og til vervremdung og cabaret í 30´unum við leður undirkúgandi SM-tilsipingum í eini serstakliga originalari futuristiskari heild. Eg havi bara funnið eitt ummæli higartil og tað er ikki treytaleyst positivt. Barbara í Gongini er konsekvent, heldur ummælarin, Sara Skarum, sum leggur aftrat, at hon er ov konsekvent!
http://www.b.dk/mode/laser-og-pjalter-0#slide-1
http://www.b.dk/mode/laser-og-pjalter
http://www.b.dk/mode/laser-og-pjalter-0#slide-1
http://www.b.dk/mode/laser-og-pjalter
(KP)
Wednesday, August 7, 2013
SS14 BARBARA Í GONGINI OG ORKA - showið verður varpað beinleiðis gjøgnum internetið
Avantgardistiska Barbara í Gongini er kend fyri at gera dramatisk show, eitt nú hevur Eivør framført live mitt í einum av hennara showum og hesa ferð verður tað ikki minni áhugavert. Saman við BARBARA Í GONGINI kollektiónini SS14 fer ORKA at framføra tilfar frá teirra komandi útgávu umframt partar av samstarvsverkinum "Outer Dark", sum Barbara í Gongini og Orka sýna fram í Museum Angewandte Kunst í Frankfurt inntil september.
http://www.b.dk/mode/se-utzons-modeshow-for-2014-direkte-paa-b.dk
(KP)
Subscribe to:
Posts (Atom)