Tað ljóðar næstan ov romantiskt til at vera satt, men tað at tora at droyma veldugar dreymar og vága at hugsa stórt, er grundleggjandi fyri trivnaðin hjá mentanini. Hevði mentanarlívið einans verið myndað av okkum gronutu realistum, hevði einki hent. Vit hava brúk fyri fantastunum, droymarunum og teimum visioneru.
Verkætlanin SALT er gjørd úr sama tilfari sum dreymar eru framleiddir úr fyri nú at siga tað eitt sindur amerikanskt. Verkætlanin er hugsað av fólkum, sum tora at hugsa størri enn tey flestu av okkum og sum tað við trúnni á tað ómøguliga í grundini hevur eydnast at útvega rættiliga nógv meira av peningi, enn tað hevur eydnast nøkrum av okkum realistum at útvega.
Eg havi tessvegna stóra virðing fyri teimum listafólkum, ið stuðla dreymunum við eini undirskrift og mær dámar ikki, at tey verða drigin til svars og gjørd forsprákarar fyri eina mentanarliga verkætlan, sum tey bara hava valt at geva eitt herðaklapp. Ikki tí tey uppfylla eina klisju um instinktstýrd listafólk, sum ikki hugsa seg um. Men tí tey hava valt at vera opin.
Realistarnir hava sjálvandi eisini eina funktión. Vit eiga at koma við okkara atfinnandi spurningum, vit skulu problematisera og ivast tað besta vit hava lært. Vit skulu kanna hvørt teir dreymar, sum longu eru komnir langa leið, megna at bera allan vegin og vit skulu við okkara náttúrligu mistrúgv vera við til at gera dreymin jarðbundnan og at enda skulu vit vera við til at gjøgnumføra dreymin ella at geva dreyminum banahøggið. Men vit skulu ikki billa okkum inn, at dreymarnir vóru til uttan droymararnar og vit eiga at njóta og gera okkum dælt av, at fólk eru til, sum hava funnið uppá verkætlanir, sum eru so garvillar, at vit eru noydd til at taka upp alt, sum vit trúgva uppá, til umhugsunar. Vit mugu gagnnýta henda møguleikan fyri at flyta mentanarkjakið eitt fet víðari, so at vit kunnu kjakast um hvat vit yvirhøvur ætla við okkara mentanarlívi.
Inntil nú hevur SALT verkætlanin ikki hækkað um mentanarkjakið. Droymararnir hava ikki megnað at fáa realistarnir burtur úr teirra gerandisviti og realistarnar hava hinvegin ikki megnað at fáa droymararnar til at gerast ítøkiligar. Í øllum førum hevur tað verið serstakliga óáhugavert at fylgt kjakinum, serliga í løgtinginum, har eg haldi, at okkara politikarar orðaðu seg bæði ábyrgdarleyst og uttan virðing fyri mentanarøkinum. Sjálv havi eg ikki tikið lut. Mín egni trupulleiki er, at eg kenni meg syndraða millum eina djúpa, pessimistiska realismu og so ynskið um at lata ørskapin koma til orðanna onkuntíð og gera tað ómøguliga møguligt.
Eg síggi fyri mær tey mongu tómu mentanarhúsini, sum standa kring heimsins útjaðarar, men samstundis síggi eg møguleikan fyri at hevja mentanarlívið. Eg síggi eina fíggjarætlan, sum fer at gera tað óluksáliga ringt at seta í starv røttu fakfólkini og at tiltrekkja altjóða listafólk og samstundis tími eg ikki at vera ein av teimum, sum við ristandi høvdi siti og nærlesi fíggjanarætlanir uttan minsta áræði fyri turrisliga at staðfesta, at tað ikki kann lata seg gera. Eg stúri fyri nógvum aspektum í verkætlanaruppskotinum og hinvegin veit eg, at nógv hugskot kunnu mennast við røttum fakligum og kreativum fólki.
Men óansæð hvussu nógv eg vingli millum mína náttúrligu, jarðbundnu mistrúgv og hugin til villskap eri eg rættiliga vís í einum. Um henda verkætlanin skal gerast flogstinn, má stevnan broytast til at snúgva seg um innihaldið. Meira innihald, meira tyngd má til og tað eigur verkætlanarleiðslan at leggja fram alt fyri eitt - annars slóknar dreymurin.
(IS)