Wednesday, April 6, 2011

Hvar er mentanarpolitiska raðfestingin?



Viðmerking:  Mikkjal N. Helmsdal, leiklistarfrøðingur

Mátin, ið Saltsiloin verður koyrd ígjøgnum Løgtingið, tykist mær vera mentanarpolitikkur við høvdinum undir arminum.  Tað er galdandi bæði fyri floksformenninar, sum hava latið seg tøla av, at tað eru játtaðir danskir pengar til verkætlanina, og listafólkini, sum í dag glaðbeint stuðla hesi tilgongdini.

Tað er ein í føroyskum mentanarligum høpi risastór íløguupphædd, sum ætlanin er at játta, og ein í okkara høpi somuleiðis sera stór árlig upphædd til rakstur.  Hetta verður koyrt ígjøgnum uttan nakra fakliga meting av verkætlanini, uttan nakra útgreining av fyritreytunum undir verkætlanini og uttan at verkætlanin verður sett inn í eina breiðari mentanarpolitiska raðfesting.

Hava vit 20 milliónir til íløgur á mentanarpolitiska økinum og 2,5 milliónir at geva út til rakstur, so áttu vit at havt eitt opið mentanarligt kjak um, hvar hesin peningurin best kemur føroyska samfelagnum og føroyskum mentanarlívi til góðar.

Um nakar kann framføra góð og saklig argument fyri, at teir fara best til Suðuroyar, so skal eg fegin stuðla ætlanini.

Men enn havi eg ikki sæð nøkur saklig argument, og eg havi ikki sæð eina sannførandi ætlan fyri virksemið, sum ger tað sannlíkt, at Saltsiloin á Drelnesi verður annað enn eitt tómleikans tempul – mentanarliga sæð.

Uppleggið hjá Saltsiloverkætlanarbólkinum inniheldur ikki nakra veruliga og haldbara virksemisætlan, sum kann sigast at vera eitt sakligt og fakliga haldgott grundarlag at byggja eina avgerð um stuðul á.  Virksemisætlanin er meira ein hugleiðing ella fantasi enn ein ítøkilig ætlan.  Hon er leyst orðað, har er nógv heit luft og nógvir fuglar á takinum, men einki, sum ítøkiliga undirbyggir, at karmarnir fara at verða fyltir út,  og ongin ábending um, at ítøkiligar førleikar eru knýttir at verkætlanini, sum kunnu skapa tað virksemið, ið hugleitt verður um.

Floksformenninir, sum uttan ráðføring við nakran fakkunnleika, úr leysum lofti hava givið tilsøgn um 20 milliónir krónur í íløgum og 2,5 mill. kr. árliga í rakstrarstuðli til hesa verkætlanina, eru falnir í eina mentanarpolitiska grøv, sum ikki er ókend aðrastaðni.  Nevniliga hana at vilja byggja upp minnisvarðar og stórfingin bygningsverk heldur enn virksemi og innihald.  Men mentanarpolitisku royndirnar í londunum uttan um okkum vísa, at karmar–líka mikið, hvussu flottir og forkunnugir, ið teir eru- skapa ikki í sær sjálvum nakað virksemi ella nakað innihald.  Tað fara teir heldur ikki at gera á Drelnesi.  Norðurlond eru full av mentanarhúsum, ið standa skralltóm, tí tey vórðu bygd uttan, at tað fanst eitt virksemi og innihald at fylla karmarnar út. Og okkum nýtist ikki eingang at hyggja so langt - vit hava Atlantis í Klaksvík og Mentanarhúsið í Fuglafirði sum aktuell heimlig dømi.

Tann útlendski kapitalurin, sum er tilførdur verkætlanini, er ikki í sær sjálvum eitt vælsignilsi fyri føroyskt mentanarlív.  Hann kann tvørturímóti lættliga gerast ein mylnusteinur um hálsin á føroyskari list og mentan heldur.

Tað varð sagt beinleiðis á Løgtingi í dag, at tann peningur, sum verður játtaður Saltsiloini skal sparast aðrastaðni á fíggjarlógini.  Og tað er naivt at halda, at peningurin verður tikin frá øðrum enn verandi mentanarvirksemi, t.v.s. burtur av teimum frammanundan alt ov avmarkaðu játtanunum, sum í dag eru til mentan og list.

Jóannes Eidesgaard segði á tingi í dag, at vit við Saltsiloini fáa okkara "Operahús í Sydney". Eg haldi vit fáa okkara "Operahús í Keypmannahavn". Tað minnir um Saltsiloina á tann hátt, at var eisini givið danska statinum av Mæersk-McKinney Møller. Har vóru tað eisini teir ovastu politisku leiðararnir, ið valdu at taka ímóti uttan at spyrja nakran serkunnleika innan mentanarøkið eftir og uttan at seta "gávuna" inn í nakra breiðari mentanarpolitiska raðfesting. Úrslitið av hesum lýsir fráfarandi operastjórin í Keypmannahavn her http://ibyen.dk/scene/ECE1182033/det-kongelige-dropper-100-forestillinger/ : Kongaliga leikhúsið má avlýsa 100 framførslur komandi leikár og siga 60 fólkum úr starvi, tí raksturin av Operahúsinum tyngir fíggjarætlanina hjá stovninum so nógv.

Eg óttist stórliga fyri, at Saltsiloin á sama hátt fer at tyngja føroyskt mentanarlív, so at ein stórur partur av løgtingsins játtan til føroyska mentan fer at verða nýttur til at upphita og viðlíkahalda eitt stórt, flott og tómt hylki í suðuroy, meðan tað virksemi, sum í dag verður stuðlað og er bygt upp gjøgnum nógv ár, verður niðurlagað.

At fremja verkætlanina í núverandi líki og undir núverandi mentanarpolitisku viðurskiftum er at byggja ein varða yvir mentanarpolitiskt tankaloysi og gáloysni. Tí har er veruliga eingin samanhangur millum tað virksemið, sum kann skapast í Suðuroy, og teir karmarnar, sum nú verða bygdir til tað.

Tíanverri.