Anker 50
Á vegginum í eini stovu í einum húsum á Dalavegnum í Havn hongur ein hvítur og gulur málningur. Og tó, at hann hongur nokk so innarlaga og millum nógvar aðrar góðar myndir, er tað sum fyllir hann alla stovuna við sínum glógvandi hvíta og gula ljósi. Tað er Anker Mortensen, sum í 2000 málaði fantastiska málningin við heiti eftir sálminum hjá Kingo "Sum í gjøgnum sortar skýggja". Í dag, sunnudagin 27.mars fyllir listamaðurin 50 ár.
Anker Mortensen er Havnarmaður, sonur Hans og Sólvá Mortensen, sum búgva á Marknalíð í Havn. Anker eigur sonin Janus Ega, sum er vaksin í dag og dóttrina Sólju, sum doyði í eini syndarligari ferðsluvanlukku í 2005.
Anker hevur seinastu nógvu árini eisini búleikast í Keypmannahavn, har hann hevur sýnt fram í Galleri Trap og nú eisini í Galleri Borella, men hann er harumframt javnan boðin við á danskar og norðurlendskar felagsframsýningum, - eitt nú var hann við hjá Koloristunum í fjør. Anker Mortensen er millum stovnararnar av Heystframsýningini, har hann er limur og har hann sýnir fram á hvørjum ári í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Saman við Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Guðrið Poulsen hevur hann prýtt skúlan í Hovi við verkinum Gásamál (2009)
Tá Anker Mortensen fyrstu ferð skuldi sýna fram í gallarínum hjá Jørgen Trap-Jensen í 2002 var tað við viðmæli frá sjálvum Ingálvi av Reyni á innbjóðingarkortinum og hóast Anker tá tóktist at vera væl meira radikalur og progressivur, er lítið at ivast í, at hann kennir seg skyldan við djarva og sjálvkritiska vegaran á Lützenstrøð, sum málaði bestu verk síni á ellisárum. Eg havi goymt gamla innbjóðingarkortið frá Galleri Trap, har Ingálvur av Reyni hevur skrivað: "Med få, ofte meget beskedne midler siger Anker Mortensen betydelig mere end vi andre gør med store armbevægelser. Hans rene maleri åbenbarer for os meget mere end det vi ved først blik får øje på."- Talan er als ikki um skyldskap av tí slagnum, sum vit kenna alt ov væl, har tann yngri listamaðurin dúvar uppá at herma eftir teimum listarligu frambrotunum, sum eldri listamaðurin hevur framt. Nei, Anker er væl meira sjálvstøðugur listamaður enn sum so og kundi ikki droymt um at hermt eftir hvørki einum ella øðrum uttan kanska bara eitt lítið sindur eftir Viderø, Tarkovsky og Regin Dahl og tað bert tá tað kemur til klædna-,skegg- og sangstíl. Hansara serstaki klædnastílur við serligum tokka til floyalsbuksur hevur í mong ár gingið beinleiðis í móti galdandi mótamyndini, men skal als ikki fatast sum vantandi forfeingiligheit ella líkasæla. Anker Mortensen er beint tvørturímóti fullborin estetikari og í øllum tí hann ger, er ein egin vøkur poesi, sum er estetisk, men sum eisini er asketisk av lyndi.
Skyldskapurin við Ingálv av Reyni er andaligur og snýr seg um sjálvt lyndislagið hjá abstraktiónini. Eg minnist enn fyrstu ferð, eg legði merki til hetta serstaka lyndið. Tað var á Ólavsøkuframsýningini í 1996, tá myndin "Vøtn, hyljar og varðar uppi á Reynsmúlalág" hekk so ovarlaga sum hevði hon sjálv otað seg upp eftir vegginum av berum vektloysi. Hansara myndir vóru tær mest ótraditionellu á framsýningini tað árið og eg minnist, at onkrir framsýningargestir ikki skiltu estetikkin, men hildu hetta vera eitt dømi uppá nýggju klæði keisarans; ljót, skeivt skrødd pappírspetti, klistrað á papp og nakrar skeivar pennastrikur - so ófantaligar, at eitt seks ára gamalt barn hevði gjørt tær beinari. Tey, ið hava roynt tað, vita at tað í grundini als ikki er lætt at gera tílíkar skeivar strikur, sum er skeivar uppá tann náttúrliga, spontana mátan.
Anker Mortensen hevur yvirhøvur verið óvanliga leitandi og opin í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírið, sum ofta var límað á eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn. Á hesi poetisku framsýningini hekk ein røð av hvítum myndum, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum, ið ofta innihalda afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi, sum í seinastuni eisini ofta hevur verið grátt, sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina.
Anker Mortensen fekk 3 mánaðars starvsløn, nú mentanargrunnurin herfyri býtti út og hann arbeiðir í løtuni fram móti eini serframsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni, sum letur upp í summar (1.juli). Vit á Listablogginum gleða okkum til framsýningina og ynskja Anker hjartaliga til lukku á 50 ára føðingardegnum.
(KP)