Thursday, July 1, 2010

Sum døgg fyri sól




Vegna plásstrot var stóra greinin, sum Lisbeth Bonde skrivaði um m.a. Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum nakað stytt í nýggjastu Weekendavísini (2.7.2010). Við loyvi høvundans prenta vit alla greinina her á føroyskum.

Samrøða. Í 1994 fór málarin Rannvá Kunoy úr Føroyum og búsetti seg í London. Nú er hon vend aftur sum fullbúgvin listakvinna, hvørs vøkru og grunarmiklu myndir darra millum abstraktión og figuratión.

SUM DØGG FYRI SÓL

Lisbeth Bonde

Tórshavn – Norðurlandahúsið liggur á eini høvd aftan fyri býin, har tað ballar seg undir síni tjúkku, sevjugrønu flagtekju sum ein álvaheyggjur, ið fjalir eina loyndarfullan heim av vandamiklum álvagentum. Men innan er bygningurin ljósur og vinaligur og bjóðar eina breiða viftu av mentanartilboðum, og frá stóru panoramavindeygunum er útsýnið frítt yvir Havnina og Nólsoynna, sum sveipað í támi stingur seg upp úr Norðuratlantshavi. Her gongur nógv fyri seg í vakra bygninginum: Operasangarar frá kongaliga danska tjóðleikhúsinum undirhalda við eini sirpu av Mozart, Pucccini og Franz Lehar, ið skemtiliga verður introduserað av karismatiska barytonsangaranum Guido Paevatalu. Nøkur kvøld í sama vælljóðandi sali fær stand-up skemtarin Mick Øgendahl áhoyrarnar upp at koyra. Samstundis er ein meiri gráhærd áhoyrarafjøld møtt í nýbygda skálanum við síðuna av fyri at hoyra íslendska høvundan Einar Már Guðmundsson leggja fram tankar sínar í sambandi við róstu bókina Hvítabók – Kreppan í Íslandi, har han húðflettir íslendskar fíggjarfúrstar og politikarar, ið hava ført landið út í fíggjarligt kaos. Her er fult hús, og síðumaður mín teskar mær í oyrað, at fleiri av Føroya fíggjarligu oddafiskum eru møttir, umframt nokkso nógv tjóðveldisfólk, eins og floksformaðurin Høgni Hoydal eisini telist millum áhoyrarnar. Við kollapsinum hjá Íslandi hevur hesin loysingarflokkurin mist eina umráðandi fyrimynd. Hetta er tessvegna ikki bert ein bókmentaligur, men eisini ein politiskur fundur, ið snýr seg um ítøkiliga veruleikan í grannalandinum Íslandi. Salurin rýkur og gløðir meðan Guðmundsson sveiggjar sínum poetiska píski við bæði vreiði og humor. Sambært Guðmundsson er eingin orsøk til at skriva skaldsøgur í Íslandi fyri tíðina. Man kann bara lata vindeygað upp og hyggja at veruleikalnum: “Nú snýr tað um at taka aftur tað mál og tað tign, sum valdsharrarnir hava tikið frá okkum”. Og áhoyrarnir tykjast samdir. Guðmundsson inkarnerar leiklutin sum kritiskur intellektuellur; hann hevur eina greining av støðuni, men eisini ein boðskap og ein dreym, hann setur mál til og ger okkum tilvitaði um ta fólkaforføring, sum er gingin fyri seg og hann sýtur fyri, at íslendarar nú skulu medvirka til teirra egnu jarðarferð.

Á veggjunum hanga sum mótvekt til tað ógvusliga, ið gongur fyri seg, nakrir vakrir og tvítýddir málningar hjá føroysku Londonlistakvinnuni, Rannvá Kunoy, sum hevur hildið fernisering. Maður hennara, hollandsk-bretski myndlistamaðurin Michael Raedecker luttók á ferniseringini sum DJ við einum minimalistiskum techno-ljóðtapeti. Tað er avgjørt ikki gerandiskostur at bjóða einum altjóða listafólki úr Føroyum inn í Norðurlandahúsið. Tey føroysku listafólkini, eru nakrir heimføðingar – við heilt fáum undantøkum.

Dagin eftir hittir Weekendavisen Kunoy til eina samrøðu undir meira róligum umstøðum. Henni dámar betur at tosa enskt enn danskt og hon greiðir frá fyrstu tíðini í Londum, tá hon upplivdi YBA – the Young British Artists – sum var ein bólkur av týðandi, konseptlistafólkum, ið undir listasamlaranum og reklamumumanninum Charles Saatchi stormaðu fram fyri at seta dagsordanina á altjóða listapallinum við listafólkum sum Damien Hirst, Tracey Emin, Garry Hume, Sarah Lucas, Fiona Ray og øðrum í fremstu røð. Men Kunoy er sjálv stødd eitt heilt annað stað enn sínir eldru starvsfelagar. Hon umboðar eina endurnýggjaða miðsavnan av og trúgv uppá málaríið sum autoritativan miðil. Við støði í listasøguni skapar hon nakrar viðkvæmir, óítøkiligar máningar, ið nærkast anda- ella spøkilsismálningum.

LB: Tíni myndevni tykjast fyrst at traðka út úr eini hóming fyri síðani at hvørva, og tað gongur fyri seg eitt slag av samráðing í áskoðarans medviti hvørt myndevnið er til ella ei. Hvat er støðið hjá hesum spøkilsiskendu myndum?

RK: Mær dámar væl tína orðing “at samráðast”, tí tað er júst hetta, sum tað snýr seg um. Eg strevist fram ímóti, at málningarnir skulu seta í gongd eina samráðing um hvat er veruligt og at teir samstundis ongantíð geva eitt endaligt svar uppá hetta, ella sagt við øðrum orðum, at málningarnir sáa iva um, hvat er á flatanum og hvat ikki er har. Við málninginum “Hit” er greidliga eitt myndevni, men her snýr samráðingin seg meira um tær ógvuliga fáu neyvu linjurnar og tað ógvusliga kámuta umhvarvið og økið, sum bara akkurát geva gruna um tyngdarmáttin og vektina. Alt situr í málingini: Mátin málingin er løgd á, litavalið, hvussu tað hvørvir og kemur fram aftur. Alt hetta er har á ein tilvitaðan tvítýddan hátt.

LB: Tú relaterar teg til listafólk sum Sigmar Polke, Gerhard Richter o.fl. Hesi listafólkini eru sera upptikin av “umboðanini”, tvs. Hvussu veruleikin kann fremjast og finna úttrykk á flatanum – ofta við fotomyndum sum millumliði. Hvussu allýsir tú tína verkætlan í mun til hesa hevdina?

RK: Ja, vit standa øll á herðunum á øðrum. Eg fati Gerhard Richter sum eitt konseptlistafólk, ið kannar, hvat málaríið inniber – eisini í mun til umboðanina, sum tú sigur, meðan Sigmar Polke er ein rættiligur málara-málari, sum kannar hvat tað er, sum málaríið megnar reint evnisliga. Báðir listamenninir arbeiða kortini undir eini størri konseptuellari paraply, eini paraply, sum eg sjálv standi undir. Eg kann ikki bara mála eitt ella annað, og tí brúki eg altíð eitt frammaundan givið visuelt tilfar, serliga listaverk í listabókum. Fyri meg skal umboðanin vera á eini knívsegg millum figuratión og abstraktión – hetta tvítýdni hevur stóran áhuga, sum tú hoyrir. Um man skal nevna enn eitt listafólk, sum hevur týdning, er tað tann amerikanski málarin Christopher Wool, ið nýtir eitt slag av silkiprentstøkni, tá hann málar. Óansæð hvussu vakrir og elegantir hansara málningar eru, eru teir meta-málningar, sum samstundis manifestera hvat málaríið er og hvat tað kann.

LB: Taka vit eitt listafólk sum Olafur Eliasson, so reflektera hansara installatiónir ofta meira enn man kanska skuldi hildið, íslendsku náttúruna. Í morgun vaknaði eg til mjørka her í Føroyum, eins og døgg var á vindeyganum. Hatta er ein reinur Rannvá Kunoy, hugsaði eg. Rúmar listin hjá tær ikki eisini okkurt úr føroysku náttúruni, sum tú ert vaksin upp saman við?

“Jú eg kann jú ikki nokta fyri hvaðani eg stavi”, flennir Kunoy. “Í 1980´unum reageraðu listafólkini, serliga málararnir, allergiskt í mun til kenslur og biografismu, men eg haldi, at lokal viðurskifti altíð spæla ein leiklut; tað er galdandi fyri øll listafólk. Í Føroyum er listasøgan sera ung og verkini visa, at føroysk listafólk hava verið hugtikin av teirri ekstremu náttúruni. Um man dregur tað konseptuella frá og hyggur at mínum verkum samlaðum (Kunoy dreygar høvdunum og nikkar til øll verkini í stóru framsýningarhøllini), so er greidliga eitt link eitt link til náttúruna – talan kann vera um dag og nátt og um okkurt sansaligt, sum fyriheldur sær til náttúruna. Men tað er umráðandi at undirstrika, at verkini allíkavæl ikki snúgva seg um náttúruna.

LB: Hvussu byrjar máliprosessin?

RK: Viðvíkjandi HIT tók eg støði í eini standmynd hjá Otto Freundlich, sum umboðar eina nokkso tunga, klassiskt-modernistiska hevd frá tíðarskeiðnum áðrenn annan veraldarbardaga. Standmyndin hevur ein kláran formligan reinleika, ið tiltalar meg. Eg brúki umhvarvið av figurinum, sum eg avskepli til ókenniligheit. Greidliga eru ikki nakrar markeringar, men á fotomyndini av standmyndini síggjast ógvuslig ljós- og skuggaárin. Síðani minki og skerji eg til eitt spøkilsi stendur eftir á flatanum.

Viðvíkjandi Otto Freundlich kann man sum áskoðari ikki lata vera við at hugsa um henda “entartete” listamannin, ið fekk so syrgiligan enda í konsentratiónslegu. Tað spøkilsiskenda árinið telur hervið dupult og ger málningin óhugnaligan sum eina eftirmynd, ið eisini minnir um sveittadúkin hjá Jesusi. Men Kunoy nýtir ikki altíð so daprar keldur.

“Eg kann eisini brúka ein málning hjá Antonio Saura sum útgangsstøði, eins og eg havi gjørt í myndini Belle of the Ball. Eg endurtaki ikki beinleiðis máliháttin hjá Saura, tí tað snýr seg ikki um at kopiera hann, men eg brúki og misbrúki kompositiónina og rørsluna í hansara verki. Um eg sjálv skuldi funnið uppá myndevnið, hevði eg verið ørkymlað av formligu brøgdunum í málarínum og so kundi eg ikki komið hartil sum eg ætli. Tað gevur mær frælsi at hava eina keldu á henda hátt.

LB:Og litirnir?

RK: Mær dámar væl at blanda okkurt skitið inn í litirnar – so teir ikki tykjast so reinir og vakrir. Men eg brúki ongantíð svart. Gráu málningarnir eru allir úrslitið av gulum, grønum, bláum, reyðum, orange, umbra osfr. Litirnir skulu eisini vera óbestemmiligir. Tað skal vera eina vissur fjarleiki, men samstundis ein undirstreymur av teirri prosessini, ið heldur teir saman. Eg skal kunna hvørva og droyma meg inn í máningin, men tað má ikki vera ov tjúkt málað. Tað skal vera flatt, og tí leggi eg málningarnir niður og lati teir turka á beinkjum. Eg vil bera meg undan tí illusionistiska. Tað svarar til munin millum film og sjónleik. Eg eri avgjørt størri tilhangari av filmi, tí her kann man droyma.

LB: Hvussu finnur tú heitini? Tey eru serstøk og provokerandi, t.d. “Síðsta slikk”, “Útskolað” og “Um tú starvast í marketing ella reklamubransjuni, drep teg sjálvan”. Hesi heitini eru mótsetningar til tað grunandi óítøkiliga.

RK: Heitini taki eg uttanífrá, og setningurin “Um tú starvast í marketing...” havi eg tikið frá amerikanska stand-up skemtaranum Bill Hicks. Eg flirti við fráboðanum, sum eru ekstremar eins og hendan. Á henda hátt kyknar eitt gróðrarmikið týdningarlag aftrat í myndunum.

Rannvá Kunoy hevði sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya í 1999, tá listakvinnan var bert 24 ára gomul. Tá málaði hon málningar, sum á ein hátt eru dømi um lívfrøðiliga naturalismu í og við, at teir taka støði í lívfrøðiligum realitetum so sum blóði, beinagrind osfr. og sum í dag hanga á permanentu framsýningini í Listasavninum. “Hetta var ein í føroyskum høpi øðrvísi listaframsýning, sum bæði myndevnisliga og heimsspekiliga breyt upp úr nýggjum í føroyskari list og sum var ein øðrvísi uppliving hjá førosku listaáskoðarunum, ið vóru vanir við ta hálvabstraktu, ekspressivu landslagskolorismuna, sum hevur spælt høvuðsleiklutin í føroyskari myndlist í mong ár” skrivar føroyski kuratorurin Kinna Poulsen.

LB: Hvat er hent síðan 1999?

RK: Tá var eg enn lesandi og tá snúi tað seg í størri mun um at vísa dirvi. Síðani havi eg gjørt mær royndir og havi funnið míni eyðkenni. Verkini kunnu gott vera sexut, men tey skulu samstundis vera meira objektiv og sundurlisin frá mær, so at eg ikki meira eri til staðar í teimum. Tì er prosessin blivin meir og meir umráðandi fyri meg.

Rannvá Kunoy sýnir fram 17 málningar og 7 evnislig og málandi steinprent, sum hon hevur prentað hjá einum tí besta litografiska prentaranum í norðurlondum, svenskfødda Jan Andersson, ið saman við grafikaranum Fríðu Matras Brekku, varar av grafiska verkstaðnum, Steinprent. Her býðst fyri tíðina høvið at síggja eina framsýning við tølandi træ-figurum í málaðum træi hjá Hanna Bjartalíð og steinprentum hjá Onnu Seppälä. Í Steinprenti hevur ein long røð av stórum donskum listafólkum prentað, frá Per Kirkeby, John Olsen og Svend Wiig-Hansen til Knud Odde, Kathrine Ærtebjerg og John Kørner. Eisini Claus Carstensen og yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen hava lagt vegin framvið Steinprenti í Tórshavn og teirra verk kunnu í løtuni síggjast í Keypmannahavn í gallarínum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum

Rannvá Kunoy: Malerier og litografier. Nordens Hus, Tórshavn. Til 29. august. Katalog med tekster af Kinna Poulsen (kurator), Gunnar Hoydal, Pernilla Holmes og Tom Morton. Nye værker af Kunoy kan også ses i London på gruppeudstillingen ’Purity is a Myth’, der netop er åbnet i Pilar Corrias Gallery, 54 Eastcastle St., London W1W. Til den 28. august. Litografier af Anna Seppälä og skulpturer af Hanni Bjartalid i Steinprent, Skalatrød 16, Tórshavn. Skriften på stenen. Litografier af Claus Carstensen og Tóroddur Poulsen, Nordisk Ministerråds Galleri, St. Strandstræde 18 til 2. juli. (GG nevndu framsýningarnar eru lidnar burtur sæð frá summarframsýningini í Norðurlandahúsinum)