Monday, May 2, 2011

Tak tað róligt, Wivel!

Heini í Skorini
Rættleiðing: Heini í Skorini

Las um vikuskiftið heiðursrøðuna hjá danska listfrøðinginum Mikael Wivel til fráfarandi stjóran á Listasavni Føroya, Helga Fossádal. Røðan varð hildin á almennari móttøku á Listasavni Føroya fríggjadagin, og ein reyður tráður í røðuni er orðingin “sjey rak ár”, sum undirritaði brúkti í sjónvarpssendingini Refleksjón tann 10. apríl í einum innslagi um nýggja stjóran, Nils Ohrt.


Mikael Wivel vil vera við, at mín orðing um “sjey rak ár” sipaði til arbeiðið hjá Helga Fossádal á Listasavni Føroya. Tað gjørdi hon ikki. Og tá Wivel víðari tosar um “TV-journalistens uforskammede oplæg“ og “det villige talerør for en lille, forbitret fraktion”, má eg koma við eini rættleiðing.

Orðingin sipaði einans til tann objektiva veruleikan, at føroysk myndlistafólk ikki hava staðið saman um Listasavn Føroya seinastu sjey árini, og setningurin ljóðaði soleiðis:

“Eftir sjey rak ár koma sjey góð ár. Tað stendur í øllum førum í halgubók. Men spurningurin er, um hesin maðurin (Nils Ohrt, blðm.) kann savna føroysk listafólk um Listasavn Føroya, sum fleiri av okkara fremstu listafólkum hava boykottað seinastu sjey árini við teirri grundgeving, at núverandi leiðslan vantar listfakligar førleikar”.

Eg viðurkenni, at hesin setningurin kann misskiljast og kundi verið øðrvísi orðaður. Men eg vil við hesum sláa fast, at orðingin á ongan hátt sipaði til avrikið hjá Helga Fossádal, men einans til stríðið ímillum føroysk myndlistafólk. Eg havi ongan normativan hugburð til hetta málið, og tá eg havi viðgjørt tað, eru allir partar slopnir til orðanna (hóast fleiri hava borið seg undan)

Sí t.d. kjak ímillum Ole Wich og Kinnu Poulsen í Refleksjón í apríl í fjør, kjak ímillum Martin Næs og Kinnu Poulsen í nýggjárssendingini Afturskin og innslag í Refleksjón í februar í fjør um listaverkið Bládýpi hjá Tróndi Patursson við Martini Næs sum gesti í sjónvarpsstovuni.